hósdagur 24. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Nr. 204 - 24. oktober 2002
7
Løgmaður lítlan hug á kringvarpsgjaldinum
– Í mínum grund-
sjónarmiði eri eg
ímóti at útskriva ein
eykaskatt til at fíggja
almennu loftmiðlar-
nar, og tí havi eg tikið
fyrivarni móti upp-
skotinum, sigur
Anfinn Kallsberg, løg-
maður um uppskotið
hjá Annlis Bjark-
hamar, at almennu
loftmiðlarnir skulu
fíggjast yvir skattin.
LOFTMIÐLAR
Jón Brian Hvidtfeldt
Ætlaninar hjá landsstýris-
manninum í mentamálum,
Annlis Bjarkhamar, um at
áleggja øllum føroyingum
ein kringvarpsskatt, fella
ikki í góða jørð hjá Anfinni
Kallsberg, løgmanni.
Verður uppskotið sam-
tykt, so fer tað at merkja, at
allir føroyingar yvir 18 ár,
sum forvinna meira enn
30.000 krónur árliga, skulu
gjalda eitt ávíst prosent-
gjald av síni inntøku í ein
kringvarpsgrunn. Í upp-
skotinum er inngjaldsloftið
sett til 1600 krónur um ár-
ið, men av tí at loftið verður
rokkið longu tá inntøkan
kemur upp á 68.000 krónur,
verða tað tí tey flestu, sum
koma at gjalda fult gjald.
Hóast Anfinn Kallsberg
og Fólkaflokkurin ikki hava
tikið endaliga støðu til upp-
skotið enn, so hevur upp-
skotið stóran prinsipiellan
týdning fyri Fólkaflokkin.
Anfinn Kallsberg vísir á, at
talan í veruleikanum er um
at strika eitt brúkaragjald,
og í staðin innføra ein
nýggjan skatt. Og tað er
ímóti grundsjónarmiðunum
hjá flokkinum.
– Eg má siga, at í prin-
sippinum eri eg í móti
kringvarpsgjaldinum. Talan
er jú í veruleikanum um, at
vit »uppfinna« ein nýggjan
skatt at leggja á fólkið,
sigur Anfinn Kallsberg.
Eftir hansara tykki er tað
ein skeiv gongd at flyta ym-
iskar almennar skipanir og
almennar tænastur og til-
boð yvir í skattaskipanina
og harvið skattarokningina
hjá fólki.
Hóast tey allar flestu í
dag vilja hava bæði útvarp
og sjónvarp, so eigur tað
framvegis at vera eitt val
hjá tí einstaka, hvørt hann
ella hon ynskir hesa tæn-
astu, sigur løgmaður.
– Tað eigur at vera ein
spurningur um at sleppa at
velja. Við at fíggja almennu
loftmiðlarnar við eyka-
skatti hevur tú tikið henda
møguleika at velja frá fólki,
og tað meti eg vera grund-
leggjandi skeivt, leggur
Anfinn Kallsberg afturat.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum hevur á lands-
stýrsfundi
kunnað
um
kringvarpsgjaldið, og upp-
skotið er nú sent út til
flokkarnar til viðgerðar.
Annfinn Kallsberg sigur, at
enn er uppskotið nýtt, og
Fólkaflokkurin hevur tí ikki
viðgjørt málið endaliga og
hevur heldur ikki tikið
nakra støðu til tað. Løg-
maður sigur tó, at hann
hevur gjørt landsstýris-
mannin í mentamálum,
Annlis Bjarkhamar, varuga
við grundleggjandi støðuna
hjá sær og Fólkaflokkinum
til málið.
– Eg havi boðað lands-
stýrismanninum í menta-
málum frá, at eg ikki haldi
uppskotið um eitt kring-
varpsgjald,
sum
skal
krevjast inn umvegis skatt-
in, vera eitt gott hugskot, og
at eg tí taki fyrivarni móti
tí, sigur Anfinn Kallsberg.
Her er jú talan um ein eyka-
skatt, sum avloysir eitt
brúkaragjald, og tað eri eg
grundleggjandi ímóti, legg-
ur hann afturat.
