Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 18. maí 1985 Kontant faktum Tað var fyrstu ferð, at so kontant og beinrakið varð víst á ta indoktrinering, diskriminering og kúgvan, sum tann ágangandi kristiliga meirilutin fremur í Feroyum, sum ávíst av Høgna av Heiði í lítlu grein hansara >Kross- merkið er symbol fyri kugan«. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu máttleyst flaggdagsreðar- in hjá fólkaflokkinum - aftan á at hava reypað um alt frælsið undir kross- merkinum — nú roynir at beta um teirra flusnaða glansbílæt av demokra- tinum í hesum landi: Tá ið samanum kom, helt tann frísinti Jan Christiansen kortini, at tann gudleysi minnilutin í landinum ikki eigur at sleppa at kritisera kristni læruna í skúlunum, útvarpi og sjónvarpi. Bara tey kristnu ella trúgvandi skulu sleppa at kritisera tey gudleysu og livs- áskoðan teirra. Aðalloysnin hjá Jan til Høgna var at slekkja út- varpið, tá tey gudiligu tala. Hetta er at snúgva sær undan spurningum. Í sama dagblaði ilskast Oli B. um »Jøda hatur« í út- varpinum. Hví slekkir hann ikki bara fyri útvarp- inum? Jan sóknast eisini eftir landi við meira frælsi og frísini enr. Føroyar. Svar: Far til Danmarkar! (Eg meinti, følkafloksmenn ynsktu fult sjålvstyri?!). Nei, Høgni hevur allan rættin. R. Bundin at dreyminum Bundin at dreyminum hesum sera løgna dreymi um eitt hús við náttar utrydjuna har glataðu skuggar okkara í skýmligum stovum mála veggirnar við sínum ótta og tigandi fara um koll og gammarnir matvísir skríggja yvir sovandi húsinum eiga vit kortini eitt eitt einasta hjarta ið slær undir toftunum. Longsil mín Longsil mín seg inn í svevnin ferðast ímillum tykkum oll tykkum ið liva við eygum og kroppum meðan dagarnir flyta sínar skuggar gjøgnum geturnar longsil mín er gestur í landsløgum tykkara sum bleyt og heit sova í regnljósins brekkum longsil mín er lakið tit sova á flosnað upp í kantunum av tykkara beinleiðis gleði um tað óvæntaða smakkin av grenum tara meðan tit líðandi flotna upp móti glógvandi vatnskorpuni. Stovnurin er ikki tú. Tey fólk, ið hava brúk fyri hesum stovni burdu fingið loyvi at tosa teirra sak. Hvat tey vilja. Eftir mínum tykki komst tú als ikki fram við nekrum revolusjonerandi. Tann avoldaða segan um aftur. Ein slíkur stjóri, ið situr í slíkum sessi må/skal síggja enn longur fram, enn tú gjørdi hetta kveldið (men tú hevði jú so knappa tíð). Kinverjar siga: >Tann, ið ikki torir at biðja um hjálp. er veruliga eitt pinkulítið menniskja… « Takk annars til Utvarp Føroya, at tit tóku tykkum tíð til at leggja hetta bandið á. Tit eru fan- tastiskir. Upplýsingar- miðdepulin mikli. Ein lurtari I $0sialurin Síða 7 Tad hvitasta svarta (the white coalminers burden). paradis fyri teim svørtu i kolanåmum sudurafrika heil fyri heilunum bjørtu og lat tad gå i myrkrinum svørt eygu lysa vit eiga svartari folk enn sudurafrikanar latum okkum sleppa teim niður í paradís teirra svertu Oh, Lord, may then His Butterfly grow White? Kanska Kanska kemur ein dagur tá ið hugur mín breiðir seg út sum eitt landslag í ljósum loga millum høg og grøn tre har eg spældi sum barn — kanska fer sál mín óttafull at spyrja hvar andadráttur jarðar er hvaðan deyðadeymurin kemur hví eskan er heit kanska fer sál mín at spyrja hví