mikudagur 23. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • mikudagur • 23. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Mest óvæntaða
úrslitið í meistara-
deildini hjá
kvinnum kom helst
á Kambsdali, har ÍF
vann sera
spennandi dyst á
TB, og yvir høvur
tykist
flogbóltskappingin
hjá kvinnum at
gerast heilt
spennandi í vetur
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð nakran
tíð skuldu kvinnurnar hjá
KÍF
spæla
dyst
í
meistaradeildini, tá tær
saman við Mjølnir settu
sjøtul á nýggja flog-
bóltsárið.
Hetta hendi í Klaksvík,
har Mjølnir tók ímóti
nýggja liðnum, og størri
uppgávu kann ein upp-
flytari neyvan fáa, tí
Mjølnir er um nakað
felagið,
sum
hevur
myndað føroyskan kvinnu-
flogbólt seinnu árini. Eisini
hóast tær nú í tvey ár hava
sæð meistaraheitið fara
aðrar vegir.
Í fyrsta dystinum á árin-
um var tó eingin ivi. Mjøln-
ir liðið, sum framhaldandi
er ein góð blanding av bæði
royndum og nýggjum kreft-
um, vann tryggan 3-0 sigur,
men fyri tað eiga tær hjá
KÍF ikki at fara niður við
høvdinum. Setningur teirra
má fyrst og fremst vera at
fáa neyðugu royndirnar í
grundspælinum, umframt
at nøkur stig helst skulu
skavast saman, og so verður
tað av álvara álvara í enda-
spælinum, tá sessurin í
deildini skal bjargast.
Meistararnir taptu
Sunnudagin vórðu so tveir
dystir leiktir í kvinnudeild-
ini. Vesturi í Vágunum
dystaðust Dráttur og Fleyr,
og her gjørdist úrslitið, at
Dráttur vann dystin 3-1.
Talan í øllum fýra førunum
um jøvn sett, men tá sam-
anum kom, vóru tað tær á
heimaliðnum, sum vóru tær
stinnaru. Men einki er at
ivast í, at fyri Fleyr mundi
avrikið kennast sum ein
fløvi, eftir at liðið seinnu
árini hevur verið langt ífrá
styrkini, sum tær áður hava
havt.
Mest óvæntaða úrslitið
kom tó helst á Kambsdali,
har tað í fimm sepnnandi
settum eydnaðist ÍF at
vinna á meistaraliðnum úr
TB. Leingi bendi eisiini á,
at ÍF skuldi vinda burtur úr
meistarunum, men í einum
spennandi triðja setti eydn-
aðist TB at fáa vend í. Tað
var eisini um reppið, at tað
eydnaðist TB at fáa sigurin
til høldar, men í avgerandi
bóltunum vóru fuglfarða-
kvinnurnar
kaldari,
og
vunnu tær at enda 16-14.
Hóast tað enn bert er
liðið eitt umfar av
flogbóltslandskappin
gini, tykjast fleiri
broytingar gera seg
galdandi í styrkis-
býtinum millum tey
fimm feløgini í
meistaradeildini hjá
monnum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tveir dystir vórðu leiktir í
meistaradeildini hjá monn-
um, sum aftur í ár telir
fimm lið.
Leygardagin dystaðust
Mjølnir ímóti meistaraliðn-
um úr Fram, og her vann
heimaliðið tryggan sigur, tó
at Fram fyrstu løtuna skelk-
aði við at taka fyrsta settið.
Í mun til árið í fjør, so er
einki at ivast í, at styrkislut-
fallið millum liðini bæði er
broytt munandi. Fram hev-
ur undan árinum sagt far-
væl við Rúna Weihe, sum
hendan veturin fer at spæla
flogbólt á Kambsdali, og
hinvegin
hava
Mjølnir
styrkt um liðið við tveim-
um bulgarskum leikarum.
Sum nevnt, so fekk Fram
skapt eitt sindur av øsing í,
tá teir tóku sær av fyrsta
settinum í Klaksvík, men
eftir hetta fekk Mjølnir tó
tamarhald á, og tá lagt varð
saman, høvdu teir vunnið
ein hampuliga tryggan 3-1
sgiur.
Sunnudagin var so dystur
í Vágunum, har SÍ tók
ímóti Fleyr. Fleyr var í fjør
so nær við meistaraheitið,
sum hugsast kann, men í ár
verður støðan fyri teirra
viðkomandi
helst
væl
øðrvísi. Mest sum allir teir
royndu leikarar, sum í fjør
mannaðu liðið, hava nú lagt
flogbóltin á hillina, og tí
verður árið í ár fyrst og
fremst ein roynd at byggja
eitt nýtt lið upp.
Sørvingar tykjast hinveg-
in ætla sær at halda fram
eftir sama leisti sum í fjør.
Jón Niélsen er farin til
Fram, men í aðrar mátar
tykist liðið framhalandi
rættiliga sterkt, og sunnu-
dagin var í øllum førum
eingin ivi. Til samans vann
Fleyr ikki meira enn 42
bóltar, og tað munaði lítið
mótiu teimum 75, sum SÍ
ognaði sær.
