Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Nr. 205 - 25. oktober 2002 13 Fólkaflokkurin hevur altíð útmerkað seg í skeivari støðutakan. Í teimum so nógv umrøddu 80’unum ráddi Fólkaflokkurin til, at landið skuldi bjarga gasstanga- skipunum, ið fóru á heysin. Tað gjørdi man tíbetur ikki. Fólkaflokkurin var hart ímóti einum av teimum tíverri alt ov fáu bremsitiltøkunum, ið vóru framd í 80’unum, nevniliga oljuavgjaldið. Aftaná vísti tað seg, at júst hetta tiltakið var eitt av fornuftigastu tiltøkunum, ið framd vóru í 80’unum. Hvør minnist ikki, tá Fólkafloksmenn stóðu á sjón- varpsskýggjanum síðst í 80’unum og bedýraðu, at í Føroyum var eingin rentuspekulatión. Tíbetur dugdu aðrir enn Fólkaflokkurin at síggja, hvussu støðan var, og spekulatiónin varð steðgað – betur seint enn ongan- tíð. Eisini var tað Fólkaflokkurin, ið bað politikarar halda fingrarnar vekk frá bankunum, tí tað høvdu bankaleiðslurnar og eingin annar skil fyri. Vit sóu tann 6. Oktobur 1992, hvussu var við tí. Fólkaflokkurin var ímóti stovnanini av Fiskavirking. Aftur vóru tað aðrir, ið tíbetur vóru framsíggnir nokk til at gjøgnumføra hetta uttan Fólkaflokkin. Nú kann eingin flokkur siga seg frían fyri feildisponer- ingum, kanska serliga í 80’unum, men grundin til at vit draga serliga Fólkaflokkin fram er, at hann eftir okkara tykki hevur verið tann, ið mest konsekvent hevur tikið skeivar støður. Endamálið hjá okkum her er ikki bert at peika afturum, men at ávara móti, at søgan endurtekur seg. Fólka- flokkurin er og verður tann sami, og tí eigur man altíð at fylgja sera væl við, hvat hann sigur og ger. Serliga í hesum tíðum, har hann, takkað verði samgongufeløg- unum, situr tungt á so at siga øllum vinnumálum. Fólkaflokkurin leikar øgiligt í, hvørja ferð onkur vil debattera fiskivinnuskipanina. Vit hoyrdu hetta í út- varpsorðaskiftinum fyrr í vikuni. Orðaskiftið tók mest- sum ein tragikomiskan karakter, tá Løgmaður segði, at milliónaupphæddir forvunnar av sølu av fiskiloyvum, ið hesir somu menn hava fingið fyri einki frá landin- um, ikki longur var ein trupulleiki, tí at nú var vinning- urin skattskyldugur. Her síggja vit eina klassiska fólka- floksloysn. Ístaðin fyri at steðga spekulatión við lands- ins virðum, so ger man bert hesa spekulatión “stovu- reina” við at gera vinningin skattskyldugan. Dømi um fiskiloyvini vísir meira enn nakað annað, at Fólkaflokkurin einki er broyttur tey seinastu árini. Vit hava her á hesum stað ikki brúkt nógv pláss uppá at viðgjørt reform av fiskivinnuskipanini í Føroyum, men tá nú Fólkaflokkurin er so hart ímóti nýggju tonkunum, ið eru frammi, so kunnu nýggju tankarnir ikki verða heilt av leið. Søgan hevur víst okkum, at hvørja ferð okkurt initiativ fær rós í litfaldaranum hjá Fólkaflokki- num, Dagblaðnum, so er at verða á varðhaldi. Tað er at vóna, at góðar kreftir seta seg saman og end- urskoða fiskiveiðuskipanina, soleiðis, at spekulatión verður steðgað, og at vit ikki aftur verða tikin av fótum. DAGSINS MEINING Sosialurin Fólkaflokkurin og skilagóðar avgerðir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lat OECD kanna føroyska búskapin Høgni Hoydal Orðaskiftið um føroyska búskapin druknar í polit- iskum útleggingum, har ein rópar í eystur, og hin svarar í vestur. Skulu vit halda fast um búskaparstýringina til ein sjálvberandi búskap, so eiga vit at lata altjóða viður- kendar stovnar gera reglu- ligar metingar um støðuna. Metingar, sum kunnu samanberast við onnur lond, og sum setur okkum altjóða krøv. Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hevur nevnt møguleikan at biða OECD ella ein annan al- tjóða stovn, gera eina kann- ing av føroyska búskapin- um. Landsbankastjórin hevur skotið upp, at utt- anveltaðir serfrøðingar gera eina “rating” av føroysku uttanlandsskuldini Hetta eru frálík og neyð- ug uppskot. OECD brúkar altjóða sambærlig tøl og kannar eisini bygnaðin í búskapinum og teir mongu tættirnar, ið hava týdning fyri búskapargongdina. Til- dømis: Útbúgving og gransking, samferðslu- og samskiftismøguleikar, být- ið millum alment og privat o.a. Hetta kann taka føroyska búskaparpolitiska orða- skiftið og avgerðirnar úr føroysku ostaklokkuni og kann fáa okkum at seta okkum sjálvum altjóða krøv. Og vit áttu at fingið met- ingarnar regluliga. Partapolitiska málingin má burtur. Orðaskiftið um fíggjar- lógina hevur aftur prógvað, hvussu neyðugt tað er, at vit fáa metingar frá altjóða stovnum um búskapar- gongdina. Fíggjarmálaráðið, Bú- skaparráðið, Landsbankin og Hagstova Føroya hava gjørt eitt sera gott arbeiði at fáa skil á landsroknskap- um, tjóðarroknskapi og øðrum neyðugum amboð- um. Men hesi risastóru framstig drukna í tí parta- politiska tvassarínum. Tað var tildømis ikki fyrr enn í 1999 at vit fingu dag- førdar roknskapir fyri land- skassan. Áðrenn tað, bleiv nógv meiri brúkt á hvørjum ári, enn fíggjarlógin vísti. Tað kom bara ikki fram, tí roknskapurin kom ikki fyrr enn nógv ár seinni. Kortini royna andstøðu- flokkarnir at billa fólki inn, at onki skil er á, og at und- irskot er á fíggjarlógini. Men samstundis mæla teir til at brúka meiri almennan pening. Teir hava enntá bið- ið eitt valevni hjá sam- bandsflokkinum um at upp- traðka sum búskaparfrøð- ingur í bløðum og á fund- um, hóast talan sjálvsagt er um ein reinan partapolitisk- an boðskap. Samgonguflokkarnir tosa eisini í hvør sína ætt, tá tann veruliga støðan í bú- skapinum skal viðgerast. Skattapolitikkur, íløgur og onnur stýringsamboð verða kastað upp sum partapolit- iskt valagn, heldur enn boð um veruligan búskaparpol- itikk. Ongin viðger støðuna út frá sama grundarlagi. Tað er ikki til at liva við. Tí sjálvandi skulu partapol- itiskar ósemjur vera um førda búskaparpolitikkin. Men vit mugu tosa út frá nøkulunda somu meting- um um, hvussu gongdin hevur verið, og hvussu støðan er. Spurningar, ið eiga at svarast Tað hevði verið sera kær- komið at fingið eina óhefta meting av tildømis hesum spurningum: - Hvussu er støðan í før- oyska búskapinum í mun til onnur OECD-lond - hvussu við útbúgving, gransking og umstøðurnar at draga ar- beiðsmegi til Føroya? - Hvussu stórt er yvir- skotið á rakstrinum hjá landskassanum, um vit samanbera við onnur OECD-lond? - Hvønn týdning hevur føroyska skatta- og avgjal- dsskipanin - umframt aðrar almennar skipanir - fyri kappingarførið hjá vinnuni? - Hvussu hevði støðan hugsandi verið í føroyska búskapinum, um vit høvdu brúkt allan blokkstuðulin, soleiðis sum andstøðu- flokkarnir mæla til? - Hvussu hevði støðan hugsandi verið í føroyska búskapinum, um uppskot- ini um nýggjan