mikudagur 23. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 23. oktober 2002
23
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2002
8
Topp 10 - video
01.
Crossroads
02.
Time Machine
03.
Ringenes Herre
04.
A Beautiful Mind
05.
Black Hawk Down
06.
Finn & Co.
07.
Rat Race
08.
Collateral Damage
09.
Bring It On
10.
Panic Room
Topp 10 - CDRom
01. The Sims - Unleashed
02. Total Club Manager 2003
03. Hitman 2 - Silent Assassin
04. Unreal Tournament 2003
05. The Sims - Deluxe Edition
06. The Sims - House Party
07. Mafia
08. Grand Theft Auto 3
09. Delta Force - Task Force Dagger
10. Soldier Of Fortune - Double II Helix
Topp 10 – DVD
01.
Time Machine
02.
Panic Room
03.
Black Hawk Damage
04.
Collateral Damage
05.
Sweetest Ting
06.
Legend Of The Red Drageon
07.
Asterix & Obelix
08.
Ringenes Herre
09.
Crossroads
10.
40 Days & 40 Nights
so eru teir aftur, menninir í Toto.
Óbundnir og leysir av ósjónligum
trælaeigarum, sum teir taka til.
Superbólkurin, sum enntá hevur staðið
á palli í Føroyum.
Men hesaferð eru teir aftur, sum vit
ongantíð hava hoyrt teir áður. Teir
spæla ikki síni egnu løg, sum teir jú
oftast koma sera væl frá, men teir
spæla ístaðin løg hjá øðrum. Cover-
løg. Klassikarar.
Toto byrjaði, siga søgur, sum ein
samanrenning av nøkrum studiotón-
leikarum, sum dugdu síni ting og sum
funnu útav, at teir hóskaðu saman. Og
teir hava hóskað væl, bæði saman, og
saman við okkum øðrum nú í mong
ár.
Toto og nýggja útgávan Through the
looking glass er ein framúr fløga. Toto
er ein av teimum bólkunum, har ein
ikki fer skeivur av, hvørjum tað er ein
lurtar eftir. Tað hoyrist, tá tað er Toto.
Tó er alt so nógv øðrvísi hesaferð.
Hetta er og verður ein øðrvísi Toto
útgáva.
Teir leika løg hjá Bob Marley, Walter
Becker og Donald Fagan, George
Harrison, Barrett Strong og Norman
Whitfield, Stevie Wonder, Herbie
Hancock, Elton John og Bernie Taupin,
Jack Bruce, Peter Constant og Eric
Clapton, Elvis Costello og Bob Dylan.
Og so er eisini tann traditionelli House
of The Rising Sun við.
Toto siga á útgávuni millum annað, at
- well, her eru teir aftur. Tíð er at kaða
í bókina. At kaða aftur um bak, aftur í
tíðina. Tí einaferð var tað ein sangur
við einum lag, ið hevði orð við eini
meining. Gev okkum eitt beat, útgerð,
nakrar wannabes og so framvegis og
eitt upptøkutól, ið er eitt tól, ið loyvir
einum at ferðast í tíð til eina og hvørja
tíð.
We’re not worthy!!!, siga teir í Toto
við allar teir stóru sangararnar og
sangskrivararnar, ið teir leika á fløguni.
Løgini, ið teir leika, ljóða enn í dag líka
væl, sum tá teir fyrstu ferð hoyrdu tey.
Hetta er tó gávan frá teimum í Toto til
allar teir stóru, ið teir fingu loyvi, æru
og eydnu til at hitta á leiðini.
Lat eyguni aftur og finn útav, at ein
kann síggja við oyrunum, sigur man-
ningin í Toto millum annað í
fløguhúsanum.
Ein góð fløga frá Toto. Og als ikki líka
sum allar hinar, tit vita, Hold The Line,
Rosana, Afrika og so framvegis. Nei,
her læra vit eitt annað Toto at kenna
og tað er spennandi, eftir at hava kent
henda superbólkin í mong ár.
Our love and apologies, siga Toto á
húsanum til fløguna, sum teir hava
ognað minninum um Jeff Pocaro.
