hósdagur 24. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 204 - 24. oktober 2002
Billiardkappingin byrjar aftur
Fríggjadagin byrjar
billiardið aftur. Fyrsta
kappingin verður í
Klaksvíkar Klubba.
Tað er tann árliga
Haldor Holm Cup
kappingin, sum átta
av teimum bestu í
liðkappingini verða
tiknir út til
BILLIARD
Solby A. Eliasen
Umleið klokkan trý seinna-
partin fríggjadagin byrjar
kappingarárið i billiard
aftur. Fyrsta kappingin í ár-
inum er Haldor Holm Cup í
Klaksvíkar Klubba.
Hetta er tann fyrsta
kappingin í sesongini, og
hon varar alt vikuskiftið.
Haldor Holm Cup gongur
fyri seg á tann hátt, at allir
spæla ímóti øllum. Spælt
verður um Haldor Holm
steypið. Men tann, sum
vinnur kappingina sleppur
tó ikki at taka tað steypið
við sær til hús. Navnið á
vinnaranum verður rist í
steypið, men tað skal
standa í klubbanum allatíð-
ina. So hetta er ikki nakað
vanligt ferðasteyp, sum
ferðast millum vinnararnar.
Men vinnarin og nummar
tvey og trý fara tó ikki
tómhentir til hús aftur
kortini. Steyp verður latið
teimum til ognar.
Sonhard
Johannessen,
formaður
í
Klaksvíkar
Klubba og ein av luttakar-
unum í Haldor Holm Cup,
sigur, at undirtøkan er verri
í ár, enn hon hevur verið
undanfarin ár.
– Vit plaga at vera átta,
men í ár verða vit einans
seks, sigur hann.
Hetta kemst millum ann-
að av, at suðuroyingar ikki
eru við í ár, og eisini hava
teir fingið onnur avboð til
kappingina.
Teir, sum taka lut í
kappingini um vikuskiftið
eru: Bjarni Skaalum frá
Kagganum, Carsten Han-
sen úr Havnar Klubba, Njál
Reinert Petersen úr Billi-
ardfelag Fuglafjarðar og
Kristian Suni Høgnesen,
Sonhard Johannessen og
Ólavur Kjølbro úr Klaks-
víkar Klubba.
Hungursstungnir unglingar taptu í Georgia
Royndi venjarin
sigur, at hann hevur
ongan tíð upplivað so
ússiligar umstøður,
sum tær U-19 land-
sliðið hesa vikuna
upplivir í Georgia
U-19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Mikukvøldið í síðstu viku
átti Jógvan Martin Olsen
sín part av framúr góða úr-
slitinum, sum landsliðið
rakk í Hannover. Í hesi vik-
uni er hann við U-19 lands-
liðnum í Georgia, og tað er
skjótt at staðfesta, at tað á
nógvum økum er langt
ímillum
Hannover
og
Georgia.
A-landsliðið tapti bara 2-
1 móti Týsklandi. U-19
landsliðið spældi týsdagin
móti Ukraina, sum í fót-
bóltshøpi, sum á øllum
øðrum økjum, er nógv
veikari enn Týskland. Men
Føroyar taptu 6-0, eftir at
tað í steðginum hevði verið
4-0.
– Vit harmast allir um
úrslitið. Teir vóru ivaleyst
betri enn vit, men munurin
var á ongan hátt seks mál.
Nógv av málunum vóru
bílig, og tað undirstrikar
væl, hvussu týdningarmik-
ið tað er, at liðið er mannað
við góðari mannin á øllum
plássum. Lítil munur var á,
hvussu nógv teir og vit
høvdu bóltin í fyrra hálv-
leiki, men teir vóru omaná.
Fyrsta stóra hálva tíman
eftir steðgin vóru vit sera
væl við. Vit høvdu møgu-
leikar, men vit komu ikki
nærri enn at raka í stólpan,
og so skoraðu teir tvær
ferðir móti dystarenda,
greiðir
Jógvan
Martin
Olsen frá.
Í gjár hvíldu og vandu
spælararnir. Í dag skulu teir
spæla ímóti Belgia, sum í
fyrsta dystinum vann 1-0 á
Georgia.
– Øll liðini eru góð, so vit
fáa ivaleyst at gera hós-
dagin og aftur leygardagin,
heldur venjarin.
