Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialuri Prent: P/f Pressan 1981 Samanhald VERKAMANNA- og kvinnufeløgini hava nú sáttmála vid arbeiðsgev- ararnar. Havnar- og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag samdust eftir stuttan arbeiðssteðg um lønartreyt- irnar tvey tey næstu árini. MEIRA ístriltið gekst við semju millum hini arbeidarafeløgini i land- inum og arbeiðsgevararnar. So strilt- ið, at ráðandi menn landsins mettu seg noyddar at lata tingið áseta lønarlag teirra, ið ikki longu høvdu gjørt lønarsemju. IVALEYST stendur onkur nú sum kánus eftir at úrslitið gjørdist, at t.d. verkakvinnur í Havn og í Klaksvík í krónum fáa útgoldið meira enn verkabrødur teirra, sum ístaðin fáa umstrídda prosentið í eftirlønar- grunn. ÁSKOÐANIRNAR um, hver gjalds- háttur av hesum sama prosentinum, ið betri er, eru mangar. Tó er nú ollum arbeidarafeløgum tryggjaður rættin til sjålvi at gera av, hvat hetta prosentið skal nýtast til. HÓAST úrslitið langt frá nøgtar skerj- ingarnar í keypiorkuni seinastu árii og hóast mong vildu mett ein frægari lønarbata sum rímiligari, so må åsannast, at úrslitið liggur åjavnt tí, ið aðrir partar hava gjørt sættir um. IKKI kann verkafólkið liva bert av føgrum orðum, ei heldur av ugganum um útliti fyri betri tíðum, men eitt uggilsi er tað kanska kortini, at lands- stýrið í næstum fer at koma við uppskoti um løntakara — eftirlønar- trygging. sum, um ásett við lóg, verður týðandi bati í enn trongu korum verkafólksins. ØLL sita vit ivandi og ikki við besta smakkinum eftir at tingið nú fyri fyrstu ferð í 25 ár legði uppí lønar- trætuna. Men tá so skuldi vera, so ásanna eisini flest øll, at tingsins nidurstøda íkki verður gjørd til skammar av nøkrum meiriluta, sum kanska einaferð í framtíðini skal greiða líknandi trætu. oddagrein HUGVEKJANDI ella rættari — ør- kimlandi er, at arbeiðstakararnir aftaná at hava givið tilsøgn um tað eina prosentid kortini løgdu so harðar treytir við, um hvussu hetta skuldi nýtast. T. D. er tað rættuliga sjálvsagt, at feløgini einsæris hava hug á eftir- lønargrunni, sum er so alneyðugur. Nú vita vit tíbetur at slík skipan helst verður ásett við lóg og at vit á henda hátt við landsins hjálp kunnu tarnað teirri solidaritetssindran verkafeløg- ini ímillum, sum avgjørt hevði staðist av ov ymiskum eftirlønarskipanum. HITT seinna, at arbeiðstakararnir á ongan hátt vildu vera við til, at hetta sama prosentið skuldi nýtast til eitt nú útbúgvingarendamál, sigur okkum ikki so lítið um, hvussu forn- aldarligi hugsunarhátturin framvegis er í okkara annars so »upplystu tíða. Vit hava frá teirri síðuni enn einaferð fingið at vita, at tað framvegis er vandamikið at upplýsa verka- og fiskimannastættina. AT samanhald gevur styrki er einki nytt, so hvi ikki eisini innan verka- folkarørsluna menna neyduga samanhaldið enn meira? TAÐ sigst, at vit læra, so leingi vit liva. Vónandi kunnu verkafeløgini liva undir ásettu treytunum komandi tvey árini og harvið læra, hóast í seinna lagi, at tað til komandi sam- rådingar er alneyðugt at føroyska verkamannafjøldin ger ålvara av at brynja seg í felag — at tann stætt, id framleiðsla okkara í stóran mun er grundað á, ikki letur seg orkimla av meguligum seravtalum í ymsum her- aldshornum landsins, men stendur saman um endamålid Verkamanna- heimið Føroyar. Kr. Pallborðsfundur um brekað . Viðmerkingar til pallborðsfundin í Norðurlandahúsin- um 25. mars 1985, ið MBF skipaði fyri... Kundi sjálvur ikki luttaka á hesum pallborðsfundi Men av tilvild hoyrdi eg utvarpingina gjøgnum U.F. tann 28. mars kl. 21. Eftir mínum tykki virðir U.F. sera lítið tann bólk 1 samfelag várum, ið eru brekað, og teirra avvar- andi — vilja ikki í góðari tíð frammanundan boða frá, at nú verður varpað út ein sending, ið snýr seg um viðurskiftini hjá teim brekaðu í Førovum, men táið tað snýr seg um svartkjaft, langasporl. gágur, eður, og ikki minst niðurbrótandi kreftir í eðrum londum, tå er onki mark fyri, hvussu U.F. út- basunerar slíkt — enntá í døgverdatimanum hjá ti vanliga føroyinginum so hann missir matar- lystin... Ná. hetta var tann síðan. Hetta kveldið setti eg meg við lurtið fyri at lýða á, um tó ikki onkrir ljós- glottar vóru fyri starvn, men ak, so langt ífrá... Fundurin var merktur frá byrjan til enda av hjálparloysi, ómegt... Har luttóku 7 áhugafelog fyri tey brekaðu, og so eitt yvirordnað organ. ið kallast fyri MBF.. Nakrir av luttakarunum høvdu tó okkurt gott at bera fram. Deyvafelagið hevur bygt eina velduga borg. Blindafelagið hevur eini hús, og ein nvggj borg verður bygd heilt skjótt. Sinnisbati (eitt spildur nýtt felag) hevur longu keypt eini hús... Felagið Bjørg (felag fyri tey rerslubrekaðu) hetta er óivað eitt gamalt felag, og tað kundi ikki vísa á nakað ítekiligt uttan hetta: — Vit seta og hava sett met í at senda rerslu- brekað av landinum, sum næstformadurin í fel- agnum Bjørg so råmandi segði: — Vit senda all okkara rerslubrekaðu av landinum. tí vit megna ikki at gera nakað fyri tey her heima á klettunum — vit í nevndini, væl at merkja. Vit í nevndini hava ein 8 tímars arbeiðs- dag — so vit megna onki meir (meðan t.d. tit for- eldur at brekaðum bert hava ein arbeiðsdag uppá 24 tímar og hetta er gald- andi allar arsins dagar (vit i nevndini i Bjørg arb. tó bara 5 dagar um vikuna å 8 tímar tvs. 40 tímar um vikuna) meðan tit foreldur at brekaðum arb. bara 365 dagar um árið, alt sam- døgrid...) so tit megu skilja, at vit í nevndini Bjørg als ikki hava orku til at arbeiða fyri teim, ið vit eru/vóru vald at arbeiða fyri... Hetta var niðursteðan, ið næstformaðurin í Bjørg kom til. Trúgva tí, ið trúgva vil... hesin mað- urin kundi eisini víst á: — Vit hava onki gjørt fyri at fáa: Nakað vart verkstað (ikki ein gang í Tórshavn). Onga varda rørslubrekad. Ongar ibudir fyri fam. vid rørslubrekadum barni/bernum... Onki frítíðarheim. Onki umlættingarheim til rorslubrekað/ung... Ongan fysio-ergotera- peut í Fólkaskúlan (her svevur sjálvandi Lands- skúlafyrisitingin, teir, ið hava við serundirvísing í Fólkaskúlanum at gera...) Onki Hjálpitóla/amboð- armidstød og verkstað knytt til ein slíkan stovn... Næstformaðurin i Bjørg greiddi tyduliga frå, at fel- agið hevði onki gjørt fyri at beta um korini hjá teim rerslubrekaðu. Næstformaðurin bert um máttloysi. íbúð fyri tosaði nevndarinnar Hann tosaði um at limirnir skuldu verða aktivir. Næstformaðurin veit fullvæl, at teir limir, ið veruliga ynskja at verða aktivir fáa als ikki loyvi til hetta við tað, at nevndin noktar slíkum limum at verða aktivir. Ikki undir í, at felagið Bjørg bert telur 300 limir, tá ið nevndin í felagnum hevur tann innstilling (áskoðan) at onki skal, ei heldur má verða gjert fyri tey rørslubrekadu. Einasta loysnin, ið felagið hevur: konservatisma (svartasta afturhald), tit brekaðu og avvarandi at brekaðum skulu klára allar tykkara trupulleikar Kapitalista gudurin sendir við vælsignilsi frá yvirstættini í Feroyum eina mongd av okkara samfelagsborgarum av landinum uttan ynski. Kapitalistagudurin væl- signar allar (ein hóp) av ellum teim ultra høgra- bendu spekulantunum, ið fåa loyvi til at buleikast i Førovum… enntá verður hetta vælsignilsi veitt teimum av prestastættini innan hesar teirra ymsu sam- komurnar í Feroyum. Sanniliga eitt rotið sam- felag. Savna pening saman (selja avlåtsbrøgd til menniskjur í fjarskotn- um londum. Taki heldur hendurnar úr lummanum og hjálpi har, ið hjálp er fyri neyðini. Prædikumenn: Hvar er næstrakærleikin her heima á klettunum? Felagið Bjerg lurtar eftir tykkum, og sendir eina mongd av teim brek- aðu av landinum. So verði glaðir fyri, at onkur lurtar eftir tykkum. Bjørg hevur sent okkurt rit út í Landsstýrið, men onki svar fingið. Bjerg mátti vita, at politik- ararnir hava bert eitt í heysinum, og tað er Langasporl. Hjá teimum verður menniskja bert sammett við eitt búskap- arligt fyribrigdi. Harafturímóti = byrjaði formaðurin í Javna nakað svartskygdur, men táið hann dróg saman um, kundi hann vísa á= Hevur fingið til vega: Eitt vart stað * dagmiðdeplar Fleiri vardar íbúðir/ein stovn til 48 búfólk. Dag/degnumlættingar- heim/frítíðarheim (saman við Almannastovuni) verk- Keypa hús í Eystur- oynni * byggja hús i Klaksvík osfr.... Teir flestu spurning- arnir, ið vórðu settir pall- borðsfundarluttakarunum, vórðu eftir mínum tykkis ettir fram av menniskjum, har bæði likam og sál vóru við. Men svarini vóru eins og roykurin, ið fer upp gjøgnum ljóðaran. Svarini vóru rótleys og onki sig- andi ja eins og hesar mongu svartkjaftaútvarp- ingarnar í Útvarpinum. Stjórin í Endurbúgv- ingarstovninum kom eina ferð upp á pallin (hann hevði ikki stundir at verða so leingi á einum slíkum fundi, segði orðstýrarifn). Hann vildi ikki hoyra tala um vard verksteð, tað var ikki neyðugt. Tosadi um at hava fingið onkran á skúla (handilsskúla ella tílíkt) — tað er jú einki annað tilboð enn skúla- gongd. Nei Marjun. fá gongd á at fáa fleiri vard verksteð kring landið. Marjun, tú veit fullvæl, at tað vrivat/kapitalis- tiska hevur bert eitt fyri eyga og tað er, at fáa so nógva úrteku sum til ber. Enuuw bugvingarstovn- urin er nyggjur, so lat hann fáa frið at búnast. Men Marjun lat verða við at verða so einoygd.