mikudagur 23. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 203 - 23. oktober 2002
Nr. 203 - 23. oktober 2002
9
Týsmorgunin klokk-
an eitt korter til sjey
bleiv ein glastrevja-
bátur niðursigldur av
sandbátinum
Burgundia í Klaksvík.
Glastrevjabáturin
sakk. Tað kundi verið
álvarsamt, men
dugnaskapur og
hepni gjørdu sítt til,
at ongin fólkaskaði
hendi
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Glastrevjabáturin Nancy úr
Klaksvík sakk týsmorgunin
eftir at sandbáturin Bur-
gundia rendi á hann. Ein
maður var umborð á Nancy,
og hann bleiv bjargaður í
øllum góðum umborð á
sandbátin.
Tað kundi verið sera
álvarsligt, tí tað gekk bert
ein lítil løta frá tí óhappið
hendi, til báturin sakk.
Sosialurin frættir frá løg-
regluni í Klaksvík, at tað
óivað var ein blandingur av
hepni og dugnaskapi frá
øllum pørtum, at tað ikki
bleiv álvarsligari enn tað
sama. Tí tað varð borið
skjótt at. Menninir royndu
at bjarga Nancy, men tað
var vónleyst.
Løgreglan í Klaksvík
greiðir frá, at Burgundia
hevði ligið við oljukeiina í
Ánunum og var á veg inn til
Klaksvíkar, tá hann rendi á
glastrevjabátin.
– Eftir øllum at døma
hevur skiparin á Burgundiu
ikki sæð glastrevjabátin,
sigur vakthavandi á løg-
reglustøðini og leggur aftur
at, at tað verður sagt, at
glastrevjabáturin
varð
árendur, tí hann lá stillur,
meðan sandbáturin sigldi.
Annars vil løgreglan ikki
koma við nakrari niður-
støðu sum er, tí málið verð-
ur kannað nú. Og hon skal
tosa við báðar partarnar, og
so verður sjóforhoyr. Enn
er tó ikki greitt, nær tað
verður.
Finnur Johannesen átti
glastrevjabátin, sum var 30
føtur. Hann var í ferð við at
draga
gággurúsur,
tá
óhappið hendi. Hann vil
ikki siga nakað um óhapp-
ið, áðrenn sjóforhoyr hevur
verið.
– Tað einasta eg vil siga
beint nú er, at eg eri á lívi,
og tað er tað týdningar-
miklasta. Eg vil ikki risi-
kera, at eg sigi nakað nú
við
fjølmiðlarnar,
sum
seinni kann verða nýtt í
móti
mær,
sigur
ein
týðuliga skelkaður Finnur
Johannesen.
Sandbátur rendi á
glastrevjabát
Sandbáturin Burgundia rendi á glastrevjabátin Nancy úr Klaksvík týsmorgunin um sekstíðina
Besti vinur mín seinastu 22 árini er
farin.
Beint áðrenn midnátt 07. oktober
fingu kona mín, Lovisa og eg boðini
um, at besta vinkona Lovisu og besti
vinur mín, Martha Johansen var farin,
bert 42 ára gomul.
Tá helt jørð, sól, máni og stjørnur
uppat at mala og lívið sjálvt misti alla
megi.
Vit vistu væl, at tíðin var stutt – alt
ov stutt, men hóast tað, so vónaðu vit
øll – ella vildu vóna, at hon hóraði
undan. Ikki so nógv fyri okkara skuld,
men tí vit vistu at heima í Klaksvík
sótu Egil, Jákup Eli, Ingrid, Gerd,
Marner og megnarstuðul Marthu,
Gertrud í einum óskiljandi einsemi,
lamsligin av sorg.
Martha var ikki hvør sum helst, og
tað sást best á tí mikla skaranum, sum
fylgdu Marthu – 1500 fólk. Men ikki
minni sást tað tá allir útróðrarbátarnir
í Klaksvík vundu flaggið á hálva
stong. Henda samkenslusýning var so
óvantað, at Jákup Eli, pápu Marthu
hugsaði við sær sjálvum: »So, nú er
onkur av okkara útróðramonnum
farin!« Ikki visti hann tá, at hetta var tí
allur býurin syrgdi hansara egnu dóttir.
