hósdagur 24. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Nr. 204 - 24. oktober 2002
11
Tjakfundurin um kreppuna í nítiárnum var bæði
áhugaverdur og spennandi og tað tænir útvarp-
inum til heiðurs at hava skipað fyri hesum fundi.
Hóast fundurin var væl fyriskipaður, so vóru bert
fáir spurningar frá fundarfólkinum og tað var
spell. Tað vóru politikkararnir og serfrøðingarnir,
ið domineraðu fundin, men tað var væl ikki annað
enn væntað. Hetta er í hvussu er ein táttur, sum
útvarpið eigur at halda fram við og betra. Ser-
stakliga útvarp men eisini sjónvarp hava sera
stóran fólksligan týdning, tá tað ræður um kjak og
orðaskifti. So tað skal vera okkara áheitan á
loftmiðlarnar um í størri mun enn í dag at leggja
dent á orðaskiftið og tá heldur brúka minni orku
og pengar uppá tíðindapartin, hóast hann eisini
hevur stóran týdning.
Gjørdust vit so klókari av fundinum og fingu vit
nakað at vita, sum vit ikki vistu frammanundan?
Bæði ja og nei. Embætismenninir góvu okkum
eina mynd av einum vinnulívi, sum er nógv betur
fyri enn áðrenn kreppuna og teir vissaðu opkkum
um, at eingin kreppa kemur aftur í bræði. Men
millum reglurnar hómaði tann gløggi lurtarin eitt
lítið "men kanska" og "ikki beinan vegin". Hartil
fingu lurtararnir ta fatan, at vinnulív, bankar og
tað almenna eru so væl konsoliderað, at vit
saktans kundu klára eina minni kreppu. Eisini
fingu vit at vita, at fíggjarligi sektorurin ongantíð
aftur kundi kollapsa, sum hann gjørdi í nítiár-
unum. Hetta er sjálvsagt sissandi at hoyra, og vit
kunnu bert vóna, at hetta heldur og samstundis
vóna, at vit ongantíð koma at royna hendan
pástand í praksis.
Men hóast hesa bjørtu mynd, so standa nakrir
spurningar eftir, sum ikki gjørdust heilt greiðir
ella sum vilji ikki er at loysa. Ein var spurningurin
um tey, sum flýddu av landinum og sum enn ikki
eru komin aftur. Talan er um eini 5000 fólk.
Fundurin gav teimum onga vón, hóast vit innflyta
arbeiðsmegi. Tað er bæði grøtiligt og átaluvert, at
løgmaður einki boð hevði uppá ein útveg fyri
hesum fólkum. Annar ivaspurningur snýr seg um
ALS. Hvat gera vit nú? Er ALS nú nóg sterk til at
klára eina kreppu, sum ikki kemur, men kanska
kemur kortini sum frá líður. Er útgjaldið rímiligt?
Er inngjaldið rímiligt? Hvørjum gagnar ALS mest
– teimum arbeiðsleysu ella búskaparpolitikk-
inum? Ein triði spurningurin snúði seg um fiski-
vinnupolitikkin og ein fjórði um fíggjareftirlitið.
Hvørgin hesin var svaraður nøktandi. Víst varð á
grundleggjandi skeivleikar, sum løgmaður ikki
kundi svara nøktandi uppá. Her er talan um sera
álvarsamar spurningar, sum vit fara at venda aftur
til – vónandi saman við øðrum miðlum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ongantíð aftur!?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sunleif Rasmussen
Tá ið ein hevur valt at liva
sum yrkislistafólk á hesum
kargu klettum í norðurat-
lantshavinum, má ein hava
gott tol, tjúkka húð og sera
vælútviklaðar gávur at bera
yvir við fólki.
Nú er tað so ymiskt
hvussu víðan sjónarring
menniskju
hava. Víður
sjónarringur hevur aloftast
við sær stórt tolsemi fyri tí,
ið er fremmant og ørvísi.
Hetta er tíðanverri ikki tað,
ið hevur merkt almenna
kjakið um m.a. list í sein-
astuni. Tó skal her leggjast
afturat, at andaligt trong-
skygni ikki er eitt serfør-
oyskt fyribrygdi. Hinvegin
vísir tað seg, at andaligt
trongskygni og fordómar
trívast sera væl í politisku
skipanini her á landi.
Aloftast tá ið vit tosa um
andaligheit, verður hugsað
um tann partin, ið fer fram í
samkomum og kirkjum.
Við anda verður í hesari
viðmerking sipað til alt tað,
ið ikki er materia.
