Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Nr. 205 - 25. oktober 2002 9 Gásadalstunnilin verður nú gjørdur breiðari, enn upp- runaliga var ætlað. Og tað ger ikki ar- beiðið dýrari, verður sagt frá landsverk- frøðinginum TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Gjørt er av at gera Gása- dalstunnilin breiðari, enn upprunaliga ætlanin var. Tað ger ikki tunnilin dýrari, men hevur tann fyrimun, at eyka nøgdir av gróti, sum nýtast kunnu til annað arbeiði, fáast. – Hóast tunnilin verður gjørdur breiðari, tað vil siga, at størri nøgdir av gróti verða sprongdar og koyrdar út, ger tað ikki abeiðið dýrari, sigur Finn- leif Durhuus á skrivstovuni hjá landsverkfrøðinginum. Grundin er tann, sigur hann tunnilin var í smalara lagi at arbeiða í hjá teimum stóru maskinunum, brúktar verða í dag. Tað vil siga lastbilum og gravimaskin- um, sum skuldu fáa sprongda grótið út úr tunl- inum. Tunnilin var ein sonevnd- ur 5,5 tunil, grieiðir hann frá, og kravt varð, at víki- pláss skuldu gerast við ávísum millumrúmum, so bilar kundu møtast í tunlin- um. Tað tók eisini tíð at gera. Nú verður hinvegin allur tunilin, sum eftir er, sprongdur í teirri breidd, víkiplássini annars skuldu havt. Maskinurnar fáa betri arbeitt, og á tann hátt verður møguligur meir- kostnaður vunnin inn aftur í tíð, so tað alt í alt kemur út upp á eitt. Tó við tí fyri- muni, at meira tilfar fæst út úr tunlinum, sum so aftur kann brúkast í øðrum ar- beiði, sigur Finnleig Dur- huus. Hvar slíkt tilfar kann brúkast, sigur hann einki um, men nevnir kortini, at eitt nú parkeringsplássini við flogvøllin kunnu vera eitt stað, har kærkomið er við gróti til ífyllu. Hóast tunnilin nú verður breiðkaður, merkir tað ikki, at talan er um at gera ein tvísporaðan tunnil til Gásadals. Hann verður kortini so mikið breiður at tveir persónbilar kunu møtast á koyribreytini. Líka sum í Kunoyartunlinum. Arbeiðið í Gásadalstunl- inum gongur annars sum ætlað, letur Finnleif Dur- huus at. Ætlanin er at koma ígjøgnum i ár, og tað vónar hann fer at halda, soleiðis sum tað sær út í løtuni. Tilfarið, borað verður ígjøgnum, er gott, og fjallið sterkt og turt. Ein lítil leki var einaaferð herfyri, men honum eru teir farnir framvið, og tætt er aftur. Men tá komið er ígjøg- num, er ikki nógv væntandi meira, sum út sær á fíggj- arlógaruppskotinum, sum fyriliggur. Tríggjar milli- ónir eru settar av næsta ár, og tær røkka ikki langt at gera eitt nú veg úr tunlinum oman til Gásadals fyri. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, hevur fyrr sagt við Sosialin, at tær tríggjar milliónirnar fara í høvuðsheitinum til arbeiði inni í tunlinum. Eitt nú so- vorðið sum at tryggja loftið. Fólk, sum keypa sær mánaðarkort á bussrutuni millum Vágar og Streymoy, fara eisini at kunna brúka tey, tá tunnilin er latin upp SAMFERÐSLA Edvard Joensen Tí, sum keypir mánaðar- kort eftir 26. oktober, nýtist ikki at óttast fyri, at tað fer til spillis, hóast undirsjóvartunnilin verður latin upp, áðrenn kortið gongur úr. Tosað hevur verið millum fólk, sum dag- liga feðast millum Vágar og Havnina, um, hvussu verður við mánaðarkort- unum. Men har verður eingin broyting, siga bæði Poul Jákup Thom- sen, fólkaflutningsleið- ari á Strandferðsluni, og Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Vágatunlin- um. Tað er soleiðis, greiðir Dávur Reinert Hansen frá, at goldið verður fyri hvørt akfar sær, tá farið verður gjøgnum tunnil- in. Hetta er eisini gald- andi fyri bussarnar. Fólk, sum sita í buss- inum, verða ikki ávirkað av gjaldinum undir Sundinum. – Hvussu Strand- ferðslan skipar síni gjøld, kunnu vit ikki gera nakað við, sigur hann og leggur afturat, at tað hevur ikki verið tosað nakað partanna millum um tann spurn- ingin. Poul Ják- up Thomsen, fólkaflutn- ingsleiðari, sigur, at spurningurin um kostnaðin fer at verða