Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Nr. 205 - 25. oktober 2002 7 Í næstum verður farið at byggja eitt slóðbrótandi virki í Lorvík, sum skal gagnnýta fiskalivur NÝGGJ VINNA Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað fer eitt nýskapandi virki at lata upp í Lorvík næsta vár, ella tíðliga næsta summar. Talan er um eitt virki, sum skal gagnnýta livrina úr fiskinum, sum verður fiskaður undir Føroyum. Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum í felag ganga saman um hesa royndina at byggja eina nýggja vinnu upp í Føroy- um. – Hetta er ein roynd at fáa nakað burturúr einun parti av fiskinum, sum annars verður tveittur fyri borð aftur, sigur Egil Olsen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýggja virkið. Ongin hevur meiri enn Egil Olsen tosað um at fáa meiri burturúr fiskiríki- døminum undir Føroyum, ikki minst tí partinum, sum annars ikki verður gagn- nýttur. Hann er ivaleysur í, at gangnýta vit ikki allan fiskin, sum hann er, fara stór samfelagslig virði fyri skeyti. Og livravirkið, sum nú skal byggjast í Lorvík, er fyrsta veruliga stigið til at skapa samfelagvirði burtur- úr tilfari, sum annars fyri mesta partin fer fyri skeyti. Egil Olsen sigur, at før- oyski parturin av hesi verk- ætlanini verður 50% og út- lendingar koma at eiga 50%. Hann metir, at skulu alternativar vinnur byggjast upp í Føroyum, er tað fyri ein stóran part neyðugt at samstarva við útlendingar, sum frammanundan hava stóran førleika á økinum, ikki minst tá ið talan er um so serliga framleiðslu sum her. Útlendska partin í livra- virkinum eiga íslendska fyritøkan Lysi og norska fyritøkan Maritex, sum báðar eru serkønar á økin- um frammanundan. Føroyska partin av virk- inum eina Faroe Marine Biotech, sum framman- undan samstarvar við Lysi og Maritex. Annars eru menninir aftanfyri høvda- virkið í Lorvík við í ætlan- ini, umframt Kovin í San- davági og ymsir rávøruút- vegarar, tað eru skip. Fýra krónur kilo Egil Olsen sigur at ætlanin við virkinum er at vinna lýsi burturúr livrini og tað, sum síðani er eftir, verður malið til mjøl. Men ætlanin er, at tann besta livurin skal førast vestur til Sandavágs at vera niðursjóðað á Kovanum, men annars skal livur bræð- ast á virkinum í Lorvík. – Eini 8-10% av fiskin- um er livur. Tað merkir, at tilsamans kunnu vit fáa eini 8000-10.000 tons av livur burturúr tí fiski, sum verð- ur fiskaður undir Føroyum. Men Egil Olsen sigur, at teir vóna at fáa 3.000 tons av livur, í fyrsta umfari í hvussu so er. Ætlanin er eisini at lata skipunum ein prís fyri livr- ina sum helst skuldi gjørt tað áhugavert hjá teimum av fingið livrina til høldar og avreitt hana. – Vit ætla at lata fýra krónur fyri kilo av livur. Men fáa vit møguleikan at byggja virkið upp sum vit vóna, ivast vit onga løtu í, at prísurin fer at hækka bæði eina og tvær krónur, ella kanska enntá meiri, sigur hann. Hann vónar sostatt, at hetta er nóg mikið til at skipini verða sinnað at taka livrina til høldar. Egil Olsen heldur ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okk- ara fiskatilfeingi, verður tveitt fyri borð aftur, tá ið tað annars kundi verðið gagnnýtt, so hann vónar, at hetta fer at eggja skipunum til at taka livrina. Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til San- davágs at verða niðursjóð- að. Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli. Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum – Ætlanin er, at virkið í Lorvík og tey útlendsku virkini, Maritex og Lysi, skulu samstarva um søluna, so at hon verður samskipað við tí endamáli at fáa sum mest burturúr. Keypararnir kunnu teljast á aðrari hond- ini og fyri at fáa nakað bur- turúr, verður neyðugt at samskipa søluna. Hann leggur afturat, at talan er um eina íløgu uppá góðar 10 milliónir í alt. Men slík virki eru ógvu- liga tøknilig við nógvari framkomnari útgerð, so tal- an verða ikki um so nógv arbeiðspláss, kanska eini 6- 10 fólk, mest teknikarar av ymsum slagi, umframt ar- beiðið, sum hetta kastar av sær á Kovanum í sambandi við livrina, sum verður nið- ursjóðað. Hesa vikuna verður seinasta hondin løgd á ætlanina at byggja nýggja suðuroyar- ferju, men nú verður at skera stálið og tólvta mars verður kjølurin strektur SUÐUROYARFERJAN Áki Bertholdsen Tólvti mars er ein stórur dagur í Føroyum. Tì tá er Grækarismessa og tað er dagurin, tá ið veturin verð- ur lagdur afturum og tjaldr- ið kemur og boðar frá vári, gróðuri og ljósari tíðum. Men Grækarismessan næsta ár verður eisini ein søguligur dagur í Føroyum. Tí júst á hesum degnum verður tað, at kjølurin til nýggju suðuroyarferjuna verður strektur. Hesa vikuna eru stjórin og teknisku leiðarin á Strandferðsluni í Spania, har allarsíðsta hond verður løgd á byggiætlanina til flaggskipið yvir øllum hjá Strandferðsluni. Strandferðslustjórin, Rei- dar Nónfjall, sigur, at sjálv byggitíðin er greið. – Farið verður undir at skera stálið fjórða novem- ber. Tólvta mars næsta ár er komið so langt, at kjølurin verður strektur og 12. okto- ber 2004 verður skipið lið- ugt og handað Strandferðsl- uni. Sostatt staðfestir Strand- ferðslustjórin, at tað gongur sum ætlað við byggingini. Tað, sum leiðslan á Strandferðsluni ger í Spa- nia hesar dagarnar, er at fáa teir seinastu prikkarnar í pusslispælinum á pláss. – Vit gjøgnumganga byggingina heilt niður í minstu smálutir fyri at tryggja okkum so væl sum yvirhøvur gjørligt ímóti at noyðast at gera broytingar í sjálvari byggitíðini, ella beint aftaná, sigur Reidar Nónfjall, tí tað bæði órógv- ar og dýrkar byggingina. Og tá ið hann sigur niður í minstu smálutir, skal tað takast heilt bókstaviliga, tí tað skal eisaini hyggjast eftir, hvørjum litum, tey ymsu rúmini skulu málast í, hvar á teimum ymsu vegg- unum, málningar skulu hanga o.s.fr. Hann sigur, at nýliga er eitt modell av nýgju suður- oyarferjuni roynt í hyli í Danmark, har allar møgu- ligar royndir eru gjørdar av skipinum, men tað gekk alt upp á stás. Yvir 300 milliónir Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan kostar 40.450.000, ella beint omanfyri 300 milliónir í okkara peningi. Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit og tilsam- ans hevur Vinnumálastýrið hemild til at brúka 310 milliónir til skipið. Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór. Nýggja suðuroyarskipið verður 135 metrar langt, tað siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril. Tað er spanska skipa- smiðjusamtakið, IZAR, sum byggir nýggja suður- oyarskipið. IZAR samtakið hevur bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipa- smiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum og nýggja suður- oyarskipið verður bygt á eini skipasmiðju hjá fel- agnum í San Fernando í Suðurspania. Ganga nýggjar leiðir við nýskapandi virki í Lorvík Suðuroyarskipið: Kjølurin verður strektur tólvta mars Umboð fyri Strandferðsluna eru í hesum døgum í Spania, har seinasta hond verður løgd á ætlanina at byggja nýggja suðuroyarferju Ongin hevur meiri enn Egil Olsen tala fyri, at vit skulu royna at fáa meiri burturúr fiskiríkidøminum. Livravirkið, sum