Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 32 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 JÁKUP MØRK/ÁLVUR HARALDSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Karmarnir vóru so at siga perfektir, tá FC Keyp- mannahavn á heimavølli tók móti AB í donsku steypakappingini. Talan var um fjórðingsfinalu, og und- an dystinum varð nógv tos- að um, at víðari luttøka í steypakappingini, vildi ver- ið eitt stórt plástur á sárið hjá FCK, sum ikki hevur havt tað serliga lætt hetta kappingarárið. At úrslitini hjá stórfelag- num ikki hava verið eftir vild, gav ítróttarstjórin, Niels Christian Holmstrøm eisini til kennar, tá hann undan dystinum helt eina lítla røðu fyri stuðlunum hjá felagnum. Í hesi segði hann millum annað, at um heima- liðið vann dystin, høvdu teir vunnið tríggjar dystir á rað, og at hetta mátti metast sum nakað heilt serligt. Todi týdningarmikil Føroyski landsliðsleikarin, Todi Jónsson, hevur ikki verið so nógv at sæð sein- astu tíðina, tí hann hevur drigist við ein skaða í knæ- num. Sambært stjóranum í FCK, Flemming Øste- rgaard, er hetta helst eisini ein av orsøkunum til, at úrs- litini ikki hava verið so góð. Hann legði dent á, at felagið hevði verð á venjingarlegu í Suðurafrika, áðrenn lands- Steypadreymurin hvarv Lesið eisini ítróttin á www.sosialurin.fo Eftir 120 ferðmiklar minuttir móti AB, sum at enda máttu avgerast við brotsspørkum, noyddist liðið hjá Toda Jónsson, FCK, at siga farvæl til steypavónir sínar kappingin byrjaði aftur, og á hesi hevði føroyingurin verið avgjørt besti maður á liðnum. Hann legði eisini afturat, at um tað var nakar einstakur leikari, sum AB- leikararnir vóru bangnir fyri, so var tað júst Todi Jónsson. Helst var tað ikki bert stjórin, sum setti stórt álit á Toda. Í øllum førum høvdu fyrireikararnir eisini valt, at leikarin við 12-talinum á rygginum skuldi prýða for- síðana á leikskránni hendan dagin. Nú skal ikki verða sagt, at tað var orsakað av før- oyska landsliðsleikaranum, men veruleikin var í øllum førum, at FC Keypmanna- havn hevði greiða yvirvág fyrstu 45 minuttirnar. Fleiri ferðir spældu teir seg væl út um AB-verjuna, har Todi í vinstra og Thomas Thorn- inger í høgra borði komu ígjøgnum fleiri ferðir. Todi snýttur Verjuleikararnir hjá útilið- num høvdu sostatt úr at gera, og mangan vórðu ólógligir hættir nýttir, til tess at steðga álopum hjá heimaliðnum. Ta einu ferð- ina var eisini líkt til, at brot varð fram móti Toda í brots- teiginum, men hóast bæði áskoðarar og leikarar vildu hava brotsspark, so lat dóm- arin, Kim Milton Nielsen ikki við seg koma. Tað var eisini líkt til, at hendingin tók nakað av spæliglæðini frá føroyska landsliðsleikarunum. Mót- mæli hansara hjálptu lítið, og kanska vóru tey eisini viðvirkandi til, at dómarin nakað seinni gav honum gula kortið, tá hann metti, at føroyingurin hevði spælt sjónleik, tá beinini vórðu tikin undan honum. Stutt fyri hetta, hevði FCK lagt seg framum. Nýggi álopsleikarin, Sibo- siso Zuma, dróg framvið mótstøðuleikara og spældi 1-2 spæl við eins nýggja álopsfelaga sín, Harald Brattbak, og endin varð, at Zuma kundi leggja bóltin í netið. Frøin var sjálvsagt stór á teimum gott 10.000 áskoð- arunum, og næstu løtuna koyrdu teir áhaldandi á lið sítt. Merkisvert í hesum sambandi er, at hóast 10.000 áskoðarar ikki ljóðar av so øgiliga nógvum, so var gangurin av hesum øgi- ligir, og takkað verið taki- num í Parkini, gjørdist ljóð- ið enn ógvusligari, so tað má sigast at vera gleðiligt, at toftamenn nú arbeiða við at leggja tak á Svangaskarð. Orkan gekk undan Restina av fyrra hálvleiki var tað sostatt FCK, sum hevði leikligu yvirvágna, og í hálvleikinum snúi mesta prátið millum áskoðararnar seg sum, hvørt tað fór at eydnast at økja um leiðsl- una. Hetta hendi tó ongantíð, og í veruleikanum var tað rættuliga langt frá, at so varð. AB legði nevnliga nógv bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Pressið varð flutt nógv longur fram á vøllin, og hetta hóvaði als ikki teimum á heimalið- num. Tað tóktist eisini greitt, at orkan á heimaliðnum heldur ikki var nóg góð til áhald- andi at trýsta mótstøðuliðið, og eisini hjá Toda Jónssyni. Eftir at hann enn einaferð varð feldur, uttan at dóm- arin lætst um vón, gjørdi venjarin av at skifta hann út, og tað var heldur ikki líkt til, at føroyski leikarin hevði nakað ímóti hesum. Hetta linkaði tó ikki um trýstið á FCK málið, og tá hálvleikurin var á leið hálv- runnin, gekk galið. Niclas Jensen drálaði við bóltinum, og endin varð at Jan Mich- aelsen vann bóltin av hon- um. Hann setti beina kós