fríggjadagur 25. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í Greinivíkar skúla
høvud tey herfyri
»evropiskan dag«, har
tey hoyrdu og lósu
fleiri av heimsins
málum – eisini
føroyskum
EVROPISKUR DAGUR
Eirikur Lindenskov
Í síðsta mánaði høvdu tey á
Greinivíkar skúla í Greini-
vík í Íslandi ein »evrópisk-
an dag«. Ein táttur hendan
dagin var at lesa føroysk
bløð,
sum
skúlastjórin
hevði biðið um frá Sosial-
inum.
– Tað er so stuttligt at
royna at lesa føroyskt, tí vit
skilja næstan alt, hóast vit
ikki hava lært tað, segði
Björn Ingólfsson, skúla-
stjóri við Sosialin.
– Evrópiski dagurin fór
fram á tann hátt, at allir
næmingar fingu at hoyra
okkurt úr ymsum evropisk-
um málum. Eitt nú fóru
næmingar úr triðja flokki,
sum dugdi enskt, í fyrsta og
annan flokk, til tess at lata
tey hoyra eitt sindur av
enskum máli, sum teir lósu
úr eini enskari barnabók,
sigur skúlastjórin.
Í eldru flokkunum, 5. til
10. flokk, lósu lærarar
ymiskt, teir kendu av øðr-
um málum, eitt nú týskum,
fronskum og finskum.
– Í danskttímanum, sum
eg hevði í tíggjunda flokki
royndi eg meg í føroyskum,
sum eg tó ikki dugi rættu-
liga, men klári at lesa, sigur
Björn Ingólfsson, skúla-
stjóri, og heldur fram.
– »Sosialurin féll vel í
kramið og líka brandarinn
sem ég prentaði út af
heimasíðu B36 um mann-
inn sem fór til himna af því
að hann gekk framhjá húsi
HB og söng: Við verðum
Færeyjameistarar í ár!«,
sigur Björn Ingólfsson at
enda
Íslendsk skúlabørn lósu Sosialin
Børnunum dámdu væl at
lesa Sosialin, tí har var nógv,
ið tey skiltu, sigur
skúlastjórin, Björn
Ingólfsson, sum eisini hevur
tikið hesar myndirnar
Íslendskir
næmingar við
Sosialinum,
sum tey lósu,
tá tey høvdu
»evrópiskan
dag« í síðsta
mánaði
4
Nr. 205 - 25. oktober 2002
Nr. 205 - 25. oktober 2002
5
Føroyskt mono
Í komandi mánað
byrjar SvF at senda
umvegis Televarpið,
og hetta merkir, at
sent verður talgilt og í
stereo. Hjá øllum
uttan SvF
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Kundarnir hjá Televarpin-
um í høvuðsstaðnum og á
Skálafjørðinum fáa í kom-
andi mánað møguleikan at
síggja SvF bæði sum van-
ligt er nú og umvegis Tele-
varpið.
Sambært
Jónheðin
Tróndheim, tekniskur leið-
ari hjá SvF, verður mynda-
góðskan í besta føri líka
góð.
SvF sendir í verandi
støðu umvegis teirra sendi-
net sjónvarp í analog formi
og í mono.
Hetta er í dag ógvuliga
óvanligt. Flestu rásir senda
í stereo, men við verandi
sendiútgerð fær SvF ikki
gjørt hetta.
Flestu útlendsku rásir
hava eisini skift yvir til at
senda digital(talgilt). Við at
senda null og eitt tøl í hópa-
tal fært tú oftast eina nógv
betri
myndagóðsku
og
munandi fleiri møguleikar.
Sambært tekniska leiðar-
anum í SvF skulu nógvir
pengar til, um føroyingar
skulu síggja SvF í talgild-
um og stereo formi.
– Eg tori ikki at siga
nakra ávísa upphædd, men
tað er í øllum førum ein tví-
sifrað
milliónaupphædd,
sigur Jónheðin Tróndheim.
