fríggjadagur 25. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 205 - 25. oktober 2002
Nr. 205 - 25. oktober 2002
11
Svínoy á markinum
Regin Justinussen er
IRF maður, kongs-
bóndi og avgreiðslu-
maður fyri Strand-
ferðsluna í Svínoy.
Hann heldur, at Svín-
oyar bygd liggur á
markinum, tá hugsað
verður um bygdini er
lívi lagað
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Svínoy:
Tá Sosialurin kemur fram-
við hjá Regini, er maðurin
ikki at síggja nakrastaðni.
Inni í kjallaranum kennist
lukturin av seyði og flett-
ing. Á frystiboksunum,
sum ikki eru færri enn
tríggjar í tali, liggja nýrir,
fótamørar, nakrir fyltir
sperlar og aðrir innvølir av
seyði, umframt, at eini 20
krov hanga uppi. Men
ongin maður er at síggja.
Fara útaftur, og tá kemur
Regin við trillubøru gang-
andi eftir vegnum.
– Nú, tit funnu vegin
fram, sigur hann og smílist.
Hann greiðir frá, at hann og
ein annar flettu 20 lomb
kvøldið fyri, og at hann nú
rokast við upptaki. Men
hann gevur sær kortini tíð
til at práta við okkum um
leyst og fast.
Tá prátið fellur inn á
bygdina og bygdarlívi, er
Regin ikki so bjartskygdur.
Hann heldur, at Svínoy
liggur á markinum, tá tað
kemur til trivnaðin í bygd-
ini. Tí hóast nógv er hent í
bygdini seinastu tíðina, so
letur tað ikki til, at nøkur
varandi loysn er í eygsjón,
tá hugsað verður um bygd-
ini skal verða lívi laga.
Um ikki ein familja við
sjey børnun flutti út á
oynna fyrr í summar, so
hevði bert tað eina skúla-
barni verið í bygdini. Og
tað er Regin ikki í iva um,
er tekin um, at tað gongur
bara tann eina vegin.
Men hann fegnast um, at
ein familja er komin at
búgva har.
– Summi hava kanska
hildið tey vera púra ør at
flyta higar við sjey børnum
úr Havn, men eg síggi so-
leiðis upp á tað, at hví skula
tey ikki kunna klára tað,
sum vit onnur?
Hann heldur, at tað er
sera hugnaligt at síggja
børn spæla úti aftur í bygd-
ini, og tað sást eisini væl
aftur í kirkjuni, at níggju
fólk eru komin afturat.
– Tað skapar lív í bygd-
ina, ongin ivi um tað. Og
haraftur at hava vit fingið
tveir raskar fjallmenn aftur
at, sigur hann, og her hugs-
ar hann um teir báðar elstu
dreingirnir, sum hava verið
við á fjalli fleiri ferðir, síð-
ani familjan flutti út.
Men Regin sigur eisini,
at tey hava verið sera hepp-
in í veðrinum hesa tíðina,
tey hava verið á oynni.
Summarið er farið aftur um
fyri kortum og fyri framm-
an liggur ein sera drúgvur
vetur.
– Vetrarnir her kunnu
vera beiskir at koma í
gjøgnum. Serliga um hann
legst við landsynningi, tá
regnar nógv og eisini er
nógvur vindur tá, greiðir
Regin frá, men hann leggur
tó afturat, at tað tykist sum
familjan er greið yvir, at tað
fara at koma langir dagar,
sum ikki verða teir lættastu
at koma ígjøgnum.
Hann heldur, at hendan
familjan óivað fer at fáa
nógv positivt burtur úr av at
búgva á eini útoyggj í eitt
tíðarskeið.
Ferðasambandið
Tað er sum sagt strandfara-
skipið Másin, sum siglir til
Svínoyar og Fugloyar.
Men ferðasambandið er
so sum so, heldur Regin.
Hann siglir einaferð um
dagin uttan mikudag, tá
siglir hann tvær ferðir, so
tað ber bert til at sleppa av
oynni og til hús aftur sama
dag, ein dag um vikuna. Og
hesa ársins tíð er veðrið
ofta sera illfýsið, og tá
kemur tað meira enn so
fyri, at Másin ikki sleppur
at í Svínoy.
Tað eru tvær lendingar á
Svínoynni – ein hvørju-
megin – og um tað ikki
hevði verið, so var illa statt.
Hendan dagin, Sosialurin
var á oynni, varð lagt at á
Víkini, tí ov nógv brim var
á Eiðini.
Regin greiðir frá, at pos-
tur kemur til oynna fimm
dagar um vikuna, og tað er
ikki so galið. Men tað
merkir so eisini tað, at
svínoyingar sum øll onnur,
sum
búgva
á
teimum
smærri útoyggjunum ikki
fáa leygardagsbløðini fyrr
enn mánadag.
Trý størv
Við ikki færri enn trimum
størvum verður Regin mett-
ur sum ein álitismaður í
bygdini. Umframt at vera
bóndi, tekur hann sær eisini
av húsarhaldsburturkastin-
um og so er hann av-
greiðslumaður hjá Strand-
ferðsluni.
