Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagbókin - 10.a í Skúlanum á Ziskatrøð skrivar: Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002 2 evnið, vit í <ph_1> hesuferð hava valt at seta ljóskastaran á, er piercingar. Tað er enn eitt ting, sum hevur vundið sera nógv upp á seg millum ung í landinum í dag. Tað eru eftirhondini sera fá ung, sum ein møtir á gøtuni í dag, sum ikki hava onkra piercing, tað veri seg í vørrini, nalvanum, eygnabrúnni ella onkra heilt aðrastaðni. Hvat er so serligt við hesum? Og ikki minst: HVÍ gera tað?? Er tað ikki bara at pína seg sjálvan, hugsar onkur. Er nakar vakurlei- ki í piercingum?? Summi halda tað - og summi ikki. Tað er ein spurningur um smag. Summi halda ein lítil ringur í nøsini fríðkar nógv um, meðan onnur halda, tað er alt ov lítið. Onnur halda kanska, at ein nalvaringur, sum kemur undan eini stuttari blusu er vakurt, meðan onnur hava hug at øt- ast. Meiningarnar eru nógvar og ymiskar, men ongin ivi tykist at vera um, at piercingar eru vælumtóktar millum dagsins ungdóm. Og tað eru sanniliga eisini tey, sum eru komin longri upp í árini, sum kunnu finna upp á at pierca seg. Men hvat er tað, sum er so <ph_1> við piercingum? Er tað "lookið"? Ella gera mong tað bert fyri at provokera? Tað er ikki gott at vita, men tað eru í øllum førum mong, sum hava piercingar. Og hvussu við pínu, tá ein fær sær piercingar? Onkur hevur helst hug at hugsa AV!! tá ein sær fólk við nógvum piercing- um, serliga, tá tað letur til, at tað bert er hugflogið, sum av- markar støðini fyri teirra pierc- ingar. Ein kann eisini venda tí á høvd- ið og spyrja, hvar markið er? Tá ein fyrst er byrjaður við at fáa sær hol í oyrað ella nøsina. Og síðani fer longri upp eftir á skalanum til piercingar. Nær hevur ein so fingið nóg mikið av dingledangle hangandi á sín- um kroppi? Og hvør skal siga, at nú er nóg mikið, uttan ein sjálvur? Samfelagið í dag loyvir alt meira tílíkum. Og tað er ein postiv gongd, tí øll skulu og eiga at hava rætt til at ganga í og við tí, sum teimum lystir uttan at hugsa um, hvat onnur møguli- ga siga til tað. Men munnu ikki flest øll fólk venda sær á gøtuni, óansæð, hvar í heiminum ein býr, tá tey síggja onkran koma gangandi eftir gøtuni, sum hevur at samanlíkna við sína egna krops- vekt í metallum ymsastaðni á kroppinum?? Um ikki fyri at brúka seg um tað, so bert fyri at hyggja og eygleiða viðkom- andi. Og summi hyggja helst við undran og virðing, at ein veru- liga ger so við seg sjálvan. Tað eru sjálvandi mong, sum ikki eru so ekstrem, men bert hava tvær, tríggjar piercingar. Men tey hoyra so eisini upp í bólkin, sum hava piercingar. Fyrr vórðu piercingarnar ofta settar í samband við nakað negativt, men tað verða tær ikki longur, tað er púra vist. Í dag eru tær smartar, flottar og tað letur til, at talið á teimum, sum vilja hava tær og velja at fáa sær tær, er vaksandi. Vit skriva: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Hósdagur, 10.10.2002 Åh! Lønin kemur ongantí› til tí›ina! Altí› skal ta› ke›iligasta henda tá ein skal naka› serligt. Hvussu skal eg nú fara til Danmark- ar?! Ebba, Sanna og eg avtala›u at fara ein túr til Danmarkar at vitja systir Sannu. Vit høvdu stórar ætlanir. Vit skuldu fara í Fiskatorgi›, Strøgi› og Amagersentri› - har eru jú klæ›ir at fáa. Ta› vóru tey stø›ini sum stó›u ovast á listanum. Vit skuldu vera har í f‡ra dagar, so ta› var gó› tí› at fara til øll tr‡ stø›ini, og uppaftur onnur aftrat. Men øll hesi stø› vóru ógjørlig at fara til uttan pengar. Mamma hevur longu goldi› fer›ase›ilin. Og eg sum havi arbeitt eyka í kioskini. Bara til henda túrin havi