Toto - Through The Looking Glass
Fakta:
Bólkur/einstaklingur: Toto
Heiti á útgávu:
Through the
looking glass
Skeringar á útgávu: 11
Longd á útgávu:
55,42 min
Framlei›ari:
Toto
Útgávufelag:
Toto Recording Inc.,
CMC
Meting:
Ljó›gó›ska:
Dygd í løgum:
Heildarmeting:
Video/DVD
nú er enn eitt spæl komið í
The Sims røðini. Nú hevur
tú møguleikan at geva tín-
um Simmarum eitt kelidjór.
Tú skalt læra kelidjórini at
verða reinlig, læra tey at
gera okkurt serligt, keypa
teimum leikutoy, geva teimum
at eta og gera títt besta til,
at tey ikki oyðileggja húsið.
Fyri at kunna spæla hetta
spælið mást tú eiga tað
orginala »The Sims« spælið.
Men tá tú ert farin í gongd,
so kanst tú fara í djóra-
handilin og adoptera ein
hund, eina kettu ella okkurt
annað djór til tínar Simmar.
Nú eru eisini fimm karrierur
afturat at velja í millum og
har eru 50 nýggj arbeiði, og
tú kanst eisini fáa tær ein
grønmetisgarð. Nýggja Sims
spælið er nú at fáa, og ert
tú ein av teimum, ið dámar
at spæla The Sims, so er at
renna niðan í 3´aran og
ogna tær spælið áðrenn
grannin ger...
Fløgur
the sims unleashed
teir einaferð so vælumtók-
tu 80´ara filmarnir hjá
Steven Spielberg eru nú
endurútgivnir. Allir tríggir
Back to the Future filmarnir
við Michael J. Fox og
Christopher Lloyd í
høvuðsleiklutunum eru nú á
DVD fyri fyrstu ferð.
Filmarnir hava nú fingið dig-
italt ljóð og ein rúgva av
eyka scenum og eyka tilfari
er lagt afturat hesi boksini
við teimum trimum fil-
munum. Talan er um tvær
dvd fløgur og umframt teir
tríggjar filmarnar eru fimm
tímar av eyka tilfari.
back to the future
ein onnur savnsfløga
er eisini júst komin á
marknaðin. Talan er um
fløguna Hanging by a
Moment 2. So ert tú til
eitt sindur villari tónleik
enn løgini, sum eru á
Woman fløguni, so er
at ogna tær hesa fløgu-
na. Her fært tú nógvan
góðan tónleik frá mil-
lum annað Jupiter Day,
Incubus, Nickelback, The
Calling, Kent og øðrum.
Tilsamans eru 20 løg á flø-
guni við 20 ymiskum ein-
staklingum ella bólkum.
hanging by a moment two
fimta Woman fløgan
er nú komin út. Við eru
bæði eldri og nýggjari
sangir hjá kvinnuligum
einstaklingum ella
bólkum. Hetta er ein
dupultfløga og
tilsamans eru 40
skeringar at velja ímil-
lum.
Nevnast kunnu millum
annað Jennifer Lopez,
Atomic Kitten, Alicia Keys,
Mariah Carey, Celine Dion,
Pink, Destiny´s Child,
Britney Spears, Annie
Lennox, Lauryn Hill og
Björk.
woman v
Sóust teir aftur
sjónskari enn áður
í sjálvtøku gulltíðunum
tømdu trogið
arbeiðarafjøldin
slitnu,bløðandi hendurnar
aftur tað fylti
ragammarnir altíð til reiðar
hesir marglætiskropparnir
ríkmenninini
nú mangar ferðir fleiri
-tíggjuferðir-
ein óteljandi hópur
í spekulantafylginum
børn teirra
við fylgi
ein ørgrynna av spekulantum
floymdu inn yvir aftur landið
settust á tær feitastu røkurnar
feitilendini vórðu fullsett
skræddu alt í seg
sum fyri var
og meir afturat
vit standa bert og hyggja
dølskir og dovnir áskoðarar
líkasælan valdar
okkara talsmenn
steinsova
meðan hesir
marglætiskropparnir
ríkmennini
og teirra avkom
kunnu skalta og valta
við fólksins ogn
okkara ogn
tilfeingi á sjógvi og landi
vinnutólini
sum teimum lystir
til felagsskapin
ikki eitt oyra gjalda
løgið, líkasælt og sjálvsøkið fólk
frálík gróðralíkindi
hjá
smábólkamentalitetinum
klubbmentalitetinum
hvat er vorðið av
solidaritetinum?
