Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Nr. 205 - 25. oktober 2002 3 Tað er beinleiðis lívshættisligt at seta bilin við fullum ljósum – og í skeivari síðu. Hóast fólk eru deyð av hesi orsøk, so er henda líkasæla kortini daglig sjón… LJÓSFØRING Eirikur Lindenskov Ferðast tú í ferðsluni í Havn, so fært tú skjótt stað- fest, at nógvir bilførarar eru, ið ikki hava ta mest grundleggjandi vitanina um ljósføring. Koyrir tú fram við eini kiosk á kvøldi ella framvið skúlunum um morgnarnar, so grettir ikki, at fleiri bilar standa við fullum ljósum og blenda mótkoyrandi ferðsluna. Hjástandandi myndin er tikin uttan fyri Kiosk Activ í J. Broncksgøtu í Havn mikukvøldið. Førarin er farin inn í kioskina at keypa, og hevur koyrt so nær dyrnum, hann sleppur. Bilurin stendur fyri tað fyrsta í skeivari síðu. Hann stendur við fullum ljósum, nærljósum. Hann stendur nakrar sentimetrar framman fyri gonguteigin. Hann stend- ur manntómur og blendar alla mótkoyrandi ferðslu. Bilførarin á hesum bili setir onnur fólk í ferðsluni í beinleiðis lívsvanda – bara tí at hann ikki tímir at sløkkja nærljósini! Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er als ikki loyvt at parkera uttan fyri Kiosk Activ. Tað tykist trupult hjá summum at skilja, hvussu ljósini á bilinum skulu brúkast: Parkeringsljós (ella støðuljós) eiga at verða nýtt tá bilurin stendur stillur. Nærljósini eiga at verða nýtt, tá tú koyrir, og tú ikki skal blenda mótkoyrandi ferðslu, t. d. í býarkoyring. Fjarljósini verða nýtt, tá tú koyrir eitt nú millum bygda, og onga mótkoyr- andi ferðslu hevur. Hesin bilførarin er ikki nakað eindømi, tíverri. Tí soleiðis verður ferðslan sum nevnt eisini blendað uttan fyri skúlarnar um morgnarnar, t. d. her úti á Argjum. Tað kann undra, at foreldur, sum koyra børnini í skúla – fyri at tey skulu koma trygt í skúla, sam- stundis seta síni egnu børn – og øll hini við, í stóran vanda, bara tí at tey ikki tíma at nýta ljósini rætt. – Hetta er sjálvandi nakað, sum vit hugsa nógv um, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, og vísir til lýsingar, tey hava havt seinastu tíðina, m. a. júst um hetta at seta bilin uttan fyri eina kiosk við fullum ljósum í myrkri – og at parkera í rættari síðu. – Júst hatta økið, ið myndir vísir, er eitt gott dømi, sigur Jón Krage- steen. – Har er loyvt at koyra 50 km/t, og tað gera helst tey flestu, um onkur kanska setir ferðina niður, tá ein bilur stendur so óforsvar- liga parkeraður, sum dømið vísir. Jón Kragesteen heldur, at júst hetta økið átti at verði gjørt soleiðis, at forðingar vóru, sum settu ferðina niður, tí har er nógv ferðsla, bæði bilar og fólk til gongu. Hinumegin vegin er Al- mannastovan, og har vitja nógv fólk dagliga. Hóast tað kanska ikki hendir so ofta, so eru trag- isk dømi um, at fólk eru deyð sum beinleiðis orsøk av, at bilur hevur staðið stillur í skeivari síðu við fullum ljósum. – Hetta er sera vanda- mikið, tí tá koyrt verður í myrkri síggja vit bara ein 10.000 part av tí, sum vit síggja í sólarljósi. Tá tú so eisini verður blendaður, ert tú sera illa førur fyri at síggja vandar og uppfata heildina, sigur Jón Krage- steen. Hann vísir eisini á, at í dag skulu øll, sum taka koyrikoyrt, á skeið í myrkakoyring. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av eini álvarsamari ferðsluvan- lukku á Kambsdali fyri nøkrum árum síðani, har tvær ungar kvinnur doyðu av somu orsøk, sum hetta dømið vísir. Leiðarin á Ferðslutrygd minnir eisini á, at tað er sera umráðandi hjá gongu- fólki at nýta endurskin – tí tá síggjast tey í minsta lagi úr 140 metrum í hálva- skýming. Fríggjadagin og leygardagin verður sepnnandi og øðrvísi tiltak fyri børn og ung í aldrinum 0-15 ár á Torginum í SMS: Tá skipa tey í SMS fyri tí, tey rópa »Wanna-be kapping« VILJA-VERA-SUM Tíðindaskriv Í ensku orðagreipuni stend- ur, at Wanna-Be, merkir at vilja-vera-sum. Og tað er júst hetta, ið kappingin snýr seg um, nevnliga, at lut- takararnir skulu líkjast onkrum kendum sangara ella songkonu so nógv sum gjørligt. Tey