fríggjadagur 25. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • fríggjadagur • 25. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tjaldur vildi snøgt
sagt meira enn
Kyndil, tá liðini
dystaðust, og so
endaði alt við einum
sera óvæntaðum sigri
til gestirnar, sum
soleiðis fingu fyrstu
stigini á árinum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var nokk einki at ivast
í, hvør var favorittur undan
dystinum á Hálsi miku-
kvøldið. Kvinnurnar hjá
Kyndli hava kanska í eini
tvey ár havt eina lítið huga-
liga tilveru í botninum av
stigatalvuni. Men nú tykist
skútan vera vend, og avrik-
ini í fyrstu dystunum bendu
í øllum førum tann vegin,
at liðið skuldi hava ein leik-
lut í oddinum í ár.
Hjá Tjaldri hava vónirnar
undan árinum helst ikki
verið heilt so bjartar. Her er
tað meira sjálv tilveran í
bestu kvinnudeildini, sum
stóð upp á spæl, men við
fýra ósigrum á rað fyrstu
dystirnar, sá kanska nakað
svart út hesum viðvíkjandi.
Og tað mundi so neyvan
vara nakran, at fyrstu stig-
ini skuldu koma í hesum –
á pappírinum – torføra úti-
dystinum.
Umberingar
Í Kyndli eru helst fleiri
frágreiðingar um, hvussu
tað bar til, at tær soleiðis
vóru fyri einum óvæntað-
um – fyri ikki at siga
sensationellum
–
tapi
mikukvøldið.
Umberingarnar eru helst
fleiri, og í onkrum føri er
kanska nakað um tað. Eitt
nú var tað uttan iva ein stór-
ur smeitur, at Kyndil til
dystin mátti vera tær báðar
Annikurnar fyriuttan. Ann-
ika Ljósstein fekk skaða, tá
Kyndil spældi móti StÍF, og
enn ganga helst einar fýra
vikur, áðrenn hon er tøk
aftur, og Annika Thomsen
er í løtuni burturstødd.
Helst eisini í einar fýra vik-
ur.
Hinvegin hoyrir tað eisini
við til søguna, at Tjaldur
heldur ikki hevði fulla
manning til dystin. Beinta
Joensen, sum uttan iva er
ein av mest týðandi leikar-
unum hjá felagnum, hevur í
løtuni ikki umstøður at vera
við hvørja ferð, og hesa
ferð hevði hon so valt at
geva avboð til dystin.
Vilijn
Umberingar ella ikki, so
var tað í botn og grund bert
ein veruligur munur á lið-
unum mikukvøldið. Tjald-
urskvinnurnar sýndu allan
dystin, at tær vildu gera sítt
ítarsta, til tess at tryggja
sær eitt gott úrslit. Eisini
hóst tað í løtum sá heldur
svart út.
Kyndil hinvegin vísti
bara í løtum, at tær vildu
vinna. Tað hoyrir við til
søguna, at tá tær gjørdu tað,
sýndu tær veruliga, at tær
undir vanligum umstøðum
eiga at vinna á Tjaldri. Men
tað er aloftast so, at til at
vinna ein dyst, so krevst, at
hugburðurin er hin rætti
alla tíðina og ikki bara í
løtum.
Mansverjan merktist
Um sjálvan dystin er annars
at siga, at hann í ógvuliga
stóran mun var merktur av,
at báðir partar alla tíðina
settu sær fyri at órógva
spælið hjá mótstøðuliðnum
mest møguligt. Frá fyrsta
bríksli
vórðu
ávíkavist
Lotte Sørensen og Milica
Ergic mansvardar, so tær
ikki skuldu seta sín dám á
dystin, og hetta gjørdi
sjálvsagt, at spælið mátti
koyrast heldur øðrvísi, enn
tað vanliga verður gjørt.
At plássið inni móti mál-
teiginum gerst betri, tá
mansverja verður nýtt, er
ein sjálvfylgja, og hvør í
sínum lagi royndu liðini
eisini at gera sær dælt av
hesum. Ikki minst tí verj-
urnar báðar tóktust hava ilt
við at verja víðkaða økið,
og tá so bæði Christine Ell-
ingsgaard og Marjun Trón-
darson høvdu ein góðan
dag á strikuni – í øllum før-
um í álopspartinum – so
vóru sjáldan deyðar løtur í
dystinum, har millum lítið
og einki hendi.
