hósdagur 24. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Floksting, fótbóltur og Fab Four
Í døgunum 26. sep-
tember til 3. oktober,
vitjaði Jóannes Eides-
gaard í Ongland, har
hann luttók á lands-
fundinum hjá
Labour, enska arbeið-
araflokkinum. Nógv
áhugavert var at
hoyra, mong kend
andlit at heilsa uppá,
men umframt var
møguleiki at uppliva
ymiskt, sum var eitt
sindur uttan fyri
politisku skránna,
men sum tó eisini
hevur politiskan
týdning
ALTJÓÐA SAMSTARV
Dagfinn Olsen
Greitt hevur áður verið frá
ferðini hjá formanni Javn-
aðarfloksins í Onglandi,
har hann luttók á lands-
fundi hjá Labour. Her verð-
ur tikið aftur í aftur okkurt,
men eisini hugt at ymsum
øðrum, ið fyrifórst á ferð-
ini, ymsum vitjanum og
kendum og áhugaverdum
fólkum á leiðini.
Eitt sindur um politikk,
tónleik, tíðarskeið, rák, fólk
og áhugaverd støð.
Boðin við
Viðkomandi er at seta sær
spurningin, hví Jóannes
Eidesgaard tók lut á lands-
fundinum hjá Labour og
hvussu hetta kom í lag.
– Tá eg var fólkatings-
limur, kom í lag, at eg
skuldi halda fyrilestur í ein-
um felag í Onglandi fyri
føroyingar og bretar við
áhuga fyri Føroyum. Tað
var L. Wilson, sum er av
føroyskari ætt, av Apol ætt-
ini, sum fekk hetta í lag. Tá
eg var í London bóru vit so
í bandi, at Wilson skipaði
so fyri, at eg fekk samband
við altjóða deildina hjá
Labour,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Áhugi var frá báðum
pørtum fyri samstarvi og
báðir partar vildu læra
meira um viðurskiftini hjá
hvørjum øðrum.
– Báðir flokkar byggja á
sosialdemokratisk sjónar-
mið og á somu virði, sigur
Jóanes Eidesgaard, sum
hevur sent innbjóðing til
Onglands til Labour, og
boðið teimum við á lands-
fund Javnaðarfloksins, sum
verður í næstum.
Tey kendu og
áhugaverdu
Mong kend nøvn vóru at
síggja til landsfundin hjá
Labour, sum vitugligt er.
Hæddarpunktið var sjálv-
sagt røðan hjá Tony Blair,
har hann setti øll á pláss og
talaði sum ein sterkur polit-
ikari, hóast ymsar rembing-
ar í flokkinum. Meira um
tað seinni. Eisini fyrrver-
andi amerikanski forsetin
Bill Clinton helt røðu.
Jóannes hitti John Pres-
cot, Robin Cook og Jack
Straw. Og eisini litríka
Tony Benn. Hann hevur
verið í parlamentinum og er
aðalborin, men segði hetta
frá sær, tí hann metti ikki
vera rætt, at ein arvaði slíkt.
Benn er kendur talari og
virkin á vinstravonginum,
innan friðararbeiði og við
til fleiri av stóru mótmælis-
gongunum. Tony Benn er
litríkur og framúr røðari,
sum Jóannes eisini upplivdi
á kvøldsetu, og Benn er eis-
ini, kann ein siga, eitt slag
av ringari samvitsku hjá
Labour.
Afrika
Sum fólkatingslimur hitti
Jóannes Eidesgaard Nelson
Mandela, tá hesin vitjaði
har. Fleiri umboð fyri afrik-
ansk lond tóku lut á lands-
fundinum hjá Labour, eisini
umboð fyri ANC. Onnur
umboð vóru úr t.d. Zim-
babwe, Fílabeinstrondina
og umboð fyri kvinnurørsl-
una í Botswana.
Jóannes minnir á, at al-
mennu Føroyar stuðlaðu
ANC, tá felagskapurin enn
stríddist mótvegis apart-
heit.
Í dag hittir ein afrikansk
umboð sum frí fólk og um-
boð fyri demokratisk lond.
Nevnast kann, at andstøðu
politikarar als ikki taka
undir við Robert Mugabe,
sum vil taka jørð frá teim
hvítu bóndrunum, so svørt
fáa garðarnar. Andstøðan
heldur ikki hetta at flyta
fólk við megi vera eina
loysn, og vísir eisini á, at ilt
verður at fáa produktivitet í
jarðarbrúkini og stórt ar-
beiðsloysi er at dragast við.
– Tað hevur sjálvandi
stóran týdning hjá hesum
umboðum at koma á tal við
fólk, sum eru við at mynda
heimspolitikkin,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Tony Benn og Jóannes Eidesgarrd: Benn er litríkur og góður
talari
M. Owen úr Liverpool - ein áloypari og annar...
Framhald á síðu 18
16
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Nr. 204 - 24. oktober 2002
17
Fyri umleið einum ári
síðan vístu vit tær
fyrstu myndirnar av
Volvo XC90. Bilurin,
ið bleiv alment
sýndur fram á Detroit
Motorshow í januar,
kemur nú á danska og
føroyska marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hetta er fyrsti Volvo í SUV
(Sport
Utility
Vehicle)
klassanum. Tá Volvo koma
á marknaðin við einum
nýggjum bili, er eitt av
endamálunum at sláa fast,
at teir ganga á odda á trygd-
arøkinum. XC90 er onki
undantak hvat viðvíkur
aktivari og passivari trygd.
