hósdagur 24. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 • hósdagur • 24. oktober 2002 • 76. árg.
Eins og hjá øðrum
Fiat bilasølum, eitt nú
í Damnark, ber nú
eisini til hjá fólki í
Føroyum at royndar-
koyra ein væl út-
gjørdan Fiat Stilo, í
ein dag ella eitt viku-
skifti, uttan at gjalda
fyri tað ella binda seg
til nakað sum helst
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
Fiat Stilo kom á marknaðin
fyrst í árinum. Bilurin, ið
avloysir Fiat Bravo og
Brava, verður gjørdur í
tveimum úgávum, sum ikki
líkjast heilt. Tað at Italska
Fiat verksmiðjan hevur
gjørt nógv burturúr kvalit-
etinum á Stilo, hevur givið
bilinum góða umtalu í
útlendskum bløðum. Fyri at
geva fólki møguleika at
royna bilin hava teir hjá
Bilfríðkan
skrásett
ein
nýggjan Fiat Stilo, sum øll
hava møguleika at roydar-
koyra uttan at binda seg til
at nakað sum helst. Hetta er
ein roynd at marknaðarføra
nýggju Fiat generatiónina í
Føroyum. Hetta er roynt
aðrastaðni, eitt nú í Dan-
mark, har teir hava góðar
royndir av tiltakinum.
Bilurin er ein væl út-
gjørdur Stilo Dynamic við
5 hurðum og 1,6 ltur 16V
motori. Hann hevur t.d. ele-
ktriska servostýring við
City-funktión, har man við
at trýsta á ein knøtt á in-
strumentborðinum
kann
broyta stýrieginleikarnar,
soleiðis at bilurin verður
heilt lættur at stýra. Hetta
er væl egnað til býkoyring,
við tað at bilurin verður
lættari at parkera har sum
tað er trongt og lítið pláss.
Annars hevur bilurin fjar-
stýrt sentrallás, elektronisk
lás í baklúkuni, anti-spinn,
cruise control og aircondi-
tion. Eisini kunnu forsetr-
ini stillast allar vegir, eins
og baksetrið kann flytast
aftur og fram, og bak-
smekkan kann stillast á
sama hátt sum vanligt er
við forsetrunum. Bilurin
fæst við trimum bensin-
motorum frá103 til 170 hk
og tveimum 1,9 JTD diesel-
motorum við ávikavist 80
og 115 hk.
Bilfríðkan bjóðar øllum at
royndarkoyra ein Fiat Stilo
Tíðindaskrivið
Ellisakfør
er nú at fáa á
Shellstøðunum
Í blaðnum hesaferð
eru fleiri áhuga-
verdar greinar. Sum
t.d. um hvussu
svimjiviðurskiftini
vóru í Havnini í 40-
unum, um vakrasta
ellisakfarið í
Varmakeldu og um
fleiri útlendskar
vitjanir ið vóru í
summar
ELLISAKFØR
Magnus Gunnarsson
Tað stuttliga við áhug-
anum fyri gomlum ak-
førum, er at tað er sera
ymiskt, sum áhugin er
fyri teimum ymisku ak-
førunum. Onkrum dám-
ar serliga væl bilar ella
motorsúkklur frá einum
ávísum tíðarskeiði. Sum
oftast stavar áhugin frá
tí, ein kann minnast frá
barnaárunum. Sum til
dømis hjá Leivur Torva-
dal í Havn, ið samlar
uppá gamlar knallertir.
Sum smádrongur gekk
hann sum húsfólk á
súkkluverkstaðnum hjá
André Andrésen. Tað er
allarhelst her, at áhugin
fyri gomlu knallertunum
er vaktur. Leivur liggur
altíð framvið, tá onkur
gomul knallert verður
koyrd á brennistøðina á
Hjalla. Higartil hevur
hann fingið fýra knall-
ertir, harav tær tvær
hevur hann fingið á
brennistøðini. Eina Puch
Maxi og eina Kreidler
Florett LF, ið báðar eru
frá 1972, hevur hann
fingið á brennistøðini.
Síðan hevur hann eina
Puch Monza frá 1984, ið
hann sjálvur hevur havt
síðan 1989. Eisini hevur
hann eina Tempo Cor-
vette frá 1985.
Hesa knallertina hevur
Leivur arvað eftir abba
sín,
Helge Harboe
Ree, sum búði í Lille-
hammer í Norra. Helge
búði í Føroyum frá 1943
til 1951. Tey sum eiga
gamlar knallertir, ið tey
vilja sleppa av við,
kunnu kontakta Leivur
Torvadal, áðrenn tey
koyra tær burtur. Hann
hevur telefon 320325.
Á forsíðuni er formaðurin
í Føroya Ellisakførum, Ingi
Justinussen, við síni
Harley Davidson frá 1962
Í Tíðindaskrivinum Ellisakfør hesaferð kunnu vit lesa
um Leivur Torvadal, ið samlar uppá gamlar knallertir.
