Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 204 - 24. oktober 2002 Nr. 204 - 24. oktober 2002 5 – Vit eiga at umhugsa eisini at revsa tey, sum keypa tænastur frá skøkjum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður SKØKJULEVNAÐUR Áki Bertholdsen Føroyingar eiga at vera við í altjóða tiltøkum, sum kunnu forða fyri kynsligari misnýtslu og handli og sex- handli sum heild. Tað heldur Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður í lóg- armálum. Í Løgtinginum í gjár skuldi hann svara nøkrum spurningum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri miðflokkin hevur sett hon- um um striptease og skøkjulevnað í Føroyum. Beinleiðis orsøkin til, at Løgtingsmaðurin reisir spurningin, er eitt blað, sum HB sendi í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum á Ólavsøku, har lýst varð við Striptease í einum klubba í Havn. Høgni Hoydal vísir á, at so leingi, vit ikki hava yvir- tikið málsøki, er talan um danskt ábyrgdarøki burtur- av og landsstýrið hevur hvørki innlit í upplýsingar ella ávirkan á arbeiði hjá løgregluni og teimum donsku myndugleikunum, sum umsita økið. Tað er tí danska fólka- tingið og danska lógmála- ráðið, sum hava evsta myn- dugleikan yvir á hesum øki. Høgni Hoydal vísir á, at samanumtikið er skøkju- levnaður, handil við kvinn- um og útbreiðsla av porno- grafiskum tilfari, bannað í Føroyum. Men hann leggur afturar, at lóggávan er gomul og hevur ikki verið dagførd í samsvari við nýggju fjøl- miðla og teldutøknina. Kortini samtykti Løg- tingið einmælt í fjør at seta forboð gildi fyri barna- pornografi á alnetinum. – Viðvíkjandi striptease má fútin gera ein meting í hvørjum einstøkum føri, um talan er um ólógligt virksemi ella ikki, sigur Høgni Hoydal. Fútin hevur upplýst fyri Høgna Hoydal, at verður eitt ítøkiligt mál um strip- tease meldað til løgregluna, verður tað kannað á vanlig- an hátt fyri at vita, um grundarlag er fyri at reisa ákæru í málinum. Greiðari reglar Høgni Hoydal sigur annars, at í løtuni verður arbeitt við at yvirtaka bæði løgreglu, rættarskipan og sostatt eis- ini revsilógina í síni heild – Í tí sambandi verður eis- ini viðgjørt, hvussu rættar- reglarnar skulu vera í Før- oyum, sigur Høgni Hoydal. Eftir hansara tykki er tørvur á at gera reglarnar og revsingarnar greiðari. Og ikki minst heldur hann, at tað er neyðugt at dagføra lóggávuna í sambandi við ólógligt virksemi tvørtur um landamark, í samabandi við altjóða, skipaðan kvinnuhandil o.s.fr. Í hesum sambandi eigur útlendingalóggávan og onnur lóggáva eisini at vera dagførd. – Eitt nú hava tiltøk og fyribyrging mótvegis rús- evnum og øðrum, stóran týdning í hesum sambandi, tí samanhangur er ímillum tær umstøður, ið enda við kriminaliteti og misnýtslu á ymsum økjum. Hann heldur eisini, at nú, vit hava fingið alnet, eiga Føroyar somuleiðis at vera við í altjóða tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja kynsligari misnýtslu og handli á hes- um øki yvirhøvur. Hann vísir eisini á, at aðrastaðni verða lógir settar í gildið sum eisini revsað tey, ið keypa tænastur frá skøkjum. Tað heldur hann er skila- gott og hetta eigur eisini at vera tikið við í arbeiðið at gera eina føroyska lóggávu á økinum. Tað verður St. Ola úr Estlandi, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk beint eftir nýggjár SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað verður estlendska ferj- an, St. Ola, sum skal av- loysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í vetur. Strandferðslan hevur gjørt ávegis semju við