Í fyrra hálvleiki tóktist
tað alla tíðina soleiðis, at
Kyndil hevði tamarhald á tí
mesta.
Hóast
munurin
ongan tíð gjørdist hin stóri,
so glógvaði í løtum somik-
ið væl í grøna liðnum, at tú
hevði varhugan av, at tað
bara var ein spurningur um
tíð, áðrenn munurin av álv-
ara fór at økjast. Ikki minst
eftir at tær miðskeiðis í
hálvleiki togaðu seg frá 5-7
upp á 10-7. Eftir hetta
dovnaði liðið tó aftur, og
ístaðin gjørdist tað Tjaldur,
sum við einum longum togi
stríddi seg upp á javnt beint
fyri hálvleik.
Passivitetur
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki svaraði Kyndil tó
aftur á sama sannførandi
hátt, sum tær høvdu gjørt í
fyrra, men so steðgaði aftur
upp. Úr 19-16 broyttist
støðan til 19-22, og yvir
høvur tóktist Kyndil hava
merkiliga lítið at bjóða upp
á hesa løtuna. Ikki minst
var tað merkisvert, at kvika
og
gjøgnumbrotssterka
Ileana Manolescu varð
hildin á beinkinum alla
hesa løtuna, tí við fimm
ímóti fimm er tað júst
slíkur leikari sum tørvur er
á. Og kanska var venjara-
bonkurin hjá Kyndli eitt
sindur ørkymlaður av støð-
uni, tí tað gekk í øllum før-
um óvanliga long tíð, áðr-
enn grøna kortið varð lagt á
dómaraborðið, so venjarin
kundi fáa nøkur orð við
leikararnar.
Tá hetta loksins varð
gjørt, fingu áskoðararnir
ein sera spennandi enda-
spurt at síggja. Kyndil
royndi at seta ferð á, og
partvíst eydnaðist hetta,
men Tjaldur helt seg tó alla
tíðina nevið frammanfyri.
Kanska eisini tí Lotte
Sørensen fekk eina heldur
óneyðuga útvísing bert
tríggjar minuttir fyri leik-
lok, tá munurin annars var
komin niður í eitt mál
Kyndil fekk strítt seg upp á
javnt eftir hetta, men við
tveimum málum á rað
sløkti Tjaldur tó seinastu
grønu vónina, og so var lið-
ugt.
Við sigrinum tryggjaði
Tjaldur sær fyrstu stigini á
árinum, og fyri teirra við-
komandi man tað koma illa
við, at tær nú mugu bíða
heilar tríggjar vikur, áðrenn
tær aftur sleppa á vøllin.
Kyndil misti hinvegin
takið í oddinum, har tær
annars høvdu verið væl við,
um talan gjørdist um ein
sigur. Enn er kanska ov
tíðliga at staðfesta, at talan
var um eitt dýrt tap, men
ráð eru í øllum førum ikki
nógvar kiksarar afturat, um
vónin um ein sess í oddin-
um skal gerast til veruleiki.
Dysturin í tølum:
Kyndil-Tjaldur 26-27 (14-
14)
Málskjúttar:
Kyndil: Marjun Tróndarson
8, Lotte Sørensen 6(4), Ann
Mari
Wang
4,
Ileana
Manolescu 4, Heidi Maria
Akselsen 4
Tjaldur:
Lenka Ribaric
8(2), Christina Ellings-
gaard 7, Milica Ergic 6,
Mona Langgaard 4, Hansa
Mikkelsen 1, Heidi Heine-
sen 1
Brotskøst:
Kyndil
5,
Tjaldur 4
Útvísingar:
Kyndil
1,
Tjaldur 2
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen
Kyndil-Tjaldur 26-27 (14-14):
Tjaldur tók Kyndil
á bóli
Tað merkit avrikið hjá Kyndli, at Lotte Sørensen varð mansvard allan dystin á tamb,
men yvirhøvur var tað Tjaldur, sum vildi meira, og tað fingu tær eisini løn fyri
27
26
Nr. 205 - 25. oktober 2002
Tað er lógarkravt, at
allir bøndur skulu
hava eina útbúgving
fyri at kunna sita í
festi ella at festa.