eg arbeitt eyka. Næstan dupult so nógv sum vanligt. Mamma ba› meg siga vi› arbei›sgevaran at lønin ikki var komin. Ta› haldi eg virka nokk so grussut, men ta› er ikki nógv anna› at gera. Gjørdi so ta›. Hann byrja›i at stama, tá eg spurdi hann um hvussu ta› var vi› lønini. Nøkrum umskyldningum kom hann eisini vi›. Hann lova›i at flyta pengarnar vi› ta› sama, tí at hann hev›i gloymt ta›. So skulu teir vera komnir á kontoina í morgin. Tá ver›ur lekkurt at síggja kontoavriti›.... T‡sdagur, 15.10.2002 Í dag fóru vit uppaftur til Føroya. Flugu kl.15.15. Vóru í Vágum umlei› kl.16.30 í føroyskari tí›. Ta› var ein ordilig uppliving at vera í Danmark. Vit náddu alt vit ætla›u okkum, og komu ikki aftur vi› ongum. Á›renn vit fóru til Danmarkar pakka›i eg kufferti› hálvfult, á heimfer›ini var ta› stappa›. Taskan til hondbagagu var eisini full. Umbor› á flúgvaranum keypti eg nógv bomm. Dumle, Toblerone, Fazermint og nógv, nógv anna› gott. Eg gle›i meg at sleppa aftur i skúla, so kunnu vit tríggjar, eg, Ebba og Sanna, reypa okkum ordiliga. Me›an tey sum lurta hava gingi› í skúla og lært, hava vit veri› í Danmark og keypt eina rúgvu av klæ›um, og havt ta› stuttligt. Men nú eg eri heimafturkomin er gott at sova í egnari song. Leygardagur, 12.10.2002 Í dag fóru vit. Mamma og pápi fylgdu mær vestur. Ta› gjørdu mamma og pápi Ebbu og Sannu eisini. Vit flugu frá kl.11.00 til umlei› kl.13.00, haldi eg. Vit lendu í Danmark kl.14.15 danska tí›. Systir Sannu bí›a›i eftir okkum í Kastrup. Hon hjálpti okkum eisini at fara eftir vi›førinum. Frá flogvøllinum lá lei›in út á Oyrasundskollegii›. Har skuldu vit búgva. Systir Sannu spurdi um vit ikki bara skuldu vera inni í dag. Hon helt at vit mundu vera naka› mó?ar aftaná fer?ina úr Føroyum til Danmarkar. Men tvørturímóti. Vit vóru so spentar. Vit vildu beinanve- gin sleppa út í handlarnar. Eftirsum ta› var leygardagur helt systir Sannu at ta› var passandi at fara í Det Blå Pakhus. Ta› er bara opi› í vikuskiftum. So fóru vit ta›. Har vóru vit í einar tveir tímar, og so til hús. So hugdu vit í sjónvarp eina løtu, ótu og so í song. Dagbókin - 10.a í Skúlanum á Ziskatrøð skrivar: Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002 3 24 ára gamla Bjørg Mohr Anderssen starvast sum sjónvarpsteknikari hjá Sjón- varpi Føroya. <ph_1> hevur hitt Bjørg til eitt prát Hesuferð stendur hon, sum vanliga stendur aftanfyri lin- suna, frammanfyri. Bjørg Mohr Anderssen starvast sum sjón- varpsteknikari í Sjónvarpi Før- oya. Her tekur hon sær mest av at fotografera og av ljósunum. – Pápi mín fotograferaði nógv, so eg havi altíð fjasast uppi í. Av fyrstan tíð vildi eg gerast fotografur, sigur Bjørg Mohr Anderssen, sum er 24 ára gomul. Í áttanda flokki tá Bjørg skuldi í starvsvenjing, ætlaði hon í starvsvenjing í Sjónvarpinum, men av tí, at Sjónvarpið ikki tók praktikantar úr 8. flokki, fór hon í starvsvenjing á Sosiali- num. Her var hon nógv úti við fotografinum og var uppi í meðan myndir vórðu gjørdar. Sum 16 ára gomul flutti Bjørg niður til Danmarkar. Her fekk hon arbeiði á eini lokalari sjón- varpsstøð. – Tað var ringt at fáa praktikk- pláss, sum fotografur, so tá eg fekk arbeiðið á sjónvarpsstøðini tók eg av. Eg gavst eftir 9. flokk, so eg havi so at siga onga skúlagongd. Eg havi ongantíð gingið á student ella nakað líknandi, greiðir Bjørg frá, sum síðani sigur, at hon altíð hevur verið ógvuliga mál- rættað. – Tá eg fyrst fann útav, at hetta var arbeiðið fyri meg, visti eg beinanvegin hvat eg skuldi. Eg helt ikki, at tað var nøkur grund til at brúka tíði- na upp á at fara á stu- dent ella okkurt líknan- di, tá eg ikki fór at fáa