fríggjadagur 14. apríl 2000síða 18
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
34
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
Ársfundur í KSF,
Kvinnufelagasamskipan Føroya,
verður á Glyvrum 19. mai 2000.
Fundarskrá sambært lógini.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu send-
ast til KSF, boks 1013, 110 Tórshavn í sein-
asta lagi 5. mai.
Fundurin verður settur í hølunum hjá Kongs-
havnar Kvinnufelag Dýra Biðidag kl. 14.
Tær, ið ætla sær at vera við, skulu siga frá í
seinasta lagi 8. mai hjá Annu Glyvradal á tlf.
447369 ella hjá Josfryd Danielsen á tlf.
441199.
Virkisbygningur
í Sørvági til sølu
Bygningur 430 m2
Grundøki 1914 m2
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
Telefon 33 21 77 · Telefax 33 31 66
ÚTBJÓÐING
Fyri Sjálvognarstovnin undir Kráarbrekku í
Klaksvík verður byggibúgvingararbeiðið í
sambandi við bygging av eldraíbúðum og
eldrasambýli hervið boðið út alment.
Arbeiðstøkurnar eru:
1. LENDISARBEIÐI
- grevstur, spreinging, vegagerð,
grovplanering, kloakk- og vatnleiðings-
arbeiði, el-arbeiði v.m.
2. FJARHITAARBEIÐI
Útbjóðingartilfarið fæst frá mikudegnum 19.
apríl við at gjalda kr. 2.000,- í veð á konto
4132607 í Norðoya Sparikassa í seinasta
lagi týsdagin tann 18. apríl í ár og venda
sær til Fuglø Arkitektar við váttan um, at
upphæddin er goldin.
Boð skulu – saman við útbjóðingartilfarin-
um – latast Fuglø Arkitektum í afturlatnum
brævbjálvum merktir
»Kráarbrekka, byggibúgving«
í seinasta lagi fríggjadagin 19. mai í ár kl.
15.00.
Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóð-
andi vera hjástaddir.
HØVUÐSRÁÐGEVI
FUGLØ ARKITEKTAR
Gerðagøta 12, Postsmoga 1
FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 78 87 - Fax 45 78 97
SÁMAL JOHANNESEN
Ráðg. verkfr.
Geilin 22
FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 68 37 - Fax 45 68 37
P/F SOFUS M. JAKOBSEN
Ráðg. verkfr. F.R.I.
J. H. Schrøters gøta 22, Postsmoga 344
FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 35 22 - Fax 31 06 22
ODDBJØRN VÁGSLÍÐ
EL-Anlegg
Á Brekku 1,
FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 53 74 - Fax 45 78 74
Eykaaðalfundur
í Havnar
Handverkarafelag
Boðað verður til eykaaðalfund í Havnar
Handverkarafelag. Fundurin verður hildin á
Hotel Hafnia fríggjadagin 28. apríl 2000 kl.
19.00.
Skrá:
1. Val av einum nevndarlimi
2. Innkomin mál.
Nevndin
í Havnar Handverkarafelag
Til bókhaldið sóknast vit eftir bókhaldshjálp,
sum kann byrja sum skjótast ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðstíð:
20 tímar um vikuna
Arbeiðsroyndir: Kunnleiki til bókhald er ein
fyritreyt
Umsóknarfreist: Umsóknin skal vera okk-
um í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 28. apríl 2000.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta
seg í samband við Jósvein H. Olsen.
Hotel Hafnia
tlf. 31 32 33 lok. 523
Bókhaldshjálp
Aðalfundur
hjá »Hoyrnini«
Foreldrafelagið at deyvum og tunghoyrdum
børnum hevur aðalfund í Deyvahúsinum
leygardagin 29. apríl kl. 14.
Ina Wessberg og Finnleif Mortensen greiða
frá um hoyritól og hjálpartól og svara spurn-
ingum.
Øll foreldur og starvsfólk hjá hoyriveikum
børnum eru vælkomin.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
LEIÐARI SØKIST
Vit vænta at tú:
• Arbeiðir sjálvstøðugt
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er fyrikomandi
• Skapar góðan trivnað
• Hevur kunnleika til mál m.a. enskt
Hotel Vágar bjóðar tær:
• Eitt spennandi starv
• Góð starvsfólk
• Fjølbroyttar uppgávur
Á Hotel Vágum eru 25 kømur, matstova,
góðar skeiðumstøður og cateringkøkur.
Á hotellinum starvast 15 fólk.
Hotellið er ein partur av virkseminum hjá
Flogfelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Una Danielsen tlf 340044.