nú skal byggjast í Lorvík fyri góðar 10 milliónir, er fyrsta veruliga stigið til at skapa samfelagvirði burturúr tilfari, sum annars fyri mesta partin fer fyri skeyti 33 dagar til Vágatunnilin Nú bara ein góðan mánað áðrenn Vága- tunnilin skal takast í nýtslu, er stórsti spurningurin, hvat tað fer at kosta at nýta tunnilin. Einasta, sum tykist greitt, er at trý ymisk gjøld vera, alt eftir støddini á akfar- inum, og at MVG ikki skal rindast av bummgjaldinum. P/F Vágatunnlilin skal krevja 20 milliónir krónur inn um árið í bummgjaldi, næstu 15 árini. FAST SAMBAND Jón Brian Hvidtfeldt Hvat skal tað kosta at koyra gjøgnum Vágatunnilin? Ein spurningur, sum tey flestu hava eina meining um, men sum framvegis ikki er svaraður. Tað er leiðslan og nevndin í P/F Vágatunnilin, sum einsamøll tekur av- gerðina. Fortreytirnar, tá prísurin skal ásetast, er at almenna partafelagið skal fáa 20 milliónir krónur inn um árið av bummgjaldin- um, næstu 15 árini. Av teimum 240 milliónunum, sum undirsjóvartunnlilin undir Vestmannasund kost- ar, skulu 80 milliónir fíggj- ast við bummgjaldi, meðan restin verður goldið úr landskassanum. Av teimum 20 milliónun- um, sum P/F Vágatunnilin skal hava í inntøku um árið, skulu 12 milliónir krónur nýtast til at gjalda rentur og avdráttir uppá lánið til tunnilin, sum partafelagið hevur fingið úr Íleggingar- grunninum fyri Føroyar. Tað vil siga, at um 15 ár, tá tunnilin eftir ætlan er goldin, hevur brúkarin goldið 180 milliónir fyri lánið: Tær írestandi átta milli- ónirnar, sum partafelagið skal fáa í inntøku um árið, skulu nýtast til rakstur av tunnlinum og til viðlíka- hald, umframt at nakað skal leggjast til síðis, um inn- tøkurnar seinni ikki fara at vísa seg at halda ella óvæntaðar útreiðslur stinga seg upp. Einki MVG P/F Vágatunnilin er, sum onnur partafeløg, MVG- skrásett, og tí áttu brúkarar eftir røttum at goldið MVG av gjaldinum fyri at sleppa at nýta tunnilin. Men av tí at ferðaseðlar við almennu ferjunum og bussunum eru frítiknir fyri MVG, er breið semja á løgtingi um, at nýtsla av almenna undir- sjóvartunnlinum eisini skal frítakast fyri MVG. Ikki færri enn tvey uppskot liggja í løtuni í Tinginum um hetta, eitt frá báðum vágatingmonnunum – tað var til 1.viðgerð mikudag- in, og eitt frá landsstýris- manninum í fíggjarmálum – tað kom nakað seinni og varð lagt fram sama dag sum hitt uppskotið var til 1.viðgerð. Sostætt skuldi borið til at staðfesta, at gjaldið, sum P/F Vágatunnilin ásetur, verður tað endaliga, og at einki MVG verður lagt omaná. 55 ella 240 krónur Sum longu nevnt er spurn- ingurin um, hvat tað ska kosta at nýta tunnilin fram- vegis ósvaraður. Tí hava vit valt at vísa á tvey dømi, eitt úr Danmark og eitt úr Norra, og hvørja loysn tey hava valt. Uttan fyri Ålesund í Norra eru fleiri smáar oyggjar, sum eru knýttar at fastlandinum við brúgva- og tunnilssambandið. Vega- kervið er soleiðis háttað, at tríggir undirsjóvartunnlar, sum eru millum fimm og seks kilometrar langir hvør, umframt ein brúgv, knýta fýra smáar oyggjar at fast- landinum, Vigra Valderøya, Giske og Godøya. Millum annað liggur flogvøllurin í Ålesund á oynni Vigra, og fyri at sleppa út á hann verður koyrt gjøgnum tveir av tunnlunum. Norska loysnin er, at brúkarin skal bara gjalda einaferð á einum stað, fyri at sleppa at nýta allar tunnl- arnar. Gjaldið er 55 krónur fyri persónbil við førara. Onnur vaksin í bilinum skulu gjalda 17 krónur og børn 9 krónur. Tað vil m.a. siga, at tvey vaksin og tvey børn í bili skulu gjalda 90 krónur fyri