mikudagur 23. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 203 - 23. oktober 2002
Nr. 203 - 23. oktober 2002
11
Løgmaður er óivað á rættari leið, tá hann ásannar, at
fakfeløgini mugu vera við frá fyrsta degi, nú landsstýrið
aftur hevur sett sær fyri at loysa tað nógv umrødda
eftirlønarmálið og fremja ein veruligan eftirlønarreform.
Men spurningurin er, um tað ikki er dekan ov seint, tí nú
hava øll fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarkn-
aðinum fingið sær eftirlønarskipanir fyri limr sínar.
Eisini tey stóru feløgini sum Føroya Arbeiðarafelag og
Føroya Fiskimannafelag.
Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at fleiri eftir-
lønarskipanir eru ikki nøktandi. Sambært skipanini hjá
summum av feløgunum, t.d. Havnar Arbeiðsmannafelag
og Starvsmannafelagnum, er eftirlønargjaldið rættiliga
lágt.
Tað er í hvussu er galdandi fyri teir tilkomnu limirnar, og
tí má okkurt munagott koma afturat í hesum feløgum, og
sjálvandi fyri limirnar í teimum feløgum, sum hava
bíðað til landsstýrið kom við eini ella aðrari skipan.
Enn er so lítið komið fram, og eftir tí sum løgmaður
hevur sagt, so skal arbeiðið byrja við blonkum arki.
Orsøkin til hetta er óivað hon, at seinast fór Almanna- og
Heilsumálastýrið at arbeiða við málinum, grundað á
uppskotið um “fólkatrygging”.
Hetta er ein politisk ætlan hjá Fólkaflokkinum, sum ikki
bygir á samhaldsfesti, og tí vendu bæði fakfeløgini og
Tjóðveldisflokurin og Javnaðarflokkurin tummilin
niðureftir. Eftir hesum uppskoti verður útgjald sett í mun
til tað, sum ein løntakari hevur goldið inn.
Tað merkir, at ein løntakari, sum hevur havt eina lítla løn
í arbeiðsárum, fær eisini eina lítla eftirløn. T.d.
arbeiðsfólk, fólk í útoyggjum ella fólk í útjaðaranum, har
arbeiðsinntøkan í flestu førum er rættiliga avmarkað.
Mótvegis hesi ætlan hevur Javnaðarflokkurin víst á
Samhaldsføstu eftirlønina sum eitt alternativ. Um henda
varð bygd út, sum upprualiga ætlanin var, hevði útgjaldið
verið komið upp í fleiri túsund krónur um mánaðin í dag.
Uttan at taka munnin ov fullan, hava borgarligu
flokkarnir við Fólkaflokkinum á odda saboterað hesa
ætlan. Alternativið – fólkatryggingina – hava teir ikki
kunnað sett í verk, og fleiri ár eru liðin og fleiri eftir-
lønarskipanir eru settar í verk.
Hetta hevur gjørt tað, at tað verður upp aftur verri at
fremja ein veruligan eftirlønarreform, sum flestu flokkar
eru samdir um má koma. Í øllum hesum er so spurn-
ingurin, hvussu verður við fólkapensjónini og Sam-
haldsfasta.
Anaðhvørt tann samhaldsfasta fólkapensjónin ella
Samhaldsfasti má vera eitt grundarlag, sum øll eiga at
hava rætt til. Hvat so kemur omaná, verður óivað eitt
stórt politiskt mál í komandi tíðum, og spurningurin er
her, um vinstrivongurin megnar at halda fast um eina
munadygga samhaldsfasta skipan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gloymið ikki eitt sam-
haldsfast grundstøði!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður úr ST í New
York
Við 191 so ymiskum
londum til støddar, í
búskapi, arbeiðsstøðum,
mentan og stýrisskip-
anum er torført at fáa
úrslit
Týsdagin, eg kom út úr
stóra tingsalinum, rendi eg
meg á eitt risafjølmiðlalið,
sum tosaði við og tráspurdi
Hans Blix, oddamannin í
Irak-kanningunum, um nær
hann aftur slapp inn í land-
ið at halda fram við kann-
ingunum.
Hesin kapaciteturin, sum
eg eisini sá mikudagin
undir sjálvari Irak-viðgerð-
ini í Trygdarráðnum - stóð
fattur, sterkur og róligur,
onkuntíð smílandi og til
aðrar tíðir álvarsamur.
