fríggjadagur 14. apríl 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
30
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
út at koyra
MAGNUS GUNNARSSON
Stovnarin av DKW og Auto
Union, Jørgen Skafte Ras-
mussen, flutti sum ungur úr
Danmark til Týsklands, har
hann bygdi upp eitt ídnað-
arveldi. Hann mátti gjalda
høgan prís, tá nazistarnir
róku hann frá egnu fyritøk-
uni í 1934, einans tí at hann
var útlendingur.
DKW er ein stytting
av Damp Kraft Wagen
Jørgen Skafte Rasmussen
var føddur í Nakskov í
1878. Sum útlærdur smiður
flutti hann til Týsklands, har
hann lærdi til verkfrøðing
og fekk sær týska konu.
Sum 25 ára gamal stovnaði
hann sína egnu verksmiðju,
sum framleiddi útbúnaða til
dampketlar.
Í 1912 ger J. Skafte Ras-
mussen royndir við damp-
drivnum bilum, og kallar
hesa ætlan Damp Kraft
Wagen, ið varð stytt til
DKW.
Eftir fyrra heimsbardaga
fær hann kunnleika til 2-
taktmotorin, motorslagið
sum bleiv drívmegin í øllum
DKW bilum og motor-
súkklum. Eftir fyrra heims-
bardaga fer hann undir
framleiðslu av knallertum
og motorsúkklum, og DKW
bleiv ein av heimsins stórstu
motorsúkkluframleiðarum.
J. Skafte Rasmussen
hevði stóran áhuga í bila-
framleiðslu, og ásannaði, at
tíðin var farin frá dampbil-
unum og einum el-bili, hann
hevði arbeitt við. Í 1928
kom fyrsti DKW bilurin,
P15 við 2-takt bensinmot-
ori, og á bilaframsýningini
í Berlin í 1931 kom DKW
F1, ið fekk sera góða mót-
tøku.
Auto Union
Statsbankin í landslutinum
Sachsen hevði so stórt álit
á J. Skafte Rasmussen, at
teir í 1932 eggjaðu honum
til at yvirtaka fleiri verk-
smiðjur, sum vóru í fíggjar-
ligarligum trupulleikum.
Úrslitið bleiv ein saman-
legging av bilverksmiðju-
num DKW, Audi, Wanderer
og Horch undir navninum
Auto Union. Búmerkið var
fýra samanflættaðir ringar,
sum umboðaðu hesi fýra
bilmerkini.
J. Skafte Rasmussen bleiv
offur fyri nazismuni. Orsøk-
in var, at hansara umfatandi
ídnaðarveldi hevði stóran
týdning
fyri
landslutin
Sachsen, og sum møguligur
framleiðari av hernaðarút-
gerð, dámdu nazistunum
ikki, at ein útlendingur átti
og stýrdi hesum fyritøkum.
Uttan ávaring ella endur-
gjald varð hann koyrdur frá
í 1934.
Tá seinni heimsbardagi
var av, lógu allar verksmiðj-
urnar hjá Auto Union í tí
økinum, sum var hersett av
Sovjet, tað sum seinni bleiv
til Eysturtýskland. Har
hildu russarnir áfram við at
framleiða DKW bilarnar,
undir navninum IFA. Eisini
komu Trabant, Wartburg og
MZ motorsúkklurnar, sum
eru eftirkomarar hjá DKW.
Søgan um DKW,
Auto Union og NSU
Seinasti DKW í 1965
Auto Union bleiv endur-
stovnað í Ingolstadt, bert
við tekningunum av DKW
bilum og motorsúkklum.
Tað var sum at byrja av
nýggjum.
Teir fyrstu bilarnir vóru
ein blandingur av nýggjum
og gomlum, men fleiri
nýggj snið komu í 50 og 60
árunum, sum DKW 3=6, F-
11 og F-12.
Mercedes bilverksmiðjan
Daimler-Benz var eigari av
Auto Union frá 1958 til
1964.
Í 1964 kom tann seinasti
ektaði DKW bilurin, F-102
við 3 cyl. 2-taktmotori.
