Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002 4 Piercingar... pín ein av teimum fáu, sum fæst við at pierca fólk í Føroyum er Annika Udbø. Hon arbeiðir til dag- ligt í Liljuni. Hon heldur, at hóast piercingar eru móti og "in" beint nú, so eru tær komnar fyri at verða. - Tað vísir seg ofta, at tey sum pierca seg ofta eru tey somu, sum ganga aftur. Tá tey fyrst hava fingið ta fyrstu pierc- ingina, so vita tey, hvat tað er. Og so vilja tey hava fleiri, greiðir Annika frá. Hon sigur, at ein kann pierca seg allastaðni, men sjálv piercar hon tó ikki undirbelti. Hon fær sera nógvar fyri- spurningar um tað, men hon noktar at gera tað. - Eg hvørki tori ella vil fara í holt við at pierca fólk undir belti, tí eitt mistak kann hava sera keðiligar fylgjur fyri viðkomandi. Tað eru ikki nakrar ávísar typur, sum velja at pierca seg. Ei heldur eru tað fólk í ávísum aldursbólki. Tey ungu eru helst í fleirtali, men alt fleiri og fleiri eldri fólk koma eisini í dag og vilja hava eina piercing. Annika hevur ofta mest at gera frá hósdegi til leygar- dag, so er tað lakari fyrrapartin av vikuni. Hví tað er so, veit hon ikki at siga. Men tað er so myn- strið, sum hevur víst seg. Hon hevur lært seg at pierca í Dan- mark. Hon var á skeiðið fyri einum trimum árum síðani, og hon byr- jaði at pierca í desembur 1999. Síðani tá hevur tað bara vund- ið upp á seg, og tað ger tað framvegis. kostnaðurin á piercingum er ójavnur. Alt eftir hvat ein ynskir, og hvar ein ynskir at verða pierc- aður. Veljast kann millum ein ring og so ein stav við perlu í. Ein vanlig piercing við ringi kostar 350 kr., meðan ein við stavi kostar 500 kr. Um ein ynskir at pierca seg í tun- guna, so er kostnaðurin 600 kr. Tað er tann dýrasta piercingin, ein kann fáa í Liljuni, har Annika Udbø arbeiðir. At síggja til kann tað tykjast sum um ein fær rættiliga ilt av at pierca seg, men tað er ikki rætt. Tað verður ikki nýtt doyving til piercingar, so heilt ringt kann tað ikki vera. Summi, sum hava piercað seg, siga, at tey føldu tað ikki, men gott kundu vera eitt sindur eym fyrstu dagarnar aftaná. Tey, sum hava valt at pierca seg í tunguna, eru á ójøvnum máli um, tað er pínufult ella ikki. Øll eru tey tó samd um, at ein fær ikki ilt, meðan tað verður gjørt. Men sum- mi siga, at einar tveir dagar aftaná, byrjar tungan at hovna, og tá kem- ur pína eisini. Og aloftast fáa tey tá ikki etið annað enn flótandi føði, so sum mjólkarúrdráttir og suppu. Men tað gongur yvir skjótt og aftaná tað, merkja tey onki til piercingina aftur. Mest vanligu støðini, sum fólk velja at pierca seg eru í vørrina, eygna- brúnna og nalvan. Tað eru mest kvinnur, sum pierca seg í nalvan, meðan menninir kanska halda seg meira til tey meira sjónligu støði- ni. Onkrar kvinnur vilja fegnar hava piercing í nalvan fyri at pynta um búkin – kanska serliga eftir barnsburð. Pengar - pengar Sóley Danielsen, 14 ár: eg haldi, at nøkrum klæða piercingar, og nøkrum ikki. Tað eru so nógvar týpur av fólki, so tað er alt eftir, hvussu andlitið á teimum er formað. Eg havi sjálv onga piercing, men eg havi hol í oyrunum. Piercingar... - Piercingar eru virkuliga penar, tá tær ikki síggjast Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002 5 na ella pr‡›i? av teimum sum dag- liga fáast við at pierca fólk verður tað ikki tilrátt nøkrum at royna at pierca seg sjálvan. Ein má vita, hvat ein ger, tí tað eru ávís punkt, ein kann prika í. Tað lærir ein á piercing- skeiðum. Og um ein fer í holt við tað sjálvur, og ikki reiðiliga veit, hvat ein ger, er tað sera skjótt, at bruni kann koma í, og tað er ikki serliga smart. Reinføri er sera týdningar- mikið, tá tað kemur til piercingar. Tilrátt verður at reinsa eina piercing tvær ferðir um dagin ta fyrstu tíðina aftaná við saltvatni. Um tað verður gjørt, so skuldi vandin fyri, at bruni kemur í ikki verið til staðar. Men sjálvandi kann tað kortini koma fyri. Hinvegin kann tað eisini føra bruna við sær, um ein reinsar piercingina ov ofta. So tað ræður um at fylgja tilráðingini frá tí, sum fre- mur piercingina. Nógv hava ring í nøsini og fleiri ringar í oyrunum eisi- ni, men her er ikki talan um piercingar, tí tílíkt verð- ur skotið ígjøgnum, meðan til piercingar verður ein kanyl nýtt. Summi, sum hava piercin- gar, siga, at tey ongantíð hava sæð amboðini, ið nýtt verða. Av tí ein- føldu orsøk, at tey ikki tordu at hyggja, meðan piercingin fór fram. Tað er væl skilligt, um tú til dømis ræðist sproytur, so kann tað ikki vera serliga gott fyri teg at hyggja at, meðan ein verður pier- caður. Og enn minni tú sjálvur. Vandi er í hvørjari vælfer›... Hanna Andreasen, 13 ár: eg haldi, at tað er pent at hava piercingar. Hví? Tað veit eg ikki ordiliga. Eg havi hol í oyrunum, og eg havi havt piercing í nalvanum, og tað ætli eg mær at fáa mær aftur. Foreldrini hjá mær vildu ikki í fyrstuni, men nú vilja tey. Eg hevði ongantíð funnið upp á at fingið mær eina piercing í bróstvortina. At nakar pínir seg sjálvan solei›is! - tarvar hava piercingar, so hví ikki menniskju eisini? - ein persónur hev›i so nógvar piercingar í andlitinum, at hú›in byr- ja›i at skrædna av vektini C M Y K 19 18