Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 204 - 24. oktober 2002 Nr. 204 - 24. oktober 2002 3 Til minnis um okkara elskaðu Tove Sigurdsdóttir Tausen 19.08.73 – 15.09.02 Vit fingu eitt sjokk, tá ið vit hoyrdu, at tú ikki vart ímillum okkara longur. Hetta samsvaraði ikki við tað, sum læknarnir søgdu. Um eina viku skuldi tú sleppa heim at verða saman við familjuni. Men so var ikki, tá lívstráðurin brádliga varð kvettur. Omma og eg fingu nakrar ríkar og góð- ar dagar saman við tær og Dánjali, bert eina viku áðrenn tú fórt heim til Jesus. 7. sept. var tykkara 6 ára brúdleypsdag- ur, og tit vildu so fegin gera dagin ser- merktan. Vit trillaðu teg niðurundir, og settu okkum uttanfyri Ríkissjúkrahúsið. Sólin var heit, og vit hugnaðu okkum eina løtu, hóast tú hevði nógva pínu. Tað var týðiligt, at tú ynskti, at tað skuldi ganga framá, tí tær longdist so illa eftir synunum. Hvørt kvøld tosaði tú við Samuel og spurdi hvussu tað gekst. Sigurd var farin at grulva og hevði fing- ið sínar fyrstu tenn. Tú vart so eym um, at tú ikki kundi verða hjá teimum og síggja, hvussu teir trivust og mentust. Familjan hevði so nógv at týða fyri teg, og lívið var ikki ein sjálvfylgja. Tú leiðst nógv, hóast lívið ikki gjørdist langt. Men ongantíð havi eg uppliva eitt ungt menniskja, sum var so heilhjartað í øllum. Tú gjørdi alt so væl, at eingin kundi koma aftur um aftur og gera tað betri. Altíð hevði tú eitt gott orð til tey, sum trongdu til troyst. Tove góða, tú elskaði Jesus og vart klárt at fara, hóast tú ikki ynskti at doyggja. Í einum brævi skrivar tú, at orðini, sum góvu tær frið í hjartað, líka mikið hvat hendi, vóru hesi: Sálm. 139 v. 1-17 1. Harri, tú rannskar meg og kennir meg! 2. Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg. 3. Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla. 4. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar. Harri! 5. Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hon Tína á meg. 6. At skilja hetta er mær ov undurfult; Tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur. 7. Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni! 8. Fari eg upp til Himmals, so er Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har. 9. Taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins, 10. so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum. 11. Og sigi eg: »Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!« 12. So er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkr- ið er sum ljósið. 13. Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virk- aði meg í móðurlívi 14. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit Sál mín til fulnar. 15. Bein míni vóru ikki Tær duld, tá ið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. 16. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dag- arnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. 17. Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabar- ar, Gud, sum tær telja nógv, saman- lagdar! Ein sangur ljóðar soleiðis: Jesus tú ert meir enn alt hjá mær, lív og heilsu vil eg ofra tær, tala Harri so til mína sál. Jesus tú ert meir enn alt hjá mær. Henda sang kundi tú syngja av heilum hjarta, og manga troyst hevur tú givið sjúklingum, sum tú hevur ligið saman við á sjúkrahúsi. Hesi fólk hevði tú ongantíð møtt, um tú ikki vart sjúk, og tú vart vís í, at ein meining var við øllum. Tín vón var, at menniskju