Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 203 - 23. oktober 2002 Nr. 203 - 23. oktober 2002 7 Tvøragentan, sum var ársins songrødd í fjør, er komin víðari í stór- ari kapping í Danmark, sum verður send beinleiðis í sjónvarpi SANGKAPPING Áki Bertholdsen Guðrun Jacobsen á Tvør- oyri er ein genta, sum dám- ar væl at syngja. Hon gjørdist landskend, tá ið hon í fjør vann kapp- ingina um at gerast ársins songrødd. Men nú fær hon ein gylt- an møguleika afturat at gera vart við seg. Hon er nevniliga sloppin ígjøgnum tað sera tronga nálareyga hjá donsku sjón- varpsrásini DR 1, sum hev- ur valt hana til at vera við í stóru sangkappingini »Stjerne for en aften«, fer rásin fer at senda fyrst í komandi ári. Og tað er ikki hissini møguleiki, hon hevur fing- ið, tí tá ið hon fer á pallin í stóra sjónvarpssalinum, vera tað minst ein millión sjónvarpshyggjarar, sum fara at sita undir hvørjum orði og fylgja við hvørjari rørslu. Guðrun Jacobsen er fegin um hendan møguleikan, tí hon dylir ikki fyri, at hon ætlar at vita, hvussu langt hon kann røkka sum sang- ari. Men bara tað at sleppa við í hesa hesa kappingina er eitt bragd í sær sjálvum, tí so vítt, vit hava fingið upplýst høvdu yvir 2.000 vónríkir, ungir sangarar meldað seg til. – Tá ið vit skuldu melda til, skuldu vit senda eitt band inn við nøkrum løg- um, vit høvdu sungið. Sjálv fekk Guðrum Claus Telling í Vági at spæla undir uppá klaverið ímeðan hon sang trý løg hjá kendu songkvinnuni Celine Dion. Sangurin man hava fallið dómarunum væl í oyrað, tí Guðrun var ímillum tey 200-300 ungfólkini, sum vórðu boðsend at koma til upptøkuroynd. Hendan upptøkuroyndin var í summar og har hilnað- ist ikki minni væl, tí nú er Guðrun ímillum tey 50, sum eru sloppin við í enda- ligu finaluna, sum verður fyrst í komandi ári Vil royna seg sjálva Í sambandi við kappingina, ger Danska sjónvarpið eina stutta sending um hvønn einstakan luttakara og allan mánadagin hevði Guðrun sjónvarpsmann frá DR 1 á vitjan á Tvøroyri. – Hann skuldi taka upp til eina sending, sum vísti, hvussu eg búgvi, hvussu umhvørvið er, sum eg komi úr og, hvussu mín gerandis- dagur er, sigur Guðrun, sum brúkti høvi til at vísa danska sjónvarpsmannin- um nakrar nattúruperlur á Tvøroyri, so hann fekk nak- rar góðar myndir í kassan eisini. Guðrun hevur altíð havt hug at syngja og orsøkin til at hon meldaði seg til, er at hon vil vita, hvussu langt hon kann røkka sum sang- ari. – Eg vil sleppa at royna meg sjálvan fyri at vita, hvussu eg standi afturímóti øðrum sangarum, tí eg havi altíð doymt um eina yrkis- leið sum sangari. Tí vónar hon at hon hetta kann føra til tey røttu fólk- ini fáa eyga á hana. Men hon ásannar eisini, at skal tað eydnast, skulu ikki bara evnini til, tí tað krevst eisini tað neyðuga hepnið. Og betri sýnisglugga kundi hon ikki fingið, tí »Stjerne for en aften« er ein sending, sum minst ein millión fólk hyggja at, tá ið hon verður send beinleiðis í sjónvarpinum. – Fer Føroya Tele at vísa porno, fer Miðflokkurin at taka málið upp í sam- gonguni, tí tað kunnu vit ikki liva við, sigur Jenis av Rana TELEVARPIÐ Áki Bertholdsen – Tað verður ikki uttan svørðslag, at Føroya Tele sleppur at senda pornofilm- ar. Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum, sum eisini er í samgonguni, ætlar ikki at sita hendur í favn, nú Televarpið hjá Før- oya Tele kanska eisini fer at senda pornofilmar, tá ið tað fer í luftina um ein mánað. Tróndur Djurhuus á Før- oya Tele, sigur, at ein rás, sum Televarpið fer at senda, er Canal Pluss, sum eisini hevur pornofilmar sum fastan tátt á skránni. Hann sigur, at Televarpið ætlar at halda landsins lóg- ir. Hinvegin ætlar fútin ikki at gera nakað við málið, tí hann ivast í, um tað er yvirhøvur er ólógligt. Í politiska virksemi sín- um hevur Miðflokkurin alt- íð lagt alstóran dent á at forða fyri at sama siðloysið, sum herjar í londunum rundanum okkum, eisini skal floyma inn yvir Føroy- ar, fyri at siga tað nøkun- lunda, sum teir sjálvir plaga at taka til. Og Jenis av Rana sigur, at tað kann als ikki góðtak- ast, at Føroya Tele fer at vísa føroyingum porno. – Tað er heilt greitt, at hetta er eitt mál, sum ikki fer afturvið borðinum og tí fer miðflokkurin at reisa málið í samgonguni. – Miðflokkurin kann ikki liva við, at Føroya tele fer at senda pornofilmar, so politiskt verður tað ein veldugur trupulleiki fyri samgonguna, sleppur hetta at ganga, sigur Jenis av Rana. Kann ikki góðtakast Hann vil ikki siga, hvussu langt, flokkurin er at fara, men hann væntar ikki, at tað verður neyðugt at gera hetta til ein spurning um lív ella deyð hjá samgonguni. – Tað eru nógvar góðar kreftir í samgonguni, sum vilja verja Føroyar fyri slík- ari siðspillu. Men skuldi tað víst seg, at samgongan ikki er sinn- að at gera nakað við tað? – Vit taka ein dag ísenn, men hesum kunnu vit ikki liva við, endurtekur Jenis av Rana. Fútin sigur í Sosialinum í gjár, at fer Televarpið at senda porno, fer hann ikki at taka málið upp uttan at onkur beinleiðis meldar. Fert tú at melda? – Eg havi ikki tikið støðu til, hvat eg fari at gera og um eg fari at melda ella ikki, tí hetta er so nýtt fyri mær. Men fyribils fari eg at reisa málið í samgonguni, sigur Jenis av Rana. Nú eru tað frammaundan túsundtals føroyingar sum síggja Canal Pluss við parabol. Hvat við teimum? – Hetta kann ikki saman- berast. Eitt felag í Dan- mark, Týsklandi ella Frak- landi sendir sjónvarp í luft- ina er ikki umfatað av før- oyskari lóggávu og tí kunnu vit onki gera við um slík feløg senda porno ella ikki. – Men tá ið ein almennur stovnur, sum Føroya Tele í veruleikanum er, fer at vísa pornofilmar, er støðan ein heilt onnur. – Føroya Tele er eitt al- ment partafelag, har tað almenna eigur næstan allan partapeningin. Og vit kunnu als ikki liva við, at tað almenna í Føroyum vera við til at føra slíka sið- spillu, sum porno er, inn yvir okkum, sigur Jenis av Rana. Skilir ikki fútan Jenis av Rana skilir heldur ikki, hvussu fútin kann vísa málið frá sær. – Tá ið mál um porno og aðra spillu av hesum slagi, taka seg upp, sær fútin eftir øllum at døma tað ikki sum sína uppgávu at gera eitt uppsøkjandi arbeiði. Tvørt- urímótri letur hann alt um seg ganga og vil onki gera, fyrrenn tað er meldað. – Annars setir fútin fyri- byrgjandi tiltøk í verk á øðrum økjum, millum ann- að kannar hann javnan eftir, at bilar ikki koyra ov skjótt fyri at tálma ferðini. Jenis av Rana minnist tá ið blaðið Rapport varð bannað fyri nøkrum árum síðani. – Tá sá fútin tað heldur ikki sum sína uppgávu at gera eitt fyribyrgjandi ar- beiði og at fara í eina kiosk at keypa sær eitt blað at vita um tað var ólógligt at selja í Føroyum, ella ikki. – Tað var ikki, fyrrenn onkur keypti honum eitt blað og legði tað fyri hann og meldaði, at hann gjørdi nakað við málið. Formaður miðfloksins heldur eisini, at tað verður neyðugt at fáa greiði á, hvussu fútin arbeiðir, og um tað veruliga er so, at tað »skulu lík á borðið«, áðr- enn fútin tekur eitt mál upp. Og hann heldur eisini at tað hevur týdning at vita, hvar lógarheimildin í slík- um máli ligga. – Er talan um eitt danskt málsøki so at tað er danska stjórnin, sum hevur