Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 • hósdagur • 24. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Badminton á Kambsdali Um vikuskiftið varð Dae- woo-Open kappingin í bad- minton hildin á Kambsdali. Kappast varð bæði leygar- og sunnudagin, og vóru tað børn og ung upp til 18 ára aldur, sum kappaðust. Sum heild var talan um eina væl eydnaða kapping, og niðanfyri sýna vit yvirlit yvir fremstu leikararnar í ymsu aldursbólkunum. Gentur, U-9 1 Vár Rógvadóttir, VÍF 2 Randi V. Hansen, VÍF 3 Birita Poulsen, VÍF Dreingir, U-9 1 Leivur Joensen, ÍF 2 Rúni Hentze, ÍF 3 Magni Hansen, ÍF Gentur, U-11 1 Fjóla Luid, HBF 2 Tanja í Dali, VÍF Dreingir, U-11 1 Fríði Lamhauge, HBF 2 Bogi R. Petersen, ÍF 3 Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Gentur, U-13 1 Brynhild Carlson, HBF 2 Rannvá Lava Olsen, ÍF 3 Guðrun Lervig, ÍF Dreingir, U-13 1 Reidar Luid, HBF 2 Heri Nesá, ÍF 3 Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF Gentur, U-15 1 Ulla í Dávastovu, VÍF 2 Rannvá á Rógvu, VÍF 3 Kristina Eriksen, VÍF Dreingir, U-15 1 Niklas Eysturoy, HBF 2 Hilmar Kass, HBF 3 Bjarki Gram, HBF Gentur, U-18 1 Sára Arge, HBF 2 Anna Katrina Arge, HBF 3 Lis, VÍF Dreingir, U-18 1 Niklas Eysturoy, HBF 2 Gunnar Poulsen, HBF 3 Thomas Hans HBF Firma kapping í Triathlona Sunnudagin verður FM-kappingin í 1/4- triathlon, og sum nakað nýtt verður samstundis skipað fyri firma-kapping í krevjandi ítróttar- greinini TRIATHLON Jákup Mørk Føroya Triathlon Felag skipar sunnudagin 27. oktober kl. 13.00 fyri FM í 1/4 Triathlon. Kappast verður hesaferð á sokallaða OL-teinurin, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkl- ing og 10 km renning. Fyri at økja um áhugan fyri hesi ítróttagrein, nú stundar til Oyggjaleikir, bjóðar FTF einstaklingum, stovnum og feløgum við til kappingina. Fyri ikki heilt at ræða fólk, er avgjørt at stovnar og fyritøkur kunnu vera við sum lið t.v.s. at ein svimj- ari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða fyritøkuna, og kappast á sprint teininum. Best er sjálvandi um allir lið- íðkararnir eru frá somu fyritøku, men hetta er tó eingin treyt. Teinarnir, sum kappast verður í, eru fleiri í tali. Hjá teimum, sum kanska droyma eina Oyl-luttøku, verður talan um 1/4- triathlon. Har skulu lut- takararnir fyst svimja 1.500 í svimjihøllini. Síðani skulu 40 km súkklast eftir Ring- vegnum, Hvítanesvegnum og Kaldbaksvegnum, og endiliga skal rennast. Í alt verður talan um ein renni- túr á 10 km, og verður hes- in runnin eftir vegnum yviri við Strond. Talan verður eisini um kappingar á sprint-teinin- um, sum er 1/8-partur av vanliga triathlon teininum. T.v.s. at svimjingin er 750 metrar, súkklingin 20 km og renningin 5 km. Tað er eisini í hesi kappingini, at kappast verður millum virkini, har hvørt virki hev- ur tríggjar luttakarar, sum so skiftast um at taka sær av ymsu teinunum. At enda verður so eisini ein av teimum heilt stuttu kappingunum, har teinirnir eru 1/12-partur av veruliga iron-man teininum. Tað merkir, at 300 metrar skulu svimjast, 10 