Andaligt
trongskygni
kemur til sjóndar, við at vit
menniskju
taka
dagar
ímillum hvør andaligheit er
»tann rætta«. Fordómar
koma til sjóndar við at vit
døma áðrenn vit kenna nóg
nógv til tað, ella tey vit
fella dóm yvir. Felags fyri
hesi bæði eyðkennini er at
vit byggja upp eina svart/
hvíta tilveru, har mín máti
at hugsa ella »vera« er
»tann rætti«. Har eg ongan
hug havi at seta meg inn í,
og tíðansheldur skilja tað
ella tey, ið eru mær fremm-
and.
Har trongskygni og for-
dómar gerast ein altavger-
andi partur av orðum og
gerum
hjá
einstøkum
menniskjum, bólkum ella
politiskari skipan, kann tað
lættliga blíva vandamikið.
Tað hava vit sæð so mang-
an, og gjørdi hetta seg eis-
ini galdandi í løgtinginum
nú ein dagin, tá ið tveir
løgtingsmenn, ein (javn-að-
armaður) og ein fólka-
flokksmaður, skutu upp á
tingsins
røðarapalli
at
skerja stuðulin til Leikpall
Føroya,
tí
leikbólkurin
Gríma spældi ein sjónleik,
hvørs innihald, hesir báðir
hildu vera forkastiligt. Tað
at brúka tingsessin til hótt-
anir um at skerja stuðul til
ávísar listagreinir, bert tí
ein ikki er einigur í ella
skilir innihaldið, er sera
óvanligt í teimum londum
vit
vanliga
samanlíkna
okkum við. Tó skal sigast,
at vit hava sæð víðgongdar
h ø g r a p o p u l i s t i s k a r
politikkarar
koma
við
slíkum úttalilsum, men
hesir hava ongan livandi
kjans at koma í nakra stjórn
her um leiðir.
Nú hevur javnaðarflokk-
urin, í yvirlýsing, tikið av-
stand frá tí sum (javnaðar-
tingmaðurin) segði, og tøkk
skulu tit hava fyri tað. Tó
rokni eg ikki við, at fólka-
flokkurin ger tað sama. Og
tað er her vit sklul vera á
varhaldið. Hesin flokkur
hevur síðan fyrst í sjeyti-
árunum ført eina miðvísa
herferð ímóti allari nútíðar-
list og teimum fólkum sum
henni vara av. Men harvið
seti eg ikki allar fólka-
flokksveljarar í sama bás,
og langt frá tí.
Uppskriftin er sera ein-
føld. Bólkar verða settir
upp ímóti hvørjum øðrum,
har
summir
hava
tað
"rætta" at bjóða. Uppskrift-
in er eisini klassisk. Eitt
gott dømi er mentunnar-
politikkur Sovjetsamveld-
sins. Valdsharrarnir settu út
í kortið hvat var "tann
rætta" listin. Alt annað
bleiv forfylgt, fordømt og
forboðið við lóg. Tað sama
gjørdi
seg
galdandi
í
Týsklandi í tríati og fýrati
árunum.
Slíkur víðgongdur og
trongskygdur mentunnar-
politikkur kann ikki førast í
einum fólkaræðið sum tí
føroyska. Men tíðiligt er, at
tað eru kreftir í politisku
flokkunum í Føroyum, har
tankar eru frammi, ið bera
óhugnaliga nógv á henda
bógvin.
Tað skal tí vera mín
áheitan á allar kreftir í
politisku skipanini í Før-
oyum, ið vilja víðskygni
fram um trongskygni, um
at standa saman um at føra
ein miðvísan mentunnar-
politikk, til frama fyri alt
lista og mentunnarlívið í
Føroyum. Kanska einamest
tí listini, ið vísir okkum á
fremmandar leiðir, har vit
ikki hava verið fyrr.
Præludium?
Páll Poulsen
Tórshavn
Hr. Erik Ludvigsen skriver
i tirsdagsudgaven om ud-
gaven »Løgtingið 150« år.
Han forsøger at påvise at
der i dobbeltudgaven fore-
ligger nye forskningsresul-
tater. Det passer ikke. Du
burde i foreliggende udlæg
hellere koncentrere dig om
udtalelsen og ladningen af
ordet "løsrivelse". Hvem er
det der skal "løsrives" og
fra hvilket skal der løs-
rives?
Hr Sølvarás gentagelse
om løgnen af den danske
enhedsstat bliver da gen-
taget allerede i indgangen
m. henh. til at Færøerne er
et dansk amt.
Selve ingrediensen er
ikke andet end gedigent
klamhuggeri,
der
ikke
bærer noget nyt under
solen. Udgaven er en fest-
udgave der er kommet for
at justificere ombygningen
af det færøske lagting og
dets dybeste ambition er at
legitimere visse personers
lidet kulinariske eksistens.
I andet bind findes der
faktuelle fejl som f. eks
lagtingsformand Poulsens
fødselsdato er en dag
forskudt.