alt at siga, ella er tað Løgtingið, sum hevur ábyrgdina. – Eg vil hava at vita, um tað veruliga er so, Føroya Løgting als ongar heimildir hevur á hesum øki og at vit tískil liva í einum landi, har vit als onga lógarheimild hava í slíkum viðurskiftum, sigur Jenis av Rana. Guðrun syngja fyri einari millión av fólki Guðrun Jacobsen á Tvøroyri er úttikin til finaluna í stóru sangkappingini, »Stjerne for en aften« og betri sýnisglugga kundi hon ikki fingið, tí hetta er ein kapping, sum minst ein millión fólk hyggja at í sjónvarpinum Samgongan má siga nei til at Føroya Tele vísir porno – Fer Føroya Tele at senda pornofilmar, verður tað ein veldugur politiskur trupulleiki hjá samgonguni, sigur Jenis av Rana, sum er formaður í miðflokkinum, sum eisini er í samgongu Tórshavnar komm- una hevur lagt sína fíggjarætlan fyri 2003. Barnaansingin er stóra kontoin hjá kommununi næsta ár við samanlagt 129 mió. Komandi ár javnvigar fíggjarætl- anin hjá Tórshavnar kommunu við 438 milliónum FÍGGJARÆTLAN Heri á Rógvi Mánadagin 21. oktober var aftur býráðsfundur á skránni í Tórshavnar býráð. Hesin var ein av teimum eyka býráðsfundunum, sum skulu til, tá okkurt serligt er á skránni. Hesaferð skuldi fíggjarætlanin fyri 2003 samtykjast. Tað er synd at siga, at hesir býráðsfundir hava nakran almennan áhuga. Útsenda umboðið sat einsa- malt á áhoyraraplássunum og kundu fylgja við leikin- um. Á býráðsfundi hetta kvøldið vóru 11 av teimum trettan býráðslimunum. Bjarki Mohr, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, og Hild- ur Eyðunsdóttir, býráðslim- ur fyri Tjóðveldisflokkin, vóru ikki á fundinum. Aft- urat teimum hevur Jákup Suni Joensen fingið játtað farloyvi, og varamaður hansara, Páll Petersen, tekur sæti í býráðnum. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Páll Petersen er í býráðnum. Hann er valdur í býráðið fleiri ferðir, og hann hevur eisini snádda til virksemið hjá býráðnum í ár sum varamaður fyri Bjarka Mohr. Í Tórshavnar býráð er ein meiriluti og ein minniluti. Hetta hevur í hesum førin- um sama týdning sum and- støða og samgonga. Av teimum ellivu í salinum eru átta partar av meirilutanum, og hini trý eru minnilutin. Hetta setir eisini síni týðuligu spor í arbeiðið hjá býráðnum. Hóast teir hetta kvøldið vóru rættiliga samdir, tá samanum kom, so er hvør býráðsfundur ein lítil stríðsspurningur mill- um samgongu og andstøðu. Fyri tað nógva er tað býráðsformaðurin, Jan Christiasen, ið tosar á fund- unum. Eftir at hann hevur sagt sítt, tekur Leivur Han- sen orðið, og tá Leivur skal siga okkurt, so er Jógvan Arge næstur í røðini. So- leiðis gongur ein vanligur býráðsfundur hjá Tórs- havnar býráð. Serliga eftir rokeringarnar millum and- støðu og samgongu er tónin einki serligur á býráðsfund- unum. Leivur Hansen nýtti eisini høvið til at markera hetta, tá hann helt, at Jan Christiansen var í so arro- gantur við sínum aftur- svørum til serliga Jógvan Arge. Spurningarnir hetta mánakvøldið vóru mest um ávísar upphæddir, har bý- ráðslimir settu spurnartekin við nøgd og endamál. Ein broytingaruppskot er eisini frá minnilutanum, men sum vant veðrur hetta felt. Upp- skotið snýr seg um eina meirjáttan til frítíðarskúl- anum, so hesin eisini kann umfata 2. flokk. Fíggjarætlanin er væl tugd í teimum ymsu nevnd- unum, og frástøðan er ikki so lang millum meiriluta og minniluta. Tá avtornar eru øll so mikið samd, at fíggj- arætlanin verður einmælt samtykt. Tølini Komandi ár javnvigar fíggjarætlanin hjá Tórs- havnar Kommunu við 438.468.000 kr., t.e. inn- tøkurnar verða mettar til at 438 mió, og