hósdagur 24. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Nr. 204 - 24. oktober 2002
13
Ein stórur partur av
føroyska landgrunn-
inum, sum í fram-
tíðini fer at verða
leitiøkið hjá oljufe-
løgunum, er fjaldur
av basalti. Enn er tor-
ført við seismiskum
kanningum at
"síggja" niður undir
basaltið - um og hvar
møguliga oljukeldur
eru. Fyri at betra um
kanningarhátt og
mátingar er neyðugt
at skilja basaltið
betri. Tað er m.a.
hetta boring á
Glyvursnesi og
seismiskar kanningar
á Nólsoyarfirði skulu
hjálpa við
OLJUBORING Á
GLYVURSNESI
Jan Müller
Í síðstu viku byrjaði ein
600-700 m djúp gransk-
ingarboring á Glyvursnesi.
Boringin er ein liður í ein-
um størri Sindri verkætlan
har Danmarks og Grøn-
lands Geologiske Under-
søgelse (GEUS) er fyri-
støðufelag fyri sjálvum
boriarbeiðinum og logging-
ini. Føroya Jarðfrøðisavn
(JFS) luttekur í arbeiðinum
sum undirveitari og skal
geva sítt íkast við m.a.
kjarnulýsingum.
Tá Sosialurin vitjaði á
boristaðnum
mánadagin
var landsstýrismaðurin í
oljumálum, Eyðun Elttør
eisini har. Tá høvdu teir
borað umleið 140 metrar
niður og høvdu tikið hópin
av kjarnuroyndum, sum
síðani verða analyseraðar
av eitt nú serfrøðingum á
Jarðfrøðissavninum. Hóast
talan er um eina vísindaliga
boring, har tað ikki verður
leitað eftir olju ella gassi,
so heldur Eyðun Elttør, at
nettupp henda kanningin er
av stórum týdningi fyri
framtíðar leitingina við
Føroyar. Júst tí at stórur
partur av føroyska land-
grunninum er fjaldur av
einum tjúkkum lagi av
basalti er tað týdning-
armikið fyri víðari leit-
ingina at kunna skilja
basaltið betri fyri harvið
við seismiskum bylgjum
betri at kunna "síggja"
niður undir basaltfláirnar,
har tað vónandi finnast
stórar olju- og gasskeldur.
Nettupp tí at fleiri ella
flestu av økjunum við
Føroyar, sum verða fram-
tíðar leitiøki, eru fjald av
basalti, er tað so umráðandi
longu nú at fáa meiri vitan
um basaltið.
Landsstýrismaðurin
fegnast um tað samstarvið,
sum er komið í lag við
Sindri og vónar hann, at
hetta kann koma at hjálpa
okkum at koma nærri
svarinum, um tað finnast
olju- og gasskeldur á før-
oyska
landgrunninum.
Oljumálaráðið
fylgir
í
hvussu er kanningunum við
stórum áhuga. -Nú vit eina
ferð í framtíðini skulu til at
taka støðu til eina møguliga
nýggja útbjóðing og tá
oljufeløgini, sum hava 9
ára loyvi skulu taka støðu
til møguligar boringar, so
eru hesar kanningarnar á
Glyvursnesi av alstórum
týdningi sigur landsstýris-
maðurin
Tað eru tveir persónar,
sum hava sera gott innlit í
føroyska jarðfrøði og til
jarðfrøði sum heild, sum
standa fyri kanningini. Nú
tað er Geus, sum er fyri-
støðufelag er tað eisini eitt
av teirra fólkum, Regin
Waagstein, sum er pro-
jektleiðari. Harumframt er
Claus Andersen frá Jarð-
frøðissavninum eisini við í
arbeiðinum umframt onnur
á savninum.
Talan er um eina rættiliga
stóra verkætlan, sum um-
framt hesa boringina á
Glyvursnesi eisini fevnir
um seismiskar kanningar á
Nólsoyarfirði. Mett verður,
at Glyvursnes og Nóls-
oyarfjørður eru ideell tvs.
sampakka væl saman til
eina boring á landi og so
seismiskar
kanningar
í
havinum. Her fær tú nakað,
sum líkist eini paralellari
synergieffekt.
Sosialurin
skilur,
at
samlaða upphæddin fyri
verkætlanina, sum fer at
vara í hálvt fjórða ár, er
einar 10 mill.kr.
Tað er tað finska bori-
felagið Suomen Malmi OY,
sum stendur fyri boringini.
Boring á Glyvursnesi
lykil til framtíðar leiting
Framhald á síðu 14
Regin Waagstein frá Geus og Claus Andersen frá Jarðfrøðissavninum saman við Eyðun Elttør, landsstýrismanni og tveimum finskum borimonnum
Mynd Álvur Haraldsen
Regin Waagstein, sum er ein av okkara royndu jarðfrøðingum
vísir okkum ein av boriprøvunum, sum er komin upp úr
dýpinum. Við liðini á honum Claus Andersen frá
jarðfrøðissavninum
Mynd Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12