Hetta árið yvirtekur Wolks-
vagen fyritøkuna Auto Un-
ion, og hesin DKW F102
bleiv í 1965 broyttur nakað
og fekk 4 cyl. 4-taktmotor,
og koyrdi víðari sum Audi
60, og varð fyrsti Audi eftir
kríggið.
Eftir at J. Skafte Rasmus-
sen bleiv koyrdur frá síni
egnu fyritøku, arbeiddi
hann við ymiskum øðrum
ídnaðarvirksemi. Hann fekk
tó nakað av endurgjaldi fyri
alt, hann hevði mist.
Í 1938 bleiv hann heiðr-
aður sum heiðursdoktari við
tekniska skúlan í Dresden,
og fekk eisini heiðurin at
verða kosin riddari av
Dannebrog. Í 1948 flytur
hann heim aftur til Dan-
markar við familjuni, og
búði í Keypmannahavn til
hann andaðist í 1964.
NSU var prinsurin
innan luftkøldar bilar
Í 1969 verður fyritøkan
VW/Auto Union, sum hon
nevndist tá , løgd saman við
NSU verksmiðjuni, sum
hevði verið ein stór motor-
súkkluverksmiðja,
men
síðst í 50-árunum góvust
teir við motorsúkklufram-
leiðslu, og fóru at gera bilar.
Teir fyrstu bilarnir fingu
navnið NSU Prinz. Navnið
Prinz kom av, at VW bleiv
roknaður sum kongurin inn-
an luftkøldar bilar, so kundi
NSU í minsta lagið vera
prinsurin.
Týski maskinkonstruktør-
urin, Felix Wankel, menti
Wankel-motorin saman við
NSU-verksmiðjuni. Motor-
urin var liðugur í 1957, og
fyrsti NSU bilurin við
Wankel-motori
kom
á
marknaðin í 1963.
Mazda bilverksmiðjan í
Japan framleiddi allar sínar
RX bilar við Wankelmotori
við loyvi frá NSU.
Í 1985 vóru nøvnini Auto
Union og NSU strikað, men
teir fýra samanflættaðu
ringarnir eru framvegis bú-
merki hjá Audi bilverk-
smiðjuni.
DKW Auto Union 1000 Universal Combi er langa navnið á hesum bilinum hjá Thorbjørn Djurhuus, timburmeistara
á Tvøroyri. Hann keypti bilin frá Gunnar Hansen í oktober 1962 fyri 15.585 kr við eykasetrum aftast, áðrenn tað
hevði Thorbjørn havt eina DKW Condor RT-200 motorsúkklu. Á myndin er Gunhild Djurhuus og dótturin Irdi.
Seinast skrivaðu vit um
Gunnar Hansen (1914-
1968), sum umframt at
vera heilsølumaður, eisini
seldi knallertir,
motorsúkklur og
bilmerkini DKW, NSU og
Mercedes-Benz
Her DKW bilurin hjá
Niels L. Arge, ursmiði,
uttan fyri bilverkstaðin hjá
Hans J. Clementsen í Luc-
as Debesargøtu. Maðurin
við bilin er Hjalmar
Reynstind
Mynd: Thorbjørn Djurhuus
Lýsing frá 1961 um „Ev-
entyr Prinz´en i Deres
bildrømme“.
DKW lýsing frá 1961
út at koyra
Infiniti,
luksus-
bilur hjá
Nissan
Infiniti er eitt bilmerki
hjá Nissan, ein luksus-
bilur, serliga til ameri-
kanska
marknaðin.
Annars eigur Renault
36.8% av partapening-
inum í Nissan bilverk-
smiðjuni, sum keypur
dieselmotorar frá Peu-
geot, og selur motorar
til VW.
Kelda: Bilen Motor &
Sport
Punto
góðan
karakter
fyri
trygd
Fiat Punto, sum nú eis-
ini fæst við dieselmot-
ori, fekk fýra stjørnur á
seinastu chrash-testini
hjá Euro NCAP. Kann-
ingin vísti at Fiat fult
út megnar at gera bilar
sum liva upp til tað sum
kundarnir vænta av
trygd í einum nútímans
bili.