Hóast tey framhaldandi
koyrdu á hann, nevndi hann
fyri tað mesta: »Latið okk-
um bíða eftir orðaskiftinum
í Trygdarráðnum í morg-
in«. Hugvekjandi er at
síggja, at »talutíðir« er ikki
endiliga nakað høgt verður
gingið uppí.
Talutíðir
Irak talaði ein heilan tíma í
Trygdarráðnum, har um-
boðið vardi seg og fyri tað
mesta leyp á USA og
Stórabretland, tók upp í
saman, aftur og aftur, um
somu søguna vit dagliga
hoyra úr fjølmiðlunum, so
har var einki nýtt í tí hann
segði.
Ellen Margrethe Høj,
danski ST-ambassadørurin
talaði vegna ES, í sambandi
við danska formansskapin í
ES. Kvøldið fyri vóru vit
øll boðin til en døgurða í
hennara vøkru embætis-
íbúð á 14. hædd, har vit
høvdu gott útsýni yvir
Central Park og hetta ljós-
havið,
sum
eyðkennir
bygningarnar í New York.
Meðan vit stóðu á altanini,
prátuðu vit um hvat el-
prísurin í New York mundi
vera. Hon helt fyri við
einum smíli »væsentlig
lavere end i Danmark«. So
eg helt fyri, at skuldu vit
helst á heilt aðrar leiðir, um
vit skuldu sammeta við
Føroyar.
Men tað var hugtakandi
at hoyra, hvussu talan í
Trygdarráðnum hjá danska
ST-umboðnum varð broytt,
har øll limalondini í ES,
skuldu góðkenna hana.
Seinasta góðkenningin
og tað seinasta, sum skuldi
fáast uppá pláss kom ikki
fyrr enn kl. 9:05 miku-
morgunin, sum talan skuldi
haldast.
Danmark vegna ES
Røðan var uppá hálva aðru
síðu, og endaði við, at »vit
vilja heita inniliga á allar
limir Trygdarráðsins at taka
eina skjóta avgerð, sum
hevur við sær eitt dygt trýst
á Irak og vísir mest møgu-
ligu hjálp innan ráðið«.
Áhugavert, kanska ein
færri av óhugna, var at
hoyra umboðið fyri Libya,
sum ikki hevði skrivaða
røðu, men sat og rópti og
hótti Trygdarráðið, »sum
ikki gjørdi sínar skyldur«,
tók sjálvandi undir við Irak,
»sum ikki gjørdi sínar
skyldur«, tók sjálvandi
undir við Irak, sum hann
tók til »allur heimurin bara
stóð og hugdi at«, meðan
henda ómenniskjaliga her-
ferð fór fram ímóti land-
inum«.
Eg spurdi ein, sum eg sat
við síðuna av, um hetta
vanliga kom fyri, ein tílíkur
røðuháttur. Nei, segði hann,
hann hevði verið við fleiri
ár. Tílíkt hevði helst ikki
hent síðani Krutsjov, sov-
jettiski leiðarin, tók skógv-
in av og lammaði hann í
borið.
Ja, her er so nógv annað
av áhuga og fleiri røður, eitt
nú um Kuwait, sum fannst
at Irak og arabisku londini,
sum meira ella minni hildu
saman og á sín hátt ávaraðu
um álop.
Fund hvønn morgun
Annars møtast vi hvønn
morgun inni á donsku ST-
missiónini, sum er umboðs-
stovan har vit fáa fyri-
lestrar, frágreiðingar og
upplivingar innan ST-ar-
beiðið. Vit kunnu eisini
fylgja nevndararbeiðnum í
teimum seks nevndunum,
men tær eru ikki veruliga
komnar í gongd enn.
Einki er lætt
Ja, hvussu skal heimurin
liva í friði, mong hjúnaløg
sindrast, smá kommunu-
stýri eru ósamd, løgtingið
stríðist, av og á eitt sindur
harðliga. Her er talan um
191 lond av øll sløgum,
mentan, búskapum, stýris-
skipanum og hugsanum.
Í eini av vøkru gongun-
um
stendur
áhugaverd
mynd av fólkum, sum
Nancy Reagan avdúkaði í
1985. Har standa orðini:
»Ger ímóti øðrum, tað tú
vilt skal verða gjørt móti
tær«. Lætt at lesa, men
tungt at eftirfylgja.