studning til vinnuna frá fólkaflokkinum og javnaðarflokkinum vórðu samtykt í undanfarnu tingsetu? - Hvør er munurin mill- um búskapin og búskapar- politikkin í dag, har vit hava lagt blokkstuðul til viks og samstundis gjalda niður skuld - og so støðuna í 80’unum, tá vit brúktu all- an blokkstuðul og ikki rind- aðu nakra skuld? - Hvussu nógv restar í og hvat krevst til vit eru púra leys ev donskum studningi. Til allar politikarar Rebekka R. Petersen Eg vil gjarna her sleppa at siga mína meining um sam- kynt parlag... Hvat hugsa tit fyri tykk- um? Eg eri ein genta upp á 13 ár og sjálvt eg veit ella síggi, at hettar er heilt hol í høvdið. Eg hevði doyð av skomm, um mamma og babba bæði vóru sama kyn. Sjálvandi skal man ikki fara í kríggj móti samkynt- um, ella gera nakað móti teimum. Men man skal so heldur yvirhøvur ikki broyta lógina til teirra fyri- mun. Tað er tað sama, um eg føli, at eg má stjala hvønn dag. So skulu lógin- ar ikki broytast. Tað eri eg, sum havi skeivt. Tað stend- ur jú í Bíbliuni!! So tað má ein og hvør síggja, at hetta er heilt burturvið. Og so hasin maðurin, sum skrivaði í Sosialin: Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin. Tað hevur faktisk einki við sakina at gera! Tann kvinnan, sum Jesus segði tað um vildi broytast, men tú sigur tað og livir víðari samkyntur, sjálvt um tú veitst, at tað er synd, tí tað skrivaði tú sjálvur!! Fyristillið tykkum Føroy- ar um 15 ár, um hettar verð- ur loyvt. Tín fitta yndisliga Didda verður gift við henn- ara bestu vinkonu, tí at tær vóru longu forelskaðar sum lítil børn. Hevði tú verið glað/ur? Ja men hattar var bara tað eg vildi siga, og so hopi eg, at tit teinkja tykkum eitt sindur betur um. VIÐMERKINGAR Ráðstevna við slagsíðu Norðuratlantsbólkuri n á Fólkatingi skipar í komandi viku fyri ráðstevnu um fram- tíðina hjá ríkisfelags- skapinum. Eitt sera áhugavert evni. Men tíverri hevur trong- skygni snýkt seg inn í ætlanina serliga frá føroyskari síðu, tí meðan bæði Danmark og Grønland eru um- boðaði við tveimum flokkum, so er tað bert Tjóðveldisflokk- urin, sum skal um- boða føroyska boðið upp á framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum Jóannes Eidesgaard Einflokkaskipanina kendu vit eystan fyri jarntjaldið, men líkt er til, at í minsta lagi ein føroyskur flokkur heldur, at so leingi teirra flokkur er umboðaður, so er føroyski sannleikin umboð- aður. Spell kortini, tí evnið á ráðstevnuni er bæði áhug- avert og týdningarmikið. Í einum tíðindaskrivi frá Norðuratlantsbólkinum verður sagt, at Danmark verður umboðað av Svend Auken, næstformanni í Fólkatinginum úr danska Javnaðarflokkinum og Hen- riettu Kjær, almannamála- ráðharra úr Konservativa flokkinum. Grønland verð- ur umboðað við komandi formanninum úr Siumut (Javnaðarflokkinum), Josef Motzfeldt úr IA umframt teir báðar fólkatingslimirnar Lars Emil Johansen úr Siu- mut og Kuupik Kleist úr IA. Tá tað so kemur til Før- oya, so er umboðanin av- markað til Høgna Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum og Torbjørn Jacobsen úr Tjóð- veldisflokkinum. Nú veit eg ikki, hvat tjóð- veldisumboðini ætla sær við ráðstevnuni, men van- ligt er, at tá ráðstevna verð- ur hildin, so leggur man seg eftir, at evnið verður so breitt og sakliga lýst sum gjørligt. Hetta er