Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 204 - 24. oktober 2002 Nr. 204 - 24. oktober 2002 19 Liverpool og Beatles At fundast í dagavís er strævið og ein dag tóku Jóannes, og skrivarin Jens Johan Dam, sær frí og fóru at vitja í Liverpool. Ein bý, sum eisini nógvir føroying- ar kenna og hava havt sam- band við. – Liverpool er arbeiðara- býur og spennandi og søgu- ríkur býur. Eitt ávíst sam- band hevur altíð verið mill- um arbeiðarar og javnaðar- áhugað fólk. Hóast arbeið- arabýur, so hevur býurin megnað at gera seg kendan og at skapa kend nøvn, t.d. The Beatles, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vitjaði støð í samband við teir fýra kendu, The Fab Four. – Beatlarnir vóru jú ungir menn, sum gjørdu uppreist- ur ímóti tí etableraða sam- felagnum, teir gjørdu eina musikalska kollvelting, og broyttu heimin, og alt hetta er sprottið úr arbeiðara- klassanum og smáum kor- um, sigur Jóannes, sum eis- ini vitjaði í Mathew Street, har The Cavern Club ligg- ur, har Beatles byrjaði at spæla. – Brian Epstein, sum var kendur handilsmaður og hann, ið førdi The Beatles fram, var og vitjaði í Cavern tá Beatles spældu, tí hann hevði hoyrt um teir. Men hann segði seinni, at hann beinanvegin kendi, at hann líkasum ikki hoyrdi til í umhvørvinum, sigur Jóan- nes, sum eisini vitjaði Beat- les savnið og sum fekk eina stóra heildaruppliving, hóast t.d. Cavern Club í dag er stásaður nakað upp, í mun til fyrst í sekstiárun- um, tá søga varð skrivað har. – At vitja alt hetta var eitt stórt upplivilsi, serliga hjá mær, tá eg nú minnist sekstiárini og alt, ið tá hendi, sigur Jóannes. Og sjálvandi varð eisini vitjað á Anfield Road - vøllinum hjá Liverpool. – Her er tekin um tað sama, um nakað stórt, ið spratt úr smáum korum. Felagið er annars stovnað í 1892, eins og TB. Liver- pool hevur verið millum mest vinnandi liðini. Og eyðkent er samanhaldið, og sum kunnugt gevur tað styrki, tá so nógv fólk eru saman um okkurt ávíst, sigur Jóannes Eidesgaard. Stór uppboðssøla Vitjað varð eisini í Peter- head. Har hava umboð úr vinnunevndini eisini vitjað. Í Peterhead er stór gólv- uppboðssøla. Tann dagin Jóannes Eidesgaard vitjaði, vórðu 4000 kassar seldir og sum heild eru nøgdirnar stórar. – Tað er eitt serstakt um- hvørvi, har er róp og hurli- vas, og teir nýta blunk, keipur og andlitsbrá og annað slíkt, tá keypt verður, so tað eitt upplivilsi, greiðir Jóannes frá. – Men onglendingar hava jú traditiónir. T.d. er tað so, at hann, ið keypur nakrar kassar, leggur altíð fleiri merkiseðlar á. Hetta stavar frá gomlum døgum, tá nógvur gjøgnumtrekur var í høllini, og seðlarnir lættliga fuku burtur. Í dag eru øðr- vísi umstøður, men henda siðvenja við mongum seðl- um er eftir enn, sigur Jóannes. – Skelkandi var annars at síggja, hvussu smá hýsa var seld har. Hjá okkum høvdu menn helst blaka útaftur, men myndugleikarnir hava einki veruligt eftirlit, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó nevnir aðra áhugaverda skipan. – Men teir seta dygdina høgt. Reiðarar og myndug- leikar hava avtalu, har eftir- lit kemur umborð á skipini. Hetta eru fólk, ið hava skil uppá fiskiskap og umstøð- ur. Arbeiðsgongdirnar verða gingnar ígjøgnum saman við skiparanum og uppskot gjørt til bøtandi tiltøk. Frágreiðing verður skrivað, men hetta er innan- hýsis og als ikki er talan um nakran peikifingur, men um samstarv og álit. Og hetta hevur givið góð úrslit, sigur Jóannes, og leggur afturat, at slík skipan møguliga er verd at um- hugsa. Byrjað verður árla á morgni við uppboðssøluni og um eitt tíðina er liðugt. Talan er um heilt aðrar nøgdir, enn vit kenna hjá okkum, men Jóannes hel- dur, at hetta við at byrja á morgni kanska er nakað, ið vit áttu at lagt okkum aftur. Vitjað varð síðani á Robert Gordon, ið er lærd- ur háskúli. Hesin er fram- maliga. Krit og talva eru fortíð og teldan verður nýtt, eisini til fyrilestrar, tá varp- að verður á veggin frá teld- uni við Power Point. Fjar- lesandi hava atgongd til tilfarið, sum eisini ert tókt á alnetinum. Vert er at nevna, at Føroya Handilsskúli hev- ur samstarv við henda lær- da háskúlan og 8 føroyingar lesa í løtui Master of Busi- ness sum fjarlestur. Hetta er