Í øllum hesum gleðast vit
um at fáa loyvi at liva í
einum so góðum landi sum
Føroyar eru tað.
Fyrstu tríggir dagarnir í ST livandi
og áhugaverdir
50 ÁR
Tíðindaskriv
17. desember í ár eru 50 ár
liðin, síðani átta menn
komu saman í Bátahøllini á
Debesartrøð at stovna eitt
føroysk
vísindafelag.
Navnið gjørdist Føroya
Fróðskaparfelag og mið
tess at 1) at taka upp sam-
starv við tey fólk her á
landi, sum áhuga hava fyri
vísindaligum starvi, 2) á
føroyskum at geva út Fróð-
skaparrit, ið er felagsárbók,
3) at fáa til vegar vísinda-
ligar bókmentir og virka
fyri at fáa settan á stovn ein
ognargrunn og soleiðis
royna at leggja støðið undir
ein komandi lærdómsstovn
í Føroyum.
Hetta vóru høg mið at
seta sær í 1952, men væl
hevur vignast. Limatalið er
vaksið til 165, harav 100
eru búsettir í Føroyum, 50.
bók av Fróðskaparritum
kemur út í ár, hópin av
vísindaligum bókmentum
eru fingnar til landið í býti
við Fróðskaparrit - og
seinni
Supplementa
til
Fróðskaparrit - og ikki
einans støðið, men sjálvur
lærdómsstovnurin
var
veruleiki longu í 1965, tá ið
løgtingið samtykti lóg um
Fróðskaparsetur Føroya.
Og so er hetta bert partur
av avrikum felagsins. Her
er fyrst og fremst at nevna
Málstovnin og Orðabóka-
grunnin, ið hava verið til
almikið gagn fyri føroyskt
Føroya Fróðskaparfelag 50 ár
Framhald á síðu 11
Asta V. Joensen
Tlf. 220247
Hetta er sjálvandi ikki hvat
mín meining er ella tín, tí
tað hevur ongan týdning.
Men hvat sigur Gud, tí
Bíblian er Gud orð, tað sum
Gud hevur sagt, líka mikið
um tú ella eg trúgva tí ella
ikki. Og Guds orð sigur:
»Villist ikki, hvørki sið-
loysingar = sex uttanfyri
hjúnaband og sex ímóti
natúruni.
Nú skulu øll verða so
human, men hyggi eftir
djórunum, tey finna betur
út av tí enn menniskjuni.
Men í Guds orði stendur
ikki bara um siðloysi, men
eisini um ovát, drykkju-
skap, at lúgva, havisjúka =
vilja hava alt o.s.fr. hesi
skulu ikki arva ríki Guds.
Hvat er synd? Tað, sum
Gud kallar synd, ella orða-
rætt at fara skeivur av mál-
inum, og málið er himm-
alin, eitt ævigt lív heima
hjá Gudi og tað rokni eg
við, at øll fornuftig fólk
vilja koma til, og tað verði
ongar góðar gerðir ella
dópur, sum førir okkum
hagar, tað er bert ein vegur,
og hann eitur Jesus.
Hann er nemmiliga ikki
ein religión, men ein per-
sónur. Evangeliið er at vit
kunnu siga ella »bera« alla
okkara synd til Jesus, Hann
sum vann okkum sigur á
Golgata. Eg havi gjørt tað,
og geri tað støðugt. Tú
kanst eisini fara til Jesus
við tínum syndum.
Enn er tíð, hvussu leingi
vita vit ikki, men leingi
verður tað ikki. Bíblian
sigur: »Í dag tá tú hoyrir
Harrans kall, tá forherð
ikki hjarta títt«. Vit eiga
ikki ímorgin.
Um tú vilt vita hvar hetta
stendur í Bíbliuni ella hava
eina samtalu ert tú væl-
komin at ringja.
P. S. Lesið Bíbliuna, alla
Bíbliuna og verð sælur =
hjartans lukkuligur. Tann
best dokumenteraða bókin í
heiminum vísindaliga.
TÍÐINDASKRIV
Hetta tilboð hava ung í
miðnámsskúlunum kring
øll norðurlond fingið og
23 eru útvald at luttaka í
norðurlendsku
verkætl-
anini: NiF / Nordisk
demokrati i fokus 2002.
