Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1985síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 so TI 1. august 1985 Vilja hava umbering frå løgmanni EIA (Environmental In- vestigation Agency) vil nú hava eina umbering frå Atla Dam, løgmanni, ti hann hevur skirt limir i felagsskapinum »buskap- arlig yvirgangsfólk<. Hetta er ein sera 6hepp- in samanbering, tá hugsað verður um yvirgangsvirk- semi í eitt nú Norður-Ír- landi og Miðeystri og ikki minst, tá hugsað verður um, at skipið hjá Green- peace, Rainbow Warrior, varð sprongt í luftina. Nógvir vinir hjá EIA vóru umborð, tá hetta hendi, Fingu ikki bót Tey trý, Allan Thornton, Ron Taylor og Raphaele Demandre, fingu ikki bót fyri at hava brotið grindalógina, men eina kraftiga ávaring. Tey fingu eisini at vita, at endurtók hetta seg, blivu ell fólkini, EIA hevði í Feroyum, víst úr landi- num. EIA-fólkini, eini tiggju í tali, høvdu ferðaseðil við Norrønu komandi mánadag. Men helst hava hendingarnar leygardagin sagt teimum, at Feroy- ar vóru onki blívandi stað. Tey flestu fóru tí eina viku fyrr enn ætlað. Í hvussu so er tvey eru eftir í Kvívík, haðani tey senda út tíðindabrev. EIA hevur fyrr boðað frá, at lurtar Landsstýrið ikki eftir áheitanunum um at avmarka grinda- drápið fyri 1. august, fer EIA saman við 24 ødrum felagsskapum at umhugsa tiltøk móti Føroyum. 1. august er í dag! sigur EIA 1 einum tíðida- skrivi. Felagsskapurin leggur dent á, at hann ongantíð hevur mælt til at boykotta føroyskar fiskavørur og, at hann i løtuni ikki studl- ar nøkrum slikum boy- kotti. Summi farin EIA hevur framvegis fólk í Feroyum, men summi eru farin av landinum aft- ur. Leygardagin royndu trý EIA-fólk at steðga grinda- rakstrinum móti Vest- manna. Tey trý, Allan Thornton úr Kanada, Ron Taylor úr Onglandi og Raphaele Demandre úr Fraklandi, legdu seg í gummibáti fyri grindina. Grindaformansbáturin tók gummibátin og í Vest- manna blivu tey trý um- hvervisverndarfólkini lat- in legregluni, sum fór við teimum til Havnar til av- hoyringar. Tvinnandi frásagnir eru um hendingina. Í Útvarpi- num leygarkveldið segði grindaformaðurin, at ong- in hevði gjert seg inn á gummibátin hjá EIA. EIA hevur eina aðra frá- greiðing. Hon er, at bátar, sum vóru við í rakstri- num, sigldu fleiri ferðir á gummibátin og, at tey trý fólkini umborð vóru í álv- arsligum lívsvanda. Fyri at verja seg góvu tey seg yvir til grindaformannin, sigur EI A í tíðindaskrivi. BBC á staðnum Sambært Utvarpinum gekk dråpid i Vestmanna væl. EIA sigur hinvegin, at grindavágin var óbrúki- lig og drápið hareftir Hetta drápið var eitt grovt brot á nýggju djóra- verndarlógina, sigur EIA. 176 hval doyðu í grinda- drápinum í Vestmanna leygardagin. Hver dómur- in hjá umheiminum verð- ur, frættist helst skjótt. Tí ein sjónvarpsmaður frá BBC var á staðnum. Hann varð órógvaður í arbeiði sínum, sigur EIA í tíð- indaskrivinum. hd 29 hjúnabond slitnaðu Í fjør vóru 29 hjúnarskiln- aðir í Feroyum, nakrir fleiri enn í 1983. Vekstur- in er 21%, verður upplýst í Árbókini. Trinni hjún fingu skiln- að við dómi og hini 26 við kgl. loyvi. Í 20 forum av hesum 26 var sundurles- ing (separatión) í hálvt- annað ár fyri skilnaðin og í trimum sundurlesing í hálvttriðja ár. Í trimum ferum var ó- trúskapur orsekin til skilnaðin. Vara stutt Tey hjúnabond, sum slitna, slitna ofta eftir stuttari tíð. Ríkisumboðið hevur gjert eitt yvirlit yv- ir hjúnabandslongd undan skilnaði. Í yvirlitinum eru bara skilnaðir við kgl. loyvi. — 1978-83 1984 lait 0-5 ár 14 0 14 5-10 ár 27 10 37 10-15ár = 40 6 46 15-20ár 17 4 21! yvir 20 ár 14 6 20 Menn, sum verða skildir, eru oftast í aldrinum 30— 44 ár og kvinnur 25—40 ár, vísir eitt annað yvirlit í Árbókini fyri 1984. Enn eitt yvirlit fyri árini 1978—84 sigur, at 121 búðu í Havn, tá tey blivu skild, 69 búðu á bygd, 39 í Klaksvík, Runavík, Fugla- firði, Tveroyri ella Vági, 39 búðu í Danmark og 14 í eðrum londum. 