hósdagur 24. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Nr. 204 - 24. oktober 2002
9
– Eg trúgvi, at flestu
virkir miðja eftir at
virka fiskin meira, og
tað gera vit eisini í
Miðvági, sigur Albert
Ellefsen, virkisleiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fiskavirking í Miðvági var
eitt av teimum trimum
virkjunum í Føroyum, sum
í summarhálvuni keypti
gullaks frá trolarunum, sum
vóru á hesi veiði.
Gullaksatíðin var liðug
síðst í september, og nú vet-
urin stundar til, hevur virk-
ið serliga lagt seg eftir at
arbeiða hýsu og partvís
upsa.
Soleiðis hevur eisini ver-
ið undanfarin ár.
Portiónir
Miðjað verður eftir í størst
møguligan mun at virka
fiskin til portiónir, men ein
partur av upsanum fer í
blokk.
Albert Ellefsen, virkis-
leiðari, sigur, at gongst sum
ætlað í vetur, verða eini
75% av rávøruni hýsa, sum
serliga kemur frá línubát-
unum, men eisini frá trol-
arunum.
Hann sigur, at meginpart-
urin av hýsuni, sum virkið
keypir, er hýsa 3.
– Vit kundu hugsað okk-
um, at hýsan var nakað
størri, men higartil í heyst
hevur hon yvirhøvur verið
smáttfallandi.
Albert sigur, at tað hevur
gingið hampiligt at fáa fat-
ur á hýsuni, men prísurin er
rættiliga skiftandi.
Hann heldur, at ein stórur
partur av hýsuni, sum skip-
ini hava siglt niður á
skotska marknaðin við,
hevur verið smá hýsa.
Vilja meirvirka
– Eg trúgvi, at flestu virkir
miðja eftir at virka fiskin
meira, og tað gera vit eisini
her vesturi. Tilvirkingin av-
hongur sjálvsagt eisini av
eftirspurningi og prísi úti á
marknaðinum, leggur Al-
bert aftrat.
Mikudagin, tá ið vit
frættu úr Miðvági, lógu
West Freeser og Venus og
landaðu, men virkisleiðar-
in, sum júst var afturkomin
úr Japan, hevði ikki hevt
seg við neyvu tølini hjá bát-
unum.
– Í Miðvági er nógv
fiskaarbeiði hvønn dag,
sigur Albert Ellefsen, virk-
isleiðari.
Hýsu-og upsaportiónir
í Miðvági
- Flakavirkið, Kósin,
hevur keypt ein part
av veiðini beinleiðis
frá skipunum. Restin
fer so um uppboðs-
søluna, sigur Kristian
Fr. Olsen, leiðari á
Fiskamarknaði
Føroya í Klaksvík
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Higartil í vikuni hava seks
línubátar landað til Fiska-
marknaðin í Klaksvík. Ein
partur av veiðini er seldur
um uppboðssøluna og ein
partur beinleiðis til Kósina
í Klaksvík.
Í dag kemur Núpur undan
Íslandi við 140-150.000
pundum av toski, hýsu,
brosmu og longu. Hetta er
fyrsti túrurin hjá teimum
undir Íslandi á hesum sinni.
Fyrr í vikuni hava fimm
aðrir línubátar selt um upp-
boðssøluna.
Jákup B, sum royndi
undir
Føroyum,
hevði
130.000-140.000
pund,
meginparturin
hýsa
og
toskur og Polarstjørnan,
sum var undir Íslandi,
hevði 180.000 pund av
toski, hýsu, brosmu og
longu.
Kvikk, Skørin og Váða-
steinur hava eisini lagt fisk-
in upp í Klaksvík.
Kvikk hevði 130.000-
140.000 pund, meginpart-
urin hýsa, Skørin 70.000
pund, størri helmingurin
toskur,
og Váðasteinur
hevði
eisini
130.000-
140.000 pund. Hjá Váða-
steini var eisini størra
helvtin toskur.
Landa fyri Kósina
Kristian Fr. Olsen, leiðari á
Fiskamarknaði Føroya í
Klaksvík, sigur, at fleiri av
bátunum seldu ein part av
veiðini beinleiðis til Kós-
ina, meðan restin fór um
uppboðssøluna.
– Men allur fiskurin
verður landaður og vigaður
her á Fiskamarknaðinum.
Vit landa bæði fyri okkum
sjálvar og Kósina. Síðan
gera vit skipini út við kass-
um, ísi og agni, sigur hann.
Kristian Fr. Olsen sigur, at
toskaprísurin hevur verið í
lagi hesar dagarnar, og prís-
urin á hýsu hevur verið
sámuligur.
– Tað gongur hampiligt at fáa fatur á hýsuni, men prísirnir eru ógvuliga skiftandi, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Miðvági.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í vikuni hava ikki færri
enn tvey línuskip og
tríggir trolarar lagt veið-
ina upp á Sandi.
Línubátarnir
eru
Hoyvíkingur og Thomas
Nygaard og trolararnir,
sum allir landaðu í gjár,
eru
Nornagestur,
Kolumbus og Eystur-
búgvin.
Tá ið vit frættu av
Sandi í gjár, høvdu tey
ikki neyvu tølini yvir
landingarnar við hond-
ina, og neyvan vóru
skipini heldur liðug at
landa.
Á Sandoy Seafood
siga tey annars, at meg-
inparturin av fiskinum
verður arbeiddur á virk-
inum á Sandi og í Skop-
un. Bert ein minni partur
er keyptur av øðrum
virkjum og fer av oynni.
