Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Umhvervisfólk grind og proteintrot Sigrid Dalsgaard skrivar Tvest og spik eru tann virðismiklasta foðin, vit kunnu fáa fatur c 5 þ SIL? Jaisgaar( kommuni I imiðsteð KO 1< i Qt heidar. Keypmenn ella brúka me na Medan meiri enn 2/3 av heimsins íbúgvum líða hungur og hall m.a hungur eftir lívsneyðugum protein- um, mergsýgur tann vælbjargaði parturin av heiminum, vesturheim- urin, jerðina fyri proteingreði. Hetta verður ikki gjørt fyri at bjarga teim sveltandi, men fyria t tann vælbjargaði parturin av vest- urheiminum skal fáa gott kjet á borðið. Verður ov nógv til av kjeti soleiðis at marknaðarprísurin verð- ur ov lágur. hendir tað seg meiri enn so, at yvirskotið heldur verður destruerað enn selt fyri lægri prís. 2/3 av heimsins íbúgvum líða framvegis hungur og hall. Her verður talað um tey humanu londini, eisini Canada, Bretland og Frakland. Hvar eru hesi umhvervis- fólkini, tá talan er um at verja prote- inríka feði ímóti svínagtigari nýtslu, ella rættari sagt misnýtslu? Tá sita hesi somu fólkini heima við hús og eta, kanska stoktan hesnarunga — tí plantur fáa ikki ilt av at verða tíndar, og hesnarungin er so lítil. Tey hugsa ikki um hvussu nógv pro- tein, ið fór til spillis bert fyri at geða ein hesnarunga. Óli Breckmann sigur, at umhverv- isfólk eru socialistar. Hetta er iva- leyst rætt tá talan er um tey fólk, ið vilja verja umhvervið á skilagóðan hátt, men Óli Breckmann, hesi fólk, ið gera seg inn á okkara búskap er: hest greinin. jea at verða heldur, at stovn. Hon settar a fólk til at fingið grindina til kundu so keypt grind- Sjalvúl -å miðsteðini. Hetta er einasta leið at ganga, so oll skulu ava umstødur til at fáa grind og spik. skrivar Sigrid Dalsgaard ikki socialistar. Hesi fólk eru erinda- sveinar hjá kapitalismuni. Tey eru fullkomuliga fremmandagjerd yvir- fyri tí einfalda setninginum, at vit oll skulu royna at búleikast sum frægast á hesi jørd. Tað er ikki neyðugt at gera vápn- aða innrás fyri at leggja eitt land undir seg. Eitt land, ið ikki er fort fyri at breydføda seg, men sum må innflyta allan sin mat, er ófrælst og må geva seg undir treytir, sum land- id, id er ført fyri at breydføda seg, ikki nytist. Eg vænti ikki at okkara fiskautflutningur fær betri sømdir, um vit liggja å knøum fyri at fåa mat í munnin, kanska mat, ið onnur ikki skoyta um. Nei, hasi umhvervisfólkini hugsa ikki um at verja djóra- ella plantu- liv, ti so hevdu tey ikki gjørt seg inn á okkum, ið hverki týna djóra- ella plantulív. Tey høvdu, í staðin fyri at leita her norður, lagt eftir teimum land- búnaðarlondum, ið á ein inhumanan hátt framala kríatúr bert við vinn- ingi fyri eyga. Legmaður skal hava tøkk fyri at hann vísti hasum fólkinum frá sær, men hví geva vit slíkum yvirgangs- fólki innferdarloyvi? Ársfrágreiðing Landslæknans verður í hesum døgum kunngjørd fólki. ! irågreidingini vísir hann á sera álvarsligar vandar í samband Nr. 85 — 1. august 1985 við tubbakk, rúsdrekka og evnismis- nýtslu, men tað fyrikemur mær, at hann ikki sær vandan í kostbroyt- ingini her í Føroyum. Kostvanarnir í Feroyum verða meira og meira broyttir frá tí gamla og tað er minni enn so altíð at broyt- ingin er til tað betra. Tann, ið keypir allan degurðamat, veit, at tað er trupult at fáa peningin at rokka, og tí verður tað ofta tann bíligi matur- in, har hevuðsinnihaldið er feitt, mjøl, smakkevni og ymisk utilating- arevni, id verdur keypt. Uttan mun til kviksilvurinnihald- ið i tvestinum vil eg loyva mær at siga, at tvest og spik eru tann virð- ismiklasta fødin, vit kunnu fáa fatur á. Heldur enn matur fullur av útílat- ingarevnum átti tvest at verið etið tvær reisur um vikuna og spik hvønn dag. Grovur grónmatur, grønmeti og eplir sum hvønndags- matur afturat vil minka um árinið av kviksilvurinum. Årinid av utilat- ingarevnum er heldur ikki vanda- leyst. Trupulleikin er bert tann; hvussu fáa vit fatur á grind og spiki? Tað er tíverri so, at fólk td. í Havn hava ikki somu umstoður at skaffa sær grind. sum á ødrum plássum. Tað verða bert tey, ið hava ráð at fara úr arbeiði fyri at verða við í drápinum, ið kunnu vænta sær ein bita. Onkuntíð er grind at fáa til keyps, men tað er sjáldan. Kommunalar grindamiðsteðir áttu fyri langari tíð síðan at hava verið settar á stovn. Kommunurnar skuldu so havt lent fólk til at fingið grindina til høldar. Keypmenn ella brúkarin sjálvur kundu so keypt grindina frá miðsteðini. Hetta er einasti mátin, um all skulu hava umsteður til at fáa grind og spik. Kostpolitikkur er eitt alment mál, á sama hátt, sum onnur heilsumál. Ein kostpolitikkur, har áherðsla verður løgd á tann mat, landið sjálvt er ført fyri at framleiða, m.a. tvøst og spik, er eisini landbúskaparliga tað einasta rætta. Vit hava nú fingið eina matverulóg, so nú er lagamanni at halda áfram. At enda: Tað er ikki rætt av Heilsufrødisligu Starvsstovuni at verða so avgjørd í síni metan av tvøstinum, ti vid skilag6dari kost- samanseting ber sum sagt til, at eta tvøst og spik sum annan døg- urðamat. Annars haldi eg tað vera logið, at Heilsufreðisliga Starvs- stovan við sínum úttalilsum skal verða við til at hjálpa hesum um- hvervisfólkunum í teirra undirgrav- ingarvirksemi. Sigrid Dalsgaard