Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 203 - 23. oktober 2002 Nr. 203 - 23. oktober 2002 13 Djarvt sín hyrning upp hann rísur Nú fjøllini eru gingin, og liðugt mestsum er at fletta, verður tað, sum slept og gjørt er upp, sýnað, mett og kannað. Virðislønir verða givnar, og veitslur hildnar víða hvar í landinum SEYÐASÝNING Edvard Joensen Seyðasýning verður á Eiði leygardagin. Brundseyðir úr øllum hagapørtum verða sýnaðir, og virðislønir latnar. Bæði eigarum og røktingarmonnum, eins og tann hagaparturin, sum í meðal eigur bestu seyðir- nar, eisini fær eina viður- kenning. Alt tiltakið endar við veitslu og dansi um kvøldið. Hetta er fjórða tiltakið av hesum slagnum, greiðir Olaf í Garði Joensen,, ið er ein fyrireikari, frá. Tað byrjaði í 1994 og var so annaðhvørt ár. Men nú er gjørt av at hava tiltakið triðja hvørt ár. Tá gerst líkasum betri møguleiki fyri at spjaða luttøkuna eitt sinur. Eitt nú er tað so, at onkur eigur hálvmørk og fær brundseyð annaðhvørt ár. Soleiðis verður hann annaðhvørt við hvørja ferð ella ongantíð, um sýningar- nar eru annaðhvørt ár, sigur Olaf í Garði. Tiltakð í ár byrjar leygar- dagin klokkan 13.00 Uppi á Grind. Tá fara royndir sýns- menn at sýna brundseyðir- nar, og tá avtornar, fara so tríggir at standa eftir, sum fá úrvalspremiu, greiðir Olaf frá. Klokkan 15 verð- ur kaffi at fáa við pannu- køkum afturvið. »Prúdlig sjón er á at líta! Eyglitti væl høvur ber, væl mær líkist á hin hvíta, grái størst av øllum er«, yrkir Mikkjal á Ryggi um veðr- arnar. Alt tiltakið verður mett sum eitt mentanartiltak, og hildið verður á út á kvøldið við vetslu í EB húsinum. Sonevndari fjallmanna- veitslu, og seinni aftur verður almennur dansur. Vanliga hava einir 80 - 100 mans verið á veitslun- um, sum veirð hava, greiðir Olaf í Garði Joensen frá. Og tað eru bara menn. Kon- urnar hava líkasum latið hetta yvir til teirra, og tað kann eisini vera nokk so stuttligt, flennir hann. – Sært tú. Nógvar røður verða hildnar, og nógv stuttligt sagt. Og eingin fær nakran alboga í síðuna, meðan hann talar, nú konan ikki er við. Men álvara er sanniliga eisini við, og sungið plagar at verða dúgliga. Bæði lættir sangir til slíkt høvi, eins og eisini sálmar og yrkingar við álvarsamari innihaldi. Kendar yrkingar sum »Nú hvítna tindar« og »Boðar tú til allar tjóðir« eru fast á skránni. Sámal í Skorini, stud- entaskúlarektari, sum býr á Eiði, verður orðstýrari, greiðir Olaf í Garði Joen- sen frá. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við bún- aðarmálum, er boðin við, men í skrivandi stund er ikki greitt, um hann kemur. Eftir veitsluna verður so almennur dansur, har víkar- menn fara at spæla. Tekn- ingarlisti til veitsluna liggur í handlinum hjá Oliver Øster, siga fyrireikararnir. Maersk Air í jólahýri Um orsøkin til jóla- hýrin hjá Maersk Air er, at jólamaðurin hevur skift flúgvandi sletuna út við flog- farið hjá Maersk Air, sigur søgan einki um, men Maersk Air boð- ar í tíðindaskrivi frá trimum ymsum jóla- tilboðum umframt eini nýggjari luft- havnsrutu í Danmark FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Maersk Air letur jóltatilboð á rutunum millum Føroyar og Danmark. Spælikapping er í donskum sjónvarpi, har til ber at vinna ferðir við Maersk Air. Til ber at keypa gávukort