– So, her hava vit ríki-
ligt at takast við í løtuni,
siga tey á Sandoy Sea-
food.
Tað er greitt, at tá ið
fimm skip leggja veið-
ina upp á Sandi í eina
viku, eru nógvir mans
eisini knýttir av landing-
unum.
Tí er tað ikki bara inni
á virkjunum, at nógv
hevur verið at tikist við
hesa vikuna, men so
sanniliga eisini úti á
bryggjuni á Sandi.
Nógvur fiskur upp
á Sandi
Seks línubátar landað í Klaksvík
– Toskaprísurin hevur verið í lagi í vikuni, og prísurin á hýsu
hevur verið sámuligur, sigur leiðarin á Fiskamarknaði Føroya
í Klaksvík, Kristian Fr. Olsen.
289 bilar missa
nummarpláturnar
– um vegskatturin
ikki verður goldin
beinanvegin, og
kvittan er tøk at vísa
politinum, verða
nummarpláturnar
kliptar, og hevur
Bileftirlitið latið
løgregluni 289 slík
mál
VEGSKATTUR
Talan er um vegskattin fyri
seinna hálvár í ár, sum Bil-
eftirlitið ikki hevur fingið
fatur á.
Veggjaldið fellur í tveim-
um, 1. januar og 1. juli., og
eins ofta hevur Bileftirlitið
boð eftir løgregluni fyri at
fáa fatur á øllum pengun-
um, tí hvørja ferð eru tað
nøkur, ið ikki gjalda rætt-
stundis.
Enn ber til at gjalda, og
við at vísa fram kvittan
slepst undan, at pláturnar
verða kliptar.
Løgreglan hevur fingið boð um at klippa nummarpláturnar av 289 bilum, hvørs eigarar ikki
hava rindað vegskattin
Brúkarasamtak verður nú stovnað
Mikudagin í næstu
viku verður stovn-
andi fundur av sam-
taki fyri brúkarar í
Føroyum. Tað eru tey
trý, Hans Pauli
Strøm, Ingunn Sim-
onsen og Gunnleivur
Dalsgarð, sum vegna
fyrireikararnar hava
kallað inn til fundin
BRÚKARAMÁL
Eirikur Lindenskov
– Vit eru illa stødd, tá tað
snýr seg um at tryggja og
verja rættindi brúkarans í
Føroyum - í høvuðsheitum
tí, at eingin myndugleiki
varðar av ella kærir seg um
brúkaraviðurskifti,
siga
fyrireikararnir í tíðinda-
skrivi. Tey siga víðari, at
hetta vistu tey framman-
undan, men at tað kom
pínliga í ljósmála, tá Norð-
urlendska Brúkaranevndin
hevði sín ársfund í Føroy-
um um miðjan september.
– Vit mugu eisini sanna,
at politiski myndugleikin
hevur ikki verið og tykist
ikki vera sinnaður at gera
nakað við hesi viðurskifti.
Hetta ber illa til longur, og tí
mugu brúkararnir í Føroy-
um sjálvir taka seg saman í
felagsskap, við tí endamálið
at fáa hesi viðurskifti í rætt
lag, siga tey trý, og bjóða
tey tí øllum áhugaðum til
fundar til tess at stovna nýtt
samtak fyri brúkarar í
Føroyum fyri at verja
áhugamál brúkaranna og
virka fyri teimum, m.a. við
• at gera vart við sjónarmið
brúkaranna í almennum
orðskifti,
• at vera málgagn fyri
brúkaraáhugamálum mót-
vegis politiskum myndug-
leikum, og
• at virka fyri at almennur
brúkarapolitikkur verður
orðaður og settur í verk,
við dagførdari lóggávu og
almennum brúkarastovni,
til tess at fremja brúkara-
kunning og tryggja brúk-
arunum rættindi teirra
Lagt verður upp til at bæði
einstaklingar
og
feløg
kunnu verða limir, og
vónandi verður undirtøkan
stór longu á stovnandi
fundinum.
Fundurin verður miku-
kvøldið tann. 30. oktober
2002, kl. 19.30, í húsunum
hjá Starvsmannafelagnum,
J.H. Schrøtersgøta 9, Tórs-
havn.
Á áttinda sinni letur
danski Wilhelm
Hansen grunnurin
heiðurslønir og
gávufæ. Millum tey,
sum í ár verða
heiðrað, er
Listastevna Føroya
HEIÐURSLØN
Eirikur Lindenskov
Oddvá Nattestad, samskip-
ari, tekur í móti stuðulinum
áljóðandi 75.000 kr, sum
verður handaður á sam-
komu á Kunstindustrimuse-
et í Bredgade í Keyp-
mannahavn hin 29. oktober.
– Hetta er ein stór viður-
kenning av Listastevnuni
og ikki minst eitt kærkomið
høvi at gera vart við stevn-
una uttanfyri landoddarnar,
sigur Oddvá, sum longu
arbeiðir við næstu Lista-
stevnu, sum verður hildin í
døgunum 7.-17. august
2003.
Umframt at føroyska
Listastevnan verður heiðr-
að, fáa eisini sjónleikarin,
Kirsten Olsen, og koreo-
grafurin, John Neumeir,
serliga
heiðursløn
fyri
listarligt avrik. Heiðurs-
lønin sum tey bæði fáa frá
Wilhelm Hansen grunn-
inum er 250.000 kr.
Listastevnan heiðrað við 75.000
krónur
Oddvá Nattestad tekur ímóti teimum 75.000 krónunum til
Listastevnuna
C
M
Y
K
9
8