Hendan útbúgvingin
kann millum annað
fáast í Noregi, men nú
ber eisini til at nema
sær hesa útbúgving-
ina í Føroyum
LANDBÚNAÐUR
Solby A. Eliasen
Til ber nú hjá teimum, sum
ynskja at festa ein garð ella
at verða sitandi í festi at
nema sær kravda útbúgv-
ingarskeiðið í Føroyum.
Mánadagin byrjar eitt skeið
á búnaðardeplinum í Kolla-
firði.
Sosialurin frættir, at 21
hava teknað seg til tað
fyrsta skeiðið. Og tey byrja
sum sagt mánadagin.
Napoleon Nólsoy, stjóri á
Tórshavnar kvøld og ung-
dómsskúla, sigur, at tey
fingu eina áheitan frá
Mentamálaráðnum um at
taka útbúgvingina upp her í
Føroyum, so at áhugaði
kundu tekna seg her.
- Og tað er so gjørt nú, og
áhugin hevur víst seg at
vera sera stórur, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað
kann fara at verða torført at
leggja tímatalvuna tilrættis,
tí tað verða bæði yngri og
eldri næmingar líka úr
Sumba til Norðoyggjar,
sum koma at ganga á skeið-
inum.
- Vit fara at hava ein fund
um, hvussu vit tilrættis-
leggja tímatalvuna í morg-
in, so enn ber ikki til at siga
nakað um, hvussu tað fer at
síggja út.
Tað
er
ymiskt
sum
skeiðsluttakararnir ynskja,
at skeiðið verður tilrætt-
islagt. Summi ynskja viku-
skiftini, onnur kvøldini og
upp aftur onnur halda tað er
í lagi, at tað verður um dag-
arnar. Men tað verður so
fingið greiða sum skjótast.
Próvtøka og
verkætlan
Útbúgvingin er eitt skeið
upp á tilsamans 200 tímar,
har næmingarnir ganga til
ávísar lærugreinar innan
landbúnað. Næmingarnir
skulu síðani upp til próv-
tøku og gera eina verkætl-
an, sum eisini skal leggjast
fram.
Lærugreinarnar,
sum
verða á skeiðinum eru lív-
frøði og náttúra, húsdjór,
plantur, tøkni, búskapur og
so verkætlanin. Teir 200
tímarnir eru so býttir yvir
tær ymisku lærugreinarnar
alt eftir, hvat verður mett,
at tær koma at krevja.
Henda útbúgvingin er
sum sagt eitt krav fyri allar
festarar, og tey sum ætla at
festa í Føroyum. Tað er
Føroya
Jarðarráð,
sum
ásetur hetta krav.
Sambært
lógini
fyri
yrkisskeiðið skal tað nøkta
tørvin hjá føroyska land-
búnaðinum, tá tað snýr seg
um yrkisligan førleika og
almennan kunnleika.
Endamálið við skeiðin-
um er, at tað skal geva fólki
við drúgvum vinnuroynd-
um neyðugt ástøðiligt og
verkligt grundarlag at reka
eitt festi á einum burðar-
dyggum grundarlagi.
Umsøkjararnir
skulu
vera minst 25 ára gomul og
hava arbeitt á einum garði í
minst trý ár.