í SMS hava tónleik- in, meðan luttakararnir skulu sjálvir skipa fyri framførsluni. Kappingin fevnir um tveir dagar ella kvøld. – Byrjað verður við ein- um undanumfari fríggja- dagin 25. oktobur kl. 17.30. Sjálvt finaluumfarið verður leygardagin 26. oktobur kl. 13.00, sigur Rógvi Róin, marknaðarleiðari í SMS. Á Torginum er settur upp ein pallur, har tilmeldaðir luttakarar sleppa at royna seg sum teirra tónleikara- fyrimynd. Meira luttakarin líkist - klæðir, smyrsl, dansifet, andlitskeipur - størri er møguleikin at sleppa í finaluna, ið verður leygardagin 26. oktobur. Luttakararnir syngja ikki sjálvir, men tað er hinvegin av týdningi, at teir kenna tekstin, tí, sum sagt, meir teir líkjast, størri er møgu- leikin at vinna. Dómarar verða fólk, ið antin fáast við at spæla eitthvørt á leikpalli ella hava annað viðkomandi yrki. Íalt 17 luttakarar hava boðað frá luttøku, og av teimum sleppa íalt 8 víðari í finalu- umfarið, sum verður leyg- ardagin. Vertir til tiltakið á Torg- inum í SMS verða Tróndur Vatnhamar og Heri Jacob- sen. Tað eru Pepsi, Føroya Sparikassi, og SMS í felag, sum skipa fyri kappingini, og sum lata vinningar til nr. 1, 2 og 3. Allir luttakararnir fáa eitt heiðursbræv og eina Pepsi Twist sodavatn og t- shirt. Wanna-be kapping á Torginum í SMS Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at góða mamma okkara, vermamma, omma og langomma Jóhanna Sivertsen andaðist í Vestmanna mikudagin 23. okt., 70 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju sunnudagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Kristian, Petur, Bjørg, Fróði og Beinta Tey, ið vilja minnast Jóhonnu, kunnu ístaðin fyri blómur lata eina peningagávu til Dagtilhaldið í Rók, konto nr. 131.696.8 í Føroya Sparikassa. Sagt verður frá, at okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi Johannes Sigurd Danielsen andaðist í heiminum mikumorgunin 23. okt., 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin 26. okt. kl. 13.30. Fyri tey avvarðandi Nena Tey, ið vilja minnast Sigurd, kunnu lata Evangelisku Røddini eina peningagávu, konto í Føroya Banka. Ljósini kunnu sløkkjast… Førarin á hesum bili hevði ikki stundir at sløkkja ljósini, tá hann mikukvøldið fór inn í Kiosk Activ í Havn at keypa. Tískil setti hann onnur fólk í ferðsluni í lívsvanda… TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Farirwaves, føroyska bylgj- an í Íslandi, er komin í helvt og á fyri framman eru fleiri konsertir. Møguliga er hetta eitt stig longur út í heim Mikudagin og hósdagin hava fleiri konsertir verið á skránni hjá Clickhaze og Krit. Fríggjadagin 25. ok- tober spæla Clickhaze beinleiðis á landsumfatandi útvarpsrásini Rás 2, www.ruv.is. Hetta er klokkan 15 íslendska tíð. Á kvøldi leikar Krit á konsert í Hitt Húsinum saman við íslendskum bólkum. Tann 26. oktober spæla Clickhaze og Krit í Austur- bæjarbio í Reykjavík. Rás 2 tekur upp og sjónvarpið verður eisini til staðar. Síðani 16. oktober hevur føroyska byljgan, tiltakið Fairwaves, verið í gongd og fleiri føroyskir tónleikarar hava gjørt vart við seg. Tað er gerandiskostur at síggja føroyingar í sjónvarpi og hoyra teir í útvarpi. Og neyvan fer dagur framvið, at ikki okkurt stendur í íslendsku bløðunum. Jens Guð, sum er við til at fyrireika Fairwaves, sig- ur, at herfyri gjørdi CNN innslag um, hvussu væl tað gongur hjá íslendskum tónleiki á altjóða marknað- inum. Nevnast kunnu nøvn sum Bjørk, Mezzoforte, Sigur Rós og fleiri onnur. Jens Guð sigur, at ætlanin við Fairwaves er greið, nevniliga at gera føroyskan tónleik kendan í Íslandi fyrst, fyri síðani at taka hann víðari í hølunum á ís- lendskum tónleiki út í heim. Hann ivast ikki í, at før- oyskur tónleikur megnar hetta, tí støðið er hækkað seinnu árini, og serliga eru tað Clickhaze og Týr, sum hann metir hava møgu- leika, tí teir byggja nútím- ans tónleik á siðbundnan tónleik. Felags fyri fleiri av stóru íslendsku nøvnunum er, at tey spæla ikki main- stream tónleik, men eru serstøk. Clickhaze og Krit ríða enn á bylgjuni C M Y K 3 2