ÍF var ikki í dysti hetta
vikuskiftið, men einki er at
ivast í, at tað verður spenn-
andi at síggja, hvussu árið
fer at hilnast hjá teimum.
Liðið hevur verið fyri nøk-
rum broytingum, men við
tilgongdini av Rúna Weihe
tykjast kantarnir at kunna
gerast enn sterkari, enn teir
hava veri undanfarnu árini,
og so er spurningurin, um
tað er nóg mikið, til at taka
dystin upp móti fyrst og
fremst Mjølni og SÍ.
Meistarar og uppflytarar taptu
Fyri fyrstu ferð skuldu KÍF royna seg í meistaradeildini, og
byrjanin kundi neyvan verið harðari enn var, tá tær í fyrsta
dystinum skuldu royna seg á útivølli móti Mjølnir
Mynd: Álvur Haraldsen
Broytingar at hóma
Meistaraliðið úr Fram tykist ikki hava somu styrki sum í fjør,
og í Klaksvík vóru teir greitt við undirlutan, tá teir vitjaðu
styrkta Mjølnir-liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 203 - 23. oktober 2002
Amerikanski forsetin,
George W. Bush, er
nú til reiðar at gera
enn eina roynd at
loysa Irak-kreppuna
við samráðingum, og
hann krevur heldur
ikki longur, at
Saddam Hussein skal
frá
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Amerikanski forsetin er
ikki so avgjørdur í Irak-
málinum longur. Í gjár
segði George W. Bush, at
Saddam
Hussein
kann
verða sitandi við valdið í
Irak, men so er kravið, at
hann heldur allar samtyktir
hjá ST.
Eygleiðarar í Washington
siga, at Bush hevur lagt á
annan bógv í Irak-málin-
um, men talsmenn hjá
Hvítu Húsunum vóru tó
skjótir at gera vart við, at
forsetin hevur ikki broytt
støðu.
– Mál okkara er fram-
vegis, at Irak eigur at fáa
eitt annað stýri, tí sitandi
stýrið fer ikki at broyta sín
politikk, segði Bush og
vísti á, at undanmaður
hansara, Bill Clinton, hevur
somu uppfatan.
Bush legði tó afturat, at
er Saddam Hussein til reið-
ar at laga seg eftir samtykt-
unum hjá ST, kann hann
verða sitandi, tí tað hevði í
sjálvum sær verið ein
broyting í irakska politikk-
inum.
USA legði í gjár eitt nýtt
uppskot til samtyktar fyri
hinar føstu limirnar í ST-
trygdarráðnum, Bretland,
Frakland,
Russland
og
Kina. Um uppskotið segði
Bush,
at
amerikanska
stjórnin hevur roynt ta
diplomatisku leiðina fyrr
og er til reiðar at gera tað
eina ferð afturat.
– Men kemur einki bur-
tur úr teimum diplomatisku
royndunum, finnast aðrar
leiðir, segði forsetin ávar-
andi.
Amerikanskir hernaðar-
serfrøðingar hava fyrr sagt,
at eitt álop á Irak eigur at
verða sett í verk í januar
ella í februar, tí tá eru um-
støðurnar tær bestu. Hetta
vita irakar eisini, og teir
royna tí at draga tíðina út.
Av teimum føstu limun-
um í trygdarráðnum er tað
serliga Frakland, sum hel-
dur aftur. Franska stjórnin
hevur sagt, at tað kann ger-
ast neyðugt við einum her-
naðarligum átaki ímóti
Irak, men stjórnin hevur
samstundis kravt, at allar
politiskar og diplomatiskar
leiðir skulu roynast fyrst.
Eygleiðarar í Washington
siga, at tað seinasta amerik-
anska uppskotið til sam-
tyktar ber týðiliga boð um,
at amerikanarar hava valt at
slaka fyri fransmonnum
fyri at fáa teir føstu limirn-
ar at taka undir við upp-
skotinum.
Vápnaeftirlitsmenninir
hjá ST hava boðað frá, at
teir eru til reiðar at fara til
Irak, so skjótt teir fáa boð
um tað.
Tá svenska løgreglan í
síðstu viku kom fram á
eina skammbyrsu undir
einari
húsarannsókn,
varð hildið, at talan
kundi vera um skamm-
byrsuna,
sum
Olof
Palme, forsætisráðharri
varð skotin við í 1986.
Løgreglan vísti m. a.
á, at skammbyrsan varð
funnin í einum um-
hvørvi, sum Christer
Pettersson
plagdi
at
halda til í um tað
mundið, tá Palme varð
myrdur. Pettersson varð
leingi skuldsettur fyri at
hava myrt forsætisráð-
harran.
Men í gjár avsannaði
svenska løgreglan, at
tann funna skammbyrs-
an hevði nakað við
Palme-morðið at gera.
Norsku
bryggjaríini
mótmæla nú politiska
tosinum um at lækka av-
gjøldini
á
víni
og
brennivíni.
Tað er ikki stjórnin,
sum hevur ætlanir um at
gera vínið og brenni-
vínið
bíligari.
