Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 205 - 25. oktober 2002 Nr. 205 - 25. oktober 2002 25 Ongar ætlanir eru í løtuni at víðka grundarlagið fyri veiting av stuðuli frá oljufeløgunum til førleikamenning. Pengarnir, sum olju- feløgini bundu seg til at lata, tá tey fingu leitiloyvi, skulu fram- haldandi brúkast til at førleikamenna vinnuna og í hesum sambandi eisini til gransking og útbúgv- ing kom fram á Olju- tinginum miku- kvøldið. Oljumála- ráðið setir karmar- nar, meðan oljufeløg- ini suverent gera av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast OLJUPENGAR OG FØRLEIKAMENNING Jan Müller Tey flestu fólkini, ið høvdu leitað sær í Oljutingið mikukvøldið mundu hava áhuga í at vita, hvussu mannagongdin er, tá olju- feløgini lata pengar til før- leikamenning, og hvat hesir pengar verða latnir til. Petur Joensen, deildar-leið- ari í Oljumálaráðnum helt ein áhugaverdan fyrilestur, men hann var eisini "bom- barderaður" aftaná við spurningum. Heitið á fyrilestrinum var "Hvørjar treytir eru fyri brúk av oljupengum til før- leikamenning og føroyska luttøku og hvør skal før- leikamennast"? Oljufeløgini, sum fingu seks ára leitiloyvi í 2000, bundu seg sum part av føroysku luttøkuni til at lata umleið 86 mill. kr. yvir eitt seks ára skeið til førleika- menning av føroyskum vinnulívi. Petur Joensen vísti á, at ein høvuðs-or- søkin til at oljufeløgini skulu lata pengar til før- leikamenning av føroyskari vinnu er ynski og kravið frá myndugleikunum um, at føroyingar skulu luttaka í oljuvinnuni og var og er ein fortreytin fyri tí førleika- menning av vinnu og fólki. Hetta var so eisini nakað, sum oljufeløgini góðtóku. Førleikamenningin, sum er grundað á føroyska lut- tøku í hesi vinnu, er trí- liðað soleiðis, at oljufeløg- ini átaka sær at gera sam- starvsavtalur millum før- oyskar og útlendskar fyri- tøkur, at skipa so fyri, at føroyskar fyritøkur skulu hava veruligar møguleikar at bjóða uppá arbeiði og harvið sleppa uppí part og í triðja føri at skipa fyri førleikamenning. Endamál- ið við førleikamenningini er eisini at stuðla tí yvir- skipaða endamálinum, nevniliga at víðka virkis- økið við vinningi fyri eyga tvs. fáa vinnur í gongd og tjena pengar og síðani at hækka vinnuliga førleikan beinleiðis og gjøgnum út- búgving og gransking. Tað er sostatt ikki bara er ein spurningur um pengar. Tað áliggur oljufeløgunum at skipa fyri, at førleikin verður gjøgnumførdur. Førleikamenningin skal geva okkum at eitt funda- ment at byggja á, soleiðis at føroyingar vera førir fyri at luttaka í olju- og gass- ídnaðinum. Tað vil so vera, at tað er ikki altíð lætt at avgera, hvat førleikamenn- ing er. Petur Joensen vísti í hesum sambandi á, at før- leikamenningin skal merkj- ast í fyritøkuni og skal helst verða nýskapandi. Tað hevur víst seg at vera trup- ult at definera olju- og gassídnað. Tað er jú eisini tørvur á royndum undir- levarandørum. Ávísar treytir verða settar til tey feløg og stovnar, sum søkja um pengar til før- leikamenning. Hesi pengar kunnu m.a. fara til skeið, ferðing og uppihald, løn til fólk í granskingarútbúgv- ing, keyp av undirvísing, innanhýsis útreiðslur hjá loyvishavum og í serstøk- um førum til útgerð. Tey, sum kunnu fáa av hesum pengum, eru