Komandi vikuna kemur
Norðurlandaráðið saman
fyri 50. ferð. Hetta verður
heiðrað við nógvum yms-
um tiltøkum. Evnið fyri
jubileumsárið hjá Norður-
landaráðnum er demo-
krati. Og hetta evni er
eisini arbeiðssetningurin
hjá norðurlendsku ung-
dóms web-redaktiónini, ið
verður sett upp í Helsinki
komandi mánadag 28.
oktober 2002.
Ung gera tíðindi til Ung
á internetinum
Av teimum 23 ungu í
ferðalagnum, eru 8 vald út
at mynda eina serliga web-
redaktión, sum skal bera
tíðindi til ung, sum video-
innsløg,
beinleiðis
úr
Helsinki á internetinum.
Tað krevur nógv av
teimum ungu at fáa tey "at
spinna gull úr gamlari ull"
og tað munnu ivaleyst
fleiri av teimum ungu
halda, um norðurlendska
politiska arbeiði. Tað sýn-
ist sum, at ung ikki vilja
kennast við tað norður-
lendska arbeiðið og demo-
krati. Ung eru ikki politisk
aktiv ídag, sigur onkur.
Men tað nýtast tey heldur
ikki í hesum redaktionella
arbeiðnum.
Tey
ungu
skulu vera sín egin redak-
tión, velja vinklar og evnir
út úr mongdini av møgu-
ligum evnum, ið Norð-
urlanda Ráðið hevur at
bjóða. Og so kunnu nýt-
arnir av heimasíðuni og
kjaksíðuni sjálvi gera sær
sína politisku fatan.
Speedarin í botn, World
Wide í einum Ferrari
Mánadagin fer redaktiónin
til verka og tá verða at
síggja á heimasíðuni:
www.odin.dk/demokrati/v
ideo-upptøkur við og av
ungum tíðindafólkunum
heilt úr Grønlandi til Fin-
lands, Ålandi til Føroya,
Danmark og Noregi, Ís-
landi og Svøríki.
Væntandi
verða
30
video-innsløg at síggja á
internetinum, tá redaktión-
in endar mikukvøldið í
komandi viku – og vón-
andi verða fleiri skrivaðar
greinar við. Málið verður
skandinaviskt og enskt.
Fyri fólk, ið vanliga ar-
beiða ella fáast við inter-
netið, er tað at koma til
Finlands eitt "Internet -
Mekka".
Internetsam-
bandið har er so vælsignað
og gott og 10 Mbit inter-
netsamband er sum at
koma í himmiríki.
Tað vil fyri føroyingar
og grønlendingar kennast
sum at býta tí 3-hjulaðu
súkkluna um við ein Ferr-
ari. Eisini hevur sam-
starvsfelagin í Helsinki, ið
húsar redaktiónini, "Kom-
passi", givið redaktiónini
eina interaktiva feed-back
heimasíðu. Tá hava fólk,
eisini við okkara internet-
sambandið í Føroyum,
møguleika
at
luttaka
beinleiðis í kjakinum og
kunnu biðja redaktiónina
um at seta politikarum og
embætisfólki í Helsinki
sínar spurningar - og tað er
alt sera demokratiskt.
Projektleiðari á ung-
dóms web-redaktiónini er
Laufey H. Blaasvær, ið
hevur roynt eina slíka
web-redaktión
áður
í
Reykjavik fyri 2 árum
síðani, ið eyðnaðist stak
væl. Eftir at stjórin í
Norðurlandahúsinum
í
Reykjavík, Riitaa Heine-
maa, hevur kunnað Nord-
en i Fokus um henda
møguleika at lata ung
samskifta við ung á ein
nútíðar og ungdómligan
máta, hava "NIF" skriv-
stovurnar valt at seta eina
web-redaktión upp, eina
ferð enn. Úr Føroyum er
tað 18 ára gamli Heiðrik á
Heygum, ið luttekur í
verkætlanini
og
web-
redaktiónini.
Skráin
hjá
teimum
ungu, í NIF-verkætlanini,
er eisini í Helsinki, sum er
3. og síðsti staðurin vitja
verður á námsferðini, sera
fjølbroytt og víttfevnandi.
Tey ungu fara m.a. at vitja
finska tíðarritið "Hel-
singin Sanomat" og práta
við finsk blaðfólk. Tey
fara at møta ungdómspo-
litikarum frá UNR, "Ung-
domens Nordiska Rådet".
