mikudagur 23. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002
6
- Tey gomlu róptu rótina á hvonn svøvnrót. Tá ið hann, ið ringt svøvnlag hevur, er niðurfarin, verður rótin løgd undir
koddan, men soleiðis, at hann ella hon ikki varnast tað. Hon verður burtur aftur tikin, beinan vegin svøvnurin er komin;
verður hetta ikki gjørt, vaknar hann ella hon ikki upp aftur.
- Tikið úr bókini:
Gomul føroysk heimaráð
- Barnakona má ikki síggja opna grøv.
Hvat ið so hendir, um hon ger ímóti
hesum boðum, vita vit ikki. Men eitt
reytt løriftstykki koyrt inn á bringu-
na ger tað, at hon kann.
- Tikið úr bókini:
Gomul føroysk heimaráð
- Dettur barnakona, ella rennur ímóti, má hon
ikki tríva um, har sum hon fekk ilt, tí so fær
barnið móðurmerki á sama stað á kroppi sínum.
- Tikið úr bókini:
Gomul føroysk heimaráð
Bleytar hendur
Um tú ynskir bleytari hendur, skalt tú
smyrja tær inn í jomfrúolju, og síðani inn
í vaseline. Koyr síðani hendurnar í ein
plastikposa í 10 minuttir. So fer oljan inn
í húðina og ger hana bleyta.
Kelda: www.ask-alex.dk
- Ung fólk halda gomul fólk vera býttlingar;
men gomul fólk vita, at ung fólk eru býttlingar
George Chapman
- Filmsleikstjórar eru fólk, sum eru ov lítil til at
gerast filmstjørnur
Josh Greenfield
Eitt vakurt menniskja er eitt menniskja við
ljotum hugskotum
Jonathan Swift
- Í kærleika er tað altíð ein, sum kyssir, og
ein, sum vendir kjálkan til
Franskt orðatak
tey seinastu árini hevur
hann verið alt meir at sæð.
Í dag er hann ein heilt van-
ligur partur av býarmyndini
– kanska serliga í Havn.
Hetta kemst kanska serliga
av tí, at ung frá 16 ára
aldri hava loyvi at koyra
hann.
Skutarin ger tað møguligt
hjá ungum at koma til
støð, ið ikki liggja í nærum-
hvørvinum, uttan at vera
bundin at t.d. foreldrum
við bili. Ógvuliga nógv tíð
er at spara við at nýta sku-
taran. Tú kanst koma og
fara, sum tær lystir, og
hetta ger teg óheftan ella
frælsan.
Ein vanligur, nýggjur skutari
kostar umleið 20.000 kr,
hevur uml. 5 hk og koyrir
eini 50-60 km/t. Tað kann
ikki sigast at vera ov lítil
ferð, tá hugsað verður um,
at hann mest verður nýttur
til at koyra inni í býnum,
har mest loyvda ferðin er
50 km/t. Tað er tí náttúrligt
av okkum at halda, at sku-
tarar ikki koyra ólógliga, tá
vit dagliga síggja teir fer-
ðast við ferðslustreyminum
í b?num. Men um vit
halda ta?, fara vit skeiv.
Lógin sigur, at ein sku-
tari bert kann koyra 30
km/t. Um hann hevur
møguleika at koyra
skjótari enn hetta, er
hann ólógligur.
Tað er løgið at hugsa
sær, at ein „óvitandi”
unglingi, sum hevur keypt
sær ein skutara og fingið
koyrikortið, sum loyvir
honum at koyra hann,
hóast alt kann verða tikin
av politinum, fáa eina bót
fyri at koyra ein ólógligan
skutara og verða noyddur
at ganga heim, av tí at
politiið hevur tikið sku-
taran. Drongurin fær hann
tó aftur. Hann er sum so
eisini heilskapaður, bur-
tursæð frá tí, at ein lítil
lutur er tikin burtur, og at
motorurin kemur sum eitt
samlisett‚ í einum posa.
Hetta má drongurin gjal-
da fyri at fáa ‘samlað’.
Allar flestu skutararnir,
sum ung koyra á, um
ikki allir, kunnu koyra
meir enn 30 km/t og
eru tí ólógligir. Um poli-
tiið hevði tikið allar, so
hevði trupulleikin við
lógarbrotunum verið
loystur. Men hetta er av
ymsum orsøkum ógjørligt.
Heldur ikki burdu vit
hækkað ferðarhámarkið, so
at skutararnir eru lógligir‚ tí
tað er væl skilligt. Koyrifør-
leikarni hjá 16 ára gomlum
eru verri enn teir hjá bilfør-
arunum, og tey eiga tí ikki
at hava loyvi at koyra eins
skjótt og teir.