fyritøkur, út- búgvingarstovnar, myndug- leikar og í undantaksføri einstaklingar. Ein greið ætlan skal fyriliggja og skal eginpeningurin helst vera um tey 10%. Petur Joensen nevndi, at í orðaskiftinum hevur verið funnist at, at pengar til førleikamenning eru farnir av landinum. Tað helt hann ikki vera nakran trupulleika, tí vit hava jú eisini brúk fyri at fáa vitan og royndir uttanfyri land- oddarnar. Gjørt varð púra greitt, at tað er ikki Oljumálaráðið, sum umsitur førleika-peng- arnar. Tað eru oljufeløgini tvs. loyvissamtøkini, sum umsita sín stuðul og gjalda hann út. Og tí skulu um- sóknir sendast beinleiðis til teirra. Eisini kunnu tey sjálvi taka stig til verk- ætlanir. Oljumálaráðið ar- beiðir í løtuni við at gera eina vegleiðing um øll hesi viðurskiftini og fer hon at verða løgd út á netið á www.omr.fo. Leikluturin hjá Olju- málaráðnum er at leggja karmarnar og árliga at fylgja upp verkætlanunum tvs. vita, hvussu gingist hevur. Petur Joensen segði seg vóna, at pengar latnir til førleikamenning sum heild geva eins góð úrslit og tey, sum Hans Pauli Joensen frá Náttúruvísindadeildini kundi vísa í fyrilestri sínum (Síða 25). Tað er upp til loyvishavararnar og mót- takararnar av pengunum at avgera, hvussu úrslitið av førleikamenningini verður. Hann gjørdi eisini púra greitt, at ongar stórvegis broytingar eru ella verða gjørdar sjálvum karminum í sambandi við førleika- menningina. Tað hevur verið frammi at lata pengar til mentan og ítrótt, men tað kemur ikki uppá tal uttan so at sjálvir karmarnir fyri førleikamenningini verða broyttir. Og tað kann bara landsstýrismaðurin saman við oljufeløgunum gera. Tí er tað meira ein politiskur spurningur, um oljupeng- arnir skulu fara til onnur øki í samfelagnum. Petur Joensen helt ikki, at tað vórðu ætlanir um broyta nakað annað enn at gera grundarlagið eitt sindur breiðari. Uppá fyrispurning hvør hevur eftirlit við, at peng- arnir nú verða brúktir rætt og um møguleiki er at kæra mál í hesum sambandi segði Petur Joensen, at tað finst eingin kærumyndug- leiki. Oljufeløgini eiga pengarnar og tey gera av - út frá verandi karmum sjálvandi - hvør fær ja og hvør nei. Eru tey í iva um okkurt, so spyrja tey Oljumálaráðið. - Vit hava sett karmarnar, sum siga, at peningurin skal brúkast til vinnuliga førleikamenning. Oljumálaráðið nýtist ikki at síggja tær verkætlanir, sum verða góðtiknar. Pengar, sum ikki verða brúktir av samlaðu 85 mill. kr. eftir at seks ára loyvið er útrunnið, fara í ein grunn, sum skal brúkast til føroysk endamál. Enn eru reglur ikki gjørdar fyri henda grunnin. Framvegis ikki til mentan og ítrótt: Oljupengar skulu førleikamenna vinnuna Stórur áhugi var fyri at hoyra, hvørjar treytir eru fyri brúk av oljupengum Mynd Jan Mülle Ein partur av pengun- um, sum oljufeløgini lata til førleikamenn- ing í Føroyum, fer til granskingarverkætlan ir hjá Náttúru- vísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Úrlitini av hesi gransking koma ikki bara frálandavinnuna til góða. Tey gagna bæði alivinnu, útróðrarvinnuni, skipaferðsluni og KT- vinnuni. Hetta varð ein av áhugaverdu niðurstøðunum á Oljutinginum, sum varð hildið í Havn mikukvøldið GRANSKING OG OLJUPENGAR Jan Müller Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini greiddi frá