mikudagur 23. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 203 - 23. oktober 2002
Nr. 203 - 23. oktober 2002
5
Av teimum 85 mill.
kr., sum oljufeløgini
hava játtað at lata til
førleikamenning av
føroyskum vinnulívi
frá 2000 til 2006, eru
meira enn hálvt-
hundrað mill. kr.
eftir. Tær fara eins og
nú at verða latnar til
at førleikamenna
vinnuna og her við
serligum atliti til
útbúgving og gransk-
ing
OLJUPENGAR
Jan Müller
Mikukvøldið verður Olju-
ting hildið í Skálanum á
Sjómansskúlanum. Evni á
fundinum er: kann gransk-
ing, stuðlað av oljupengum,
gagna verandi vinnum?
Hvørjar treytir eru fyri brúk
av oljupengum til førleika-
menning og føroyska lut-
tøku? Og hvør skal før-
leikamennast. Fyrilestrar-
haldarar verða Hans Pauli
Joensen, leiðari á Náttúru-
vísindadeildini á Fróðskap-
arsetrinum og Petur Joen-
sen, deildarleiðari á bú-
skapar- og vinnudeildini í
Oljumálaráðnum.
Hetta eru spurningar,
sum hava verið frammi í
almenna kjakinum áður.
Eitt nú hevur verið funnist
at, at umrøddu oljupengar
ikki eisini fara til onnur
endamál í samfelagnum so
sum til mentanina. Petur
Joensen, deildarleiðari á
búskapar- og vinnudeildini
í Oljumálaráðnum er tann,
sum meira ella minni hevur
umsitið hetta málið, síðani
oljufeløgini fingu leitiloyvi
í ár 2000. Hann váttar, at
teir hava arbeitt við at gera
eina skrivliga reglugerð
fyri, hvussu farast skal
fram í hesum málinum.
Upprunaliga vórðu 85 mill.
kr. í tí puljuni, sum olju-
feløgini hava játtað at lata
fyri at fáa leitiloyvi. Nakað
er brúkt hesi bæði fyrstu
árini og eftir at brúka til
2006, tá loyvini ganga út, er
nakað væl omanfyri 50
mill. kr. skilst.
Í loyvunum stendur, at
peningurin skal brúkast til
vinnuliga førleikamenning
innan olju- og gassídnaðin.
Petur Joensen sigur, at hetta
hevur so verið praktiserað
eitt sindur víðari enn orðað
hevur verið í loyvinum.
Hetta er fyrstu ferð, at man
hevur skula tikið støðu til
slíkt og tí hevur man eisini
roynt at finna skilabesta
framferðarháttin. Ætlanin
var ongantíð, at Oljumála-
ráðið skuldi umsita pening-
in sum so. Ætlanin hevur
alla tíðina verið, at olju-
feløgini sjálvi sum liður í
føroysku luttøkuni í eini
oljuvinnu,
skuldu
lata
pengar til førleikamenn-
andi
verkætlanir
innan
vinnuna og síðani eisini
fylgja
málunum
upp.
Pengarnir, sum eru brúktir
higartil, eru farnir til
vinnumenning og til undir-
vísing og gransking. Ætl-
anin var so eisini, at
oljufeløgini sjálvi skuldu
engagera seg við at fáa
føroysku vinnuna við í eina
komandi oljutilgongd.
Uppá fyrispurning um
tað er uppá tal at víðka
karmin soleiðis at olju-
pengar eisini kunnu fara til
mentanarligar verkætlanir
og tiltøk sigur Petur Joen-
sen, at tað hevur so ikki
ligið í kortunum higartil.
