Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Tillukku pisur og HF-arar SUMMARIÐ er mestsum komið í hæddina og yðjandi nýggja lívið í fríu náttúruni er so smátt við at koma undan. HETTA er eisini tann tíðin á árinum, tá menniskjuni meira enn annars lata seg freista av náttúruni og kanska eisini av tilvildini til í summarfrítíðini bara at gera sum best — lata nátt- úruna í menniskjanum sleppa meira framat eitt stutt bil. MEN ØLL áttu vit, og ikki minst land- sins fagni ungdómur, at verið størri partur av náttúru landsins, sum fram- vegis verður at treyta levnaða okkara í hesum oyggjum. SJÁLVSOGD gongd er tað eisini, at ungdómurin í áleiðkomnum sam- felag leitar sær útbúgving, sum nátt- úrliga kann koma hesum sama sam- felag til góða. TÍÐUM er ilt at siga, hverjar útbúgv- ingar okkum tørvar mest, men helst man tað vera so, at tey, ið útbúgva seg á einhverjum øki við tí fyri eygað at vera samfelagnum til størstu nyttu, eisini koma at åvirka menn- ingina i samfelagnum soleidis, at tad frægasta í útbúgvingum teirra sum fri líður kemur okkum øllum til góða. Hetta er í øllum førum at vóna. NÓGV er broytt á útbúgvingargk- inum, síðan føroyingar fyri ikki so langari tíð síðan mangan bardust við hond og fót ímóti skúla yvirhevur. Ikki minst tí, at okkara stásiligi skúla- skapur ikki so sjáldan, sum vit kanska halda, men er hann úrslit av mangan beiska stríðnum hjá farnum hugsjónarfólkum. EINHVOR lokin útbúgving er týðandi stig á lívsleið okkara, stig, ið alt meira krevja álvara og ábyrgd í tí, vit havast at. VIT FEGNAST hvert ár um td. lærlingarnar allar, sjómans- og mask- inskúlanæmingarnar, handilsskúla- næmingarnar, sjúkrasystranæming- arnar, fólkaskúlanæmingar og studenta- og HF-næmingarnar, og so mangar aðrar, sum lokið hava prógv. Vit fegnast um, at vit við hesum ung- dómum og góða verkafólki okkara eiga grundarlag fyri framhaldandi framburði her á iandi. AT SERLIGUR dámur stendst av, at ungfólkini kanska fáa students- ella HF-prógv, skilja kanska íkki øll nú á degum, nú aðrar útbúgvingar eru bæði mangar og drúgvar. tíðindablaðið á Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 oddagrein MEN VIT skulu ikki so langt aftur i tíðina fyri at koma hartil, tá tað at fáa eitt millumskúla- ella realprógv, fyri ikki at tala um studentsprógv, einans var lagað teimum heilt fáu og frægast sætaðu í samfelagnum. AT HETTA eisini var við til at skilja sundur millum stættirnar koma vit ikki uttanum. Men tíanbetur, so vóru tey frægastu av hesum lesandi, takkað verið hesa »priviligeradu« upplýsing. mangan tey, ið fremst komu at standa í stríðnum fyri rætt- vísari samfelagsviðurskiftum. Tí má sum heid sigast, at oll verulig og við- skygd upplýsing er av ti góða, næst- an uttan mun til hvør fær hana. VIT KUNNU fegnast um, at almenna upplysingin nu mestsum fevnir um heili tiggju år. Sum tad skilst å mongum studentum og HF-arum, sum ikki hava sætt sær nakad åvist fyri, so er teirra longri lestur í fyrstu atløgu framhald av hesi almennu skúlagongd. So kann kanska spyrjast um ikki tað at arbeiða millum fólk ella einhver vinnuútbúgving ikki hevði verið eins mennandi. Kann vera, men lærdómur er lættur at bera og hann eigur at vera teimum, ið vilja hava hann, væl untur. ÚRSLITIÐ má bert ikki gerast tað, at ovurframleiðsla av miðleyst útbúnum ungdómum skal avlaga meguleikar hjá ødrum til læruplåss, sum fyri fáum árum síðan og saktans enn kundu verið latin arbeiðs- og læru- fýsnum ungdómum, sum kanska ikki høvdu lokið students- ella HF-útbúgv- ingina. VIT FEGNAST í hesum døgum saman við studentum, HF-arum og øðrum lesandi um rokkin úrslit. Latum okk- um eisini fegnast um hesar útbúgv- ingarmeguleikar og um ta hugsjónar- ligu trygd, hetta átti at verið fyri sam- felagið framyvir. SERLIGA pisudámin eiga vit at verja og kanska eisini víðka til aðrar út- búgvingar. Kanska vit harvið kundu eggjað øllum okkara ungu til enn