súkklast og 2,5 skulu rennast. Íðkararnir skulu møta í Svimjihøllini 1 tíma áðrenn kappingin byrjar. Um ikki ber til at finna eina hóskandi súkklu, so er at ringja, og FTF finnur eina. Nú kappingin verður so seint á árinum, er umráð- andi at íðkararnir eru væl klæddir, tí er veðrið ikki til vildar, kann túrurin gerast møðsamur og ógvuliga kaldur, so best er at binda um heilan fingur. Súkklingin er ein av teimum trimum ítróttagreinunum í triathlon-kappingini, har FM og firmakapping eru á skránni nú komandi vikuskiftið Tað gjørdust tríggir fuglfirðingar, sum endaðu ovastir hjá yngstu dreingjunum. Frá vinstru eru tað Rúni Hentze, Leivur Joensen, sum vann kappingina, og Magni Hansen Vestmanna hevur fleiri evnaríkar ungar leikarar, og millum annað áttu tey allar tær fremstu hjá U-9 gentunum. Frá vinstru eru tað Randi V. Hansen, Vár Rógvadóttir og Birita Poulsen 23 22 Nr. 204 - 24. oktober 2002 UTTAN ÚR HEIMI Kom ongan veg við Sellafield Skip tikið fyri smugling Fangar latast leysir Sita ikki kortini Fyrrverandi norski for- sætisráðharrin, Jens Stoltenberg, fekk ikki nógv burturúr, tá hann týsdagin royndi at fáa bretska forsætisráðharr- an, Tony Blair, at steðga útlátinum frá kjarnorku- endurvinningarverkinum Sellafield. Stoltenberg var í London og hitti Blair í Downing Street nr. 10, og eitt av ørindum hans- ara var at ávirka bretska stjórnarleiðaran at steðga útlátinum í Sellafield. Men aftan á fundin mátti Stoltenberg viðganga, at hesum hevði hann einki fingið burturúr. Eftir- maður Stoltenbergs í norska forsætismála- ráðnum, Kjell Magne Bondevik, hevur eisini tosað við Blair um Sella- field, men til fánýtis. Fyrr í vikuni gjørdi Ír- land av at stevna Bret- landi fyri altjóða dóm- stólin í Haag. Írar vilja hava innlit í tvær frá- greiðingar um Sella- field-verkið, men tað hava bretar sýtt teimum. Nú skal dómstólurin við- gera írska kravið. Myndugleikarnir í Pó- landi hava lagt hald á danska farmaskipið "Lake Pejo", tí illgruni er um, at skipið smuglaði sigarettir. Skiparin á danska skipinum er varð- haldsfongslaður í tríggj- ar mánaðir. Pólendingar siga, at danska skipið segði seg vera á veg til russiska Kaliningrad, men at tað kortini vendi og fór inn í eina polska havn. Tá toll- arar og løgreglumenn fóru umborð á skipið, funnu teir tvær bingjur við fleiri hundrað túsund sigarettum. Danska reiðaríið, sum eigur "Lake Pejo" heldur uppá, at hvørki tað ella skiparin vistu nakað um tær ólógligu sigarettir- nar, og uttanríkisráðið í Keypmannahavn roynir nú at fáa skiparan úr polska varðhaldinum. Amerikansku myndug- leikarnir hava nú gjørt av at lata nakrar av fangun- um í Guantanamo leysar. Tað segði Donald Rum- sfeld, verjumálaráðharri fyrradagin. Sambært ráðharranum er talan um fangar, sum ikki hava áhuga hjá am- erikanrunum longur, men hann dugdi ikki at siga, hvussu nógvir fangar verða latnir leysir. USA hevur 589 fangar sitandi í Guantanamo á Kuba, og hildið verður, at fleiri pakistanar eru millum teirra, sum verða latnir leysir nú. Teir vórðu eins og hinir fangarnir tiknir