Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Kyndilsmenninir snøgt sagt vundu burtur úr Tjaldri, tá liðini hittust miku- kvøldið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Kanska høvdu menninir hjá Kyndli lært nakað av kvinnudystinum beint áðrenn, tá Tjaldur vann ein sera óvæntaðan sigur á Kyndli. Í øllum førum var tað soleiðis, at tað var eitt ógvuliga væl tendrað grønt lið, sum fór á vøllin móti teimum gulu, tá menninir hjá báðum feløgunum dyst- aðust. Munur á øllum økjum Frá fyrsta bríksli var Kyndil nevnliga omanfyri, og teir helmaðu mest sum ikki í fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar, tá trivaligi sigurin langt síðani var tryggjaður. Fremsta orsøkin til sigur- in var sjálvsagt, at Kyndil á mest sum øllum plássum hevur eitt sera sterkt lið, og hetta vístu teir veruliga í verki mikukvøldið. Jakob Jónsson, Høgni Klein og Finnur Hansson teljast millum sterkastu bakspæl- ararnir í landinum, og við spælarum sum Hans Áka Dal-Christiansen, Janus Einar Sørensen, Johan Danielsen og øðrum at manna hini plássini er einki at siga til, at Kyndil í ár ætlar sær ein leiklut í odd- inum. Tjaldur tykist hinvegn at vera illa spert í løtuni. Ikki minst kemur tað illa við, at Mortan Hansen er úti við skaða, tí hetta førir við sær, at Dragisa Stojovic er mest sum einasta veruliga hótt- anin á liðnum, og tá gerst ov lætt at verja fyri. Gaman í skeyt Dragisa sjey mál hesaferð, men skotroynd- irnar mundu fara at nærkast teimum hálvt-hundrað, og tá er lítið vunnið hjá liðnum sum heild. Tí gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst, og einasta staðfest- ingin í so máta mundi vera, at meðan Kyndil tykist vera ávegis at nærkast oddinum á stigatalvuni, er Tjaldur framvegis niðasta liðið í deildini. Dysturin í tølum Kyndil-Tjaldur 38-25 (18-10) Málskjúttar: Kyndil: Høgni Klein 10, Jakob Jónsson 7, Janus Einar Sørensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Finnur Hansson 5(1), Heini Bendtsen 4, Ken Zacha- riasen 1, Josef Abrahamsen 1 Tjaldur: Dragisa Stojovic 7, Zoran Sarcevic 6, Jens Martin Knudsen 5(2), Ragnar Olsen 2(1), Arnfinn Langgaard 2(1), Dejan Lacok 1, Addi Arngríms- son 1, Uni Højgaard 1 Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 6 Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Sámal Hansen. Høvdu eina sera lætta uppgávu, har fremsta uppgávan mundi verat at avgreiða dystin sum skjótast. Komandi vikuna verður landsliðs- leikarin í Crewe, har hann skal sannføra leiðsluna um, at hann eigur at teljast mill- um leikararnar í felagnum YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sum vit áður hava nevnt, so hava føroysku avrikini á fótbóltslandsliðnum av álvara skumpað undir út- lendska áhugan fyri før- oyskum leikarum. Eitt er tó áhugin. Nakað annað er, hvørji ítøkilig úrslit spyrjast burtur úr hesum, og nú er líkt til, at okkurt er í umbúna. Í øllum førum kann nú staðfestast, at Jákup á Borg, sum var ein av teimum, sum mundi standa sterk- astur í myndini í Hannover, í næstum fer av landinum til royndarvenjingar. Fáar viðmerkingar Tað er Crewe Alexandra í triðbestu ensku deildini, sum hevur sýnt Jákupi áhuga, og sjálvur váttar Jákup, at hann sunnudagin fer til Onglands, har hann í eina viku skal royna seg hjá felagnum. Bæði í venjing og í dysti. Onkrir snøklar hava verið í hesum, og millum annað var spurningur um at fáa frí frá arbeiði, men arbeiðs- gevarin hevur tó sýnt vælvild, so »ís-sølumaður- in« á føroyska landsliðnum fekk umstður at fara avstað. Tað