Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 25. oktober til hósdagin 31. oktober Spyr Harran fyrst Okkara kokkar Beethoven – Týsk/italsk stuttrøð Guð gevur Ábrahami lyfti: Hann skal vera ættfaðir, men tað vísir seg, at kona hansara, Sára, fær ongi børn; fólk Abraham hevur heimstað í Kánans landi – men turkur noyðir tey til Egyptaland. Leikarar: Richard Harris, Barbara Hershey, Maximilian Schell. Leikrit: Robert McKee. Leikstjórn: Joseph Sargent. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, fyrri partur fríggjakvøldið kl. 22.25 og seinni partur verður sendur sunnukvøldið kl. 21.40. – Óhósk- andi fyri smábørn. Bíblian – Ábraham Fólk og frítíð Panorama Leygardagin 26. oktober fer Útvarpið undir eina nýggja seinnapartssending, sum verður á skránni leygardagar. Í sendingini verður ymiskt brúkaratilfar á skránni, umframt tilfar, sum hoyrir vikuskifti- num til. Sendingin hevur fingið heitið »Panorama«, tí redaktiónin vónar, at sjónarringurin hjá lurt- arunum er víðkaður eitt sindur eftir, at klokkan er farin av fýra leygardagar – hvønn leygardag. Í fyrstu sendingini verður ein bilur testaður. Greiða fæst á, hvussu tilfar kann slettast úr eini teldu. Fimm spurningar verða settir einum kendum persóni um internetnýtslu. Ringt verður til eitt av okkara grannalondum fyri at frætta, hvørji tíðindi hava sett lit á tíðinda- flutningin hesa vikuna. Harumframt verður eisini vitjað hjá einum persóni fyri at vita, hvussu viðkomandi vanliga brúkar vikuskiftið. Hetta er nakað av tí, sum verður á skránni í »Panorama« leygardagin. Hoyrið meira leygardagin kl. 14.00 í Útvarpi Føroya. Bjarni Mohr leggur til rættis. Leygardagin kl. 14.00 Fríggjakvøldið kl. 22.25 – Sunnukvøldið kl. 21.40 Týskvøldið kl. 21.00 Mikukvøldið kl. 19.30 Leygarkvøldið kl. 19.40 Fríggjakvøldið kl. 20.25 15 14 Nr. 124 - 3. juni 2002 Music of the Northlands Konsert í Norður- landahúsinum mána- kvøldið 21.10.02, kl 19.30 UMMÆLI Hans Egholm Lívligur fólkatónleikur í Klingruni……. Mánakvøldið var konsert í Norðurlandahúsinum við fólkatónleikarum frá fleiri londum, ið saman mannaðu ein verkætlanarbólk ið nevnir seg ”Music of the Northlands”, og føroyski parturin er Føroya Fólka- tónleikarafelag, ið hevur eitt umboð við, Angeliku Nielsen úr Vestmanna. Talan er um eitt samstarv, har 7 tónleikarar, ein úr hvørjum landi, spæla fólka- tónleik og eru hesi nú á tónleikaferð til tey lond tey umboða. Tónleikarirnir, ið koma úr Danmark, Norra, Svø- ríki, Wales, Írlandi, Skot- landi og Føroyum, spældu traditionellan fólkatónleik, einamest frá teirra egnu heimlondum. Tey, ið mannaðu bólkin hetta kvøldið vóru, - á fiól, Angelika Nielsen úr Før- oyum, Henrik Jansberg úr Danmark, Sophia Eriksson (viola d´amore) úr Svøríki og Synnøve Bjørset (har- dangerfiól) úr Norra. Guitarleikarin er úr Wal- es og nevnist hann Dylan Fowler. Úr Onglandi er ein ið nevnist Robert Harbron ið leikaði á guitar og, um okk- ara leiðir, sjáldsama ljóð- føri concertino. Hetta ljóð- førið er at líkna einari heilt lítlari harmoniku, men verður tó ikki borin, men hvílur á lærinum hjá leikar- anum, meðan spælt verður. Síðsti tónleikarin í hesum bólkinum er úr Írlandi og nevnist Gavin Whelan og leikar hann á ymsar floytur. Hóast konsertin var mánakvøldið, tá Dagur og Vika og ”Robinson” eru á skránni í sjónvarpinum, var rættuliga fitt av fólki møtt upp í Klingruni. Føroyska umboðið í ”Music of the Northlands” er, sum fyrr nevnt, unga og evnaríka vestmannagentan Angelika Nielsen, ið leikar á fiól. Tey ið ikki vita hvør hendan Angelika Nielsen er, kann nevnast, at hon var fiól leikarin í Spælimanns- bólkinum í sjónvarpsend- ingini, Borð um borð hjá svf sunnukvøldið. Konserrtin var góð, - har var onki hóvasták gjørt burturúr og leikarirnir vóru ógvuliga væl fyrireikaðir, og spælt var uttan nótar. Tónleikararnir sótu sam- an, líkt einum hestaskógvi, ið hóskar væl til hetta slag av tónleiki, - ein spennandi samanseting av ymsum ljóðførum. Fyrsta lagið á konsertini var ein lívligur valsur, har øll ljóðførini vóru við, og tað sást og hoyrdist beina- vegin at tónleikararnir høvdu roynt hettar áður, flott samanspæl. Síðan komu fleiri løg, har tónleikararnir hvør í sínum lagið greiddu eitt sindur frá um upprunan ella íblásturin til ávísu løgini, ið blivu framførd av nøkrum av tón- leikarunum, alt eftir hvat slag av tónleiki talan var um. Fleiri av løgunum vóru vals og polka kend. Eitt nú spældi Angelika eitt sera áhugavert lag, ið Svabo í sínari tíð skal hava skrivað og tí kom hon sera væl frá, - eitt lívligt lag við góðum walisiskum guitar- spælið afturvið. Concertino er sjáldsamt ljóðførið her um leiðir og hóskaði sera væl til hesa samanseting av ljóðførum, tað sama má sigast um írska floytuspælið, ið veru- liga setti dám á tónleikin hetta kvøldið. Av tí at concertino og partvíst floytuspæl sjáldan eru at hoyra í tílíkan mun sum hetta kvøldið, var ser- liga lagt til merkis hesi ljóðførið, ið leikarar so meistarliga dugdu at hand- fara. Fiólirnar hóskaðu sera væl saman við restina av ljóðførunum, - har var flott samanspæl við sera nógvari ferð á fleiri av løgunum. Hóast konsertin var útvið tveir tímar til longdar, við einum steðgi ið vardi 20 minuttir, so merktist hetta als ikki. Samanumtikið var talan um sera góðan, fjølbroyttan og væl samansettan fólka- tónleik. Tórført er at taka nakran av tónleikarunum framum, øll spældu tey ógvuliga væl. Tey framførdu tónleik- in við lív og sál í av- slappaðum umhvørvi og pláss var eisini til eitt sind- ur av skemti ímillum løgini, - herligt. Tá endin er góður, er alt gott, og so var, áhoyrarirnir fingu eitt frálíka gott eyka- nummar at fara heim uppá. Stutt sagt, dugnaligir tón- leikarar, ið veruliga duga síni ting út í fingraspíss- arnar. C M Y K 14