Vitja finsku ungdóms-
organisatiónina "Allians"
og gamla studentarhúsið,
við tí norðurlendska torg-
inum. Tey skulu sjálvandi
eisini luttaka í Sessiónini
2002, har Norðurlanda-
ráðið hittist fyri 50. ferð.
Og undirhald verður á
skránni við norðurlendsku
u n g d ó m s ko n s e r t i n i ,
"Hiphop Norden". At enda
skula tey eisini hitta
sjtóran á Nifin, Ole Norr-
back, sum fer at røða um,
"Nordbornas rättigheter".
Vit vóna at skúlar, ung
og hvør tann, ið sýnir
áhuga fyri okkara felags
norðurlendsku grannum,
fara at nýta høvi at vitja
h e i m a s í ð u n a
www.odin.dk/demokrati/,
og luttaka í norðurlendska
kjakinum um demokrati,
umhvørvi og samleika.
Ókeypis ferð til Oslo,
Stockholm og Helsinki
í eina viku – alt goldið
Sonni Jacbsen
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin lovaðu okk-
um, Fóroya fólki, so staði-
liga, at ongin avleiðing fór
at standast av at skerja
blokkstuðulin frá dønum
við útvið 400 mill. kr. Men,
sigast má, at vit flestøll
vistu betur. Hetta vistu tey
flestu av egnum lívsroynd-
um. Forvinnur ein familja
t.d. 300.000 kr. árliga, og
hevur føst lán til hús,
innbúgv, bil og bát umframt
at skulu uppihalda lívinum
og
inntøkan
bráddliga
minkar við 60.000 kr. niður
á 240.000 kr. so merkir
henda familjan tað sera
væl. Ein slík familja hevði
verið noydd at gjørt nøkur
væl. Maðurin hevði t.d.
verið noyddur selt bátin
ella mátti lánið hækkast!
Í yvirførdum týdningi
hevur skerdi blokkurin havt
við sær júst somu avleið-
ingar fyri Føroyska sam-
felagið. "Báturin" má selj-
ast!
Eitt berghol, onkur vega-
gerð og ein samferðsluhavn
í Suðuroy verða av ongum,
fyribils í hvussu er. Gása-
dalsbergholið verður, sum
ikki einaferð, sett á "hold".
Aðrar vegagerðir verða
toygdar
ella
als
ikki
gjørdar. Pláss er ikki fyri
150 millióna skattalætt-
anum, sum lyftið var givið
um; pláss er ikki fyri
lógásettu 32 milliónunum
til byrjan av Norðoyða-
tunnlinum o.s.fr. o.s.fr.
Hetta bert fyri at nevna
okkurt úr rúgvuni, sum
pláss nú ikki er fyri á
trongu fíggjarlógini.
Ávarðaðu
Vit vóru fleiri, sum ávaraðu
móti skerjingini í blokkin-
um og at tað fór at fáa
álvarsligar avleiðingar at
minka
inntøkur
lands-
kassans so ógvusliga upp á
ein gang. Eini 100 mill. kr.
vóru tey flestu kortini samd
um, hevði landskassin tola
at mist uttan tær stóru av-
leiðingarnar. Og søgan
prógvar so bara nú, at vit
høvdu rætt og at yvirivrigu
loysingarfólkini í Fólka- og
Tjóðveldisflokkinum fóru
skeiv.
Ein skinsom gongd
Ikki tí, eg eri ikki ímóti
loysing frá dønum og tað er
tann flokkur eg eri limur av
heldur ikki, men vit í
Miðflokkinum hava alla-
tíðina víst á, at heldur enn
at "forera" dønum hund-
raðtals milliónir, eiga vit at
nýta henda pening at gera
okkum leys av skuld og til
at dagføra samfelagið við -
og tað treingir sanniliga til -
eftir 12 árum í kreppu eru
flestøll øki á almenna øk-
inum niðurslitin og til-
afturskomin í mun til
dagsins standard í teimum
londum vit sammeta okk-
um við. Leys av skuld og
við einum dagførdum sam-
felag eru vit tilreiðar at seta
fót undir egið borð sum
fríir menn og fríar kvinnur!
Tíveri hava okkara sam-
gongufelagar ikki skilt
henda so einfalda og greiða
boðskap enn.
Vandamikil leið
Við allari virðing, so má
ein siga, at vegurin Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin hava vælt at
ganga ímóti loysingini, er
bæði illgongdur og vanda-
mikil. Og tá hugsi eg um
hugtakið, "tí tryggu loys-
ingina", sum hóast alt flest
allir føroyingar ganga inn
fyri.