náttúruvísinda- ligu granskingini við atliti at oljuvinnu og hvussu aðrar vinnur kunnu fáa gagn av hesi gransking. Seinastu árini hevur Náttúruvísindadeildin verið rættiliga virkin á gransk- ingarøkinum. Ein orsøk til hetta eru pengar, sum olju- feløg hava latið til verk- ætlanir í Føroyum. Ein stór- ur partur av hesum verk- ætlanum hevur verið og er á Náttúruvísindadeildini. Hans Pauli Joensen greiddi mikukvøldið teimum um- leið 100 luttakaranum í Oljutinginum frá hesum ar- beiði. Granskingarevni við atliti at oljuvinnu arbeitt verður við eru berg- mekanikkur, seismikkur, streymur og alda á Før- oyaleiðini, reservoirmodel og ymisk evni við atliti at umhvørvi. Roynt verður við hesum at menna granskingina og gransk- ingarførleikan ígjøgnum PhD-verkætlanir. Gransking hevur sum so stóran týdning fyri ta olju- leiting, sum fer fram við Føroyar. Við at fáa til vega vitan um mekaniskar egin- leikar hjá basalti ber til at menna boriðarbeiðið og tú fær betri møguleikar fyri at tulka, hvat goymir seg undir basaltinum. Sum eitt úrslit av arbeiðinum hevur man útviklað amboð til at lýsa spenningar í undir- grundini. Nevnast kann eisini, at úrslit av gransk- ingini verða nú nýtt í norskum telduforritum, sum spáa um boriholsrivur í boringum í Norðsjónum. Eisini eru nýggj lyklatøl funnin, sum viðvíkja grót- styrki í undirgrundini. Onnur ítøkilig úrslit er ein PhD-verkætlan, sum skal verjast á vári 2003. Granskingin fevnir so eisini um at menna vís- indaliga førleikan til at fata og tulka seismiskar máting- ar í m.a. føroyska økinum. Hetta er eisini nakað, sum hevur stóran týdning fyri leitingina á landgrunnin- um. Trupulleikin hjá olju- feløgunum í dag at kunna síggja niður undir basaltið. Føroyska granskingin fevn- ir tí eisini um at kanna or- søkir til trupulleikar við at fáa kunnleika um sediment undir basaltinum. Sindri boriverkætlanin á Glyvurs- nesi í løtuni arbeiðir eisini við at loysa upp fyri hesum trupulleikum. Náttúruvísindadeildin arbeiðir eisini við øðrum áhugaverdum verkætl-an- um, sum aðrar vinnur og stovnar í føroyska sam- felagnum kunnu hava stóra nyttu av. Eitt nú við at gera modell fyri bæði sjóvar- fallsstreym og aldu kring oyggjarnar og úti á havin- um, har oljuleiting fer fram og har møguliga fram- leiðsla verður í framtíðini. Hesi arbeiði eru komin væl áleiðis. Gjørt er eitt streym- modell og gerð av teldu- tøkum aldumodelli byrjar í desember í ár. Har verður m.a. kannað, hvussu botn- viðurskifti og streymur ávirka aldurnar. Hesi modellini hava atlit at bæði frálandavinnu, alivinnu, útróðrarvinnu og skipa- ferðslu. Hans Pauli Joen- sen kundi fortelja Oljuting- inum, at úrslitini av teirra gransking kunnu ganga nógvum øðrum tættum í samfelagnum enn bert teimum, sum hava atlit til oljuvinnu. Tvs. at pengar frá oljufeløgunum til granskingarætlanir hava nógvar ringvirkningar fyri samfelagið sum heild. Í sambandi við frálanda- vinnuna kunnu eitt nú streymmodellini siga okk- um, hvussu ein oljublettur frá eini dálkingarvanlukku ella frá eini boring ferðast. Sama streymmodell kann hjálpa alivinnuni til at finna nýggja hóskandi aliøki, tað kann siga nakað um spjað- ing av dálking, og tað kann eisini siga nakað um, hvussu t.d. sjúka eitt nú ILA kann ferðast frá einum parti av landinum