harvið verða rakstrarútreiðslurnar og íløgur settar til sama talið. Komandi ár verður skattaprosentið í Tórshavn- ar Kommunu óbroytt, 18,75%. Barnafrádrátturin hækkar við 500 kr. til 4.500 kr. Mett verður, at borgar- arnir í høvuðsstaðnum komandi árið rinda 434 mió. í skatti til kommun- una. Greitt er, at Tórshavn- ar kommuna telist millum tær mest skjótt vaksandi kommununum í Føroyum. Fólkatalið liggur í løtuni eitt fitt petti omanfyri 18.000 borgarar. Fíggjarætlanin fyri 2003 er nógv tann størsta fíggjar- ætlanin hjá Tórshavnar kommunu. Kreppuárini við vantandi íløgum, prísvøkst- ur og øktar lønarútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til, at fíggjarætlanin er voksin við 60 milliónum seinastu tvey árini Við ársenda í 2003 verð- ur lániskuldin hjá Tórs- havnar kommunu 135 mió. Skuldin hjá Tórshavnar havn er tá vorðin 80 mió. Barnaansingin dýrast Hyggja vit eftir fíggarætl- anini hjá Tórshavnar kommunu, so er barna- ansingin nógv tann størsta einkulta kontoin. 90,7 milliónir skulu komandi ár nýtast til raksturin av kommunalu dagrøktini. Afturat hesum standa 39 milliónir á íløguætlanini fyri 2003 oyramerktir til barnaansing. Borgarstjórin gjørdi á býráðsfundinum greitt, at í 2003 verður tað barnaans- ingin, ið eigur fremstu rað- festingina. Í tráð við íløgu- loftið hjá kommununum verður størsta íløgan vekta við 50%, soleiðis at karm- urin verður víðkaður nak- að. Frá Tórshavnar býráð frætta vit, at komandi ár verða ansingarstovnar tiknir í nýtslu við Løg- mannabreyt, á Hamrinum á Argjum, í Kaldbak, í Kollafirði – hesir rúma áleið 170 børnum. Afturat hesum er ætlanir um at byggja tríggjar barnagarðar afturat, sum eftir ætlan kunnu hýsa 170 børnum. Á verandi bíðilista standa gott 250 børn, og við komandi byggingum verður tørvurin eftir ætlan nøktaður, tá valskeiðið er runnið, sigur borgarstjórin. Í 2004 verða tað skúlar- nir í høvuðsstaðnum, ið verða størsta íløgan hjá kommununi. Meirkostnaður Sum nevnt er hendan fíggjarætlanin nógv tann størsta, Tórshavnar komm- unu hevur kunnað borðreitt við. Á øllum økjum gerast útreiðslurnar størri. Eitt nú kostar fyrisitingin 36,3 milliónir krónur at reka. Á íløguætlanini er ítrótt- urin hesaferð lágt raðfestur. Í øllum førum stendur bert ein hálv millión til ítróttin á íløguætlanini fyri komandi ár. Borgarstjórin sigur í tíðindaskrivi, at AB á Argjum nú fær betri um- støður og verður einsamalt um felagshúsið. Ítróttar- høllina í Kollafirði er eing- in peningur settur av til. Tað verður heldur eitt áhugafelag, sum skal standa fyri byggingini. Landið við Saman við fíggjarætlanini hjá kommununi varð eisini fíggjarætlanini fyri Tórs- havnar havn eisini samtykt. Fíggjarætlanin hjá Tórs- havnar havn javnvigar við 62,9 mió. Hetta umfatar so eisini íløgurnar. Størsta íløgan er í sambandi við nýggju Norrønu. Peningur er eisini settur av til nýggja Smyril, men her skal landið spæla við, um teir skulu nýtast, varð gjørt greitt á býráðsfundinum. Eisini í sambandi við eldraøki varð víst á, at kommunan saknaði stuðul frá landinum. Tað snýr sum gomlu Marinustøðina, Tjarnargarður, sum skal nýtast til uppvenjing, men greitt er ikki, um landið fer at stuðla hesari verkætlan- ini. Tórshavnar kommuna kundi hugsað sær, at helm- ingurin av teimum 14 milli- ónunum gerast ein útreiðsla hjá landinum. Barnaansingin fer við tí mesta Barnaansingin er stóra kontoin á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu komandi ár. Ein av barnagørðunum ætlanin er at byggja er hesin á Hamrinum á Argjum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6