Svínoyingar
halda nógv av hesum
manninum, sum er týdn-
ingarmikil fyri bygdina.
– Ein má vera sera eld-
hugaður og rættiliga brenna
fyri tí, tá ein fæst við seyð,
heldur hann, tí tað er altíð
nóg mikið at takast við.
Regin, sum hevur fýra
merkur og 120 áseyðir,
heldur, at seyðurin hevur
verið javnt góður í ár.
Ongin framúr góður, men
heldur ongin hinvegin.
Hagin hjá Regini gongur
frá Høvdanum og heim í
bygdina. Tað er ein rætti-
liga brattur hagapartur. Tað
hugsar ein um, tá ein kemur
siglandi framvið Svínoyar
landinum við Másanum inn
á Víkina.
Regin savnar alt burtur-
kastið frá húsarhaldunum í
bygdini og syrgir fyri, at tað
verður flutt av oynni við
Másanum til Hvannasunds.
Tað verður so avheintað
sama dag, sum burturkastið
á Viðareiði.
Sum
avgreiðslumaður
hjá Strandferðsluni er tað
hansara uppgáva at verða
til staðar, tá Másin kemur
við vøru og øðrum til bygd-
ina. So koyrir hann tað runt
til tey ymisku støðini í
bygdini. Og um Másin
broytir ferðaætlanina, so
veit Regin tað altíð, og
hann boðar so frá hesum í
bygdini.
Regin er føddur og upp-
vaksin í Svínoy, men hann
hevur búð í Havn í 10 ár.
Hann flutti so aftur til Svín-
oyar, sum 25 ára gamal og
hevur búð har síðani.
Tað búgva gott 60 fólk í
kommununi, men longu
vetrarnar eru helst bert eini
40 fólk í bygdini.
Tað er sera hugnaligt at
standa soleiðis og práta um
leyst og fast í kjallaranum
hjá Regini, men hann má
sleppa at gera seg lidnan
við upptakið, og vit hava
eisini onnur ørindi í bygd-
ini, so vit takka fyri og fara
út aftur í vetrarluftina, sum
angar av heystinum.
Regin Justinussen er ikki bjartskygdur um framtíðina hjá Svínoyar bygd
Mynd: Álvur Haraldsen
Regin er bóndi, og hann
heldur, at seyðurin er javnt
góður í ár. Ongin framúr
góður og heldur ikki hinvegin
Mynd: Álvur Haraldsen
MBM fyllir fjórðingsøld
Í dag, 25. oktober, eru
25. ár liðin síðani
Meginfelag Búnaðar-
manna varð sett á
stovn. Felagið hevur
seinastu árini bara
ment seg, og í dag
hevur felagið fleiri
ymiskar deildir
FØÐINGARDAGUR
Ingrid Bjarnastein
MBM er eitt lutafelag, sum
varð sett á stovn fyri 25
árum síðani undir navnin-
um Mjólkarvirkið Búnað-
armanna, men navnið varð
skjótt broytt til Meginfelag
Búnaðarmanna,
stytt
MBM.
Eirikur
Thorvaldsson,
stjóri á MBM, sigur, at
felagið hevur seinastu árini
bara ment seg.
– Vit byrjaði fyri 25 árum
síðani, og føðingardagurin í
dag er ein markering av
stovningardegnum. Fyrsta
árið varð brúkt til felags-
ligar fyrireikingar. Eg kom
til í 1978, og tað árið var
mest brúkt til praktiskar
upplýsingar. Sjálvt mjólk-
arvirkið fór ikki í gongd
fyrr enn í apríl 1980, tí øll
byggingin fór fram í 1979,
greiðir Eirikur Thorvalds-
son frá.
Skjótt vísti tað seg, at
serliga bóndir vantaðu út-
gerð, bæði maskinur og
fóður, og var tað tá MBM
fór undir fóðurdeildina.
Mjólkarvirkið
Sosialurin var fyrrapartin
hósdagin ein túr uppi á
meiarínum – Mjólkarvirk-
inum. Alt virksemið lá
henda morgunin stilt, av tí
at vaskað varð til stóru
móttøkuna sum verður í
dag. Har uppi hittu vit virk-
isleiðaran, Øyvind Hentze.
– Vit hava lagt stilt í dag
til gestirnir koma til mót-
tøku í morgin, so her er
høvuðsreingerðing
á
skránni,
sigur
Øyvind
Hentze, meðan hann stend-
ur við eini slangu og
sproytar skúm við lúti, klori
og øllum møguligum øðr-
um upp eftir gólv og
veggum.
– Alt verður lagt stilt í
dag, og so fara vit í gongd
aftur í nátt at framleiða. Tað
ber ikki so væl til at gera
reint og framleiða í senn.
Leiðin gekk so inn í
kuldarúmið. Her sóu vit eitt
hav
av
mjólkapakkum.
Hetta var mjólkin, sum er
send út til teir ymsu handl-
arnar í morgun.
– Fríggjadag senda vit
mest mjólk út. Tá er talan
um millum 40.000 og
50.000 litrar av mjólk.