Som Cand. Jur. burde du
hellere koncentrere dig om
»Hjemmestyrsloven«´s
folkeretlige ophav. Hvem
har sat den i kraft og
hvordan? Og virkede den
overhovedet? Jeg forstår
ellers godt at bøgerne
sælges som overskudslager.
Forkert udlægning Hr. Ludvigsen
ANALYSA -
OLJULEITING
Jan Müller
Úrslitið av tí seinastu bor-
ingini hinumegin markið
mundi koma óvart á mong.
Tey, sum høvdu væntað, at
her var talan um "knald
eller fald" eru helst farin
skeiv, tí henda boringin er
liður í eini boritilgongd,
sum fyri okkara viðkom-
andi ikki meira enn hevur
traðkað sínar barnaskógvar.
Síggja
vit
Føroyaøkið
isolerað, hvat vit tó ikki
eiga, so eru bert boraðir
tríggir brunnar her. Saman-
borið við einar 150 brunnar
fyri alt økið vestan fyri
Hetland. Enn standa so
fimm brunnar og bíða og
skulu teir allir borast innan
veturin 2006.
Aftrat hesum kemur, at
umleið 8 kanningarbrunnar
skulu borast beint upp at
markinum á bretskum øki,
eisini komandi árini. Tvs.
at tað komandi tvey til fýra
árini er uppá tal at bora
einar 13 kanningarbrunnar
báðumegin markið. Hesir
fara sjálvandi at útvega eina
rúgvu av upplýsingum og
vera við til at stykkja sam-
an puslispælið um møgu-
ligar oljukeldur á hesum
stóra økinum á Atlants-
mótinum. Tað skal vera
løgið, um ikki onkur av
boringunum verður eitt
veruligt fund, nú ein virk-
ing oljuskipan er í umráð-
inum. Er man eitt sindur
bjartskygdur og kanska
eisini realistiskur, so er
ikki skeivt at gita og siga, at
rakstrarverdugt fund verður
gjørt innan tvey ár eru
farin.
Næsta ár kemur túrurin
til Agip, sum skal hava
gjørt sítt forarbeiði sera væl
- og við vitanini frá hinum
brunnunum og teimum
nýggjastu 3D kanningun-
um, skilst, at Agip hevur
góðar vónir. At Texaco so
um somu tíð fer at bora ein
kanningarbrunn beint hinu-
megin markið ger ikki
støðuna minni áhugaverda.
Hesar báðar boringar hava
annars einki við hvørja aðra
at gera. (Sí eisini kort á
síðu 14, sum vísir brunnar,
sum eru boraðir og brunnar,
sum verða boraðir komandi
árini). Men at tær verða
boraðar um júst somu tíð
og í sama umráði kann
koma at skapa stóran áhuga
fyri økinum. Eitt fund her
ella har kann seta alt økið í
nýtt fokus. Tí hava hesar
boringar og fyri okkum ikki
minst tann hjá Agip stóran
týdning fyri at varðveita
kontinuitetin í leitingini.
Tað er eingin ivi um, at
heldur laka úrslitið hjá
Amerada Hess og hinum
feløgunum í hesum mán-
aðinum psykologiskt er eitt
afturstig fyri leitingina á
Atlantsmótinum. Tað eggj-
ar ikki júst øðrum feløgum
til at venda eyguni henda
vegin, og tað fær kanska
heldur
ikki
nøkur
av
verandi feløgunum til at
síggja alt ov ljóst uppá
framtíðina. Men hinvegin
so eru hetta stór oljufeløg,
sum eru von við at arbeiða í
nýggjum økjum og von við
bakkøstum ella sagt øðrvísi
- von við at tað skulu borast
nógvir brunnar, áðrenn tú
fær eitt veruligt rakstrar-
verdugt fund. Vit skulu ikki
gloyma, at tað vórðu bor-
aðir meira enn 30 brunnar í
norskum øki, áðrenn
rakstrarverdugt fund varð
gjørt. Og vestan fyri Het-
land vórðu boraðir meira
enn 70 brunnar, áðrenn
lønandi fund varð staðfest
og farast kundi undir út-
bygging.
Boringin
her
byrjaði fyrst í 70-unum og
kortini hava feløgini ikki
slept økinum. Higartil eru
tvey felt í framleiðslu,
Foinaven og Schiehallion
og farið er undir at útbyggja
tað triðja, Clair, sum er ein
risi í oljuhøpi. Tosað verður
eisini um at fara undir
útbygging av Suilvenøk-
inum, sum liggur norðan
fyri Schiehallion og ikki so
langt frá markinum heldur.