móti málinum, og hóast málverjin í fyrstu atløgu fekk vart fyri, endaði alt við, at Rasmus Daugaard sendi bóltin í tóma netið. Sigurin var í lagi Restina av dystinum var tað framhaldandi AB, sum hevði nógv tað vandamesta spælið, og hóast David Nielsen hevði einar tveir møguleikar, so lá tað alla tíðina í luftini, at skuldi ein vinnari finnast, so varð tað útiliðið. Soleiðis varð eisini, men tað var ikki fyrr enn eftir longda leiktíð og brots- sparkskapping, at heimalið- ið mátti geva skarvin yvir. Teir á heimaliðnum góv- ust tó ongantíð at stríðast, Ónøgdir FCK leikarar, tá dómarafloytan tagdi, eftir at Todi Jónsson varð feldur inni í brotsteiginum og móti endanum var nær við, at rættuligt rok tók seg upp. Heta hendi, tá Jan Michaelsen tvær reisur inn- an stutta løtu sendi albogan í andlitið á Niclas Jensen. Fyrru ferðina viðførdi hetta onga revsins, meðan dóm- arin seinnu ferðina vísti gula kortið, og tað var sjón- ligt, at FCK leikararnir hildu hetta vera í minna lagi. Mótmæli teirra hjálptu tó lítið, og við fullari mann- ing, helt AB áfram við at mynda dystin, sum teir at enda vunnu. Sostatt varð víðari lut- tøkan hjá FCK av ongum, og tað var eisini sjónligt, at leikararnir vóru vónbrotnir um tapið. Tað høvdu teir eisini alla orsøk til, tí um væl vildi til, kundu teir av- gjørt dystin í fyrra hálvleiki, men sum dysturin leið, var tað als ikki órættvíst, at tað at enda varð AB, sum vann seg fram til hálvfinaluna í steypakappingini. Seinasta tíman ella so, mátti Todi sita á pínubeinkinum, meðan liðfelagarnir stríddust út. Um útskiftingina helt hann tó, at hetta var í lagi. - Eg havi júst verið skaddur, og nú havi eg leikt tríggjar dystir innan eina viku, so tað er klárt, at eg eri rættuliga troyttur, greiddi Todi frá. Var Todi nøgdur um út- skiftingina, so var hann alt annað enn nøgdur við døm- ingina. - Hasin dómarin var ein skandala. Hann dømir ikki eitt klokkuklárt brotsspark, og so fái eg eisini kort fyri at filma seinni í dystinum. Harafturat sleppur ein hjá teimum (Jan Michaelsen, blðm.) við gula kortinum, eftir at hann tvær ferðir slær Niclas Jensen við alboga- num, greiddi landsmaður okkara frá. Europa livir enn Spurdur um, hvørji mál teir nú hava eftir á árinum, svara Todi, at nú mugu teir bara royna at verða meistarar. Hesin dreymur tykist tó nakað fjarur, og hetta ásann- JÁKUP MØRK/ÁLVUR HARALDSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Tað var ein heldur fámæltur Henrik Larsen, sum vit hittu eftir dystin mikukvøldið. Fyrrverandi europameist- arin helt, at orsøkin til tapið fyrst og fremst var tann, at AB spældi sera væl eftir hálvleikssteðgin. - Teir spæla nógv betur enn vit, og hetta kom eisini til sjóndar í brotssparks- kappingini, har teirra sjálvs- álit var væl størri enn okkara. Henrik Larsen helt eisini, at hansara egna lið ikki megnaði nóg væl at halda bóltin í egnari røð. – Í fyrra hálvleiki gekk okkara spæl heilt væl, men seinni vóru alt ov nógvir óneyðugir feil- ir, og tí var tað helst eisini í lagi, at AB vann dystin, greiddi hjálparvenjarin frá. Hann legði eisini dent á, at tað er ikki nóg mikið at spæla ein góðan hálvleik, og eisini helt hann, at liðið JÁKUP MØRK/ÁLVUR HARALDSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Tað var ein sjónliga vón- brotin Todi Jónsson, sum Ein katastrofa Todi Jónsson helt lítið um avrikið hjá dómaranum, Kim Milton Nielsen hittu tykkara útsendu blað- menn eftir dystin. Sjálvur hevði hann sitið á skiftibeinkinum í góðan tíma, eftir at hann tíðliga í seinna hálvleiki varð skiftur Ein vónbrotin Todi Jónsson eftir dystin mikukvøldið Ein hálvleikur ikki nóg mikið ar hann eisini við einum smíli. Hann leggur tó afturat, at teir als ikki hava uppgivið at koma út í Europa kom- andi ár. Hetta krevur tó, at teir megna at stríða seg upp millum 4 ella fimm tey ov- astu liðini. Í løtuni eru tó fleiri lið omanfyri FCK í dystinum um europeisku plássini, men skal stjóri felagsins takast í álvara, eru útlitini nógv batnaði, nú føroyski landsliðsleikarin aftur er til reiðar at tørna út fyri høv- uðssataðarfelagið. Leikskráin til dystin, við mynd av Toda á permuni Eftir tapið móti AB, hittu vit hjálparvenjaran hjá FCK, Henrik Larsen átti at víst meira, nú teir vóru á heimavølli. »Store« endaði við enn einaferð at endurtaka, at AB liðið spældi ein góðan dyst, har teir serliga eftir steðgin stóðu væl í verjuni, soleiðis at heimaliðið ikki fekk álopsspælið at koyra, sum teir vildu hava tað. Lagið á stóra hjálparvenjaranum var einki serligt, tá tapið varð veruleiki Ítróttar-Sosialurin er har tað hendir