Umframt
ta
innbygdu
trygdina vit kenna frá
øðrum Volvo bilum, hevur
hesin nakrar heilt nýggjar
loysnir, um tað skuldi hent
at bilurin fer út av vegnum
og bóltar fleiri ferðir runt.
Talan er um ein stóran
tungan bil, ið vigar yvir 2
tons.
Innan er XC90 ein luk-
susbilur, ið kann leverast
við 5 ella 7 setrum. Hann
fæst við tveimum bensin-
motorum, annar er ein 5
syl.við 210 hk og hin ein 6
syl. við 272 hk og einum
dieselmotori við 5 syl. og
163 hk. Bilurin trekkjur á
øllum 4 hjólunum.
Kelda: FDM / Motor
Stilo
stationcar
Á Paris Motorshow
var ein nýggjur Fiat
Stilo stationcar sýndur
fram. Bilurin er 26 cm
longri enn hatchback
útgávan, ið kom á
marknaðin fyrr í ár.
Stilo stationcar er ein
rúmligur og praktiskur
familjubilur
Kelda: FDM / Motor
Design-
virðisløn
Designstjórin
hjá
Renault, Patrick le
Quément, fær ta týð-
andi Raymond Loewy
Foundations design-
virðislønina handaða
tann 14. november í
Berlin. Orsøkin til
heiðurin er, at hann
hevur teknað Renault
bilarnar soleiðis, at teir
eru annarleiðis, smart-
ir og frammanfyri sína
tíð
StreetKa
Ford hava saman við
Pininfarina gjørt hend-
an StreetKa, ið er
bygdur yvir Ka platt-
formin. Bilurin kemur
á marknaðin í vár við
1.6 litur motori og 95
hk.
Kelda: FDM / Motor
Ferðslustýrið í
Odense Kommunu
hevur síðan 1999
royndarkoyrt og mett
um møguleikarnar
fyri at eftirmontera
sótfiltur av ymiskum
slagi í lastbilar og
bussar, áðrenn teir
strongu EURO-4
reglarnir koma í gildi
í 2006
REINT UMHVØRVI
Magnus Gunnarsson
Heilt síðan 1980 hevur ES
sett krøv til tey ymisku
akførini í sambandi við ta
alsamt vaksandi luftdálk-
ingina, ið serliga merkist í
teimum størru býunum. Tá
ES reglarnir, EURO-4,
koma í gildi í 2006, verður
roknað við at tey flestu
verandi akførini við diesel-
motori verða noydd at seta
sótfiltur á, fyri at lúka tey
ásettu krøvini. Tað skaði-
liga útláti frá dieselmotor-
unum verður nógv avmark-
að av teimum nýggju sót-
filtrunum. Kommunan í
Odense hevur gjørt royndir
við at eftirmontera sótfiltur
av ymiskum slagi á 120
tung akfør. Verkætlanin, ið
kostaði 11. milliónir krón-
ur, var fíggjað av sam-
ferðslumálaráðnum í bý-
num.
Hesar
royndirnar
vístu at 80 prosent av filtr-
unum virkaðu nøktandi.
Eitt lógaruppskot er nú á
veg í Fólkatingið, har ætl-
anin er at leggja eitt avgjald
á tey akførini sum dálk
mest. Peningurin sum kem-
ur inn skal brúkast til eina
stuðulsskipan,
ið
skal
hjálpa flutningsfyritøkum
og øðrum sum eiga tey
tungu dálkandi akførini við
at fáa eftirmonterað sót-
filtur.
Kelda: Road Life
Volvo XC90
Góðar royndir við sótfiltrum
Teir størru býirnir sum t.d. Keypmannahavn og Odense fáa nógv betur luftumhvørvi, um tey
tungu akførini koyrsa við sótfilturskipan. Nakrir av teimum nýggju býbussunum í Havn hava
eisini sótfiltur
Volvo XC90 er er stórur og
tungur bilur, ið man vera ein
tann tryggast bilurin í hesum
klassanum
Innan er XC90 ein luksusbilur, ið kann leverast við
5 ella 7 setrum
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
FORD FOCUS > GHIA MODEL<
Árg mar.99, Km 51.800. Sera væl
hildin, sentrallás, CD anlegg, hita í
setrunum, el-síðuspegl v.m..
Kr. 128.000.
FORD ESCORT STATIONCAR
1.8 >>DIESEL <<
Árg okt.95, Km 104.500.
Vælhildin. Kr. 75.000.
FORD MONDEO 1.8 TURBO
DIESEL
Árg Aug.98, Km 90.000.
vælhildin:Fjarðstýrt centrallás-
Aircondition-hiti í setrum-El
rútar/spegl v.m.. Kr. 135.000.
DAEWOO NUBIRA 1.6
STATIONCAR
Árg Juni.98, Km 29.000. Sera
vælhildin. El rútar Fr. Takboylar,
Radio við bandspælara, Centrallás,
Sleipikrók.Bert km 29.000.
Kr. 96.000.
PEUGEUT 306 STATIONCAR
2.0 HDI TURBO DIESEL
Árg Okt. 99, Km 26.000. v/ MVG
Sera vælhildin: C.D.Anlegg-
fjarðstýrt centrallás- El.rútar -
El.spegl-Hiti í setrum-Takboylar-
Alufelgur-Mjørkalyktir. v.m..
Kr. 130.000.
RENAULT SCENIC 1.6 95 HK
Árg Nov. 99, Km 45.000. Sera
vælhildin 2.El. sóltak- El. rútar-
mjørkalyktir- Spoylara aftan-
Alufelgur og sleipikrók..
Kr. 148.000.
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
C
M
Y
K
17
16