So far so good. Men brúk
er fyri eini væleydnaðari
boring, einum fulltreffara í
hesum stóra økinum, ikki
so langt úti í framtíðini,
um áhugin og kontinui-
teturin skal varðveitast. Tað
kann jú henda, at okkurt av
feløgunum, sum hava
boriforpliktilsi, vilja sleppa
burtur úr teimum. Og tá er
at standa fast, sum Elttør jú
sigur. Onkur hevur gitt, at
BP kanska vil sleppa sær
burtur úr sínum borifor-
pliktilsum í Føroyum og
hinumegin markið, her tað
stendur til at bora íalt fýra
brunnar, sum hvør kanska
kostar einar 200 mill. kr.
Hetta er neyvan endaliga
upp á í løtuni, tí enn er ov
tíðliga at sleppa endanum,
nú boringar vísa eina
virkna oljuskipan. Tær 13
boringarnar komandi árini
fara heilt vist at geva eina
nógv betri heildarmynd av
jarðfrøðini og uttan iva
onkur fund. Hinvegin er BP
so mikið virkið á Atlants-
mótinum, tað er í veruleik-
anum tað, sum drívur verk-
ið, sum heldur lív í leit-
ingini, er lokomotivið fyri
bæði leiting og framleiðslu,
at tað neyvan fer at sleppa
takinum við eitt. Bretlandi
tørvar at finna meiri olju, tí
goymslurnar
minka
og
vónirnar til, at Atlantsmótið
skuldi fylla í aftur goymsl-
urnar, eru neyvan heilt
burtur, tó at tað eru væl
minni eftir nakrar turrar/
hálvturrar brunnar. Uttan
iva bíða teir hjá BP eins og
hinum oljufeløgunum, sum
eru virkin her, við stórum
áhuga eftir teimum næstu
boringunum
báðumegin
markið, henni hjá Agip og
tí hjá Texaxo næsta summ-
ar.
So fyri tey, tað verið seg
vinnuna, fólk sum heild og
ikki minst politikararnar,
sum síggja fram til eina
komandi oljuvinnu, er bara
at gera sum oljumálaráð-
harrin hevur lært seg
uttanat: at brynja seg við
toli.
Fyri teir føroyingar, sum
hava sett pengar í Atlants
Kolvetni og í Føroya Kol-
vetni er tað tó ikki bara ein
spurningur um, hvussu
leingi tað ber til at liva við
slíkum toli. Tí so peninga-
veik og lítil hesi feløgini
eru, hóast tey ikki hava
somu skyldur, so hava tey
ikki eins og stóru olju-
feløgini møguleika til bara
at bíða. Fyrr ella seinni er
eginpeningurin uppi, tí var
tað sjálvandi eitt bakkast
fyri Atlants Kolvetni, at
hesin seinasti brunnurin
ikki vísti nakað meira. Men
harvið nýtist tað ikki at
blíva nøkur vanlukka. Helst
ber til at bíða til 2004 eftir
úrslitinum av tí boringini,
men skuldi hon eisini
endað uttan eitt veruligt
fund, so er ilt at meta um
møguleikarnar hjá felag-
num. Trupulleikin er jú
tann, at tað hevur onga
inntjening og tá so er, er tað
eisini ein spurningur um,
hvussu leingi man kann
bíða.
At
úrreiðslurnar
kanska ikki eru ovurstórar
hjálpir sjálvandi. Men hini
oljufeløgini, sum eru her,
hava jú virksemi nógva
aðrastaðni at dúva uppá.
Kanska var tað ikki so
heppið, tá umboð fyri fe-
lagið, eftir fund varð gjørd
á landgrunninum, í fjøl-
miðlunum vórðu endur-
givin í einum yvirpositiv-
um anda um, at nú vórðu
partabrøvini
túsundtals
meira verd osfr. Tað ræður
um at vera realistiskur og
hava tunguna mitt í munn-
inum, eisini tá tað sær ljóst
út. Soleingi talan ikki er um
lønandi fund eru slík út-
talilsi óheppin.
Og hvat Føroya Kolvetni,
sum er partur av Agipsam-
takinum, víðvíkur, so er
eisini
ein
spurningur,
hvussu leingi tað hevur ráð
til at bíða. Nú fáa vit so at
síggja, hvussu fer at ganga
tí at útvega neyðuga parta-
peningin at vera við í
komandi boringini. Og
hvussu fer at ganga at fara
úr teimum 7% uppí í tey 22.
Rakar Agip í blett og
Føroya Kolvetni er við við
22% so er tað sum at vinna
í lottarínum. Men oljuvinna
er nevniliga eisini lottarí-
spæl, sum kann ganga
báðar vegir. Og oftast tann
skeiva vegin. Livst so
spyrst ella sum onkur
segði: spyrst so livst.
Mugu brynja okkum við toli
Ilt er at spáa um framtíðina, eins ringt er at finna oljuna
C
M
Y
K
11
10