reið- aran í Estlandi, sum eigur ferjuna og nú eru bara smá- lutir eftir, áðrenn tann endaliga avtalan verður gjørd. Men Strandferðslan sig- ur, at tey dugai kki at hugsa sær, at nakað nú skuldi komið í vegin fyri eini endaligari avtalu. Smyril fer í dokk beint eftir nýggjár og tá kemur St.Ola til Føroyar at sigla ímillum Havnina og Suður- oynna. – Eftir avtaluna leiga vit St. Ola ferjuna í 75 dagar og leigumálið byrjar ímill- um 10. og 30, januar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Hann sigur, at leigumálið skuldi laga seg eftir, nær eykalutirnir til Smyril kunnu verða leveraðir frá verksmiðjuni í Japan 8. november. Sostatt fer Smyril í dokk ímillum 10. og 30 januar, samstundis sum St. Ola kemur til Føroya. Estlendska ferjan kostar 6.750 evrur um dagin, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi. Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan. Reidar Nónfjall sigur, hugsað verður fyrst og fremst um at St. Ola skal avloysa Smyril, men møgu- liga fer hon eisini at verða brúkt til aðra sigling aftaná, um onnur skip skulu í dokk. Hann sigur, at St. Ola er nú á beding, har hon verður vaskað og málað og yvir- høvur gjørd ístand til at røkja Suðuroyarsiglingina. Ikki verri enn Smyril Suðuroyingar hava mangan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig. Men tað verður neyvan støðan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðsl- an setir til eina slíka ferju. Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og hareftir er ferjan gjørd. Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman. Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur. Annars hevur Smyril havt brek á stabilisatorunum seinastu tíðina, men ein smiðjur skuldi koma til Føroyar fyrr í hesi vikuni at rætta brekið, tí tað var ikki neyðugt at fáa Smyril í dokk til tað. Greiðari reglur fyri skøkjulevnaði í Føroyum – Hetta er eitt danskt málsøki burturav og Landsstýrið hevur onga ávirkan á arbeiðið hjá løgregluni , sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú Jenis av Rana hevur spurt hann, hvussu er vorðið við skøkjulevnaði og striptease í Føroyum Fyribils avtala gjørd um avloysaraskip fyri Smyril Hetta verður ferjan, sum skal sigla fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk í januar. Ferjan lýkur tey krøv, sum Strandferðslan setir og skuldi ikki verið verrið enn Smyril Sunleif Rasmussen útgivin um allan heim Stóra svenska plátu- felagið BIS hevur júst givið fløguna Sur- rounded út. Talan er um tónleik hjá Sun- leif Rasmussen TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Svenska plátufelagið BIS hevur givið út fløguna Sur- rounded. Á fløguni er tónleikur hjá Sunleif Ras- mussen og fløgan verður send út á marknaðin í øllum heiminum. – Tað er langt síðani, at BIS vísti áhuga fyri mínum tónleiki. Leiðarin í felagn- um var í Føroyum í sam- bandi við frumframførsl- una av Oceanic Days, og tá varð longu ein avtala gjørd um at gera eina fløgu, segði Sunleif Rasmussen á tíð- indafundi í gjár. Hetta er fyrsta fløgan við tónleiki hjá Sunleifi, sum verður send út á altjóða marknaðin. BIS gevur fløgur út í Evropa, Norður- amerika, Kanada og í teimum eystaru londunum. – At fløgan verður send út upp á hendan mátan vil siga, at fleiri fólk koma at kenna mín tónleik. Og bara felagið er longu kent, so tað ger eisini rættiliga nógv, sigur Sunleif Rasmussen. Tónleikavirðislønin Í næstu viku skal Sunleif til Helsinki at móttaka tón- leikavirðislønina hjá Norð- urlendska Ráðharraráðn- um. Longu í dag, hósdag, fer hann