Aldri fyrr havi eg hoyrt so nógvan
grát av so mongum sum tann dagin
Martha varð jarðað, og at missa er ikki
ókent hjá mær. Sjálvur havi eg mist alt
hús mítt og longu sum 26 ára gamal
hevði eg mist ikki færri enn 19
vinfólk. Men eingin teirra varð
syrgdur so nógv sum Martha henda
dagin í Klaksvík.
Men Klaksvíkin hevði eisini mist
ein stóran vin.
Kvinnan sum var góð við øll, kvinn-
an sum í egna handli sínum,
Sjóbúðini, rak Føroya størsta sosiala
virksemi og har lívgaði øllum teimum,
sum annars onga lívd funnu. Hon
gjørdi ikki mun á lágum og høgum.
Klaksvíkar Móðir Theresa var farin.
Martha var sjúk í 2 ár, men tá fólk
full av iva og sorg komu at vitja hana
og Egil, antin heima í Klaksvík, á Rík-
issjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, Hotel Tórshavn ella á Humlegår-
den í Humlebæk, so var tað mestsum
altíð Martha sjálv sum uggaði hini og
sendi tey avstað aftur við einum
løttum sinni.
Vit høvdu mangar løtur saman á
Hotel Tórshavn saman við Marthu og
Egil, onkra her úti í Klampenborg ella
í Humlebæk, men aðru hvørja løtu
rungaði láturin har Martha sum oftast
førdi ann. Ja, heilt til tað síðsta livdi
hon sum tann altíð fríða og lívsskap-
andi kvinnan hon var.
Tær álvarssomu løturnar upplivdi eg
mestsum allar tá Martha og eg tosaði í
telefonini í óteljandi tímar. Men
hvussu svartar løturnar vóru, so
endaðu tær altíð, eins og tær byrjaðu,
við skemti og látri. Tá kallaði hon seg
aldri annað enn »Trøllið undir
Fjallinum«. Men soleiðis var Martha,
besti vinur mín nakrantíð.
Men eisini kona mín, Lovisa, hevur
mist bestu vinkonu sína, barnavinkon-
una og lívsvinkonuna Marthu. Og sum
Lovisa sigur, so eru vit ikki tey einastu
sum hava havt hana sum bestu vin-
konu. Martha hevði ein ómetaligan
vinarskara, og á ein ella annan hátt, so
megnaði hon at lata øll kenna seg sum
vóru tað júst tey, sum vóru nakað ser-
stakt. Soleiðis var Martha bara.
Lætta lyndið hevur Martha tó ikki
frá fremmandum. Pápin, Jákup Eli er
sera skemtingarsamur og hittinorðaður
og mamman, Ingrid, hevur altíð hav
stutt til láturs. Martha minnir meg í so
máta nógv um abbasystrina, Lenu
Lydersen norðuri á Bakkanum, sum
doyði 1995, 95 ára gomul. Altíð í
góðum lag, altíð lúrin og stuttlig at
vera saman við. Men Egil er so
sanniliga eisini skemtingarsamur og
stuttligur at vera saman við. Og vón
mín er at júst hesin eginleiki verður
við til at stytta og lætta um sorgina og
saknin, at tað, saman við trúnni á Jesus
og styrkina í sanginum og tónleikinum
fer at bera tey ígjøgnum.
Og júst hetta við sanginum og tón-
leikinum er nakað serligt í Klaksvík,
og var nakað serligt hjá Marthu. Tað
ber ikki til at skilja fólkið har norðuri
frá sangi og tónleiki – tey eru eitt, eins
og Martha og sangurin vóru eitt. Og
tað var mangan Martha fyri mær og
Lovisu sang eina reglu úr einum av
mínum egnu sangum: »Tí eg veit at
handan skýggjið, er luftin altíð blá!«
Og soleiðis var Martha eisini! Hon
trúði hesum so nógv, at øll tey 1500
sum fylgdu Marthu til gravar vórðu
merkt fyri lívið av hennara trúgv. Ja,
okkara trúgv, og okkara hugsan um
hvørji eru hetjurnar her á jørðini varð
broytt fyri lívið. Hetjurnar vóru har:
Presturin Meinhard Bjartalíð; vinkon-
an Gertrud og maður hennara Kalli, og
børn teirra; pápin Jákup Eli; maður
hennara
Egil;
mamman
Ingrid;
systurin Gerd og mong, mong onnur.