í Af- ghanistan. Donald Rumsfeld gjørdi eisini greitt, at teir fangarnir, sum verða latnir leysir nú, verða ikki rættarsøktir. Ríkisadvokaturin í Svø- ríki, Klas Bergenstrand, mælir nú til at broyta revsilógina, so reglan um lívlanga fongsulsrevsing verður tikin úr lógini. Í samrøðu við Svenska Dagbladet sigur ríkisad- vokaturin, at tað er eing- in grund til at hava regl- una, tí hon verður ongan- tíð fylgd kortini. Í Svøríki kunnu fang- ar, sum hava fingið lív- langa fongsulsrevsing, biðja stjórnina um grið, og vanligt er, at revsing- in verður sett til millum 18 og 25 ár. Nú hóttir hann eisini við at skjóta børn Næstan 1.000 løg- reglumenn og onnur leita eftir snigskjútt- anum í Washington. Nú hóttir hann eisini við at skjóta eftir børnum. SNIGSKJÚTTAMÁLIÐ Árni Joensen: – Børn tykkara eiga ong- antíð at kenna seg trygg! Hetta vóru boðini frá snigskjúttanum, sum Chal- res Moose, løgregluovasti í Montgomery las fyri fjøl- miðlafólki, tá hann fyrra- kvøldið kunnaði tey um tað seinasta, sum var hent í snigskjúttamálinum. Ovastin vildi ikki siga, hvussu og nær løgreglan hevði fingið fatur á boðun- um, men keldur innan løg- regluna søgdu, at boðini stóðu í einum brævi, sum løgreglan hevði funnið. Boðini frá snigskjúttan- um elvdu til, at skúlamynd- ugleikarnir gjørdu av at steingja fleiri skúlar. Nakrar fáar tímar framm- anundan hevði snigskjúttin aftur latið frætta frá sær, tá hann skeyt ein 40 ára gaml- an bussførara við Connecti- cut Avenue í Silver Spring. Maðurin varð raktur í bringuna og doyði á sjúkra- húsi tveir tímar seinni. Hó- ast løgreglan ikki hevði kannað kúluna, sum varð funnin í líkinum, tóktist eingin ivi vera um, at tað var snigskjúttin, sum hevði skotið bussføraran. Í øðini Umleið 1.000 fólk hjá løg- regluni, samveldisløgregl- uni FBI og teirri serligu trygdartænastuni leita nú eftir snigskjúttanum, og javnan verða fólk biðin um at siga frá, varnast tey okk- urt óvanligt. Men hóast løgreglan hevur fingið fleiri túsund fráboðanir, hevur eingin teirra givið nakað úrslit enn. Fólk uttan fyri Washing- ton eru ræðslusligin, men samstundis eru mong teirra í øðini um, at myndugleik- arnir ikki megna at finna snigskjúttan. Tey flestu hava gloymt alt um bin Laden og Saddam Hussein, tí sambært løgregluni er tað ein av teirra egnu lands- monnum, sum nú er dráps- maðurin. Ísrael vrakar enn eina friðarætlan Ísraelski forsætisráð- harrin, Ariel Sharon, vrakaði í gjár ta sein- astu friðarætlanina, sum amerikanski forsetin, George W. Bush, legði fyri hann í síðstu viku. MIÐEYSTUR Árni Joensen: Tað var á einum fundi við amerikanskar jødar, sum vóru á vitjan í Ísrael, at Ariel Sharon, forsætisráð- harri gjørdi greitt, at hann kann ikki góðtaka ta nýggju amerikansku friðar- ætlanina. Sambært forsæt- isráðharranum áleggur frið- arætlanin Ísrael at fylgja einari diplomatiskari leið fram ímóti varandi friði, meðan palestinar ikki fáa somu boð. – Tað kann vera vanda- mikið fyri land okkara at játta at fylgja einari tíðar- ætlan, sum bara verður áløgd okkum, segði Sharon á