beinleiðis ein skylda, serliga tá ráð- stevnan skal vera fyri al- menninginum. Tí undra tað meg stór- liga, at Norðuratlantsbólk- urin ikki hevur boðið eitt nú hinum fólkatingslimin- um úr Føroyum Lisbeth L. Petersen við. Ella tá man nú hevur javnaðarflokkarnar úr bæði Grønlandi og Dan- mark við, so hevði tað uttan iva verið uppá sítt pláss, at føroyski Javnaðarflokkurin var umboðaður. Men tað er hann so heldur ikki. Tað kann væl ikki hugs- ast, at teir eru bangnir fyri, at onkur onnur rødd úr Før- oyum kundi sagt nakrar sannleikar, sum kámaðu eina mynd, teir sjálvir ætla at mála fyri áhoyrarunum. Og um so er, ja so er als ikki talan um nakra ráðstevnu. Men Tjóðveldisflokkurin hevur so valt øðrvísi. Hetta mugu so áhoyrarar og ikki minst fjølmiðlar taka við, um teir t.d. ætla sær at brúka nakað av tí, sum kemur fram á ráðstevnuni. Tí føroysku sjónarmiðini eru við slíkari einflokka umboðan frammanundan einsrættaði. Kanska skuldi Lisbeth L Petersen sum umboð á Fólkatingi longu nú tikið stig til at fyriskipað eina alt- ernativa ráðstevnu við breiðari umboðan fyri at fáa evnið: “Hevur ríkisfelags- skapurin nakra framtíð?” lýst til fulnar. Og sjálvandi skuldi Tjóðveldisflokkurin verið umboðaður, men sjál- vsagt ikki einsamallur. Tá høvdu vit møguleikan til at fingið eina ráðstevnu við javnvág og ikki sum nú við stórari slagsíðu. Trúði ikki mínum egnu oyrum Jórun Simonsen Nå har jeg vært fra i borte fra Færøyene i flere mån- eder, og blandt annet på 50 års jubileumsfest for stud- entene på en Osloskole, hvor jeg ble bedt om å holde festtalen, fordi jeg bodde i et så spennende land som Færøyene. Jeg holdt også en festtale, og mine gamle skolekamm- erater ble ikke ferdige med å spørge videre, om hvor- dan vi hadde det her oppe, for de syntes, at det var så spennende, alt det, jeg hadde å fortelle. Derfor et det litt flaut, å komme tilbake etter ferien, og oppleve episoder, som jeg bestemt ikke ville nevne for mine venner i Oslo. Vår borgmester klipper snoren av i et privat hand- elssenter for en Burger King restaurant. Her er kom- mentarer helt overflødige. Samtidig har innredning av to leiligheter for menn- ingartarnad blitt stanset i flere måneder, fordi deres tilstedeværelse, kan forår- sake at husene ved siden av kann miste verdi. Jeg trodde ikke mine egne ører. Jeg kjenner mange homo- seksuelle i Norge, og de har det heller ikke lett. Men er det da ingen grunn til at de ikke skal få samme rettigheter her på Færøyene, som de får i resten av Norden. Så får man da for søren venne seg til, at de har like rett til å bo i sitt hjemland, som vi andre har det. Nu må vi passe litt på. Er vi blitt så velpolerte her, at vi ikke kan huse alle mennesker? Kommer der striper i lakken, kanskje? Da jeg bodde her i 1956, kjente jeg da flere homo- seksuelle, og de ble da alminnelig ekseptert, så vidt jeg kan minnes. Det siste hjertesukk, som blir større og større, er det: at alle barn, skal kjøres til skolen hver dag. Man har visst glemt, hva man har ben til. I Danmark rører barna seg alt for lite, men hvordan er det her i landet? Jeg bor sånn, at jeg kan se alle bilene om morgen- en, som setter sine barn av ved Venjingarskolen. Hvis alle de barna, som nå blir kjørt, begynte å gå, ville det da bli god plass til vandrende barn