Tað, sum undrar meg mest
viðvíkjandi ólógligum skut-
arum, er, at skutarar, sum
koyra skjótari, enn tey
ungu hava loyvi at koyra,
verða seldir temum ungu.
Teimum, sum selja skutar-
arnar, kunnu vit ikki steð-
ga, tí vit kunnu lata vera
við at keypa teir, um vit ikki
vilja hava teir. Vit hava
ábyrgdina. Men er tað nú
trygt at geva 16 ára gom-
lum slíka ábyrgd? Vilja
dreingir ikki koyra so skjótt
sum gjørligt, uttan at teir
hugsa um fylgjurnar?
Bjarni
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002
7
Súkklan vi› hjálpimotori
Ung
or›:
Reign of Fire - Dragejægerne
heimurin 2020. Flogdrekar hava
yvirtikið valdið í heiminum, teir liva
fyri at drepa og njóta øskuna av tí,
teir brenna. Allur heimurin og
heimsins stóru býir eru lagdir í
oyði. Men eitt stað, á eini gamlari
borg nakað norðarlaga í Onglandi,
roynir Quinn at halda lív í einum
lítlum samfelag, hóast korini eru
sera vánalig. Sum smádrongur var
Quinn tann fyrsti, sum bar eyga
við drekarnar, sum eftir fleiri ára
túsund í dvala vóru vaktir til lívs
aftur, tá tunnlar vóru boraðir undir
London. Lítla samfelagið hjá
Quinn klárar so dánt at hóra
undan, og hugsingur er ikki um at
berjast móti drekunum – ikki fyrr
enn amerikanarin Danton Van Zan
og hansara fólk, sum eru dreka-
veiðimenn, ein dagin koma fram-
við. Nú skal bardagin móti drek-
unum byrja, so sivilisatiónin kann
bjargast!
Og tað er júst hetta, sum filmurin
Reign of Fire, ið hevur fingið dans-
ka heitið Dragejægerne, snýr seg
um – at bjarga sivilisitatiónini. Ein
uppgáva, ið kann tykjast ómøgu-
lig, hóast framkomnu útgerðina
hjá Van Zan og hansara fólki, tí
drekarnir eru í túsundatali. Eftir
eitt langt brot í filminum, har Van
Zan og hansara fólk við tógvi stríð
taka lívið av einum dreka – sjál-
vandi við hjálp frá Quinn, verður
ein loysn funnin. Tað vísir seg, at
allir drekarnir eru av kvennkyni, og
at tað bara finst ein dreki av kall-
kyni, sum gitir øll eggini hjá tei-
mum. Við at drepa kallkynsdrek-
an, sum annars er øðiligur til stød-
dar, vilja allir drekarnir sum frálíður
doyggja út. Kallkynsdrekin heldur
til í leivdunum av London, har
endaliga uppgerðin til seinast í
filminum eisini fer fram.
Søgan kann tykjast rættuliga
banal og heldur ikki teldugjørdu
drekarnir og onnur »special
effects« megna at bera filmin. Tað
eru jú longu nógv ár síðan Jurassic
Park fyrstu ferð var á løriftinum,
og drekarnir í Reign of Fire eru í
so máta einki upplivilsi. Tó er
nakað av spenningi at hóma í
brotinum, har Van Zan og hini
skulu drepa ein av drekunum.
Høvuðspersónarnir kunnu til tíðir
tykjast eitt sindur láturligir. Serliga
Van Zan, spældur av Matthew
McConaughey, sum alla tíðina
gongur stynjandi runt við ørm-
unum ein hálvan metur út frá
lendunum, meðan hann sum
oftast eisini tyggir ein sigarstubba.
Og sjálvandi hevur hann eisini
amerikanska flaggið seymað á
bringuna í hernaðarvestinum hjá
sær. Replikkirnir millum Van Zan
og Quinn eru heldur ikki teir djú-
pastu – men okey, talan er jú ikki
um ein psykologiskan thrillara,
men ein banalan science fiction
film um at drepa nakrar stórar,
óndar flúgvidrekar, sum spýta eld.
Eitt skifti í filminum óttast tú at
leikstjórin traðkar í djúpastu grøv-
ina og letur tað renna saman mil-
lum Quinn og kvinnuliga tyrlu-
flogskiparan hjá Van Zan, nevnd
Alex. Hetta verða vit til alla lukku
skónað fyri - og tó, tá sivilisi-
tatiónin er bjargað, eru Quinn og
Alex framvegis saman…
Fakta um Reign of Fire
Leikarar:
Christian Bale, Matthew
McConaughey, Izabella Scorupco
Leikstjóri:
Rob Bowman
Longd:
102 min.
Sta›:
Havnar Bio, um tú ert 12 ár ella
eldri
C
M
Y
K
21
20