hósdagur 6. juni 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Marianna
Debes Duh!
Astrid Andreasen
Fannir hevur givið út. Orðini eigur Marianna
Debes Dahl, og tekningarnar Astrid Andreasen.
Tað er ein stutt sega um ein vanligan smádrong
ein vanligan dag. Hann fer upp um morgunin,
etur, fer út at spæla 0.s.fr.
Bókin kostar 40 krónur.
Taluvenjingar fyri børn
Skúlin á Treðni hevur
givið út ein bókling.
Tað eru uppskot til
spel og venjingar, sum
kunnu fremja taluna
hjá børnum.
Bekur og album,
spøl og leikur eru hent
at nýta sum grundar-
lag at tosa við bernini
og fáa tey at tosa og
siga ymisk ljóð. Sang-
Nýggj barnabók
Sturli súkklar eitur ein smábarnabók, ið forlagið
í
spel og rímur kunnu
bernini læra og endur-
taka.
Tað kann eisini vera
neyðugt at venja t.d.
varrar, tungu og góm-
an, fyri at fremja tal-
una hjá barninum.
Bóklingurin nevnir
fleiri dømi um slíkar
venjingar.
Framvegis ógreiða
um eftirlonargrunn
Enn veit eingin at siga,
hvussu lenarviðurskiftini
verða hjá limunum i
Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag. Um prosent-
ið, sum felagið umframt
hækkaða tímalen fekk til-
lutað í sáttmálanum, skal
leggjast upp á tímalenina,
ella um pengarnir skulu í
eftirlønargrunn.
Såttmålin, sum Klaks-
vikar Arbeidsmannafelag
gjørdi vid Føroya Arbeids-
gevarafelag, sigur, at
arbeiðsgevararnir = skulu
gjalda eitt prosent av
lenini í eftirlenargrunn.
Men stutt eftir at sáttmál-
in varð undirskrivaður,
samtykti Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag, at tað
ikki
vildi hava nakran
eftirlenargrunn.
Síðan hevur felagið sent
Feroya Arbeiðsgevara
skriv og biðið um at fáa
prosentið útgoldið sum
len, men Feroya Arbeiðs-
gevarafelag hevur enn
ikki svarað, tí stundir
hava ikki verið til tess,
sigur Oddfríður Greger-
sen, formaður í Feroya Ar-
beiðsgevarafelag, og so er
tað eisini ein tulkingar-
spurningur, tí sáttmálin er
undirskrivaður.
randi
Semingsmaðurin
komin uppi
Skuldi tað hent, at Starvs
mannafelagið og Postfel
fara í verkfall, so
verður tað ikki fyrr enn á
månakvøldid.
millum
agið
midnátt
Samráðingarnar
feløgini eðrumegin og
Landsstýrið hinumegin
byrjaðu hálvan mai, men
enn er lítið komið burtur-
úr. Månakvøldid
Landsstýrið boð eftir sem-
sendi
ingsmanninum, ið útsetti
eitt møguligt verkfall til
månakvøldid
Postfelagid vid uml. 360
limum og Starvsmannafel-
agid vid uml. 700 limum
samrådast saman, fyrst og
fremst ti tey meta seg at
standa sterkari saman
Hevði annað felagið fyrst
gjørt sín sáttmála, hevði
tað kortini havt ávirkan á,
hvenn sáttmála hitt fel-
agið fekk, og so er betri at
samarbeiða. Tey hava
felags mótpart, og sjálvt
um Postfelagið hevur ein
heldur einfaldari sáttmála
enn Starvsmannafelagið,
so líkjast teir.
Felags krav hjá felog-
unum er ein eftirlønar
skipan. Við seinastu sam
ráðingar varð sett niður
ein nevnd at gera uppskot
um eftirlonarskipan
Nevndin varð liðug við
álit sítt 1. okt.,
Hetta álit er
samráðingartilfarinum,
sum asett
partur av
men partarnir hava lítið
tosað um tað, áðrenn sem-
ingsmaðurin kom upp
Ernst Hansen, for
siga
maður í Starvsmannafel
agnum og Hendrik Thom
sen, formaður i Postfel
agnum
Umframt
skipan vilja
eftirlønar
bædi feløgini
nakrar rætt
ingar gjørdar i såttmål-
arnar t.d. vidvikjandi til-
kallivakt, yvirtid og for-
skotnari arbeidstid.