fíggjað av BP. Samanumtikið var hetta áhugaverd og gevandi vitj- an. Mathew Street, har Cavern liggur Jóannes Eidesgaard og Tony Blair Jóannes Eidesgaard og Jack Straw Jóannes Eidesgaard og Robin Cook Cavern, har Beatles leiktu. Serliga verður gjørt burturúr John Lennon. - Hjá mær, sum minnist sekstiárini, var eit upplivilsi at síggja og uppliva Liverpool, sigur Jóannes Eidesgaard Framhald av síðu 17 Rembingar og politiska framtíðin Hóast stutta ferð, so er al- mikið at siga frá, men vit fara at snúgva okkum aftur á politiska pallin. Tað er eingin loyna, at vit liva í politiskum rembing- artíðum og eisini innan- flokka merkist hetta. Eisini hjá Labour og øðrum ar- beiðaraflokkum. Hvat er al- ment og hvat er privat? Hesi mørk tykjast meira liðilig í dag, enn áður. Og røðan hjá Tony Blair á landsfundinum var ein røða, har hann skuldi stað- festa sína leiðslu og binda saman ymsu sjónarhornini í flokkinum. Og so snildis- liga talaði hann, at eftir lokna talu var eingin ivi og fagnaðurin var stórur fyri tí sigrandi Blair. Uppá fyrispurning um, hvat slík ferð til Onglands kann geva í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard. – Eg vænti økt samstarv millum londini. Koma vit so langt, at vit framleiða olju, so er samstarv upp- lagt. Men eisini innan fiski- vinnu og umhvørvi er møguleiki fyri samstarvi. Og eisini innan samferðslu. Vit hava jú havt ferjusam- band handa vegin og Atlan- tic Airways hevur samband nú, eins og ein nýggj Nor- røna brátt kemur í sigling, so tað er avgjørt áhugavert at hava samband handaveg- in, metir Jóannes Eides- gard. – Vit hava samband við Danmark, sum vit jú eru í ríkisfelagsskapi við. Han- dilssambond standa okkum frí og verður t.d. hugsað um ferðavinnu, so er gott at hava samstarv við tjóð, ið telur 60 milliónir fólk, og heldur ikki er teinurin mill- um londini so langur, sigur Jóannes. Politiska smiðan Ongland er ein gluggi út í heim. Teir eru við til at seta dagskránna á altjóða polit- iska pallinum og eyðmerkja framtíðar politikkin. Vit kunnu samanbera lands- fundin hjá Labour við eina smiðu, har hugsanir taka form, sum vit hitta aftur seinni, hjá okkum kanska um eini 5 til 10 ár, sigur Jóannes Eidesgaard. – Labour fundurin er stórur og fólk koma úr øll- um heiminum, men tó var heldur veik norðurlendsk umboðan, eg hitti ella sá so ongan annan úr nøkrum norðurlandi. Eisini gomlu hjálondini eru við og ymsar rørslur úr Afrika, so talan er um eitt livandi forum, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Men hvussu stendur før- oyski Javnaðarflokkurin í mun til tær rembingar í eru, eitt nú í spurninginum um alment og privat? – Javnaðarflokkar kring okkum hava tikið stig í liberala ætt og tosa um privatisering og útlisitering. Vit hava kanska verið heldur afturhaldandi, men framvegis er privatisering ikki eitt mál í sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard. – Men tað er gott at koma á tal við onnur og at tosa um tingini, tí so torur ein eisini betri og vi skulu ikki hava tabu-evnir. Vit eiga ikki at seta føtur í spenni og siga nei til alt. Gott er at fáa íblástur, sigur Jóannes. – Taka vit heilsuverkið, so er Ongland í ávísan mun farið at hallað mótvegis Amerika, men teir varð- veita tó eitt alment heilsu- verk. Men tað kann tó ger- ast betri, um tilgongd er av pengum til gransking og annað frá grunnum og vinnulívi. Tó er ikki talan um brúkaragjald, sigur Jóannes Eidesgaard. – Í síni tíð tók Thatcher nøkur arbeiðaramál til sín og fekk miðuna í politikk- inum við. Blair ger kanska tað sama, førur konserva- tivan politikk og fær fleiri við, hann avvápnar teir konservativu og varðveitur stjórnarvaldið, hugleiðir Jóannes Eidesgaard. – Tað sama hendir her, sum aðrastaðni, og vit hava viðurkent tað, ið rørist her, sigur formaður Javnaðar- floksins, Jóannes Eides- garrd, efti vitjan í politisku smiðuni, har altjóða hugs- anir og politikkur taka form, ið vit hitta ár seinni og skulu taka støðu til. Shankly, ein kendur maður í Liverpool og nógv avhildin. Sagt verður: He made people happy! Formaður og floksskrivari við leiðsluni á á Robert Gordon, ið er framkomin lærdur háskúli, sum føroyingar samstarva við C M Y K 19 18