Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vangamyndin: Bjørg Mohr Anderssen - ikki pláss til frítí›arítriv - dagbókin 10 a í Skúlanum á Ziskatrø› - filmar -piercingar 15 14 Nr. 203 - 23. oktober 2002 VETRAVEÐUR Vilmund Jacobsen Dagarnir styttast, og kuldin er komin. Tíðliga fingu vit kava- veður og frost. Onkur grenjar, onkur fegnast. Síðsta leygarkvøld var krapi og hálka millum fjalla og eisini niðari á vegunum. Sunnunáttina var frost, so illa var koyrandi og gang- andi, um tú ikki var skødd- ur. Seinnapartin sunnudagin, tá ið hendan myndin er tikin sunnarliga á Oyggjar- vegnum, vóru fjøll og dalar rættiliga kavaklødd. Men enn er jørðin ov heit og frostið, sum var sunnunátt- ina, var burtur. Hóast kavaælingur var av og á sunnudagin, var gott at koyra sunnukvøldið, og vegirnir vóru sum heild táir. Mánakvøldið og týsnátt- ina var aftur frost og rætti- liga hált, og soleiðis var eisini tíðliga týsmorgunin. Bæði mánakvøldið og týs- morgunin var av fagrasta veðri, týsmorgunin spegils- klárt og lítið lot høgt. Veðurmenninir hjá SvF søgdu mánakvøldið frá 8 hitastigum í morgin og nøkrum færri í dag. Nú vegirnir eru vorðnir hálir aftur, er vert at hava í huga, at hóast hitamátarin á bilinum ella í túninum vísir 2-3 hitastig, kann saktans vera svartahálka kortini. Hon sæst vanliga ikki, og tá kann vandi vera á ferð, um tú ikki ert ansin og hevur vakið eyga. Okkurt hendinga árið var einki frost heilt fram til jólar, men tað man hava verið undantak. Hjá bøndrunum og teim- um, sum eiga seyð, kemur kuldin ivalaleyst væl við, so sleppast kann undan maðki. Skjótt gongur tíðin, og um tveir mánaðir vendir longu aftur; tá fer sólin aftur at hækka á luftini, og dagurin so líðandi at gerast longri. Summarkvøldini, sum eru farin aftur við á hesum sinni, eru vøkur, men ikki minni vøkur og hugvekj- andi eru tey stillu og køldu vetrarkvøldini, tá ið mánin stendur á himmalinum og lýsir upp firðir og sund. Nógvar slíkar vetrarløtur eru - hvørt eitt einasta ár. Nakrar frostnætur í oktober… Sunnudagin vóru fjøll og dalar kavaklødd, men so skjótt sólin sær, er kavin burtur, og frostið fer úr aftur jørðini. Mynd: Vilmund Jacobsen Teir, sum eiga nóta- bátarnar, vita eftir øllum at døma ikki nógv at taka sær fyri tað, ið eftir er av hesum árinum, tí flestu kvotur eru uppi. - Vónandi sleppa vit aftur í ár at fiska av avlopskvotu undir Føroyum, tá ið árið fer at halla, siga reiðaríini FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Síðan føroysku nótaskipini góvust við svartkjaftafiski- skapinum, tí kvotan var uppi, hevur lítið virksemi verið á Havsbrún í Fugla- firði. Seinasti lastin, sum virk- ið keypti, var lastin hjá danska bátinum, Gitte Henning, sum síðsta viku- skiftið hevði 1000 tons av svartkjafti. Nú nótaskipini eru givin at fiska, kann ikki roknast við teimum stóru landing- unum til Havsbrún fyribils. Eftir at skipini góvust við svartkjaftafiskiskapinum, fóru tey í norskan sjógv at royna, men har eru tey flestu longu givin, tí eingin kvota er eftir. Umvælingar og avlopskvota Síðsta fríggjakvøld var Krúnborg á Fuglafirði við nótini, áðrenn skipið fór á beding. Tróndur í Gøtu fer niður til Fredrikshavn, har hann skal í dokk. Teir fara til Danmarkar nú, tí kvotan er uppi. Annars høvdu teir fiskað. Finnur Fríði og Saksaberg liggja eisini. Sum skilst, hevur Saksa- berg eina lítla kvotu eftir. Seinastu føroysku land- ingarnar, vit hava frætt um úr Noregi, eru Christian í Grótinum, sum týsmorg- unin hevði boðað frá, at teir høvdu 300 tons og Norð- borg, sum hevði 240 tons. Báðir bátarnir høvdu makrel til matna. Hugsandi er, at hetta eisini eru seinastu túrarnir hjá Christiani í Grótinum og Norðborg í hesum umfari, men tað hava vit ikki fingið váttað. Sum skilst, vita reiðaríini hjá nótabátunum sær einki fyribils, men tey vóna, at skipini aftur í ár sleppa at fiska av avlopskvotu undir Føroyum, tá ið árið fer at halla. Seinastu tvey árini eru tey nevniliga sloppin at fiska av makrelkvotuni, sum Rusland, Ísland og Grønland ikki fiska upp undir Føroyum. Men tað er eingin sum veit, um skipini aftur í ár sleppa at fiska tey tonsini, ið eftir verða. Sildin ov smá Jákup Oluf Joensen á Havs- brún sigur, at tá ið hann frætti úr Vestmannaoyggj- unum mánamorgunin, skiltist, at onkrir íslendskir bátar enn eru á svart- kjaftaveiði, men annars bíða teir eftir at sleppa á sildaveiði. - Sildin, teir bíða eftir har yviri, er ikki norðhavssild, men sild, sum kemur inn í Faksaflógvan. Hendan sildin er enn so smá, at skipini sleppa ikki at fiska hana, visti Jákup Oluf at siga. Sum skilst, verður lodnu- fiskiskapurin í Íslandi ikki tikin uppaftur fyrr enn í januar. Ein sløk tíð hjá nótabátunum Nótaskipið, Tróndur í Gøtu, fer nú niður til Fredrikshavn í dokk. - Høvdu vit havt kvotu eftir, høvdu vit ikki farið til Danmarkar nú, sigur reiðaríið C M Y K 14