Kelda: Fiat Automobiler
Danmark A/S
Sam-
starva
um
diesel-
motor
Síðan september 1998
hava 120 verkfrøðing-
ar hjá Peugeot og Ford
samstarva um eina
nýggja røð av orku-
sparandi dieselmotor-
um. Hesir motorar
verða ein kollvelting
innan smærri diesel-
motorar tá teir koma á
marknaðin í 2001.
Kelda: Peugeot i dag
MAGNUS GUNNARSSON
Fyrr vóru eingi krøv sett til
sporing og avbalansering av
bilum. Um bilurin sleit
dekkini skeivt, bleiv hann
stillaður við at máta við
tummastokki millum for-
hjólini. Balansering av hjól-
unum varð ikki til, bilarnir
brúktu diogonaldekk, veg-
irnir vóru vánaligir, og ferð-
in var ikki so nógv, at tað
var brúk fyri balansering.
Heilt onnur krøv
Tá so asfaltið kom á vegir-
nar, og bilarnir kundu koyra
við meira ferð, komu heilt
onnur krøv til bilarnar.
Diogonal dekkini vóru ó-
nýtilig til koyring á asfalti,
og nú merktist, at bilurin
risti, tá hann kom upp í ferð.
Einastu ráðini vóru at skifta
dekkini út til radialdekk og
fáa hjólini balanserað. Sup-
er Dekk Service var fyrst
við teimum digitalu balans-
amaskinunum, sum komu
fyrst í sjeytiárunum.
Bakhjólini
stýra bilinum
Tá bleiv eisini neyðugt at
hava góð tól at spora bilin
við. Í 1976 fekk Super Dekk
Service, ið tá helt til í Jek-
aragøtu, har sum Form &
Figur er nú, sítt fyrsta am-
erikanska Hunter sporitól
við framkomnari 4 hjólsút-
máting. Hetta var nakað
heilt nýtt, og starvsfólk
vórðu send til Danmarkar á
skeið fyri at læra, hvussu
undirvognurin á einum bili
er uppbygdur, t.d. at tað eru
bakhjólini, sum stýra bili-
num, og forhjólini verða
stillað eftir teimum. Um
bakhjólini standa skeivt,
koyrur allur bilurin skeivt,
sjálvt um tann sum koyrur
bilin ikki leggur merki til
tað, síggja tey, sum koyra
aftanfyri, at bilurin fer eftir
liðini.
Teldan hevur yvir
1600 digitalar myndir
So hvørt sum vegirnir verða
Super Dekk við
nýggjastu sporiútgerð
betri, bilarnir betri og meira
viðkvæmir, verða krøvini til
verkstøðini, sum gera ar-
beiðið, alsamt størri. Bilar,
sum vóru afturgjørdir eftir
ein stóran skaða, skuldu
hava váttan frá bilverkstøð-
unum uppá, at teir høvdu
verið í upprættarabonki og
útskrift av eini 4 hjóls út-
máting, fyri at blíva góð-
kendur av bileftirlitinum og
fáa nummarpláturnar aftur.
Hetta førdi við sær, at bilar
komu úr øllum landinum til
útmátingar.
Nú hevur Super Dekk
fingið sær eitt av nýggjastu
og mest framkomnu spori-
tólum. Hetta er eitt teldu-
stýrt Hunter 411 sporitól,
við eini skipan, har Micro-
soft Windows TM verður
nýtt til undirvognin, og ger
tað skjótt og lætt at arbeiða.
Skermurin hevur tilsamans
yvir 1600 digitalar myndir,
sum vísa upphang, róður-
greiðir, og hvar stillingarnar
eru til teir ymsu vinklarnar.
Eisini er serlig útgerð til teir
nýggjastu Audi og VW bil-
unum, sum skulu lyftast
uppfrá meðan teir verða
stillaðir. Í Danmark brúka
t. d. FDM og Teknologisk
Institut hesa sporiútgerð.
Nú hevur Super Dekk fingið sær eitt av nýggjastu og mest framkomnu sporitólum. Hetta er eitt teldustýrt Hunter 411 sporitól, við eini skipan, har
Microsoft Windows TM verður nýtt til undirvognin, og ger tað skjótt og lætt at arbeiða