Øðrvísi uppgáva
Jógvan Martin Olsen hevur
ábyrgdarmaður fyri yngru
landsliðini síðani 1994, og
síðani í 1996 hevur hann
harafturat verið hjálpar-
venjari á A-landsliðnum.
Hann hevur verið nógva
staðni við ymsum lands-
liðnum, men hann sigur seg
ongantíð hava upplivað
slíkt, sum tað, teir nú eru í.
– Umstøðurnar eru so
primitivar og vánaligar,
sum eg ongantíð havi upp-
livað áður. Teir fyrstu dag-
arnar fingu vit lítið at eta,
og tað, sum vit fingu, var
einki at rópa hurrá fyri.
Bústaðurin er ikki nakað
vanligt gistingarhús. Køm-
urini eru smá, tað er skitið,
og tað fuktar og luktar illa.
Her er einki uppihaldsrúm,
har vit kunnu halda fundir
og annars hava samveru í,
uttan hølið, har vit eta. Um
dagin eru hitastigini 12-15,
meðan tað um náttina er
undir frostmarkinum. Tær
fyrstu næturnar var eingin
hiti á gistingarhúsinum, so
vit lógu og skulvu í klæð-
um og dýnujakkum.
Er tað framvegis so-
leiðis?
– Vit kærdu týsdagin til
UEFA, og mikunáttina var
hiti í rúmunum. Vit fáa
eisini meira at eta nú, enn
vit fingu teir fyrstu dagar-
nar, men umstøðurnar eru
framvegis soleiðis, sum eg
ikki havi upplivað áður,
sigur venjarin.
Hvussu er hýrurin?
– Uppgávan hjá mær og
okkum, sum eru kring
liðið, er at varðveita góða
lagið sjálvir, og so at ar-
beiða við spælarunum, so
teir ikki fara sinniliga í
kjallaran. Tað er ein stór
uppgáva, eisini tí 6-0 tapið
var væl størri, enn vit
halda, at tað var neyðugt,
sigur Jógvan Martin Olsen
at enda.
Føroyska
liðið
móti
Georgia sá annars soleiðis
út: Gunnar Nielsen – Marni
Djurhuus, Rasmus Nolsøe,
Rani D. Christiansen, Áki
Peteren (Jústinus R. Han-
sen, 55) – Hanus Thorleifs-
son, Símun Samuelsen,
Jann Ingi Petersen, Hans
Pauli Samuelsen (Hanus
Eliasen, 70) – Bjarni Jørg-
ensen, Rókur F. Jespersen
(Magnus Skoralíð, 70).
Jógvan Martin Olsen, sum
her sæst saman við Henrik
Larsen, hevur verið nógva
staðni og ferðast við ymsu
landsliðnum. Men hann
sigur seg ongan tíð hava
upplivað slíkar umstður, sum
føroyska U-19 landsliðið
hevur í Ukraina í hesum
døgum
Tað er ikki bara í fyrstu
deild, at HB hevur tryggjað
sær gullmerki í ár. Bæði í
kappingini um heilan og
hálvan vøll eydnaðist HB at
gerast føroyameistarar í
piltadeildini.
Niðanfyri-
standandi myndir av pilta-
liðunum báðum hava vit
fingið sendandni frá HB, og
frá hesum síðum verður
ynskt tillukku við gullinum.
Føroyameistarar
HB liðið, sum vann FM í piltadeildini: Standandi: Pætur Clementsen (venj-
ari), Lucas Hentze, Sjúrður K. Thomassen, Hans B. Lenvig, Hjørtur Nolsøe,
Allan Henriksen, Janus Mortensen, Bjartur Nielsen, Bergur Niclassen.
Húkandi: Óla J. Dahl, Búi P. Dalsgarð, Ellintur Ólavson, Jákup Stakksund,
Jákup Wardum, Cristian í Garði, Høgni Djurhuus, Dánjal J. Hansen.
Eisini í kappingini um hálvan vøll eydnaðist HB at vinna FM kappingina.
Standandi frá vinstru eru tað: Allan Enghamar (venjari), Kristoffur G. Niel-
sen, Esmar Æ. Poulsen, Gunnar Dam, Hákun Samuelsen, Eilif Golightly, Frí-
mund Nattestad. Húkandi: Jógvan Breckmann, Bartal Henriksen, Jóhannes
Rasmussen, Hallur Nielsen.
C
M
Y
K
24
Nr. 204 - 24. oktober 2002
25
25