Hvørgin formadurin
torir at siga, hvat væntast
kann burtur år samråding-
unum, ti so stutt er komið
áleiðis. Annars kann nevn-
ast, at Starvsmannafel-
agið ikki hevur verið í
nekrum veruligum verk-
fallli síðan 1971.
eisini hava
randi
Hví hava kenning?
Tá tú kannst hava tað betur edrú(ur)?
SÁR
telf. 48436 og 48524
Postsmoga 53
Fuglafjørdur
Postsmoga 2105
Argir
til alla
familjuna
Tidindi frå Veidifel-
agnum Byrsumúla
Byrsuskjóting
sum itriv
Byrsuskjóting er als ikki eitt nýtt frítíðarítriv hjá
førovingum, tverturímóti. Men sum ítróttargrein
er byrsuskjóting nýggj millum feroyingar
27. mars í ár vóru liðin 5 ár síðan felagið Byrsu
múli varð stovnað
Í lógunum hjá hesum felag stendur, at felagið
evur heimstað har formaðurin býr. Og av ti at
formaðurin so gott sum alla tíðina hevur búð í
Havn og felagið fyri trimum árum síðan gjørdi
eina skjótibreyt á Velbastaðhálsi, hevur Byrsu-
múli meira ella minni verið at meta sum eitt
havnafelag burturav. Ikki minni síðan onnur
skjótifelog vórðu sett á stovn ymsastaðni runt
landið.
Tað hevur gingið skjótt hesi fimm árini. Um-
framt at Byrsumúli fyllir fimm ár er tað ein veru-
leiki, at nú eru fimm skjøtifeløg — eitt fyri
Eysturoynna, eitt lokalfelag á Strondum, eitt fyri
Suduroyar norðaru- og eitt fyri suðuroyar sunn-
aru helvt.
Enn eru tað bara Byrsumúli og Stranda Skjóti-
felag ið hava skjótibreyt at íðka á. Men hini felog-
ini hava fingið lovað eki til endamálið og fyrireika
seg nú til at gera skjótibreyt.
— Tað er gleðiligt at vit bert eftir fimm árum
hava fimm skjtifeløg í landinum. Vónandi sleppa
tey nýggju feløgini í gongd við at skjóta so skjótt
sum meguligt, sigur Erik Andersen, formaður í
Byrsumúla.
Byrsumúli hevur fýra ferðir skipað fyri FM-
kapping í byrsuskjóting. Haraftrat hevur verið
skipað fyri eðrum kappingum, sum t.d. Restorff
Gull Cup.
Erik Andersen, sum hevur verið formaður í
Byrsumúla síðan felagið varð stovnað, sigur, at
eitt av endamálunum má vera at tey ymisku
feløgini í framtíðini fara at kappast sína millum
eisini.
Fyri at eitt sersamband kann setast á stovn
innan ÍSF krevst, at minst trý felog skulu vera
innan eina ítróttargrein.
Hetta merkir, at nú er einki í vegin fyri at seta
serligt skjótisamband á stovn. Og ætlanin er
eisini at seta skjótisamband á stovn í næstum.
Við einum skjótisambandi fær skjótiítróttin
m.a. lut í landskassastuðlinum hjá ÍSF.
Í farnu viku hevði Byrsumúli ársaðalfund. Í
nevndini nú sita Erik Andersen, Simme Jacobsen,
Bogi Wardum, Esmar Andreassen og Trygvi
Samuelsen. Eykalimir eru Preben Bislev og
Annette Hedegaard.
Og seinasta leygardag skipaði felagið fyri Res-
torff Gull Cup 85.
A-bólkin vann Erik Andersen við at raka allar
24 dúgvurnar við einans 25 skotum. Nr. 2 varð
Arnfinn Kithler, sum rakti 22 dúgvur við 27 skot-
um og nr. 3 varð Olvheri Hammer við at raka 20
dúgvur við 26 skotum.
Í bólki B gjørdist Torbjørn Hansen vinnari við
at raka 16 dúgvur við 30 skotum. Nr. 2 gjørdist
Preben Bislev, sum rakti 14 dúgvur við 32 skot-
um og nr. 3 gjørdist Regin Enghamar, sum rakti
13 dúgvur við 28 skotum.
Nr. 62 — 6. juni 1985