Løgmaður heldur tað
vera óheppið at alsamt
fleiri gjøld verða løgd inn í
skattaskipanina.
– Eftir mínum tykki er
hetta ein skeiv gongd. Ein
kann spyrja, hvar markið
gongur fyri, hvussu nógv
kann krevjast inn yvir van-
ligan skatt og eykaskatt,
áðrenn tað er nóg mikið. Í
staðin haldi eg, at tað eigur
at vera eitt val hjá tí ein-
staka,
um
viðkomandi
ynskir almennu tilboðini og
tænasturnar, og ger hann
tað, so eigur hann eisini at
gjalda eitt brúkaragjald fyri
hetta, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Bara skatt til ÚF og
SvF
Uppskotið um kringvarps-
skattin fer somuleiðis at
merkja, at útvarps- og sjón-
varpsgjaldið fara í søguna.
Sum er fáa báðir stovnar
líka nógv inn í lurtara- og
hyggjaragjaldi, 16,7 milli-
ónir krónur um árið í part,
men sambært uppskotinum
verður hetta nú broytt. Lagt
verður nevniliga upp til, at
Sjónvarpið skal hava 58
prosent av kringvarpsskatt-
inum, meðan Útvarpið fær
42 prosent. Sostætt verður
ikki lagt upp til, at aðrar
rásir skulu hava burturav
pengunum,
sum
verða
kravdir inn í kringvarps-
skatti.
Anfinn Kallsberg hevur
ikki tikið støðu til, hvørt
tað er rætt ella skeivt, at
onnur fáa part av hesum
pengum. Tí, sum hann
sigur:
– Eg haldi tað vera
grundleggjandi skeivt at
krevja pengarnar inn við
einum eykaskatti.
Ein av tingmonnunum
hjá Fólkaflokkinum, Jógv-
an á Lakjuni, hevur fyrr
ført fram, millum annað í
Løgtinginum, at aðrar rásir
eiga at fáa betri sømdir
mótvegis almennu loft-
miðlunum. Hann heldur tað
vera upplagt at umrøða,
hvørt onnur eiga at fáa part
av
kringvarpsskattinum,
verður undirtøka fyri upp-
skotinum hjá landsstýris-
manninum í mentamálum.
– Verður tað úrslitð, at
kringvarpsskattur
skal
krevjast inn frá øllum før-
oyingum, so meti eg tað
vera rætt at taka við í
orðaskifti, um aðrar rásir
skulu hava møguleika at fáa
part av pengunum, sigur
Jógvan á Lakjuni. Hann
leggur afturat, at sjálvandi
skulu nakrar treytir fylgja
við, um onnur skulu fáa
part av pengunum, sum
koma inn gjøgnum kring-
varpsskattin.
Jógvan á Lakjuni nevnir
sum dømi, at nakrar »pub-
lic service« skyldur kundu
fylgt við pengum frá al-
menna kringvarpsskattin-
um.
– Í samband við hetta
uppskotið, sum landsstýris-
maðurin í mentamálum nú
er komin við, haldi eg tað
avgjørt vera rætt at taka
spurningin við í orðaskfti,
um partur av pengunum
ikki kundi farið til aðrar
rásir, sigur Jógvan á Lakj-
uni.
Tingmaðurin heldur eis-
ini tað vera rætt at umrøða
spurningin um alternativu
inntøkurnar hjá Útvarp-
inum og Sjónvarpinum,
millum annað frá lýsinum,
av nýggjum, skulu stovnar-
nir í framtíðini fáa ein
kringvarpsskatt.
– Skulu almennu loft-
miðlarnir fáa pengar um-
vegis skattin, so haldi eg
tað vera rætt at knýta henda
spurning saman við spurn-
inginum um lýsingarinn-
tøkurnar hjá stovnunum.
Almennu
loftmiðlarnir
kappast jú við teir privatu
um
lýsingarinntøkurnar,
vísir Jógvan á Lakjuni á.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, er grundleggjandi ímóti ætlanini hjá landsstýrismanninum um at almennu loftmiðlarnir skulu fíggjast við einum kringvarpsgjaldi.
– Talan er í veruleikanum at strika eitt brúkaragjald og í staðin áleggja øllum skattgjaldarum ein eykaskatt, sigur løgmaður.