Men
Framburðsflokkurin,
sum er stuðulsflokkur
hjá
stjórnini,
hevur
kravt,
at
avgjøldini
verða lækkað, nú sam-
ráðingar eru um fíggjar-
lógina fyri 2003. Kravið
hjá flokkinum er, at av-
gjøldini skulu lækka 25
prosent, og flokkurin
heldur hetta vera neyð-
ugt fyri at avmarka tað
nógva heimabryggið.
Men bryggjaríini, sum
bryggja øl, eru ímóti
uppskotinum. Tey siga,
at lækkingin fer bara at
gera, at fleiri norðmenn
fara at drekka brennivín
heldur enn øl. Harafturat
kann lækkingin fara at
kosta arbeiðspláss á
bryggjaríunum, siga tey.
Bush dregur í land
Írska stjórnin stevnir
nú Bretlandi fyri
altjóða dómstólin í
Haag við kravi um, at
stjórnin í Dublin skal
fáa innlit í eina loyni-
liga frágreiðing um
kjarnorkuendurvinni
ngarverkið Sellafield
SELLAFIELD-VERKIÐ
Árni Joensen:
Írska stjórnin hevur leingi
víst á, at útlát frá kjarn-
orkuendurvinningarverkin-
um Sellafield dálkar Írska
Havið, og stjórnin í Dublin
vil tí vera við, at Bretland
brýtur
tann
sonevnda
OSPAR-sáttmálan um for-
boð ímóti dálking í Norður-
atlantshavinum.
Sáttmálin, sum er frá
1998, álegggur øllum lima-
londunum í ST at gera alt,
sum gerast kann, til tess at
forða fyri, at havið verður
dálkað.
Hetta er fyrstu ferð, at
eitt mál av hesum slagnum
verður lagt fyri altjóða
dómstólin í Haag.
Írska stjórnin royndi í
fjør at forða fyri, at bretar
tóku eitt nýtt verk í nýtslu í
Sellafield. Hetta var eitt
sokallað MOX-verk, sum
er ætlað til at endurvinna
plutonium og uran-oksid.
Stjórnin í Dublin legði mál-
ið fyri sjóvinnudómstólin
hjá ST, sum vísti málinum
frá sær.
Hesaferð hava írar so valt
at fara til altjóða dómstólin
í Haag við kravi um kunn-
ing og við kravi um innlit í
bretskt skjalatilfar. Bretsku
myndugleikarnir hava fing-
ið tvær frágreiðingar um
tað nýggja MOX-verkið,
men stjórnin í London hev-
ur sýtt fyri at lata onnur
lond fáa innlit í frágreið-
ingarnar.
Tað er hesar frágreiðing-
arnar, írar vilja sleppa at
síggja.
Fleiri, sum fyrr hava
fingið friðarheiðursløn
Nobels, mótmæla nú
amerikansku ætlanini at
leypa á Irak.
Á einari ráðstevnu í
Roma seinastu dagarnar
hava heiðurslønarvinn-
ararnir viðgjørt fleiri al-
tjóða spurningar so sum
avdubbing,
bardagan
ímóti yvirgangi, stríðið í
Miðeystri og manna-
rættindini. Í einari yvir-
lýsing frá ráðstevnuni
stendur, at altjóða sam-
felagið eigur ikki at góð-
taka, at kreppur verða
loystar við vápnamegi.
Millum teirra, sum
hava skrivað undir yvir-
lýsingina, eru fyrrver-
andi sovjetski forsetin
Mikhail Gorbatjov, sum
fekk
friðarheiðursløn
Nobels í 1990, og fyrr-
verandi polski forsetin,
Lech Walesa, sum fekk
sama heiðurin í 1983.
Millum hini vóru eitt nú
norðurírska
Betty
Williams,
sum
fekk
Nobel-friðarheiðursløn-
ina í 1976, og bretin
Joseph Rotblat, sum
fekk heiðurslønina í
1995.
Leiðandi
politikarar,
heryvirmenn og brots-
menn kappast nú um at
ræna virði fyri milliardir
av dollarum í Kongo,
stendur í einari nýggjari
frágreiðing hjá ST.
Herfyri tóku granna-
londini hjá Kongo sínar
hermenn úr landinum,
men sambært ST eru tað
heryvirmenn úr hesum
somu londunum, sum
skipa fyri at ræna lands-
ins virði saman við
brotsmannabólkum.
Sambært ST eru tað ser-
liga leiðandi heryvir-
menn í Uganda, sum
standa fyri ráninum í
Kongo. Zimbabwe er
eisini upp í leikinum, og
tað sama eru fýra belg-
isk og eitt bretskt felag,
sigur ST.
Í Kongo er nógv nátt-
úruríkidømi so sum gull,
diamantar, kopar og
kobolt, og júst stríðið
um hesi ríkidømi var
drívmegin í tí fýra ára
langa borgarakrígnum,
sum verður hildið at
hava kravt umleið tvær
milliónir mannalív.
Ikki rætta vápnið
Nei til kríggj
Ræna Kongo
Ikki bíligari brennivín
Írland krevur innlit í loyniliga
frágreiðing um Sellafield-verkið
C
M
Y
K
24