niður til Danmark- ar, og har skal hann gera tvær samrøður í sambandi við fløguna. Eisini í Hel- sinki er áhugin fyri fløguni stórur, tí umframt samrøður í sambandi við tónleika- virðislønina, skal hann gera tríggjar aðrar samrøður sum bara snúgva seg um fløguna. – Ætlanin var, at fløgan skuldi koma út um eitt ár, men av tí, at eg vann tón- leikavirðislønina, gjørdi felagið av at framskunda útgávuna. Meira enn 70 fløgur standa á bíðilista og bíða eftir at verða givnar út, tí BIS gevur bara millum 12 – 15 fløgur út um árið, greiðir tónaskaldið frá. Á tíðindafundi miku- morgunin segði Sunleif, at nú var hann so smátt farin at hugsa um tað, at hann skuldi til Finlands at taka ímóti eini tónleikavirðis- løn. – Ja, eg skrivaði takkar- talu í gjár. Hon skal sendast víðari, tí hon skal umsetast bæði til finskt og íslendskt, sigur Sunleif smílandi. Takkartalan skal umset- ast, tí sent verður beinleiðis í sjónvarpið, og tá skal tesktur á. Skráin í Helsinki er longu full. Ella tað ljóðar hon til at vera í øllum før- um. Sunnukvøldið gongur leiðin úr Danmark til Hel- sinki, og mánadagin skulu eini tríggjar ella fýra sam- røður gerast. Fyrrapartin týsdagin verður tíðinda- fundur, og seinnpartin skulu aftur nakrar samrøður fáast undir land hjá fjøl- miðlafólkunum. Og týs- kvøldið verður sjálv hand- anin og veitslan. Annars hevur Sunleif Rasmussen rættiliga fitt at gera næstu mánaðarnar. Millum annað skal hann luttaka á tveimum festival- um. Annar verður í Berlin í endanum av næsta mánað. Tað er Magma festivalurin og har verður norður- lendskur tónleikur spældur. Sunleif skal millum annað spæla tónleik av fløguni. Í byrjanini av desember gongur leiðin til Írlands. Eisini har verður ein festi- valur, sum Sunleif skal luttaka á. Fløgan Surrounded skuldi koma til Føroya í gjárkvøldið, so hon skuldi skjótt staðið á hillunum í sølubúðunum. Fyrsta upp- lagið lá einastaðni millum 2000 og 3000 fløgur. Svenska plátufelagið, BIS, hevur nú givið fløgu út hjá Sunleifi Rasmussen. Og týskvøldið móttekur tónaskaldið tónleikavirðislønina hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í Helsinki Mynd: Jens Kr. Vang Tutl hevur nú givið út fløgu við heitinum Faroeesti. Talan er um føroyskar jazztónleikarar, sum spæla saman við trimum estarum ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Bólkurin Faroeesti varð stovnaður í 1992 eftir áheitan frá Norðurlanda- húsinum í Føroyum. Ein vitjan varð tá løgd til rættis í Estlandi, og har skuldu millum annað tríggir føroyskir jazztón- leikarar gera ein bólk saman við trimum estar- um. Bólkurin vitjaði árið eftir í Føroyum, og í 2000 varð samstarvið tik- ið upp aftur á ferð í Est- landi við bólkinum Shalder. – Í 2001 varð spælt undir navninum Faroeesti í Tallinn og á stórum festivali í Skt. Pæturs- borg, sigur Tutl í tíðinda- skrivi. – Samanspælið gekk so mikið væl, at avtala varð gjørd um at gera eina fløgu í 2002, og aftaná tað fáa spælijob á festivalum og klubbum í Norðan- londum, baltisku londun- um og møguliga aðra- staðni í heiminum eisini. Nú Tutl hevur 25 ára føðingardagshald, hevur borið til at fingið stuðul til konsertvirksemið í 2002 og tí koma teir tríggir estararnir til Før- oya í mei mánaða. Tónleikararnir eru: Villu Veski, saxofon, Edouard Akulin, trom- bon, Heðin Ziska David- sen, gittar, Kristian Blak, klaver, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass og Tanel Rubin, trummur. Nýggj fløga frá Tutl Tutl hevur nú givið út fløguna Faroeesti við føroyskum og estlendskum jazztónleikarum C M Y K 5 4