Umsóknir skulu sendast til:
Hotel Vágar
Att.: Uni Danielsen
FO-380 Sørvágur
Umsóknarfreist 17. apríl 2000
HOTEL VÁGAR
Á landssjúkrahúsinum Deild 3 (psykiatrisk
seingjadeild) eru hesi avloysarastørv leys
at søkja:
Ein sjúkrasystir á fulla tíð í blandaðum
vaktum, frá 1. mai 2000 til 31. juli 2000.
Ein heilsuatstøðingur á fulla tíð, frá 1. mai
2000 til 31. juli 2000.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi fak-
felag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda
sær til Anette Noer, deildarsjúkrasystir, tlf.
313540, lokal 426.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum skal
sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið,
Starvsfólkadeildin,
Eirargarður 2,
100 Tórshavn.
Umsóknarfreist: 28. apríl 2000, kl. 14.00.
Almanna-
og Heilsumálastýrið
Sjúkrasystir
Heilsuatstøðingur
HEINI Í SKORINI
Leygardagin
15.
apríl
klokkan 9.30 hevur Flog-
bóltssambandið
árligan
aðalfund á Hotel Hafnia.
Øll
flogbóltsfeløgini
HEINI Í SKORINI
Ungdómslandsliðini U18
og U 20 hjá kvinnum og
monnum leggja mánadagin
leiðina til til Ålborg í Dan-
mark. Seinastu tíðina hava
landsliðsvenjingar verið hjá
Ungdómslandslið í hondbólti
til Danmarkar mánadagin
Mánadagin fara ungir føroyskir hondbóltsleikarar í hópatali til Danmarkar at royna seg. Tað eru U 18 og U 20
landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, sum skulu avstað
Mynd: Jens Kr. Vang
hesum fýra landsliðum, og
nú eru so endaligu lands-
liðini úttikin, sum skulu til
Danmarkar mánadagin.
Ungdómslandsliðini
skulu fyrst royna seg á venj-
ingarlegu Ålborg, og síðani
liggur leiðin til Frederiks-
havn, har tey eisini skulu
luttaka í eini kapping. Venj-
ararnir hjá landsliðunum
eru Lotte Sørensen hjá
yngru kvinnunum, Flemm-
ing Raben og Rene Christ-
ensen hjá eldru kvinnunum,
og hjá monnunum eru tað
Jacob Jónsson og Rógvi
Nielsen sum hava ávikavist
U 20 og U 18 landsliðini.
Men seinni í ár liggur ein
sera spennandi uppgáva fyri
framman hjá báðum teim-
um eldru landsliðunum.
Síðst í mai og fyrst í juni
skulu hesi bæði landsliðini
nevniliga spæla dystir EM
undankapping. Menninir
skulu til Hvítarussland at
royna seg, har teir skulu
spæla tríggjar dystir í tríggj-
ar dagar, og somuleiðis
skulu kvinnurnar til Kroatia
at royna seg.
Flemming Raben sigur, at
tað er til hesar Em undan-
dystir, at tey fyrireika seg
til í løtuni.
Flogbóltssambandið
hevur aðalfund
Leygardagin 15. apríl hevur Flogbóltssambandi tann ár-
liga aalfundin á Hotel Hafnia
kring Føroyar skulu eftir
ætlan vera við á fundinum.
Á fundinum verður orð-
stýrari valdur, formans-
frágreiðing verður givin,
grannskoðaður roknskapur
lagdur fram, innkomin mál
viðgjørd, nevndir, tiltaks-
limir og grannskoðarar
skulu veljast, og so verður
ymiskt annað eisini á
skránni.
Í mesta lagi trý umboð
skulu møta fyri hvørt felag,
og bara eitt umboð hevur
atkvøðurætt.
Fullmaktin
skal verða undirskrivað til
fundin av ábyrgdara fyri fel-
agið.
Sum sagt verða nevndir,
tiltakslimir og grannskoð-
arar valdir, og har er ætlan-
in, at feløgini skulu sjálvi
koma við uppskotum.
Tey innkomnu málini eru
venjarastuðul,
dómara-
samsýningar, spæliskipan
komandi ár, leikbóltur kom-
andi kappingarár, og so skal
Klæmint Isaksen eisini
greiða frá um útlendskar
venjarar.
Flogbóltssambandið
minnir á, at øll feløgini
skulu møta á fundinum.
Skal nakar møguleiki vera
at fáa venjarastuðul til næst-
a kappingarár, er tað ein
treyt, at felagið er umboðað
á fundinum.
Flogbóltssambandið minn-
ir á, at øll feløgini skulu
møta á aðalfundinum.
Skal nakar møguleiki vera
at fáa venjarastuðul til
næsta kappingarár, er tað
ein treyt, at felagið er
umboðað á fundinum