Skal hetta við oljupengun-
um praktiserast øðrvísi enn
tað hevur verið gjørt, so er
tað ein politiskur spurn-
ingur at fremja ta broyting-
ina. Men sum sagt liggur
tað so ikki í kortunum.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður í oljumálum váttar,
at tey hava arbeitt við at
gera eina neyvari reglugerð
fyri játtan av pengum frá
oljufeløgum, soleiðis at
skipanin verður eitt sindur
breiðari enn orðað í loyv-
unum. Men tað verður
framhaldandi vinnan, sum
verður í fokus, tá oljupeng-
ar verða latnir til førleika-
menning. Men hann leggur
áherðslu á, at har er so
eisini talan um útbúgving
og gransking, sum hann
eisini heldur kann koma
undir heitið mentan. Helst
verður tað so, at gransking
og útbúgving fer at verða
uppaftur hægri raðfest, tá
tað í framtíðini ræður um at
lata oljupengar til førleika-
menning.
Raðfesta høgt:
Oljupengar til útbúgving
og gransking
Petur Joensen, deildarleiðari á búskapar- og vinnudeildini í
Oljumálaráðnum fer mikukvøldið at greiða frá, hvussu
oljupengar í framtíðini fara at verða latnir til førleikamenning
Mynd Jens K Vang
Hans Pauli Joensen, leiðari á
Náttúruvísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum fer á
Oljutinginum í kvøld at tosa
um, hvussu aðrar vinnur
kunnu fáa gagn av føroyskari
náttúrvísindalig gransking
við atliti til oljuvinnu
Nú er klárt til finaluna
So var seinasta inn-
leiðandi umfar
»Nósabarnaprix2002«
av. Ein stúgvandi
fullur salur í bygdar-
húsinum í Miðvági
var karmur um enn
eitt sera væleydnaða
tiltakið
BARNAPRIX
Tíðindaskriv
Óluva Dam, sum býr í
Míðvági, vann kappingina
fyri Vágar og verður sostatt
síðsti luttakari, sum verður
við í finaluna á Kambsdali
tann 9.november. Óluva
mátti skundisliga til Havnar
beinanvegin sunnudagin,
av tí hon skuldi í studio at
syngja inn á fløguna, ið er
um at vera klár at fara til
prentingar.
Vit kunnu kanska siga, at
hon longu hevur ein fingið
forsmakk uppá, hvussu tað
kennist at vera ein song-
stjørna.
Tað verða sotatt sjey lut-
takarar við til stóru final-
una, umframt at tey flestu
hava kór og dansarar við
sær á pallinum.
Luttakararnir
verða:
Bjarki Hansen (1 innl. um-
far, Suðurstreymoy): »Lova
mær við«, Ninna Katrin Jo-
hansen, (Eysturoy): »1000
Smíl«, Sólfríð Bech, (Suð-
uroy): »Kalla meg babe«,
Olvheðin Jacobsen, (Norð-
oy): »Eingin er sum tú«,
Sharon Zakariassen (2.inn-
l.umfar, Suðurstreymoy):
»Kingoson«, Durita Djúr-
huus, (Norðurstreymoy):
»Heimið«, Óluvá Dam,
(Vágar): »Góða sig mær«
Okkara
egna
barna-
stjørna, Brandur Enni, og
ungi guitaraúrmælingurin,
Benjamin Petersen v.fl.,
verða eisini at síggja á
pallinum hetta kvøldið.
Tiltakið verður í høllini á
Kambsdali tann 9. novem-
ber kl.19.00.
Meira, meira, meira!!
Clickhaze og Krit
leiktu í Íslandi
leygarkvøldið og
fagnaðurin var stórur
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen/Myndir:
Ingólfur Júliusson
Meira, meira, meira!! So-
leiðis ljóðaði, tá Clickhaze
og Krit stóðu á palli á
Grand Rokk í Reykjavík
leygarkvøldið.
Íslendski
bólkurin Úlpa byrjaði, men
greitt var, at tað vóru Click-
haze, ið fólk vóru komin at
síggja. Í Íslandi tykjast tey
samd við donskum fjøl-
miðlum, sum mettu Click-
haze millum bestu bólkar
um okkara leiðir.
Eisini hjá Krit gekk væl
og bólkarnir stóðu fyri
framúrframførslum, siga
heimildarfólk í Íslandi.
C
M
Y
K
5
4