vendu sær til Gud, so tey kundu fáa lut í lívinum, sum tú hevði við Jesusi. Henda kraft og styrki bar teg ígjøgnum lívið, so mong høvdu ilt við at skilja, at tú veruliga vart sjúk. Góða Tove, tað er so svárt, at tú ikki ert her meira, og saknurin er so stórur. Men, sum tann bjarti viti tú vart, hava vit bara góð minni eftir teg. Vit síggja fram til dagin, tá ið vit aftur skulu møtast heima hjá Jesusu. Mostir Forvitnisligir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum – og handing av sømdargávu 50 ÁRA HALD Tíðinaskriv Skráin fyri 50 ára hald Føroya Fróðskaparfelags fevnir um fleiri forvitnis- ligar almennar fyrilestrar. Fýra fyrilestrar verða í eini røð við heitinum “Úrvals- fyrilestrar - dømi um før- oyska gransking í nútíðini”, og ein heiðursfyrilestur til áminnis um Chr. Matras. Byrjað verður í dag mikudag 23. oktober kl. 16. Tá heldur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, cand.mag, fyrilestur, hann nevnir “Úr tingsøguni”. Hans Andrias Sølvará er maðurin, sum hevur skriv- að fyrsta bind í hátíðarrit- inum: 150 ár liðin, síðani løgtingið varð endurstovn- að. Og fyrr í ár var hann annar teirra, sum fekk virðisløn úr Vísindagrunni Føroya Sparikassa fyri gransking sína. Kl. 17.15 er Kirsten Brix, bókmentafrøðingur, ph.d., á skránni við fyrilestri, hon hevur givið heitið “Upplýs- ingarhugtakið og Regin Líð”. Kirsten Brix fekk fyrr í ár doktaraheitið við Fróð- skaparsetur Føroya við rit- gerðini “Dialog i Babels- tårnet”. Hósdagin 24. oktober, kl. 16 heldur fyrilestrarøðin fram. Fyrra fyrilesturin henda dag heldur Knud Simonsen, havfrøðingur, dr. scient. Hansara fyrilest- ur hevur heitið “Djúpvatns- gerð í Grønlandshavinum og rákið við Føroyar. Knud Simonsen er hin maðurin, ið fekk virðisløn úr Vís- indagrunni Føroya Spari- kassa fyri sína gransking. Seinna fyrilesturin, kl. 17.15 heldur Hóralduri Joensen, evnafrøðingur, ið fyri stuttum gjørdist dr. scient. frá universitetinum í Bergen við ritgerð um júst evni, hann tekur fram í fyrilestri sínum: “Fitisýrur og fiskastovnar”. Í 1993 skipaðu Fróðskap- arsetrið og Fróðskapar- felagið fyri fyrsta heiðurs- fyrilestrinum til áminnis um Chr. Matras. At halda tann fyrilesturin varð Sture Allén, professari á univer- sitetinum í Gøteborg og skrivari í Svenska Aka- demien, boðin higar. Seinni gestafyrilesarar hava verið Stefán Karlsson, professari og fyristøðumaður á Árna- savninum í Reykjavík, Helga Kress, professari á Háskóla Íslands, Jørgen Rischel, professari á uni- versitetinum í Keypmanna- havn, og Jonna Louis-Jen- sen, professari, somuleiðis á Keypmannahavnar uni- versiteti. Á hesum sinni er Anne- Kari Skarðhamar, fyrsti- amanuensis við Høgskolen i Oslo, boðin at halda heiðursfyrilesturin. Heitið, hon hevur valt, er “Erindr- ingens poetikk - en inn- fallsvinkel til Christian Matras’ lyrikk”. Anne-Kari gjørdist í 2001 dr.art. frá universitetinum í Oslo við ritgerðini: Poetikk og livs- tokning i Christian Matras’ lyrikk. Hon var ein av andmælingunum, tá ið Kristen Brix vardi doktara- ritgerð sína, og er annars væl kend í Føroyum, kanska serliga við síni bók vevkynstrið hjá Marionnu Matras. Fyrilestur hennara verður hildin á almennu samkom- uni hóskvøldið 24.oktober, sum byrjar kl. 19.30. Eftir fyrilesturin verður handing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk. Stovnsfæið í hesum grunni er OSSIAN-heið- urslønin, ið FVS-stovnurin í Hamburg