brúk fyri útbúgvingini allíkavæl. Dámar væl Bjørg sigur, at henni dámar ótrúliga væl hetta arbeiðið. – Eg hevði ongantíð kunna ver- ið ein kontórmús. Mær dámar væl at sleppa út og gera ymiskt, og her er tað soleiðis, at hvønn dag hendir nakað nýtt. Tú møtir nógvum fólki – ofta so nógv- um, at tú orkar ikki at síggja meira fólk, tá tú kemur heim, sigur Bjørg, og stórflennir. Fotografurin sigur, at í hesum arbeiðinum noyðist ein at vera kreativur og tað er eisini ein av- bjóðing. – Eg fáist mest við at fotograf- era og av ljósunum. Eg eri ikki týpan, sum situr og redigerar. Sjálvandi redigeri eg viðhvørt, men mær dámar best at foto- grafera. Sjálvt myndatólið kann tykjast tungt hjá okkum »meinigu før- oyingum« at hyggja eftir. At dragsa upp á eitt tungt myn- datól á herðunum ein heilan dag er nú heldur ikki bara sum at siga tað. Bjørg sigur, at onkuntíð tá ein hevur arbeitt leingi, so gerst man stívur í nakkanum og noyðist at fara til fysioterapeut. – Tað er ikki beinleiðis nakað neg- ativt við hesum arbeiðinum, sigur Bjørg, sum ger greitt, at hetta er arbeiðið hon ætlar sær at hava restina av lívinum. Kan- ska ikki bara í Føroyum, tí hug- urin at leita útum klettarnar er eisini til staðar. – Men í hesum arbeiðinum er ikki pláss til nakað frítíðarítriv. Arbeiðstíðirnar eru so ymiskar, at tú kanst ikki beinleiðis fáast við nakað, sum er um kvøldar- nar. Eg havi spælt nógv flogbólt fyrr, men tí eri eg givin við nú. Eg eri tó byrjað hvørt ár, men havi síðan verið noydd at ásan- na, at tað ikki ber til. Tað ber ikki til at vera hálvur á einum stað. Hugurin til útlondini er sjónligur í prátinum. Bjørg sigur, at hon hevði væl tímað at farið uttan- lands at arbeitt. – Her í Føroyum er tað eitt lítið stað, og tað er avmarkað, hvus- su nógv ein kann gera. Men tú sleppur at gera nógv, sum tú kan- ska ikki hevði sloppið aðrastað- ni. Men, sigur, Bjørg, – vit hava nógv at læra frá øðrum støðum. Í sjón- varpinum hevur Bjørg ymiskar vaktir. Ein vakt er tíðindavaktin. Har verður tikið upp til dag og viku. Sjálv sigur fuglafjarðargentan, at henni dámar best at gera sendingar, sum fara eitt sindur djúpari inn í eitt evnið enn tíðindasending- arnar gera. – Mær dámar eisini at vera á tíðindavakt, men tað skal ikki vera ov leingi í senn. Man skuldi trúð, at ein sum Bjørg, sum fæst við sjónvarpi meginpartin av degnum, ikki hevði nakran serligan hug at hyggja í sjónvarp tá hon kom heim um kvøldarnar. Men so er ikki rættiliga. Bjørg sigur, at hon hevur ofta sæð nógvar sendin- gar. So sum Borð um borð sendingar hevur hon allar sæð, og tí er tað kanska ikki eins spennandi at síggja, tá tað er á skránni. – Men eg síggi bara Sjónvarp Føroya, sigur Bjørg, og stórflen- nir. – Men eg plagi ofta at sita og hyggja. Bæði eftir sending- um, sum eg sjálv havi tikið upp, og tá plagi eg sum oftast at sita og kritisera. Ofta siti eg eisini og hyggi uttan nakað ljóð og bara hyggi eftir myndunum og hvussu sendingin er gjørd. Ella eisini leigi eg filmar, men para- bolin skal keypast. Bjørg ásannar, at hon hevur ver- ið heppin tá tað kemur til ar- beiðið. Hetta er eitt starv, sum er torført at fáa, men hjá henni hevur tað eydnast sera væl at fáa tingini at hanga saman. – Tað er ringt at fáa eitt slíkt starv, men hjá mær hevur tað eydnast rættiliga væl. Tað hevur bara koyrt síðani eg av fyrstan tíð byrjaði, sigur Bjørg at enda. pláss til Ikki frítí›arítriv Vangamyndin: Bjørg Mohr Anderssen Navn: Bjørg Mohr Anderssen Aldur: 24 ár Starv: Sjónvarpsteknikari Føðingardagur: 25.03.1978 Hvat vildi tú verða, tá tú vart stór, tá tú vart lítil? Frisør og fotografur 25031978 C M Y K 17 16