stríðsandanum?-rakstrarrópunum?
mótmælunum?
rættvísishugsjónini?
køvd í materalismunnar valdi !
jú sanniliga
spekulantarnir hava fríar ræsur.
sníkjandi sum sóttin
innar í hvørja kroysu
neyðtaka og eyðræna
alt á teirra ferð
saman við
teirra útvalda fylgi
nú eru spekulantabørnini
vorðin vaksin
-og væl skúlað
spekulantaskúlarnir eru margfaldir -
ein spegilsmynd av
foreldrunum
vesturlendsku marglætissamfeløgunum
komu afturí aftur
tó teir altíð hava
verið her
nú aftur
sjónskir í fjøldini
í øllum samfelagsliðum
ríviligt er til
av føðslu
verða aldri mettir
síggjast aftur
í ymsum skortum
tó mangar ferðir grammari
enn áður
tó muran tann sama
kraddaralyndið stingur djúpt
eirindaleysir ránsmenn
við valdsharranna vælsignilsi
ongin torir
vil
steðga teimum
á ránsferð teirra
hetta kærkomna,vælsignaða
høgrarákið
spekulantanna verndareingil
vinstraódnirnar
fýsa eitt sindur
av og á
øsa sjógvin upp
men um lítið bil
tekur høgrarákið
tær í favn
rura,rura, rura
og aftur valdar
tøgnin
og líkasæla lognin aftur
frælslynta hugsjónin
letur seg køva
av tí snilda,eirindaleysa
høgrarákinum
stórkapitalurin
fleirtjóðaspekulantar-og fyritøkur
floyma inn yvir landið
við sínum skitnu og eitrandi vápnum
stórkapitalurin og
tess leigusveinar
siga hvar skápið skal standa
hálovaðir av valdsharrunum
spekulantar altíð til reiðar
við síni hjálpandi hond
valdsharrarnir taka móti hesum
ránsmonnum
við opnum favni
fólkið bløðir
og fellur
í líkasælunnartrog
steinsvevur
og verður liggjandi
óvirkið
eingin glottar fyri stavn
vinstravongurin
letur standa til
-stríðsandin er horvin
skríggjandi úti í havsbrúnni -
liggur undir skjúrtuvelinum
í luð av
høgrarákinum
rekur fyri vág og vind
vaknar aftur
við kaldan dreym
men tá er ov seint
fleirtjóða spekulantar
og teirra leigusveinar
her heima
fóðra ungdómin við alskyns dramblæti
glantrileikum
eitrandi lognbrá
yvirstættin
luksusdýrini
og avkomið
hava selt sín sál til
spekulantarnar
fínarimpurnar
snákurnar
liva í einum
veitslurúsi
fróðarliðið
granskar
er í valdinum
á
eitrandi,dálkandi
fleirtjóðaspekulantunum
og valdsharrunum
tey á skuggasíðuni
eru óynskt
flýggja
goymd burtur
undir tí dýggjvátu
vaðingini
eitt uppstása miðaldarsamfelag
høgrarákið kínir tær
blítt um ennið
og rurar teg í blund
børnini spæla sær í morgunsólini
kring glæstriborgirnar
í náðum
meðan fínarimpurnar snorksova
vakna aftur tá
ríkmannaveitsluhornið
aftur gjellur
tó kann eg hóma
stríðsmerkið mikla
spakuliga koma
og vekja okkum
til tann nýggja
blóðreyða
morgunin
ið brátt kemur!
verið árvaknir
stríðsfelagar
brøður og systrar!!
fylkist í hóp
og blásið í sigurslúðurin stinna!
tann fullkomni
solidaritsandin
vil sigra!
børnini leika á bønum
og binda sóljukransar.
framtíðin er okkara
tilfeingið alt
bæði á sjógvi og landið
vinnutólini
verksmiðjurnar
alt vit hava bygd upp
við okkara stríðsmerktu hondum
er fólksins ogn
kraddarapakkið verður rikið
á dyr!
fær durafjórðingin med alla !
sigurin verður okkara!