Fyri framvegis at
síggja DR ókeypis
kanst tú keypa eitt
kort á einari danskari
adressu, so er tað
knapliga ókeypis at
síggja DR
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Føroyskir kundar hjá Canal
Digital skulu sum er gjalda
172 kr. um mánaðin ella
2.064 kr. árliga fyri at
síggja DR.
Hetta nýtist kortini ikki
at vera neyðugt. Tá vit
ringdu og spurdu í Radio-
handlinum í Havn um
áhuga fyri at keypa DR
millum føroyingar, fingu
vit at vita, at nógvar føroy-
ingar fáa tað framvegis fyri
einki. Hetta gera teir við at
keypa kortini í Danmark til
eina danska adressu.
Skipanin virkar á tann
hátt, at tað eru tey kort-
nummørini, ið eru keypt í
Føroyum, sum ikki kunnu
móttaka DR ókeypis frá
Canal Digital. Er talan um
eitt danskt kort, so er einki
í vegin fyri at síggja
ókeypis danskt sjónvarp á
DR1 og DR2.
Av landafrøðiligum or-
søkum liggur ógvuliga illa
fyri hjá fólki í Føroyum at
síggja aðrar fylgisveinar
enn teir við Canal Digital.
Tað er enntá so ómøguligt,
at føroyingar fáa ein av-
sláttur, tí móttøkumøgu-
leikararnir eru so vánaligir.
Munurin er tó lutfalsliga
lítil á prísunum. Um tú so
eisini fært Danmarks Radio
við, so broytir hetta óivað
perspektivið nakað.
Sami kostnaður
Kundatalið hjá Canal Digi-
tal í Føroyum er lutfalsliga
rættiliga stórt. Eftir hvat
skilst liggur millum 5.000
og 6.000, men hetta vil
Canal Digital hvørki vátta
ella avsanna.
Sløkt varð fyri Danmarks
Radio fyrr í hesum mán-
aðinum fyri kundar, sum
ikki tímdu at gjalda fyri at
síggja almennu donsku rás-
irnar, í hesum førinum DR1
og DR2.
Hjá Canal Digital siga
tey seg vera positivt yvir-
raska um áhugan fyri.
Peter From, marknaðar-
leiðari hjá Canal Digital í
Danmørk, sigur, at teir hava
fingið uppsagnir av haldum
frá føroyskum, men hesi
eru ógvuliga fá. Hinvegin
eru teir vorðnir positivt
yvirraskaðir um áhugan at
keypa
sær
Danmarks
Radio.
Peter From sigur, at teir
royndu at fáa DR at minka
prísin, men hetta eydnaðist
ikki. Prísurin, ið føroyingar
skulu gjalda, skal vera á
leið tað sama sum danir
gjalda í licens fyri at síggja
DR.
— Politikkurin hjá Dan-
marks Radio er tann, at teir
vilja hava fólk uttanfyri
Danmark at gjalda licens
fyri rásirnar eins og í
Danmark. Vit royndu at
forhandla okkum til ein
bíligari prís, men hetta vildi
leiðslan í DR ikki ganga
við til, sigur Peter From.
Hann veit at siga, at
Canal Digital og DR hava
gjørt eina skrivliga avtalu,
sum tryggjar, at Televarpið
ella annar veitari ikki fær
DR fyri minni enn Canal
Digital.
— Tað merkir so, at fær
Televarpið DR fyri ein
bílígari kostnað enn vit, so
kunnu vit krevja tað fyri
júst sama kostnað. Hetta vil
so merkja, at vit tá kunnu
bjóða okkara kundum DR
bílígari, sigur Peter From.
Persónliga heldur hann,
at tað er undarligt, at DR
velur at gera soleiðis við
tann føroyska marknaðin,
tá hugsað verður um, at
Danmarks Radio sendingar
fyri ein stóran part eru at
síggja í almenna føroyska
sjónvarpinum.
Hjá Radiohandlinum í
Havn hava tey lagt til merk-
is, at fólk helst vilja bíða
eitt sindur við at taka av-
gerð um, hvørt tey skulu
fáa sær DR, Canal Digital
ella okkurt annað, nú Tele-
varpið eftir ætlan byrjar í
næstum.