er tó ikki stórvegis, sum fæst at vita um ferðina. Sum sagt váttar Jákup á Borg sjálvur, at hann verður burturi í eina viku, og tað sama ger umboðs- maður hansara, Jákup í Stórustovu. Hann váttar, at Jákup á Borg verður í Crewe komandi vikuna, men annars hevur hann í løtuni ongar viðmerkingar til málið. Lítið og tó Tó at talan kanska ikki er um eitt av navnframastu feløgunum í Onglandi, so er einki at ivast í, at Crewe kann vera eitt áhugavert stað hjá einum ungum føroysk- um leikara at koma til. Felagið hevur í nógv ár borið orð fyri at vera ein av stóru klekingardeplunum í enskum fótbólti, og millum annað kann nevnast, at eitt nú Danny Murphy úr Liverpool og Neil Lennon úr Celtic traðkaðu sínar barnaskógvar í felagnum, áðrenn teir vórðu seldir víðari. Venjari í felagnum er Dario Gradi, og hann er ikki hvør sum helst í ensk- um fótbólti. Yvir høvur man hann teljast millum teir venjarar í enskum fót- bóli, sum hava sitið longst í venjarasætinum, og at hann ofta verður nýttur sum serfrøðingur á ymsum miðlum, tá landsdystir og annað eru á skránni, sigur eisini nakað um, at talan er um ein avhildnan venjara. Sum sagt, so fer Jákup á Borg til Crewe nú sunnu- dagin, og fram til fríggja- dagin skal hann so royna seg í felagnum. Kyndil skrivar søgu Tað er ikki fyrr enn um hálvt fjórða ár, at rundi dagurin verður, men longu nú eru tey í Kyndli so smátt farin undir fyrireikingarnar til 50 ára dagin hjá felagnum, sum verður 10 mars í 2006. Eitt av tiltøkunum í hesum sambandi skal eftir vera ein bókaút- gáva, har søgan hjá fe- lagnum gjøgnum hesi 50 verður lýst. Felagið hevur longu verið í sambandi við persón- ar, sum hava átikið sær uppgávuna at skriva bókina, og nú verður so farið undir at savna saman tilfar til hetta. Sagt verður, at felagið sjálvt hevur eitt rúgv- usmikið savn við bæði myndum og tilfari, men at hetta tó langt ífrá er fullfíggjað, og tí verður í løtuni roynt at koma í samband við fólk, sum onkursvegna hava okkurt tilfar liggjandi. - jm Tjaldur fær nýggjan málverja Besta kvinnuliðið hjá Tjaldri fekk mikudag- in fyrstu stigini á árin- um, og hetta er sjálv- andi hugaligt í sjálvum sær. Hondbóltslagið í Runavík man tó ikki gerast verri av, at fe- lagið nú eisini fær til- gongd av einum ru- menskum málverja. Eftir ætlan skuldi málverjin koma við hósdagsflogfarinum, og verður hon sostatt við, tá Tjaldur næstu ferð skal á vøllin, tó at hetta ikki verður fyrr enn 13. november, tá Neistin kemur á vitjan. Málverjin, sum talan er um, eitur Maria, og hevur hon undan hes- um roynt seg í sponsk- um kvinnuhondbólti eina tíð, so væntandi er talan um munandi styrk, sum felagið nú fær. - jm Kyndil-Tjaldur 38-25 (18-10): Ongantíð nakar ivi Jákup skal royna seg í Onglandi Janus Einar Sørensen og liðfelagarnir úr Kyndli høvdu eina lætta uppgávu, tá Tjaldur vitjaði mikukvøldið 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 3 3 - 0 -0 73 59 14 6 2 Neistin 4 2 - 1 -1 84 75 9 5 3 VÍF 3 2 - 0 -1 73 61 12 4 4 Kyndil 4 2 - 0 -2 107 96 11 4 5 Stjørnan 4 1 - 1 -2 80 85 -5 3 6 StÍF 3 1 - 0 -2 74 86 -12 2 7 Tjaldur 5 1 - 0 -4 102 131 -29 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 4 3 - 0 -1 120 104 16 6 2 Neistin 4 3 - 0 -1 107 99 8 6 3 Kyndil 3 2 - 0 -1 90 78 12 4 4 VÍF 3 2 - 0 -1 83 78 5 4 5 H71 3 2 - 0 -1 71 70 1 4 6 KÍF 3 0 - 0 -3 60 76 -16 0 7 Tjaldur 4 0 - 0 -4 103 129 -26 0 Jákup á Borg úr B36 skal komandi vikuna royna seg hjá Crewe Alexandra í triðbestu ensku deildini C M Y K 28 Nr. 205 - 25. oktober 2002 29 29