over Fræls- inum? Det er mitt ønske som forhenværende idrettslærer: Masser av vandrende barn på vei til skole om morgen- en, og noen få, men hen- synsfulle trafikanter, som virkelig kan opleve, at der- es barn får beveget seg, uten fare for liv og helse. Det skulle da ikke være umulig? Pedofilu eru ein minniluti John S. Myllhamar Havi av serligari orsøk ikki kunnað svara høvundanum av greinini »Samkynd og samlevnaður«. Men fari eins og hann, at loyva mær at koma við mínum hug- leiðingum um fortíðina og løgnu hugsanum og spá- dómum um framtíðina. Nakað av hesum ljóðar ivaleyst sum verri vavstur fyri mong, og verði eg neyvan sum hann, eymur í øksluni av herðaklappum. Man kona gloyma brósta- barn sín, ein móðir tað barn, hon bar undir hjarta?. Soleiðis æt tað í forum. Men har heiðinskapur vald- aði ella har hann tók til, fjaraði henda ábyrd og ábyrdarkensla burtur, og mamman, og sjálvsagt páp- in við, komu at gerast sjálv- søkin tá í táttaði; tað tikist sum tey hugsaðu einans um teirra rættindi og tørv, held- ur enn at geva barninum seinasta bitan. Tí var barnið sett út millum villdjór og skrætt sundur. Helst gjørd- ist ta ein sjálvfylgja og kendist ikki petti svárt fyri nakran. Ikki var ta teirra fávitska, ið framdi hetta, tey dugdu líka væl at hugsa og rokna út sum okkara ætt. Tíverri kom so læran um Hvíta Krist og spilti hendan lætta mátan at sleppa av við børnini, Nýggja læran legði upp til at foreldrini skuldu taka ábyrd, og komu at líkjast honum, ið setti lív sítt til fyri onnur. Einaferð var mett av stór- um parti av fólkinum, at tað var bæði synd og skomm og eisini dráp at taka eitt barn úr móðurlívi uttan or- søk. Men so hvørt sum re- ligiónin humanisman, (t.e. trúgvin á menniskjans óav- markan og óavmarkaðu møguleikar) fekk fastari tak í fólkinum, var lóggivið fyri, at hugsast skuldi ikki um barnið, men um frælsið hjá mammuni at ráða yvir egnum kroppi. Nú er bara ein leivd av religøsum fana- tikarum eftir, sum halda tað vera skeivt, at “eitt nokkso stórt lítið barn, liggur og spjálkar í einari ruskkurv á einum sjúkrahúsi, inntil lív- ið spakuliga fjarðar út” (sit- at eftir minninum, frá danskari ljósmóðir), Tó, nú vesturheimurin er við at gerast eitt stórt ellisheim, tí ov fá børn vera fødd, mugu menn við rygginum móti múrinum viðganga, at okk- urt var skeivt við útrokn- ingin. Fyri ikki so mongum ár- um síðan, hevði eg gjørt teg til drápsmann, um eg bað teg taka meg av døgum. Men við religiónini human- ismuni, er fatanin av lívin- um vorðin ein onnur. Nú verður lóggivið í londum rundanum okkum, at tú kanst bestilla tín deyðsdag frá einum lækna, sum, heldur enn at vera um teg og linna um pínu og ein- semi, ger tær eina bjarna- tænastu við at gevur tær banastingin. Eutanasi verð- ur tað rópt. Tá ið hann hev- ur útint gerning sín, vaskar hann róligur hendurnar og setist aftur at sjóða uppi yvir einum kaffikoppi - møguliga um yvirgangsat- gerðina á World Trade Center, hvussu ræðuligt tað er har bólkar leggja tilrættis hvussu menniskju skulu vera tikin av døgum. Í dag er meirilutin ímóti - ja, tað er kriminelt, at tey pedofilu skulu hava loyvið at liva saman við og at hava samlegu við børn. Tað er bara ein minniluti, sum metir hetta skal vera loyvt. Ein minniluti, sum í lond- um, vit føroyingar “serstøk