tik- in upp. Hann staðfestir kort- ini, at sjálvandi verður einki í vegin fyri at brúka gamla mán- aðarkortið, eftir at koyrt fer at verða gjøgnum tunnilin. Prísurin skal tó møguliga roknast út av nýggjum, hóast einki er avgjørt um tað enn. Ternan gevst at sigla, men Strand- ferðslan skal so aftur fyri gjalda fyri bussin, sum fer gjøgnum tunn- ilin. So fæst at síggja, um tey gjøldini fara at ganga upp. Manningarnar verðandi Manningarnar á Ternuni hava fingið at vita, at tær verða fluttar, tá Ternan gevst at sigla um Vest- mannasund. Onkur skal manna Sam, og annars eru tilboð givini um at flyta á onnur skip hjá Strandferðsluni, sigur fólkaflutningsleiðarin. Hóast Ternan nú verð- ur løgd fyri at hava til at taka sum avloysaraskip, merkir tað ikki, at mann- ingarnar verða sagdar úr starvi, sigur Poul Jákup Thomsen. Fólkið er reiðarísett og hevur fingið at vita, at flutt kann verða runt til onnur skip. Sam fer at sigla um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni, og har skal manning til. Manningin, sum nú er við Sam, er fyribilssett til nýggjárs, eins og teir, sum eru við Ternuni I eru, vísir Poul Jákup Thomsen á. Men øll tey viðurskiftini hava manningarnar fingið at vita um frá Strandferðsl- uni, sigur hann. Víðka Gásadalstunnilin Mánaðar- kortini tey somu At koyrt fer at verða gjøgnum undirsjóvartunnilin fer ikki at ávirka mánaðarkortini hjá teimum, sum brúka bussin Mynd: Álvur Haraldsen Tað gongur væl at sleppa av við før- oyskar dunnur, sigur bóndi á Sandi, sum hevur havt einar 2.000 dunnur gang- andi í summar JÓLADØGURÐI Edvard Joensen Tað tykist eingin trupul- leiki var at sleppa av við dunnurnar, sigur Brandur Sandoy, bóndi heima á Sandi, sum hevur dunnu- farm. Hann hevur havt um- leið 2.000 dunnur í summ- ar, og higartil er umleið helvtin seld. Um vikuskiftið tóku tey umleið 500 dunnur, greiðir Brandur Sandoy frá. Tær eru nú so mikið gamlar, at tíð er at taka. Og tær standa seg væl í kappingini við tær innfluttu, sigur hann. Prísurin er er eitt sindur hægri enn fyri tær innfluttu dunnurnar. Brandur Sandoy selir sínar sunnur fyri kr. 90,- fyri kg, og tað gjalda fólk fegin fyri eina før- oyska dunnu, sigur hann. Tær føroysku eru umleið dupult so gamlar, sum tær útlendsku eru, tá tær verða tiknar. Av tí sama er meira kjøt á føroysku dunnuni og minni feitt. Vektin liggur millum knøpp tvey kg. til umleið hálvttriðja, sigur hann. Dunnurnar heiman av Sandi verða seldar privat- fólki. Tá rúgvan er passa- liga stór, verður farið runt við teimum til teirra, sum keypt hava, sigur Brandur Sandoy. Hann hevur selt nakað væl til sandoyarfólk, men hevur eisini verið av oynni við dunnum. Hann letur so mikið væl at, at hann hevur hug at halda fram. Bæði tað, at tað sær út til at bera til, og sjálvandi eru so eisini íløgur, sum fáast skulu inn aftur, sigur hann. Onkur annar størri dunnugarður er eisini í landinum, men tað tykist ikki, sum teir órógva hvønnannan, heldur Brand- ur Sandoy. Teir hava hin- vegin samstarv soleiðis, at teir eitt nú fáa ungar hvør frá øðrum, tá soleiðis liggur fyri. Enn eru nakrar dunnur eftir á Sandi, so tey, sum ikki sjálv hava dunnufarm til húsbrúks, hava enn møguleika at keypa sær eina føroyska dunnu til jólar. Jóladunnur Hóast summir hava dunnugarðar í vinnuligum høpi, eins og nógvar dunnur verða innfluttar, er kortini pláss fyri teimum, sum hava dunnufarm til húsbrúks Mynd: Edvard Joensen Hóast Gásadalstunnilin nú verður víðari, enn upprunaliga ætlað, stendst eingin eykaútreiðsla av hesum. Kanska heldur tvørturímóti Savnsmynd Í kvøld og annað- kvøld verður seksti- og sjeytiáradansur við Silly Boys, Absurdy Fair og Atlas TILTØK Vilmund Jacobsen Tað hevur eydnast teimum, sum stíla fyri í Mentanar- húsinum í Fuglafirði, at skapa áhugaverdar og fjøl- broyttar karmar um húsið við alskyns tiltøkum til allar aldursbólkar