Samráðast við DR
Televarpið samráðist í løt-
uni við DR um eina avtalu
at senda teirra rásir.
Tróndur Djurhuus hevur
áður sagt, at teir hava gjørt
av, at DR verður við í teirra
útboði, men spurningurin
um
kostnaðin
er
ikki
greiddur.
Tað leyp hvøkk á Tele-
varpið, tá tað frættist um
avtaluna millum Canal
Digital
og
Danmarks
Radio.
Tróndur Djurhuus heldur
hesa avtaluna vera sera
dýra, men kann tó enn einki
siga um, hvørja avtalu
Televarpið megnar at fáa
við Danmarks Radio.
Ókeypis DR við
donskum korti
Við verandi skipað-
um mugu fólk
sjálvi syrgja fyri, at
porno ikki verður
víst í húsarhaldinu,
um tey ikki ynskja
tað
SJÒNVARP
Heri á Rógvi
Í komandi mánað byrjar
Televarpið
at
senda
fylgisveinarásir í Føroy-
um. Sum nevnt fyrr í
vikuni sendir ein av rás-
unum, Canal+, porno-
grafiskar filmar. Sum er
síggja túsundavís av
føroyingum hesar film-
ar, um teir ynskja tað.
Tað er eisini ein góður
møguleiki fyri, at enn
fleiri fáa atgongd til
hetta slagið av undir-
haldi við Televarpinum.
Sum kundi hjá Tele-
varpinum skalt tú vera
18 ár. Tað eru sostatt
vaksin fólk, sum keypa,
og líkt er eisini til, at tað
verður
teirra
egna
ábyrgd, hvat tey og teirra
børn ella onnur síggja.
Varafútin greiddi í
týsdags Sosialinum frá,
at tað er sera ivasamt,
um tað er løgfrøðilig or-
søk til at forbjóða hesum
sum støðan er nú. Or-
søkin er tann, at tilfarið
verður sent uttan út
heimi, og tað er eitt før-
oyskt felag, sum løg-
frøðiliga sendir tilfarið.
Í síðsta enda verður
hetta ein dóms- og
tulkingarspurningur.
Í øllum førum liggur
ábyrgdin sum nú hjá tí
einstaka kundanum.
Peter From frá Canal
Digital,
sum
bjóðar
Canal+ og harvið porno-
grafiskt tilfar til føroy-
ingar, sigur, at fólk sum
er kunnu lata vera við at
hyggja at pornofilmun-
um við at forða fyri
hesum við teirra móttak-
arum, sum hava eina
sokallaða foreldraverju
innbygda.
Sum er eru eingir
aðrir
møguleikar
at
forða fólki at hyggja at tí
heldur
nakna
undir-
haldinum.
Filmarnir
verða sendar á trimum
ymsum rásum, og hetta
ger tað eisini ógvuliga
trupult at sløkkja og
tendra fyri teimum.
Norra
Í Føroyum fáa kundar
hjá Canal Digital donsk
kort, og hesi hava onga
sperru móti pornograf-
iskum tilfari.
Tað hava kortini í
Norra. Í Norra eru
strangar
lógir
móti
porno, og hjá norsku
kundunm
hjá
Canal
Digital ber ikki at síggja
pornografiskar filmar í
heilum líki.
Peter
From
sigur
annars, at teir hálva-
vegna høvdu roknað við
kapping, og teir ætla so
at halda fram á føroyska
marknaðinum, uttan at
gera tær stóru broyting-
arnar.
Canal
Digital
koyrir í løtuni eina her-
ferð í Føroyum, og greitt
er, at teir eiga ein stóran
kundaskara í Føroyum.
Tað nýtist ikki at vera
tøkniliga óheppið ikki at
síggja DR.
Mynd: Álvur Haraldsen
Pornografiskt tilfar um fylgisvein:
Egin ábyrgd
Nógv bendir á, at er og
verður upp til fólk sjálvi,
um tey ynskja at síggja
porno ella ikki.
Møguleikan hava í øllum
førum nógv
C
M
Y
K
7
6