dúgligari at gjørt nýtslu av skilabestu útbúgvingartilboðunum — og ikki minst, givið teimum rætta fatan av muninum millum varda skúlaumhvervið og vanliga gerandis- dagin. ALT HETTA er tó til fánýtis, um vit ikki samstundis megna at fáa til vega arbeiði til allar føroyskar andans og handans hendur. Kr —— Nr. 68 — 20. juni 1985 Multinational eyðræning - eyðræning av føroyingum Tað dagspressan/fjølmidl- arnir gjøgnum fleiri ár eru blivin misbrukt til, er nevniliga eina óhugnaliga heilavasking, indoktriner- an, eitran av fólkahugsan- ini, ikki bert í Feroyum, men um allan heimin. Tað hevur tíðum viðfert, at vit ell somul eru blivin tey offur, vit ikki sjálv eru greið yvir at vera, og sum í robott-tilveru fremja alt tað, sum fólkavaldu polit- ikararnir vilja hava okk- um til. Hetta er yrkistera- pi og avleiding frå veru- leikanum. Vit lata tær multinationalu fyritøkur- nar knuska okkum i botn og grund. Føroyar og heimurin annars eru á skjótari ferð á veg móti avgrundini, undirgangi, ragnaroki, og ræðuligt er tað at síggja, at eisini kirkjan hevur valt at lata sum einki, meðan slóðin móti avgrundini, undirgangi og ragnaroki legst aftur um okkum, hó- ast at hon veit útmerkað væl og er greið yvir, at tað fyriheldur seg soleiðis, at alt, hvat vit borgarar borðreiðast við og undir- haldast av, er bert bedrag- an, falsan, svindlan og lygusegur. Tað er ómeguligt at fáa síni medmenniskju til at skilja eina heilt nýggja vitan og teknologi, sum vildi broytt alt grund- leggjandi á jarðarknetti- num frá tí skeiva til tað rætta, og samstundis er tað jú eisini meira enn keðiligt prógv um, hvussu oydiløgd vit eru blivin av tí heilavasking, indoktri- neran, eitran, sum dags- pressan/fjølmidlar hava sproytað okkum i sinnið hevdið á fjøldini gjøgnum fleiri år. Frá hesum er bólkur/ slag av borgarum, lands KOMMUNA L/politikar- ar, blað/fjolmiðlafólk / stjórar og serken undan- tikin, í ti at teir allir áttu at vita og skilt betri, men higartil hava hesir staðið á reint nazistiskan hått/vist saman um at verja tad skeiva, grundleggjandi fordémar/tradition/treyt- ir, so tað kundi ganga skjótari móti avgrundini, undirgangi, ragnaroki, sum teir tíbetur ikki eru undantiknir frá at falla í saman við okkum eðrum. Við eðrum orðum, heimsins størstu sensati- ónir presenterast væl inni í dagblødunum: Dagblað- ið, l4anda, Dimmalætt- ing, Oyggjatíðindi, Sosial- urin á ein láturligan og undirmettan hátt, fyri at fjøldin ikki skal fornemma tað stóra veingjasúsið av nøkrum himmalskum, medan t.d. sum tad er hent tíðina undan leg- tingsvalið 1980, lands- politikaranna felags fupp- nummar um, at legtingið var sprongt orsakað av hver vítt ein ferja hjá Strandferðsluni skuldi sigla um veturin ella ikki koyrdist í sterstu uppset- an á øllum ådurnevndu dagbloðunum/blaðútgáv - um og á forsiduni vid stór- um bókstavum. Tað er jú ræðuligt, at fjøldin kundi billast slíkt inn, at valið snúði seg um, antin ein ferja skuldi sigla ella ikki. Tá vóru teir frá sær sjálvum, landspolitik- ararnir, sum hevdu koyrt í tómgongd i meira enn 10 år. Veljast skuldi bert imill- um at taka sumer atvold- in, og um hvør vitt Føroy- ar upp i hendurnar å teim- um multinationalu eyð- rænarunum, so teir kunna fáa frían leik ella íkki. Einki virkar meira í okkara samfelag annað enn dreymasýnisfjant, eitran, heilavaskan, in- doktrineran, listarbregd, lygusøgur, sum vit dag og sum oyða okkara persón- leika og ego og fær okkum øll at ganga umkring og billa okkum inn, at vit eru klókari enn næstin og av einum heilt ødrum slag. Veruleikin er, at vit eru øll ein stórur gráur skaptur bólkur, sum valdsmenn- iskjan kann koyra her og har sum best ber til. Lættliga týtt úr donsk- um vegna V. H. Flach Hans Birgir Hansen Lesnaður til alla < DANICA — køkurin P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tit 16477 Box 351 3800 Torshavn | Sp) Amin >. aka. 48 er at halda seg til loyvdu ferðina