Yrkisskeið innan
landbúnað
í Kollafirði
Á ferð
gangandi í meldrinum
steðgi
fari inn um grindina
her er friðsælt
livandi menniskju
bjarvað í spjørrum
liggja her skitin og tvitin
rivin og skrødd
skelvandi hendur
deyðmerktir kroppar
eygu, ið onki skoða
dølsk, reyð og blóðsprongd
hárið í andarisi
døkku og tómu eyguni
full av sorg, angist, ótta
longsli eftir tryggleika,
gleði og kærleika
eitrandi løgur við hondina
onki medvit - sjálvseitran -
tó eitt vakið eyga
ansar eftir
at eingin tekur
tann síðsta dropan
annars
stendur neyðin í durunum
tostin
ið aldri slóknar
vónloysi, ráðaloysi
gangi framvið
hugmóðin, sjálvgóðskan
reinleikans glæma randar ennið
men vendi aftur
ynski at koma á tal við tey
onki lívstekin
onki svar
Vit knógva okkum
innar í
tað lekjandi, bleiktrandi dagsljósið
hesi mongu
liggjandi við ríkmansins borð
ei í hondunum á
krígsgreðingunum
og teirra líkum
eirindaleysu spekulantunum
ið standa saman
samantvinnaðir
í øllum liðum
hesi mongu
liggjandi á berajóli
skjóttan tóm
taka ei lut í
vápnaframleiðsluni
heimseitranini
eitrandi spekulantunum
stinkandi ríkmannakøstarnir
fløða um allan heimin
eitrandi mátturin
eitrar og oyðir bæði sál og likam
hugsjónarleysu
nikkudukkurnar
verða dølskar
eru spekulantunum lýðin
í øllum lutum
glantrileikurin
fær ongan enda
tey hugsunnarleysu
og fínarimpurnar
fylla køstarnar
aftur og aftur
vit báðir
knógvandi
innar í kirkjuna
gáttin var heldur høg
men tað gekk
festi í kertu
ið har stóð
bíðaði eftir
at branda
geislandi ljós
bjartar ljósrípur
tekin um takksemi
gleðin
breiðir seg eins og
ringar í vatni
login ber
uppeftir
tráðanin eftir góðsku, rættvísi
javnrætti, brøðralag
spreiðir seg í allar ættir
brennandi ljós
í sorgarstund
allar óndar maktir
dvína, hvørva
sálin verður borin
til eitt land
har ongin sorg, pína, angist
valdar
brennandi ljós
djúpi longsul og saknur í
barmi
longsulin innar í frælsisheimin
er máttmikil
brennandi, logandi
ein sannur geisari
heitur og lívgandi
brennandi longsul eftir
sonnum vinum
samstøða valdar
í ljósi
miklu samanrenning
og sameining
allar óndar kreftir flýggja
her er alt so ófullkomið
eingir gyltir veingir
letur spakuliga í honum
meðan handan
við ljósins keldur
tá vit verða fullkomin
fáa vit veingir !
brennandi ljós
kyndlar á ferð
ein óteljandi gonga
mótmælir
móti heimsins órættvísi
Stríðsmerkini sýna leið
stríðshópurin á ferð
við brennandi hjarta
sál og sinni
ein heilhjartaður hópur
ríkmenni- kapitalistarnir-
marglætisgreðingarnir
flýggja
undan
hesum brennandi, bleiktrandi
ljósum, kyndlum
ið spreiða
mátttmikið
geislandi
dagsljós kring seg
í allar ættir
skera djúpt
- reinsa ríkmansins
óhumsku -
krevja sín rætt
ljósins kelda
aldri tagnar og doyr
floymir inn yvir tey mongu
ið á leiðini fylgjast
gevur styrki og áræði
ljóskeldan
aldri tornar
vellur fram
og víða geislar
kenni meg styrktan
ein rík løta
kemur við mær
til eitt eydnuríkt stað
Vit eru á ferð
Ljósini skyggja og spreia
gleði, frælsi, frið, kærleika
og rættvísi
í allar ættir
koma til ein blómandi aldingarð
har tey brennandi ljósini
sterk, máttmikil og brimandi
login ongantíð slóknar
halda marglætisgreðingunum burtur
hesin stríðsfúsi hópurin
steðgar ei á
vil framá
kveistrar alla óhumsku
burtur á sínum veg
fagnaðarljómur
Ljósini brenna, strála
slókna ei
stríðsfýsni kyndilin
brimandi á síni ferð.
spjaðingarandin er sterkur
tó
sterkari og máttmiklari er
samstøðuandin
komi aftur á gøtuna
ár seinni
støðugt brenna ljós
í hópatali
sanniliga tey
samhaldsføstu
og stríðsfúsu ljósini
á ongum sinni slókna.
eitrandi, køvandi
høgrarákið
niður í dýpið søkkur.
máttmikli og mergjaði
stríðsroðin
ber okkum fagnaðarboð!
rættvísisfylkingin
er á ferð!
26. sept. 2002
Sólmundur Joensen
Geisandi og geislandi ljós
Festarar kunnu nú fáa kravda yrkisskeiðið í landbúnaði í
Føroyum. Fyrsta skeiðið byrjar mánadagin í Búnaðar-
deplinum í Kollafirði
C
M
Y
K
26