Sjálvandi kunnu vit loysa
her og nú og so takað
skrædlið. Spurningurin er
bara, vórðu vit kortini fræls
um vit gjørdu á henda hátt?
Vit skulu jú liva í hesum
landi og til tess krevst
peningur. Vit megna tíverri
ikki sum er sjálvi at fíggja
hetta samfelagið, og kemur
peningurin ikki úr Dan-
mark sum stuðul, so má
hann lænast onkustaðni.
Tað er kaldi veruleikin, alt
annað tos er reingjan av
veruleikanum
og
rein
propaganda, tað vita øll
skilagóð fólk. Stuðul skal
ikki gjaldast aftur - tað skal
lán. Tí er tað, so leingi vit
ikki eru fullkomuliga fíggj-
arliga óheft, skilabest at
vera verandi í ríkisfelags-
skapinum.
Tolin trívst
Við tolni og við Guds hjálp
fara vit at vinna á mál. Vit
taka tað tíð, ið skal til at
gjalda okkara uttanlanda-
skuld niður, og vit taka tað
tíð, ið skal til at dagføra
samfelagið upp á eitt
hóskandi støði.
Tað nyttar onki at "spæla
ótolin" og tað ger bara
skaða býttisliga at royna at
skunda undir tingini, sum
t.d. við áður umtalaðu 400
millióna skerjing.
Skerjingin av blokkinum
hevur og ferð at draga
loysingina út, heldur enn at
skunda undir hana! Og ikki
minst tí vóru vit ímóti
skerjingini. Men gjørt er
gjørt og vit mugu tí í dag,
sum bretar so skemtiliga
siga "face the music" - taka
avleiðingarnar.
Tað ber fíggjarlógin fyri
2003 greið boð um!
VIÐMERKINGAR
Hvat er synd
Skerdi blokkurin
orðabókastarv. Mikla for-
lagsvirksemi felagsins við
orðabókum og vísindarit-
um av ymsum slag er ein
annar sera týðandi táttur.
Og aftrat Fróðskaparritum
hava vit nú fingið almenna
vísindatíðarritið Frøði.
Felagið hátíðarheldur 50
ára stovningardag sín við til-
tøkum í Norðurlandahús-
inum 23.-25. oktober. Tey
fevna um almenna fyri-
lestrarøð við heitinum "Úr-
valsfyrilestrar - dømi um
føroyska gransking í nú-
tíðini", almenna samkomu
við heiðursfyrilestri til á-
minnis um Chr. Matras pro-
fessara, handing av sømd-
argávu úr Grunni Kristjans á
Brekkumørk, og at enda
hátíðarløtu og móttøku.
Í sambandi við 50 ára
stovningarhald
Føroya
Fróðskaparfelags
verða
hesi tiltøk í Norðurlanda-
húsinum 23.- 25. oktober
2002:
Almenn
fyrilestrarrøð
við felagsheitinum: Úr-
valsfyrilestrar - dømi um
føroyska gransking í nú-
tíðini.
Mikudagin 23. oktober
kl. 16.00
Hans Andrias Sølvará,
søgufrøðingur, cand.mag.
Úr tingsøguni
kl. 17.15
Kirsten Brix, bókmenta-
frøðingur, ph.d.
Upplýsingarhugtakið og
Regin í Líð
Hósdagin 24. oktober
kl. 16.00
Knud Simonsen, havfrøð-
ingur, dr.scient.
Djúpvatnsgerð í Grøn-
landshavninum og rákið
við Føroyar
kl. 17.15
Hóraldur Joensen, evna-
frøðingur, dr.scient.
Fitisýrur og fiskastovnar
kl. 19.30:
Almenn
samkoma
við
heiðursfyrilestri til áminnis
um Chr. Matras professara
og handing av sømdargávu
úr Grunni Kristjans á
Brekkumørk.
Fyrilesturin heldur Anne-
Kari Skarðhamar, dr.art.,
Høgskolen i Oslo. Heitið:
Erindringens Poetikk - en
innfallsvinkel til Christian
Matras' lyrikk.
Fríggjadagin 25. oktober
verður boðið til hátíðarløtu
og móttøku, siga Føroya
Fróðskaparfelag, Fróð-
skaparsetur Føroya og
Norðurlandahúsið.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10