Hesa Kreidler Florett LF, sum hann situr á, fekk hann
herfyri á brennistøðini á Hjalla. Hon var í fínasta standi
Suni Magnussen, sølumaður hjá Bilfríðkan, bjóðar øllum at koma og royna ta nýggju Fiat generatónina við at royndarkoyra ein
Stilo, sum er ein bilur í gjøgnumførdum kvaliteti. Hesin bilurin er skrásettur og prýddur til tað sama
15
14
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Felagið
hevur
drúgvar
royndir við kjarnuboring-
um í hørðum jarðgrýti í
samband við námsvinnu og
forkanningum fyri goymslu
av geislavirknum burtur-
kasti í Finnlandi og Svøríki.
Henda boringin verður
væntandi liðug til jóla.
Endamálið við sjálvari
boringini er at fáa nýggja
vitan um teir fysisku egin-
leikarnar í basalti, tvs.
hvussu tað kann trans-
mitera seismiskar bylgjur.
Basalt er nevniliga ikki
homogent tvs. eins allan
vegin. Onkunstaðni er tað
sera massivt og fínkornað,
aðrastaðni er tað poknut.
Tað veldst eisini um inn-
skot og forskjótingar í jarð-
løgunum. Trupulleikin við
basalti í dag er tann, at tað
er sera torført við vanligum
seismiskum bylgjum at
gera sær eina mynd av,
hvussu tað sær út undir
basaltinum. Fyri at kunna
fáa neyvari og betri seis-
miskar kanningar gjørdar
og harvið meira álítandi
úrslit er neyðugt at skilja
basalti betur.
Talan er um rættiliga
einastandandi kanningar,
sum ikki eru gjørdar áður í
sama mun. Nakað er borað
í
sambandi
við
stóra
"Ocean
Drilling
Pro-
gramm", har tað m.a. eru
gjørdar
kanningar
og
boring á Vøring háslættan-
um út fyri Miðnoreg. Men
sum skilst er hetta fyrsta
kanning í heimshøpi av
sínum slag og tí verður hon
eisini eygleidd við sera
stórum áhuga í oljuheim-
inum. Nógva aðrastaðni í
heiminum,
har
leitað
verður eftir olju, eru somu
trupulleikar við basalti.
Nú verða so sjálvar
borikjarnurnar kannaðar,
og eftir tað verða gjørdar
fysiskar kanningar niðri í
sjálvum boriholinum.
Sindri bólkurin, sum
fíggjar kanningarnar, er
myndaður av teimum olju-
feløgum, sum hava leiti-
loyvi á føroyskum øki.
Aðalmálið er at seta í verk
jarðfrøðiligar kanningar,
sum kunnu fáa týdning fyri
framtíðar kolvetniskann-
ingar, sum liggja uttan fyri
tað núverandi loyvissøkið.
Luttakandi feløgini í Sindri
eru: Agip, Amerada Hess,
Statoil, BP, DONG, At-
lantic Petroleum, Phillips,
Shell, Anadarko,
Petro
Canada, Føroya Kolvetni
og British Gas.
Jarðfrøðissavnið er eisini
umboðað í Sindri stýris-
bólkinum. Atlanticon er
umsitingardepil hjá Sindri.
Framhald av síðu 13
Eyðun Elttør, fylgir boringini á Glyvursnesi við stórum áhuga.
Hon kann verða ein lykilin til betri at skilja basaltið og harvið
lættari at kunna "síggja" oljukeldur undir føroyska
basaltinum
Mynd Álvur Haraldsen
Boringin á Glyvursnesi kann
fáa stóran týdning fyri
leitingina á landgrunninum
komandi árini. Stórur partur
av landgrunninum er fjaldur
av basalti. Fyri 9 ára loyvini
og fyri komandi útbjóðingar
hevur tað altavgerandi betri
at skilja basaltið og fáa
betrað um seismisku
kanningarháttirnar og
tulkingarnar. Higartil eru
boraðir 3 brunnar á
føroyskum øki. Eftir eru 5
brunnar á bora. Agip skal
bora tann fjórða næsta ár.
Hinumegin markið skulu 8
brunnar borast næstu árini.
1. Phillips fer møguliga at
bora í 2004. 2. Amerada Hess
hevur júst borað ein brunn
og fer helst at bora hin
(Bedlington) í 2004 ella
seinni. 3. Texaco skal bora
tveir brunnar, tann fyrra
næsta summar. 4. BP boraði
(Assynt) í fjør men skal bora
tveir aftrat. Óvist nær. 5.
Amerada Hess borar
Cambobrunnin í løtuni. 6.
Texaco ein brunn. Óvist nær
hann verður boraður
C
M
Y
K
14