veitt Chr. Matras og Føroya Fróð- skaparfelag í 1981. Sømd- argávur úr grunninum verða veittar sum viður- kenning fyri einstaklinga- virki føroyskum máli at frama er. Hetta verður níggjunda ferð, sømdar- gávan verður latin. Á býráðsfundi týs- kvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð at ganga eini umsókn frá vinnulívsmonnum um øki til eitt møgu- ligt ísvirki á møti BÝRÁÐSFUNDUR Rúna Sivertsen Týskvøldið hevði Klaks- víkar Býráð almennan fund. Millum tey 10 málini, ið stóðu á dagsskránni, var umbøn um øki til ísvirki. Í viðmerkingunum til málið stendur m.a: "Peikað verður á økið norðanfyri Kósina. Umráðandi er, at ein bygging her ikki er til bága fyri ein møguliga komandi fjøruveg frá nevnda øki og norður á Grótrætt, og at byggingin ikki er til bága fyri virkini í økinum. Umsitingin hevur spurt seg fyri hjá ráðgeva, hvat ein pierur við eini smábáta- havn kostar at gera norðan fyri verandi kaj, har eitt møguligt ísvirki so kundi ligið. Sí hjálagda uppskot frá umsitingini um plaser- ing við atliti til víðkaða havnalagið. Havnanevndin mælir til at játta økið, men at lend- ingin/pierurin má gerast fyri minni kostnað. Møgu- lig neyvari plasering verður at gera av umsitingini." Stórt ístrot Torleif Sigurðsson, vísti á, at ístrot til skipini í langa tíð hevði verið ein trupul- leiki í Klaksvík. Hann legði eisini dent á, at kapping og fríar markn- aðarkreftir eru neyðugar, skal keyparin fáa eina bí- ligari vøru. Jógvan Lutzen, sum møtti fyri Jógvan við Keldu, tók eisini orðið. Hann segði, at málið hevði fingið alt ov lítla viðgerð og var eftir hansara tykki ein píningur. Allir vita, at útnyrðingur er brimætt á Kósini, og tí fer einki skip at leggja til har á tí ættini, verður ikki ein nóg góður pierur, sum lívir fyri ættini, bygdur har. Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, segði, at Klaks- víkin hevur ikki ráð at missa nakað; tí er neyðugt at geva vinnuni góðar ar- beiðsumstøður. Í longri tíð hava kommunulæknar og teir, ið hava bjóðað uppá bygging av læknamiðstøðini í Klaksvík, sóknast eftir, nær byggingin fer í gongd. Á býráðs- fundi týskvøldið varð endaliga samtykt, at arbeiði uppá nýggju læknamiðstøðina við Sandin skal byrja BÝRÁÐSFUNDUR Rúna Sivertsen Klaksvíkar býráð hevur samtykt eina fíggjarætlan fyri komandi ár, har játt- aðar verða 4 milj. kr til læknamiðstøðina. Undir innahýsis viðgerð av málinum er komið fram, at ein játtan uppá 4 milj. kr. er heldur tepur í mun til tíðarætlanina. Tó mælir sosiala nevnd til, at arbeiðið verður sett í verk, og, at fíggjarligi part- urin verður tikin uppaftur í komandi ári. Hesum tók fíggjarnevndin undir við. Gongur alt sum ætlað, verður læknamiðstøðin lið- ug at taka í nýtslu ár 2004. Viðtaluhølini hjá komm- unulæknunum í Klaksvík eru als ikki nøktandi. Har er t.d. eingin møguleiki hjá fólki í koyristóli at koma til viðtaluhølini; trappurnar eru ein forðing, bæði hjá teimum og illa gongdum fólki. Nú verður læknamiðstøðiní Klaksvík bygd Nýtt ísvirki í Klaksvík Vinnulívsmenn í Klaksvík hava søkt um øki til nýtt ísvirki. Týskvøldið samtykti býráðið at lata øki norðanfyri Kósina til byggingina Mynd Rúna Sivertsen Modellmynd: Soleiðis kemur læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík at síggja út. Miðstøðin verður klár at taka í nýtslu ár 2004. Tað eru Fuglø Arkitektar, ið eru høvuðsráðgevar fyri projektinum Modellmynd: Fuglø Arkitektar C M Y K 3 2