tjóð” skulu sammeta okk- um við og laga okkara lógir eftir, hevur verið alment frammi, og er í ferð við, ella hevur organisera seg og stónað sítt egna felag. Hes- in minniluti stríðist sjálv- andi eisini fyri sínum rætt- indum. Enn er til ein leivd av kristnu fatanini, at barn- ið er hitt veikara, (undan- tikið allar veikasta barnið, tað í móðurlívi) og tí er lóg- geving fyri hesum óhugs- andi - enn. Men tíðir og hugburðir broytast. Hvønn fer humanisman tá ið tíðin er búgvin, at taka meira hensyn til, barnið ella tørv- in hjá hesum menniskjum at hava onkran at elska og at nøkta sínar girndir? Nei, tað má vera ein svak- ur persónur, sum skrivar sovorðið innlegg, ein, ið sær trøll á alljósum degi. Skila- leyst tos, ikki satt? Men møðuliga fær hesin ørvitis- knokkur rætt, ikki beinan- vegin, tí tillagingin tekur ár. Sum høvundin so rætt tekur til: Tað er altíð soleiðis tá ið vit síggja okkurt ókent, óvanligt og óhugsandi, so ógvast vit við. Men vit venj- ast við, og við tíðini er tað ikki óvanligt longur. Ein loyvir sær at hava sína trúgv og vón á human- ismuna tá ið hon setur seg á hásæti hins hægsta, og ein loyvir sær at hava sínar spá- dómar eins og høvundin, tá ið hann skrivar: Tey rætt- indi liggja helst langt úti í framtíðini tá ið vit kunnu hugsa okkum hjúnaband millum einar seks persónar. Nýggj ættarlið koma til. Tey skal avloysandi religi- ónin humanisman ala upp at virða rættin hjá øllum minnilutum, læra, sambart sama høvunda, at hugsa ótraditionelt, so at tað, sum er ónáttúrligt, og ein kann skoyta uppí, ella kriminelt í okkara tíð, verður náttúrligt og ikki kriminelt fyri teim- um. Tey kunnu eitt nú verða lærd at hava aðra fatan av einum barni enn vit, sum í dag liva við tí kristnu fatan- ini. Hvør sigur t.d. at tú skal verða átjan ár fyri at vera komin til lógaldurs? Tað er bara okkara genera- tión, sum hevur funnið uppá tað aldursmarkið. Kann aldurin fyri at vera myndigur ikki bara setast niður til óvitaaldur? Lóg- aldurin var jú nógv hægri fyri 50-100 árum síðani. Og tað kriminella er ikki kriminelt eina løtu longur tá ið lóggivið er fyri broyt- ingum Eitt annað, ið kemur ein- um til hugs, tá ið høvundin tosar um ættleiðing, er 4 boð í Halgubók, sum ljóðar: Æra faðir tín og móður tína. Tað má umskrivast tá ið vit ikki longur skulu byggja lógir á bíbilskar skriftir, tí tað verður diskriminerandi. Mø- ðuliga kann tað ljóða: Æra faðir tín og mannin hjá hon- um. Nei tað ber nú ikki til, tí hin seinni er jú eisini annað av foreldrunum. Men onkur formulering finnist nokk. Í síðsta enda fer tað at kennast ómenniskjaligt fyri humanismuna, at nakar minniluti skal kenna seg settan eftir, at ein pedofilur verða hóttur við fongsli og leinkjum, og ikki fær rætt at vera soleiðis sum hann er skaptur. Hvør taparin ella vinnarin tá verður, barnið ella hin pedofili, ja, tað skulu ivaleyst verða deildar meiningar um. Humanisman veitir synd- anna góðkenning, kristin- dómur veitir syndanna fyri- geving. Humanisman og kristindómurin kunnu tí ikki sameinast, tey verða mótsetningar. Humanisman er avmarkað og deyðilig, tí hon er trúgvin á menniskja. Kristindómur er óavmark- aður og ævigur, tí hann er trúgvin á hin upprisna. Men nú má Niklas Niklái leggja griffilin, áðrenn hann verður bundin niður C M Y K 13 12