Hann vísir á, at Televarp-
ið bert røkkur til ein part av
Føroya fólki, men SvF hev-
ur skyldu til at senda til øll.
Kundarnir hjá Televarpið
sleppa at síggja SvF í tal-
gildum formi, men talan
verður um, at analog sign-
alið verður gjørt um til eitt
talgilt signal. Allir teir van-
ligu møguleikarnir nútíðar
talgildu rásum verða ikki
tøkir – frá byrjan í øllum
førum.
Hjá SvF verður alt tikið
upp, og tey kundu eisini
klárað at sent í stereo, men
verandi sendarar eru gjørd-
ir til analog, og tískil er
hetta ikki gjørligt.
Í 2002 ljóðar tað kanska
ikki av so øgiliga nógvum
at kunna siga, at vit síggja
sjónvarp í mono og analog.
Vinnumálaráðið, ið eigur
sendiútgerðina, SvF nýtir at
senda við, hevur sett ein
arbeiðsbólk at hyggja nærri
at talgilding og sendiork-
una v.m. Tað eydnaðist
okkum ikki at fáa eina við-
merking úr Vinnumála-
ráðnum, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
Við gomlu skipanini hjá
Rás Tórshavn varð sent
analog í mono.
Tróndur Djurhuus, stjóri
fyri Televarpið, upplýsir, at
Televarpið
hevur
gjørt
íløgur í nýggja útgerð til at
senda talgilt. Av verandi út-
gerð hjá Rás Tórshavn eru
tað bert sjálvar parabolskál-
irnar, ið verða nýttar.
Kostnaðurin av nýggju
íløgunum er ikki upplýstur
fyri okkum.
Hóast byrjað verður at senda
digitalt, so verður SvF fram-
vegis í analog og mono.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Tað verður eitt
áhugafelag, sum skal
standa á odda fyri
byggingini av einari
ítróttarhøll í Kolla-
firði. Landið og
kommunan fara at
fíggja hvør sín part
ÍTRÓTTARHØLL
Heri á Rógvi
Tað verður ikki Tórshavnar
kommuna, sum fer at
standa fyri byggingini av
einari nýggjari ítróttarhøll í
Kollafirði. Hetta varð slig-
ið fast, tá fíggjarætlanin
varð samtykt herfyri.
Heðin Mortensen, virk-
andi borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu, sigur, at
verkætlan ikki longur er
byggiprosjekt hjá komm-
ununi, men verður at rokna
sum ítróttarligur stuðul
sum alt annað.
Ein partur av arbeiðinum
er longu gjørt, t.e. gravað út
og planerað, og arbeitt skal
nú víðari við at byggja
høllina.
Heðin Mortensen sigur,
at kostnaðurin verður vænt-
andi á leið 13 mió. kr. Ar-
beitt verður við sama mod-
ellið sum við Hoyvíkshøll-
ini.
Eitt
áhugafelag
skal
setast á stovn, og tað verður
so hetta felagið, sum hevur
til endamáls at fáa til vega
fígging og standa fyri
byggingini.
Tórshavnar
kommuna skal gjalda 30%
av kostnaðinum, t.e. uml.
3,9 mió. Landið skal eftir
ætlan eisini lata nakað tað
sama í stuðuli.
Ítróttarhøllin
skal
byggjast í sambandi við
skúlan, men hetta verður
eitt fullkomiliga sjálvstøð-
ugt byggiarbeiði. Miðjað
verður ímóti, at kommunan
einaferði í framtíðini yvir-
tekur raksturin av høllini, tá
hetta eisini er partur av
skúlanum.
Miðjað verður ímóti at
seta áhugafelagið á stovn
áðrenn nýggjár. Òvist er,
nær kollfirðingar sleppa at
renna inni í nýggju høllini.
Ítróttarhøllin í Kollafirði:
Áhugafelag skal byggja
høllina
C
M
Y
K
5
4