fundinum sambært blaðn- um Haaretz. Uppskotið, sum Bush forseti legði fyri Sharon í síðstu viku, er grundað á eina semju millum ta so- nevndu Miðeysturkvartett- ina, sum ST, ES, USA og Russland manna. Sambært uppskotinum skulu ísraels- menn taka seg aftur úr teimum palestinsku sjálvs- stýrisøkjunum, og allir ólógligir búreisingar skulu flytast burtur. Sambært haaretz hava bæði politiskir og hernaðarligir leiðarar í Ísrael mælt stjórnini frá at góðtaka uppskotið. Uppskotið hjá Miðeyst- urkvartettini mælir eisini til umfatandi nýskipanir innan teir palestinsku sjálvsstýr- ismyndugleikarnar, og at tað komandi palestinska ríkið skal hava eitt fyribils- mark innan árslok næsta ár. Serligi amerikanski mið- eystursendimaðurin, Willi- am Burns, kom til Ísraels í gjár, har hann skuldi tosa við Ariel Sharon, forsætis- ráðharra, Shimon Peres, utt- anríkisráðharra og Benyam- in Ben-Eliezer, verjumála- ráðharra um tað seinasta friðaruppskotið. Eftir at hava hitt teir tríggjar skal William Burns hitta palest- inska leiðaran, Yasser Arafat. Ariel Sharon, forsætis- ráðharri hevur fyrr bent á, at hann var ikki serliga feg- in um tað seinasta friðar- uppskotið. Sunnudagin segði hann, at hann var til reiðar at lesa tað ígjøgnum, men meiri vildi hann ikki siga. Nú hevur hann so víst tí frá sær. Sambært Haaretz skal forsætisráðharrin hava sagt, at júst nú hevur tað størri týdning at fáa enda á pal- estinska yvirganginum enn at tosa um frið. Foreldrini tora illa at lata børnini fara út. Her hjálpir ein løgreglumaðu r einari kvinnu og einum barni yvir um veg- in í Aspen í Maryland. James Martin Skotin og dripin á einum bilplássi í Wheaton í Maryland klokkan 18.04 mikudagin 2. okt. Sonny Buchanan Skotin og dripin við Bethesda í Maryland klokkan 07.41 hósdagin 3. okt. Prem Kumar Walekar Skotin og dripin á einari bensinstøð í Montgomery County í Maryland klokkan 08.12 hósdagin 3. okt. Sarah Ramos Skotin og dripin uttan fyri eitt posthús við Silver Spring í Mary- land klokkan 08.37 hósdagin 3. okt. Lorri Ann Lewis-Rivera Skotin og dripin við eina bensinstøð í Kensington í Maryland klokkan 09.58 hósdagin 3. okt. Pascal Charlot Skotin og dripin á Georgia Avenue í Washington klokkan 21.15 hósdagin 3. okt. 43 ára gomul kvinna Skotin og særd uttan fyri ein handil í Fredericksburg í Virginia fríggja- dagin 4. okt. Liggur á sjúkrahúsi. 13 ára gamal drongur Skotin og særdur uttan fyri Benja- min Tasker Middle School mána- dagin 7. okt. Liggur á sjúkrahúsi. Dean Harold Meyers Skotin og dripin við eina bensinstøð í Manassas í Virginia mikudagin 9. okt. Kenneth H. Bridges Skotin og dripin við eina bensinstøð í Fourmile Fork í Virginia fríggja- dagin 11. okt. Linda Franklin Skotin og dripin uttan fyri ein handil 16 kilometrar vestan fyri Washing- ton D.C. mánadagin 14. okt. 37 ára gamal maður Skotin og illa særdur á einum bil- plássi í Ashland í Virginia leygar- dagin 19. okt. Conrad Johnson Skotin og dripin á einum bussstaði í Aspen Hill uttan fyri Washington týsdagin 22. okt. OFFUR SNIGSKJÚTTANS: C M Y K 22