Hinar dagarnar er tað
ymiskt, tí mánadag, miku-
dag og fríggjadag senda vit
mjólk út til allar bygdirnar,
greiðir Øyvind Hentze frá,
sum sigur, at Havnin fær
mjólk allar dagar um
vikuna.
Man kann næstan kalla
tað »vektvogtara-tíð« í
Føroyum, men hetta sært tú
ikki aftur uppi á Mjólkar-
virkinum. 18.000 pakkar av
róma verða seldir um
vikuna, og eisini súrróma
verður selt nógv av.
– Súrrómin er vaksin
nógv seinastu árini. Nú
selja vit eini 8000 bikar av
súrróma um vikuna, sigur
Øyvind Hentze.
Lættimjólkin sum kom á
marknaðin fyri ikki so heilt
langari tíð síðani, hevur
eisini ment seg. 20.000 litr-
ar av lættimjólk verða seld-
ir um vikuna. Men Øyvind
Hentze sigur, at tað er
rættiliga ymiskt, hvussu
nógv selt verður. Tað merk-
ist væl aftur á søluni nær
fólk fáa løn og nær mánað-
arlønin kanska er við at
vera uppi.
– Í jólavikuni verða um
100.000 pakkar av róma
seldir. Hetta eru meira enn
tveir pakkar til hvønn før-
oying, og tað er rættiliga
nógv.
AB-mjólkin, sum kom á
marknaðin fyri nøkrum
árum síðani, hevur nú lagt
seg í eina legu. Øyvind
Hentze sigur, at í byrjanini
var eitt stórt upplop við søl-
uni av AB-mjólk, men nú
hevur henda sølan stabilis-
erað seg, og lagt seg í eina
meira ella minni fasta legu.
– Annars høvdu vit ætl-
anir um at verða ISO 9000
certifiseraðir til føðingar-
dagin, men tað hevur tíverri
ikki eydnast okkum, sigur
virkisleiðarin.
– Men einaferð í næsta
mánað verða vit skoðaðir,
og vit vænta, at tað verður í
hesum árinum.
ISO 9000 er eitt slag av
góðskustýring.
Arbeitt
verður alla tíðina við at
betra um góðskuna av vør-
uni, og kann ein eisini siga,
at tað er ein trygd hjá keyp-
arunum at vita, at virkið er
ISO 9000 certifiserað.
Annars verður føðingar-
dagurin hjá MBM hildin
við móttøku í dag frá 15 –
18 uppi á Mjólkarvirkinum.
Leygardagin verður veitsla
fyri fyri bóndunum og
starvsfólki umframt nøkr-
um innbodnum gestum.
Sosialurin ynskir MBM
hjartaliga tillukku við føð-
ingardegnum.
Fríggjadagar sendir Mjólkarvirkið millum 40.000 og 50.000 litrar av mjólk út kring alt landið.
Øyvind Hentze, virkisleiðari, sigur, at fríggjadagurin er tann dagurin nógv mest av mjólk
verður send út
Mynd: Jens Kr. Vang
Myndatxt: Fyrrapartin í gjár
varð høvuðsreingerðing á
skránni hjá starvsfólkunum á
MBM. Gjørt varð reint til
móttøkuna, sum verður í dag
frá klokkan 15 – 18
Mynd: Jens Kr. Vang
Operatión Dagsverk
Seinastu árini hevur
Operatión Dagsverk
verið á skránni hjá
miðnámsskúlnum í
Føroyum. Ein dag
um árið fara
miðnáms-
skúlanæmingar út at
arbeiða, og
pengarnir verða
síðani givnir til
eitthvørt vælgerandi
endamál
OPERATIÓN
DAGSVERK
Ingrid Bjarnastein
6. november er settur sum
Operatión Dagsverk dag-
ur í ár. Henda dagin fara
næmingar á miðnáms-
skúlum í Føroyum út at
arbeiða ístaðin fyri at fara
í skúla, og peningurin, ið
teir fáa afturfyri fer til eitt
vælgerandi endamál.
Operatión Dagsverk er
ein óheftur hjálparfelags-
skapur, ið studentar hava
tikið stig til og stýra.
Fólkini í O.D. arbeiða
sjálvboðið,
og
miðað
verður ímóti, at mest
møguligt av innsavnaða
peninginum fer til sjálva
verkætlanina.
Endamálið
við
Operatión Dagsverk er at
veit neyðstøddum børn-
um møguleika fyri út-
búgving, soleiðis at tey
sjálvi læra at stríðast fyri
rættindun sínum og so-
leiðis megna at betra um
livikorini.
– Í ár fer peningurin til
børn hjá fyrrverandi ogn-
artrælum í Nepal. Trælir-
nir vóru leysgivnir fyri
tveimum árum síðani,
men frælsið hevur ikki
ført betri livikor við sær,
siga fyri-reikararnir í tíð-
indaskrivi.
Fyrireikararnir
vilja
gera vart við, at um fólk
hava okkurt arbeiðið at
bjóða næmingunum, so
eru tey vælkomin til at
siga frá.
C
M
Y
K
11
10