at nýta tunnlar- nar. Størri bilar skulu gjalda 120 krónur, meðan stórur bussar, lastbilar og trailarar skulu gjalda 240 krónur fyri at nýta tunnl- arnar. Í Danmark hevur man valt eina aðra loysn í sam- band við tær báðu stóru brúgvirnar um Stórabelt og um Oyrasund. Har er gjald- ið sett eftir bilinum, og ikki eftir, hvussu nógv fólk eru í honum. Fyri at koyra um Stórabeltsbrúnna skal ein persónbilur gjalda 240 krónur, størri bilar skulu gjalda 360 krónur, meðan trailarar skulu rinda ávíka- vist 595 krónur og 945 krónur, alt eftir um teir eru styttri ella longri enn 10 metrar. Harumframt skulu stórur bussar rinda 1270 krónur fyri at koyra um brúnna. Prísirnir fyri at nýta Oyrasundsbrúnna eru á leið teir somu. Ov høgt nýtslugjald ein tollmúrur Í eini grein, sum stóð at lesa í danska blaðnum Ing- eniøren herfyri, varð stað- fest, at brúgvirnar um Stórabelt og Oyrasund ikki hava haft ta væntaðu ávirk- anina, serliga fyri vinnu- lívið. Orsøkin er, verður sagt í greinini, at nýtslu- gjaldið er ov høgt. Hetta ger, at stóru fyritøkurnar ikki hava áhuga í at savna sítt virk- semið øðrumegin brúnna, t.d. í Nyborg ella Korsør, sum liggja hvør sínu megin fasta sambandið um Stóra- belt. Heldur ikki hevur Stórabeltsbrúgvin verið atvoldin til at fyritøkur hava víðkað um sín markn- að í sama mun, sum væntað varð frammanundan.Tað er lektarin á granskingardeild- ini innan flutning á Ros- kilde Universitetscenter, Leif Gjesing Hansen, sum hevur staðið fyri kanning- ini, ið umrødd er í Ing- eniøren. Leif Gjesing Hansen vísir á, at áðrenn Stóra- beltsbrúgvin varð væntað, at nógvar nýggjar fyritøkur fóru at seta seg niður í Ny- borg og Korsør Kommune, umframt at fleiri stórar fyritøkur fóru at flyta sínar goymslur til hesar komm- unur, ið við eitt skuldu gerast eitt »knýtapunkt« í landinum. Men hetta hevur víst seg als ikki at halda, sigur Leif Gjesing Hansen. Leiðarin fyri vinnulívs- deildina í Nyborg Komm- une, Jane Ellegaard, sigur við Ingeniøren, at tað ikki hevur eydnast kommununi at lokka fyritøkur til kommununa. Orsøkin er, at høga nýtslugjaldið á Stóra- beltsbrúnni virkar sum ein tollmúrur. Hon vísir á, at hóast tað í dag er meira at gera á gistingarhúsunum og matstovunum í kommun- uni, umframt at fleiri fólk úr fynsku kommununi í dag arbeiða í Keypmannahavn enn áðrenn brúgvin kom, so aftra stórar fyritøkur seg við at sláa seg niður í kommununi. Enn verri stendur til í samband við brúnna um Oyrasund, har vinnulívið langt frá í sama mun sum væntað nýtir brúnna. Eisini her fáa høgu prísirnir fyri at nýta brúnna skyldina. Hvussu við Vága- tunnlinum Sjálvandi ber ikki til at samanbera norska og danska dømið við føroysk viðurskifti, uttan við stórum fyrivarni. Men tey eru dømi um tveir ymsar leistir, ið valdir eru fyri príspolitikkin í samband við nýtslugjald av fasta sambandinum. Eitt fast samband, hvørs fremsta endamál er at knýta landið saman. Tingmenn fyri Vág- oynna hava hvør í sínum lagi ført fram, at nýtslu- gjaldið eigur ikki at liggja omanfyri 50 krónur fyri túrin, og onkur teirra hevur nevnt, at tað helst eigur at vera minni. Men framvegis bíða øll eftir svarinum frá P/F Vágatunnilin. Tilsamans tríggir undirsjóvartunnlar og ein brúgv binda saman smáu oyggjarnar uttanfyri Ålesund í Norra. 55 krónur kostar tað fyri bil og førara at nýta allar tunnlarnar Mynd: Dávur Winther Danir hava valt ein annan príspolitikk enn norðmenn, tá tað kemur til nýtslugjald fyri fast samband. 240 krónur kostar tað fyri persónbilin at koyra um Stórabeltsbrúnna C M Y K 7 6