Og høvuðspersónurin, Martha var
tann sum eggjaði øllum at halda fastari
um trúnna, hóst tað var hon, Martha,
sum var tann nívda. Men soleiðis var
hon bara, Martha.
Og júst tí, eru øll orð søgd. Martha
hevur longu sagt tey. Hennara álit á
Harran vaks dag um dag, tíma um tíma
og hon lærdi okkum loyndarmálið um
trúgv og álit. Og tí er bert eftir at siga,
sum Tom Sonntag syngur í sanginum,
hann skrivaði Marthu:
– Martha, vi ses igjen på andra sidan
havet!
Vinfólk tíni
Jón og Lovisa Ellendersen
Klaksvíkar Móðir Theresa
er farin
Kringvarpsskattur
Annlis Bjarkhamar,
landsstýrismaður í
mentamálum, ætlar at
avtaka útvarps- og
sjónvarpsgjaldið. Í
staðin skal peningur-
in til stovnarnar
krevjast inn umvegis
skattin, sum eitt
kringvarpsgjald.
LOFTMIÐLAR
Jón Brian Hvidtfeldt
Stendur tað til landsstýris-
mannin í mentamálum,
Annlis Bjarkhamar, fara út-
varps- og sjónvarpsgjøldini
skjótt í søguna. Ætlanin er
at strika hesa inntøkukeldu
hjá almennu loftmiðlunum,
sum í staðin skulu fáa
pengar frá einum kring-
varpsgjaldi.
Í dag skal hvørt húski í
Føroyum gjalda eitt út-
varpsgjald og eitt sjón-
varpsgjald uppá 1500 krón-
ur hvørt, íroknað MVG.
Harumframt skulu børn
yvir 18 ár, sum búgva
heima, somuleiðis rinda út-
varps- og sjónvarpsgjald,
hava tey hesi tól. Men sam-
bært uppskotinum, sum
landsstýrismaðurin hevur
lagt fyri Mentanarnevndina
hjá Løgtinginum, umframt
útvarps- og sjónvarpsstjór-
an, skulu pengarnir í fram-
tíðini krevjast inn umvegis
skattin. Afturat vanliga
skattinum,
barnsburðar-
gjaldinum, ALS-gjaldinum
osv. skal í framtíðini krevj-
ast inn eitt kringvarpsgjald-
ið frá øllum skattgjaldar-
um.
Sambært uppskotinum
verður talan um eitt ávíst
prosentgjald av inntøkuni,
sum verður trekt í kring-
varpsgjaldi. Hetta gjald
kann, sambært uppskotin-
um, í mesta lagi vera 1600
krónur um árið fyri hvønn
skattgjaldara. Til dømis fer
hetta at merkja, at eini hjún
við hampuligari inntøku í
framtíðini skulu gjalda til-
samans 3200 krónur í
kringvarpsgjaldi um árið.
Tey gjalda í dag tilsamans
3000 krónur í ávíkavist
útvarps- og sjónvarpsgjaldi.
Harafturímóti fara fólk við
lítlari ella ongari inntøku at
skulu gjalda minni til
Útvarpið og Sjónvarpið enn
higartil.
Sum Sosialurin skilir,
vísir
roknistykkið
hjá
Mentamálaráðnum,
at
kringvarpsskatturin saman-
lagt fer at geva nakrar
milliónur afturat um árið at
býta til Útvarpið og Sjón-
varpið, sammett við inntøk-
urnar frá lurtara- og hyggj-
aragjaldinum. Bæði tí at
eingin fer at kunna sleppa
sær undan at rinda gjaldið,
umframt at fólk, sum ar-
beiða og búgva í Føroyum í
styttri tíðarskeið, eisini
koma at rinda henda skattin
til loftmiðlarnar. Í ár fáa
almennu loftmiðlarnir 16,7
milliónir krónur hvør í inn-
tøku frá lurtara- og hyggj-
aragjaldi, og báðir stovnar
meta seg fáa á leið tað sama
inn næsta ár. Hetta er á leið
tveir triðingar av samlaðu
inntøkuni hjá stovnunum.
Uppskotið hjá Menta-
málaráðnum fevnir bara um
lurtara- og hyggjaragjøld-
ini, og loftmiðlarnir fara tí-
skil framhaldandi at hava
inntøkumøguleikar
av
lýsingum og spølum.