218 giftingar vóru í 1984, tríggjar færri enn í 1983. hd Inn at hvila fólkið Í gjár kom sovjettiska havrannsóknarskipið Leo- nid Demin á Havnina og verður liggjandi til mána- dagin. Leonid Demin hevur verið á drúgvari rannsókn- arferð í Norðuratlantshavi og er nú komin inn at hvíla fólkið. Skipið var eisini í Havn nakrar dagar eftir ólavseku í fjør. Norðara Horn í Eystara landsrætt Fyrrverandi kassameist- arin í eigarafelagnum Norðara Horn í Havn hev- ur skotið dómin, hann fekk í Feroya rætti fyri peningasvik, inn fyri Landsrættin. Fyrrverandi kassa- meistarin bleiv demdur at sita í 15 mánaðir og at gjalda eigarafelagnum aft- ur góðar 473.000 kr. Akæruvaldid hevur nú eisini appellerað við kravi um harðari revsing. Tað er vanligt í slíkum ferum. Í Feroya rætti kravdi ákær- in 18 mánaða fongsul. Fyrrverandi kassa- meistarin hevur játtað seg sekan í svikinum, so frí- kendur kann hann ikki blíva í Landsrættinum. Men hann kann fáa Lands- rættin at seta niður revs- ingina. hd Smádrongur deyður av vanlukku Tað eydnaðist ikki at fáa lív í aftur tann seks ára gamla Boga Petersen, sum datt á sjógv inni við Sjógv á Strondum í síðstu viku. Bogi var farin oman í fjøruna við tráðu, tá óhappið hendi. Hann varð bjargaður beinanvegin og fluttur á Landssjúkrahús- ið. Men hóast áhaldandi royndir bæði á veg til Havnar og á Landssjúkra- húsinum eydnaðist ikki at fáa lív í aftur drongin. hd Lýsið i sosialinum Síða 5 Batar og skip, sum lógu inni sunnunáttina 22. januar i fjør, fingu skada fyri 7,9 mill. kr. A myndini ein sokkin maskinbåtur i Havn Ein dyr nått Eftir landsynningsódnina náttina millum 21. og 22. januar í fjør fekk Føroya Sjóvátrygging fráboðan um 114 skaðar uppá til- samans 8,5 mill. kr. 104 fráboðanir vóru um skaðar á bátar og skip, sum lógu inni hesa nátt, og tíggju um skip, sum vóru úti í ódnarveðrinum. Hendan ódnarnáttin var við til at gera 1984 til nógv tað ringasta skaða- árið higartil hjá Sjóvá- tryggingini. Skaðin var meira enn dupult so stórur sum nakrantíð áður, til- samans 96,2 mill. kr. Í 1983 fekk Sjóvátrygg- ingin fráboðanir um skað- ar fyri tilsamans 41,2 mill. kr. Stersti skaðin i fjør og tann størsti hjá Sjóvá- tryggingini yvirhevur hendi, tá frystifarma- skipið Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar og sakk. Hetta kostaði trygg- ingini 47,7 mill. kr. um- framt 470.000 kr., sum verutryggingin noyddist av við fyri verurnar, sum fóru til botns við Ólavi Gregersen. Friðarligt Ein friðarlig ólavseka. Hetta er niðursteðan hjá legregluni eftir ólav- sekuna 1985. Onki stór- vegis óhapp hendi, uttan eitt ferðsluóhapp á veg- num millum Leynaberg- holið og Essosteðina í Kollfjarðadali. Unapp: nendi im ell- ivu-tidina ólavsekuaftans- kveld. Ein bilur, sum var á veg fram um ein annan, bar við hendan og bilferar- in misti tamarhaldið á bili- num, sum fór bóltandi nakrar ferðir eftir vegnum og gjørdist vrak. Minst fýra fólk vóru i bilinum og tvey teirra vórðu flutt á Landssjúkra- húsið og innlegd. Nógv fólk blivu koyrd á skaðastovuna við snudd- um. Hetta vóru fólk, sum antin vóru dottin ella slig- in. Legreglan koyrdi eisini nógv fólk til hús og onnur, eini 40, blivu tikin inn á steðina at sova rúsin úr sær. Fimm blivu tikin fyri at koyra ávirkað. Onkur herverk vóru eis- ini í hesum ársins stersta balli. hd Sosialurin! I IN 20