landslagið svevur. Sum áin ið speglar himmalin Sum áin ið speglar himmalin vil eg njóta tín kropp sum vætan ið sirmar niður yvir skiftandi landslagið sum varnir kossar og kín vil eg njóta tín kropp av sveitta og tárum sum lívið og luftin við varsemi tæra tí eisini himmalin speglast blåur i evgum mínum og vætan risur aftur og tættnar til skyggj undir månans hvíta ljósi. Í oktobur Í oktobur er náttin ein hvítur eiturkoppur í lesningi sínum — og treini standa við heilt oðrum ljóðum og heitl eðrum ljósi í krúnunum setur lygnin síni koldu gørn eftir vetrarim- gestum. Ein sonn samreða TVEIR menn hittust. Teir kendust sum javnaðarmenn. Valið gekst bara væl, tekur annar til orða. Ja, letur í hinum, sum var ein vanligur handverkari. Og tað besta urslitid var, at vit komu í lands stýrið, sigur tann fyrri. Nei, vit komu ikki í landsstýrið, letur í handverkaranum TANN fyrri stúrsaði við: Hví sigur tú so Nei, Fólkaflokkurin kom íkki í lands stýrið, støkkur so ur handverkaranum. Lesarnir kunnu sjálvandi hugsa sær teir næstu spurningarnar og svarini. Men so eru vit komin so langt í samreðuni, at handverkarin er komin til ta niðurstøðu, at Fólkaflokkurin er flokkurin hjá »okkum« og hevur gjørt mest fyri »okkum vanligu«. HVAT ólukkan hevur hann gjørt fyri teg og meg. Pápi tín var vanligur fiskimaður, fekk eitt traðarstykki síðst í tretivinum, og tit arbeiðsmenn, fiskimenn og hand verkarar, sum ofta einki arbeiði høvdu, sigldu við útslitnum, kavrotnum slupp um og hvat høvdu tey gomlu hjá tær, tá megin var slitin úr hverjum tægri og fingrar og kroppar bognir av sliti og gikt, komu spurningarnir á rað hjá javnaðar manninum.á HANN helt fram at spyrja: Var tað ikki javnaðarflokkurin sum kom við upp- skotum um vinnuligar åbøtur, um lógina um minstuløn, um jarðarstykki til fiski- menninar, so teir kundu hava eina kugv, men sum bøndurnir ikki untu smámann- inum og teir stovnað sjálvan Fólkaflokk- m. VAR TAD ikki Javnadarflokkurin, sum mælti til stórri trygdarkrøv til skip, var tað ikki javnaðarflokkurin sum fekk fram lågirnar um fólka-, avlamis og einkjupensjón? Og var tað ikki javnaðar- flokkurin sum fekk gongd á endurnýgg- ing av skipaflotanum síðst í hálvtrýss- unum, tá fleiri túsund arbeiðsfólk og fiskimenn leitaðu sær til Íslands, Gren- lands og við fremmandum fiskiskipum? OG VAR tað ikki Javnaðarflokkurin, sum gekk á odda at skatta tí timalønta — m.a. tær — sjúkra-dagpening lógina um arbeiðaravernd, heimahjálparskipan- ina og er flokkurin sum altíð liggur á tak- inum at veita vanliga fólkinum betri kor?, helt javnaðarmaðurin fram. TANN nýggi fólkafloksmaðurin mátti treytarleyst taka undir við hverjum spur- ningi javnaðarmansins við einum eyð- mýkjandi „jax Eisini tå javnaðarmaðurin risti við høvdinum og segði: Nei, tú, Fólkaflokkurin hevur sum fremsta enda- mál at hjúkla um sínar egnu stórmenn, pengamenn OG TAÐ fekk sjálvandi javnaðarmannin at spyrja „Hvat ólukkan ger so, at tú nu er farin at velja Fólkaflokkina? »Ju, svar aði hin, tá teir fáa nakað, og okkurt kemur burturúr, ja, so fáa vit nokk eisini okkurta. JA, MOLARNAR, stakk úr javnaðar- manninum. Ég veit ikki, um tað er rætt at kalla tað molar, men tað sum eftir er... ja ja. svaraði tann nýumvendi fólkafloksmaðurin HENDA samrødan er sonn'