til flogferðaseðlar hjá felagnum, eins og skipað verður fyri nýggjari lufthavnsrutu í Jyllandi. Síðan fríggjadagin 18. oktober hevur verið møgu- ligt at keypt bíligar ferða- seðlar á rutunum hjá Maersk Air millum Føroyar og Danmark. Prísurin millum Vágar og Billund er kr. 1.993,- með- an hann millum Vágar og Kastrup er 1.955,-. Men tað fylgja ávísar treytir við kortini, um ein ætlar sær bíliga til Dan- markar at ferðast undan jól- um, ella at halda jól í Dan- mark. Tíðin, til ber at ferðast bíliga millum londini, er millum 10. december og fimta januar næsta ár. Ferðaseðilin skal vera keyptur i seinasta lagi sjey dagar, áðrenn farið verður avstað, og tann ferðandi skal í minsta lagi vera burt- ur sunnunátt, men kann í mesta lagi vera burtur í 21 dagar. Einki endurgjald verður givið, um ein av einihvørji orsøk ikki fær nýtt ferðaseðilin kortini. Heldur ikki kann ferðaseð- ilin broytast ella býtast um. Barnafrádráttur er at fáa á hesum ferðunum. Børn millum tvey og ellivu ár fáa 33 prosent í frádrátti. Børn, sum eru yngri enn eitt ár, fáa 33 prosent í avslátti, um tey hava egið setur, meðan frádrátturin er heili 90 prosent, um einki setur er. Gávukort og bussur Maersk Air sigur eisini í tíðindaskrivinum, sent er út um dagarnar, at nú ber til at keypa gávukort til feðra- seðlar hjá felagnum. Tað er ikki neyðugt at keypa ein fullan feðraseðil, um ein ynskir at lata onkr- um ein flúgvandi jólagávu. Til ber eisini at fáa gávu- bræv, sum er partur av ferð- aseðlinum, um ein hevur hug til tess, verður sagt í tíðindaskrivinum. Fyri fólk, sum búgva í Jyllandi, serliga í Århus og har á leið, er áhugavert, at Maersk Air setir ein eyka lufthavnsbuss í rutu millum Århus og Billund, nú vetrarferðaætlanin kemur í gildi. Galdandi frá 27. oktober ber nú til hjá teimum, sum skulu vera tíðliga á flog- vøllinum í Billund, at fara við bussi úr Århus longu klokkan 04.30 á morgni og vera í Billund klokkan fimm minuttir í seks. Virðislønarveiða Mánadagin byrjaði heilt nýtt tiltak, sum Maersk Air og TV Danmark 2 standa fyri. Talan er um eina so- nevnda virðislønarveiðu, har ein, við at fylgja við sendingunum hjá TV Dan- mark 2, kann vera við í lutakasti um spennandi ferðavirðislønir frá Maersk Air. Tað ræður um at halda eyga við fýra ymsum figur- um hjá TV Danmark 2. Jesper, Berthel, Heidi og Casper, siga tey, at teir eita. Tá tú so sært ein teirra á skíggjanum, er at vera kvik- ur og senda SMS ella ringja til telefonnummarið, sum vist verður á skíggjanum. Hvønn dag verða lutað burtur ein ferð fyri tvey á nýggju rutunum hjá Maersk Air millum Kastrup og Barcelona ella millum Billund og München, sigur Maersk Air í tíðindaskriv- inum, sent er út um dag- arnar. Nágreiniligari fæst at vita á heimasíðuni hjá Maersk Air, sum er www.maersk- air.dk Brundseyðirnir, sum sýnaðir verða í ár, verða ikki minni mettir og handlaðir, tá teir næsta heyst koma aftur sum fullvaksnir veðrar Mydn: Edvard Joensen Maersk Air letur aftur avsláttur á ferðum millum Føroyar og Danmark Statoilstjóri aftaná Hessboring: Eitt stórt arbeiði liggur fyri framman -Eg hevði verið kløkk- ur, um teir eftir bara ein avmarkingar- brunn høvdu kunnað svarað spurningin- um, um Marjun- fundið í fjør er rakstr- arverdugt. Tað hevði verið sera bjartskygt sigur Statoilstjórin, sum viðgongur, at tað liggur eitt stórt ar- beiði fyri framman fyri at skilja jarðfrøð- ina í øllum økinum OLJULEITING Jan Müller - Enn hava vit fáar upplýs- ingar at halda okkum til. Vit hava bara tíðindaskriv- ið, sum ikki sigur so nógv. Men vit fara at royna at út- vega okkum data um brunnin og úrslitið av bor- ingini og brúka tað í okkara framtíðar kanningum og samanbera við tilfar og data vit longu hava. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri í Statoil og hann, sum stendur á odda fyri oljuleitingini við Føroyar í eini viðmerking til úrslitið av tí seinastu boringini hjá Amerda Hess oø. á bretskum øki. Hann vil sjálvandi ikki og og kann heldur ikki gera viðmerkingar til ein brunn, sum onnur feløg hava bor- að, men staðfestir út frá fleiri av boringunum, sum hava verið gjørdar, at vit hava eina virkna oljuskipan í økinum men at tað krevur meira arbeiði til at finna út av, hvussu jarðfrøðin sær út. Uppgávan hjá jarðfrøð- ingunum er so at finna tann rætta samanhangin í hesi skipanini, um og hvar oljan er likin og hvussu stætt er við reservoiri, lofti og øðr- um týðandi fortreytum fyri at kunna gera rakstrar- verdug fund. Fyri Statoilstjóran er tað eingin ivi um, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman. Um onkur fer at tveita handklæðið í ringin, nú enn ein boring ikki hevur stað- fest lønandi fund, vil hann ikki úttala seg um. - Men eg hevði verið kløkkur, um teir eftir bara ein avmarkingarbrunn høvdu kunnað svarað spurninginum um Marjun- fundið í fjør er rakstrar- verdugt. Tað hevði verið sera bjartskygt. Rúni Hansen vísir á, at hevði brunnurin verið test- aður, so vistu teir eisini meira. Men feløgini hava so tikið avgerðina um ikki at testa brunnin, og hvat liggur aftanfyri, hvussu nógv olja var í osfr. tað vita vit ikki. Men tað er so tað sum Statoil fegið vil hava meira at vita um og brúka í kanningunum í framtíðini. Statoilstjórin viðgongur, at tá tað er talan um at leita eftir olju og gassi í einum nýggjum øki sum við Før- oyar, so ræður um at vera nokk so úthaldandi. Men hetta er partur av oljuleit- ingingi, hvar tú enn er stæddur í heiminum. Onk- unstaðni er tú hepnari við at finna rætta svarið skjótari og øvugt. Hann loyvir sær tó at ivast í, um nakað olju- felag út frá brunnunum, sum higartil eru boraðir, fer at royna at sleppa sær úr aftur økinum. - Men hvønn psykolog- iskan týdning hetta seinasta úrslitið kann fáa veit eg ikki. Vit fara sum sagt at fáa hendur á tilfarinum at brúka í okkara framtíðar arbeiði við økinum. Rúni Hansen sigur víðari, at tað er ringt at siga, hvat øll hini feløgini hugsa og um tey taka hetta sum eitt afturstig. Sjálvur heldur hann tað vera alt ov tíðliga at siga, at hetta er eitt aftur- stig. Til tess má man hava meiri vitan um brunnin. Statoil og Amerada Hess hava skotið nýggjan 3D seismikk í summar, og tulkingin av hesum fer at fáa stóran týdning fyri víð- ari gongdina. Brúk er sum er fyri fleiri upplýsingum um økið og tíð til at viðgera og tulka hesar upplýsingar. Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil heldur ikki, at feløg fara at taka seg úr leitingini við Føroyar eftir úrslitið frá Hessboringini. Hinvegin dugur hann ikki at meta um, hvørjar psykologiskar avleiðingar hetta kann fáa. -Vit høvdu vónað, at henda seinasta bor- ingin fór at verða eitt sindur meira positiv, men úrslitið vísir, at tað er ikki so lætt at lesa jarðfrøðina. Vit mugu brynja okkum við toli og vóna, at restin av boringunum fara at geva eitt gott úrslit sigur Eyðun Elttør, sum als ikki hevur mist trúnna uppá, at olja verður funnin í rakstrarverd- ugum nøgdum OLJULEITING Jan Müller -Vit skulu bora fimm brunnar aftrat í okkara øki og tann fyrsti av teimum verður tann hjá Agip næsta ár, so vónirnar um at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum er á ongan hátt burtur. Tað sigur ein fram- haldandi bjartskygdur men tó realistiskur Eyðun Elt- tør, landsstýrismaður í olju- málum eftir seinastu bor- ingina hjá The Faroes Partnership í bretskum øki. Tað hevur verið róð fram- undir, at oljufeløg møgu- liga vilja sleppa sær úr bindingunum tey hava við føroyskar myndugleikar um at bora ávíst tal av brunn- um, nú enn ein boring ikki hevur víst rakstrarverdugar nøgdir av olju. Fyri Eyðun Elttør er hetta eingin trup- ulleiki. Hann sær onga or- søk til ikki at bora allar hes- ar brunnarnar, tí tað vit hava áhuga í er at fáa betri kunnleika til jarðfrøði Før- oya og tað er út frá tí, at loyvi eru givin oljufeløgun- um. - Vit hava jú bjóðað út fyri at kunna staðfesta olju sigur hann. Oljumálaráð- harrin hevur als ongan var- huga av, at feløg vilja sleppa úr sínum borifor- pliktilsum. Eyðun Elttør sigur, at tey høvdu vónað, at henda seinasta boringin fór at verða eitt sindur meira positiv, men úrslitið vísir, at tað er ikki so lætt at lesa jarðfrøðina. Vit mugu brynja okkum við toli og vóna, at restin av boringun- um fara at geva eitt gott úrslit. - Hevði tú roknað við, at tað tók so drúgva tíð at staðfesta oljufund? - Eftir tí eg havi lært av royndunum aðrastaðni, so haldi eg ikki vit skulu klaga. Tey hevði verið gott at rakt við beinavnegin, men tað er als einki løgið í tí, at vit ikki gera tað. Tað tekur so ikki mótið frá mær. Bert fáir brunnar eru bor- aðir og fleiri koma. Vit hava staðfest, at her er ein virkin oljuskipan. So skulu vit bara víðari og finna fram til, hvar rætta staðið er at sera framríðar borarnar í. Ein og hvør boring, sum verður gjørd, gevur okkum eina betri fatan av jarð- frøðini og hvussu undir- grundin sær út. Tá talan er um framtíð- ina, so verður eisini spurt í oljuverðini, nær Oljumála- ráðið fer at leggja til brots við tí næstu útbjóðingini Eyðun Elttør hyggur alla tíðina eftir møguleikanum fyri eini nýggjari útbjóðing og er vitandi um, at feløgini eru áhugað í eini slíkari. Hann vil tó ikki siga nakað við vissu, nær teir fara at bjóða út aftur. Men hann vísir á, at brunnarnir, sum verða bor- aðir í bretskum øki tætt við markið, kunnu allir geva okkum týðandi upplýsing- ar, sum so aftur kunnu vera brúktir sum grundarlag undir eini komandi útbjóð- ing. Her vísir hann eisini til tað áhugaverdu boring, sum júst er farin í gongd norðari á bretskum øki, skamt frá markinum. Tað er Cambo- brunnurin, sum Amerada Hess og onnur feløg bora. Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi á landgrunninum, fylgja hesi boring við stór- um áhuga. Elttør ikki mist trúnna Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum hevur stórar vónir til teir fimm brunnarnar, sum eru eftir at bora á landgrunninum C M Y K 13 12