og áhugabólkar. Í kvøld og annaðkvøld verður seksti- og sjeytiára- dansur við bólkunum, Silly Boys, Absurdy Fair og Atlas. Síðst nevndi er ein samanrenning av "goml- um" og nýggjum kreftum innan tónleikaheimin. Flestu, sum eru í bólkinum, Atlas, hava røtur í gomlu bólkunum, vit kenna, meðan yngsti leikarin hevur verið á palli saman við Brandi Enni! So, her kunnu øll, sum leita til Fuglafjarðar í vikuskiftinum, vænta sær at fáa nakað fyri pengarnar. Atgongumerkini kosta 150 krónur, og tey fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, Kiosk Vár í Sal- tangará, Shellstøðini í Gøtudali og hjá Haraldsen í Fuglafirði. Í samband við dansin leygarkvøldið, koyrir buss- ur úr Steinatúni í Havn, kl. 22.30 og av Strondum og Toftum um somu tíð. Matstovan í Mentanar- húsinum verður opin frá kl. 18 bæði kvøldini og til ber at bíleggja sær borð. Tað er Fuglafjarða Horn- orkestur, sum skipar fyri dansinum í Fuglafirði í kvøld og annaðkvøld og peningurin, sum fellir teimum í lut, fer til nýggj ljóðføri. Onnur tiltøk Fram til ársskiftið, hevur Mentanarhúsið higartil sjey ymisk tiltøk á skránni. 2. november verður aftur dansur; tá fara All That Rain á pallin, og longu dagin eftir, 3. november, fer Gríma at framføra nógv umrødda leikin, Ginu Søgur. Vikuskiftið, 9. og 10. no- vember, verður gospeltón- leikur á skránni, og 16. november verður tónleika- kvøld. Sjónleikur er aftur á skránni, 17. november, tá ið Klaksvíkar Sjónleikara-fe- lag fer at sýna leikin, Frankenstein. 23. november verður country konsert við Jens Lisberg og øðrum. Eftir 23. november, verða trý jólaborðhald á skránni - Ársins jólaborðhald, sum tað eitur í lýsingini hjá Mentanarhúsinum. Tað fyrsta verður 30. november, tað næsta, 7. desember, og tað triðja verður so, 14. desember. Skemtarin, Hilmar Jan Hansen, fer at undirhalda, og tað verður Flemming Petersen Band, sum spælir til dansin. Kostnaðurin fyri jóla- borðið er 295 kr. og tey, sum ætla sær, mugu siga frá í seinasta lagi, 20. novemb- er. Alskyns matur verður at velja ímillum hjá teimum, sum fara til jólaborðið í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Nógv tiltøk á skránni í Mentanarhúsinum Jonhard Hammer er stjóri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Saman við Samson Nesá og øðrum góðum kreftum hevur eydnast honum at skapa stórt virksemi í Fuglafirði. Mynd: Vilmund Jacobsen Lyft er sett upp mill- um ovaru og niðaru hæddirnar í eldra- sambýlinum í Fugla- firði, og ventilatións- skipan er sett upp um alt húsið ELDRAØKIÐ Vilmund Jacobsen Í gjár var móttøka í Fuglafirði í samband við, at kjallarin í Vesturstovu, sum er eldrasambýlið í bygdini, er innrættaður og liðugur at taka í nýtslu. Í kjallaranum eru nú trý dupult kømur, har pláss er fyri 6 fólkum aftrat teimum 9, sum pláss er fyri í ovaru hæddini. Í kjallarahæddini, sum er umleið 250 fermetrar til støddar, er eisini bygd stova, ítrivsrúm og goymslurúm. Fyri innrættingina, var niðara hæddin eitt stórt kjallararúm við fýrrúmi. Av teimum 15 plássun- um, sum nú eru í Vestur- stovu, eru 1-2 umlætt- ingarpláss. Nú kjallarin er vorðin innrættaður, er lyft eisini sett upp millum hæddirnar, soleiðis at fólk kunnu flytast upp og niður í lyft. Somuleiðis er ventila- tiónskipan sett upp um alt húsið. Læt upp í ‘99 Vesturstova í Fuglafirði læt upp, 29. juni 1999. Tað var í 1996, at nevnd varð sett at kanna, um hóskandi hús kundu fáast til keyps í Fuglafirði, men úrslitið gjørdist, at komm- unan avgjørdi at byggja nýggj hús til eldrasambýli. Projekteringin byrjaði í 1997, og sjálv byggingin byrjaði árið eftir. Sosialurin var við til móttøkuna í Fuglafirði í gjár, og fara vit at venda aftur til eldrasambýlið í blaðnum leygardagin. Vesturstova hevur nú 6 pláss aftrat Í eldrasambýlinum, Vesturstova í Fuglfirði, er nú plass fyri seks fólkum aftrat. C M Y K 9 8