til ein annan. Spjaðing av fiska- sjúkum kann byggjast inn í verandi modell og hava stóran týdning fyri alivinn- una og samfelagsbúskapin. Nógv av hesum er tó sera teldukrevjandi og tað er enn avmarkað, hvat Náttúru- vísindadeildin kann gera vegna manglandi teldu- orku. Síðani kann streym- modellið eisini kunna geva útróðrarmonnum neyvar upplýsingar um fiskimið, ýti, botnviðruskifti, sjóvar- fall ol. Fyri skipaferðsluna og eitt nú bjargingartæn- astuna kann tað eisini hava týdning sum streym- og aldukunning. Sum eitt lítið koriosum í sambandi við hvussu neyv streymmodell kunnu gerast nevndi Hans Pauli Joensen, at ein dálk- ing á Glyvursnesi vil enda á Lívfiskastøðini í Skopun. So granskingin kann fáa stóran týdning fyri nógv lið í samfelagnum. Í sambandi við hav- modellini, sum verða gjørd, er tað Knud Simonsen, lektari á Náttúruvís-inda- deildini, sum stendur fyri granskingini. Her ber til at kunna seg meira á heima- síðuni, sum hann hevur gjørt um havfrøði á s t o v n i n u m : http:sleipnir.fo/setur/nvd/h avfrodi/. Niðurstøðan hjá Hans Paula Joensen er tann, at gransking, sum Náttúru- vísindadeildin á Fróðskap- arsetrinum stendur fyri, er við til at menna gransking- arumhvørvið í landinum, við til at útbúgva olju- verkfrøðingar og er við til at tilføra førleika á høgum stigi t.d. professarar. Úr- slitini av granskingini og teimum ymsu verkætlan- unum koma so eisini mongum liðum í samfe- lagnum til góða umframt oljuleitingini við Føroyar og frálandavinnuni. Tey gagna øðrum vinnum so sum alivinnuni, útróðrar- vinnuna , skipaferðsluni og KT-vinnuni. Feløgini, sum hava verið við til at fíggja virksemi á Náttúruvísindadeildini eru Statoil, Mobil, Enterprise Oil, Phillips og Veba um- framt at pengar eru komnar á fíggjarlógina til virksemi hjá Setrinum. Sera áhugaverdi fyri- lesturin hjá Hans Paula Joensen má sigast at standa eitt sindur í andsøgn til sjónarmiðini hjá Vinnu- húsinum, sum verða løgd fram í bóklinginum "Vinnusjónarmið 2002" , partur 5.3 á s. 31, har tikið verður til, at Fróðskapar- setrið ikki dugir at stýra verkætlanum. Gjølliga, sakliga og upplýsandi við- gerðin hjá Hans Paula Joensen av granskingini og granskingarúrslitunum hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum prógv- aði, at tey duga væl. Tí má tað sigast at vera harmiligt, at ein ikki ov væleydnað verkætlan skal káma út yvir alt annað virksemi og brúk- ast til at generalisera før- leikan hjá hesum stovnin- um til at medvirka í verk- ætlanum við vinnuligum atliti. Gott er við orðaskifti og atfinningum, men tað man tæna bæði vinnuni, Vinnuhúsinum og stovnum sum Náttúruvísindadeildini best, at hesi samstarva við opnum sinni og gagna hvørjum øðrum. Øll eru tey partur í eini felags søk. Gransking fyri oljupengar gagnar øllum samfelagnum Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini og Petur Joensen, leiðari av búskapar- og vinnudeildini í Oljumálaráðnum hildu áhugaverdar fyrilestrar fyri einum fullsettum Oljutingi mikukvøldið. Her saman við forkvinnuni í Oljutinginum, Anni á Hædd Mynd Jan Müller Nógv fólk hevði leitað sær í snotuligu fyrilestrarhølini á Sjómansskúlanum mikukvøldið at hoyra, hvussu pengar frá oljuvinnuni verða brúktir í gransking og vinnulívi Mynd Jan Müller C M Y K 25 24