Fagurt tá verður at liva á foldum!
Sólmundur Joensen
27.sept-2002
Ríkmennini við fylgi
TÍÐINDASKRIV
Føroya Pro Vita
Føroya Pro Vita í 10 ár!
Hesi 10 árini, F. P. V. hevur
virkað, hava vit millum
annað haft eina ráðgevara-
tænastu, lagt til rættis
undirvísingartilfar og fing-
ið hetta út til skúlarnar. Vit
hava eisini boðið dugandi
fólki til at greina spurn-
ingar um mannavirðið á
medicinsketiska økinum og
onnur samanberandi evni,
so sum fosturdráp, horvni
pápin, at vera foreldur til
barn við Downs syndrom,
angribollin, eutanasi, um-
sorgan fyri doyggjandi,
gengransking, reproduk-
tiónsteknologi og posta-
bortion syndromet. Eisini
er upparbeitt eitt bóka- og
videoútlán.
Tað nyttar at stríðast! Tí
ímeðan vit fyri 10 árum
síðan sóu illviljan ímóti at
nema við henda týdningar-
mesta spurningin av øllum,
tað veri seg átrúnarligt eins
væl og politiskt, barnið í
móðurlívi, so upplivdu vit
til seinasta val, at tíðinda-
fólk settu fram spurningin
til allar flokkar, hvat við
fosturdrápinum. Og so vítt
vit kundu hoyra, var tað
eingin, ið tordi at siag: lat
børnini bara doyggja.
Støðan er sera álvarsom.
Ímeðan flokkar her heima
tosaðu um pláss og pláss-
trot fyri gomlum, visti DR1
í eini DR-Dokumentar at
siga hyggjarum sínum und-
ir yvirskriftini »Det store
babykrak« at Evropa er við
at gerast »Heimsins ellis-
heim«. 15 lond í Evropa
fylla fleiri kistur enn vøgg-
ur og undirskoti í føðingum
er 2 milliónir børn árliga.
Og meðan politikarar her
heima tosa um strangan
innflytarapolitikk,
visti
sendingin at siga frá, at
næstu 24 árini hevur Ev-
ropa tørv á 225 milliónum
innflytarum til tess at varð-
veita
fólkagrundarlagið.
Gongdin í løtuni bleiv sam-
anlíknað við »kollektivt
selvmord« og ein økonom-
ur segði, at gongdin hótti
vælferðina.
Angribollin: Eitt
mál,
sum vit hava arbeitt við, er
at siga frá um sonevnda
angribollan. Hetta er eitt
álvarsmál, sum uttan iva
verður tann stóri fostur-
dreparin. Vit hava sent
politiska myndugleikar-un-
um áheitan um at steðga
søluni av hesum bolla. Við
sorg mega vit ásanna, at
áheitan okkara ikki er
hoyrd.
Evnisdagur: Leygardagin
26. okt. í matarhøllini á Før-
oya Læraraskúla, hevur
»Føroya Pro Vita« sín árliga
evnisdag. Hesaferð eru fýra
evni á skránni. »Lívið,
heppin tilvild« – »Tá ið fyri-
byrging hevur við sær dráp«
– »Royndir sæð í ljósinum
frá norskum fosturtøku-
virksemi« og »Nattúrlig
familjuplanlegging«.
Fyrilestrar. Fyrilestrarnar
fer norski læknin Inger
Lund Thorsen at halda.
Inger hevur gjørt seg gald-
andi í kjakinum um fostur-
tøku í Norra. Hon kemur
higar saman við manninum
Arna. Fyrilestrarnir eru al-
mennir og byrja verður kl.
10.10. Sí annars lýsing í
blaðnum.
Føroya Pro Vita 10 ár
C
M
Y
K
23
22