Uppskotið út til
flokkarnar
Ætlaninar um at áseta eitt
kringvarpsgjald skulu nú út
til flokkarnar til umrøðu.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum hevur kunnað
útvarps- og sjónvarpsstjór-
an um ætlaninar, og harum-
framt var Mentanevndin í
Løgtinginum og Miðflokk-
urin, sum ikki hevur umboð
í nevndini, boðið við til
fundin í Mentamálaráðn-
um.
Sum Sosialurin skilir er
skotbráið stutt, tí eftir ætlan
skulu broytingarnar fremj-
ast longu næsta ár, fæst
politiskur meiriluti fyri tí.
Fámæltir stjórar
Hóast uppskotið kann fáa
stórar avleiðingar fyri al-
mennu loftmiðlarnar og
teirra virksemi, so hava
hvørki stjórin í Sjónvarpi
Føroya, Mikkjal Helmsdal,
ella stjórin í Útvarpi Før-
oya, Jógvan Jespersen, stór-
vegis viðmerkingar til ætl-
aninar hjá landsstýrismann-
inum í mentamálum.
– Eg havi ongar viðmerk-
ingar til uppskotið. Eg varð
kunnaður um tað í gjár, og
nú fer uppskotið út til eina
politiska viðgerð, sum eg
ikki haldi at eg skal leggja
meg út í, sigur Jógvan Jesp-
ersen, útvarpsstjóri.
Og at kalla sama svar
hevur sjónvarpsstjórin.
– Eg havi ikki tað stóra at
viðmerkja til málið. Tað er
jú ein politisk proces, sum
fer í gongd nú, sigur Mikkj-
al Helmsdal. Hann sigur tó,
at ein fyrimunur við ætlan-
ini kann vera, at Sjónvarpið
sjálvt sleppur frá at krevja
inn hyggjaragjald, meðan
vansin kann vera, at Sjón-
varpið kemur tættari at
politiska myndugleikanum.
Tí má hugsast um tiltøk,
sum kunnu tryggja sjálv-
støðugu, óheftu støðuna hjá
Sjónvarpi Føroya, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Í seinastuni hevur sjón-
varpsstjórin fleiri ferðir ført
fram, at sjónvarpið hevur
tørv
á
fleiri
pengum.
Mikkjal Helmsdal hevur tó
ikki fingið lyfti frá lands-
stýrismanninum um fleiri
pengar til Sjónvarpið eftir
fundin
í
Mentamálaráðnum.
– Eg havi ikki fingið
nøkur lyfti um fleiri pengar.
Tann einasti, sum nevndi
tað á fundinum, var eg
sjálvur,
sigur
Mikkal
Helmsdal.
Inntøkukeldur hjá ÚF og SvF
Inntøkur hjá Sjónvarpi Føroya (mió.)
2002
2003
Sjónvarpsgjald
16,7
16,6
Lýsingar
3,7
4,0
Spøl o.a.
2,7
3,5
Ymsar aðrar inntøkur
0,6
0,6
Tilsamans
23,7
24,7
Inntøkur hjá Útvarpi Føroya (mió.)
2002
2003
Útvarpsgjald
16,7
16,7
Kunngerðir o.a.
6,6
6,6
V4-spæl
3,2
3,2
Tilsamans
26,5
26,5
Tølini fyri 2003 eru metingar hjá stovnunum sjálvum.
Útvarp Føroya fær 16,7
milliónir krónur um árið í
lurtaragjaldi. Henda
inntøkukelda skal strikast, og
í staðin skal Útvarpið fáa
pengar umvegis eitt
kringvarpsgjald, sum verður
goldið um skattin
Kingvarpsgjaldið, sum allir
skattgjaldarar skulu gjalda í
framtíðini, skal býtast
millum Útvarpið og Sjónvarp
Føroya.
Rætting
Í samband við greinina
í blaðnum í gjár um út-
bjóðingina av asfalter-
ingini av Vágatunnl-
inum er okkurt komið
skeivt fyri.
Tilboðini, sum nevnd
vera í greinini, fevna
bara um koyringina av
asfaltinum frá verkinum
í
Hundsarabotni
til
Vágatunnilin.
Vit biðja Landsverk-
frøðingin og lesararnar
halda okkum til góða.
jbh
C
M
Y
K
9
8