Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 * hósdagur 1. august 1985 Olavsøku- kappridingin Vedrid var av ti frægasta tå ólavsekukappríðingin var á ríðibreytini í Marknagili ólavsekudag. Bert eitt lítið lot, ið ikki tarnaði ríðingini í stóran mun. Men orsakað av tí nógva regninum, ið hevði verið beint áðrenn Ólavsoku hevði verið neyðugt at koyrt nýggjan sand á breytina, har hann var skolaður burtur og hevði hetta við sær, at breytin í steðum var heldur bleyt og tung at ríða á — og hevði hetta eisini við sær, at tíðirnar ikki gjerdust tær bestu. Men spennandi var í øll- um ferum. Í kappingini, ið nevnist renning — ella trav — 250 metrar luttóku 18 ross og vann Stulkan. Eigari og ríðari er Sjúrður Holm. Stulkan nýtti 34,0 sek. um teinin. Nr. tvey var Perla hjá Ólavi Mortensen. Ríð- ari var Skylv H. Hansen og tíðin 35,5 sek. Nr. trý var Drotning. Ríðari var R. Brockie, eigari Hegni Hansen. Tíðin var 40,2 sekund. Tvíspor fyri ung vann Grettur hjá Tóra Andreas- sen. Ríðari var Ólavur Andreassen og tíðin var 36,6 sek. Næstur av teim- um trettan rossunum, ið luttóku, var Skemming við eigaranum Arnbirni Dalsgaard á baki. Tíðin var eisini hjá honum 36,67 sekund. Nr. try var Flika vid eigaranum Sonju Sim- onsen i saðlinum. Tíðin var 37,7 sek. Fyri at tryggja sær tridja plåssid var neydugt vid umríðing móti Katlu. Ríðari var eigarin Tumm- as Joensen. Triðja kappingin var í tvíspori fyri 2. flokk har sekstan ross kappaðust. Vinnari var Grani. Páll Djurhuus, eigarin, reið í tíðini 39,0 sek. Nr. tvey varð Odin vid eigaranum Birgiri Hansen á baki í tíð- ini 39,1 sek. Nr. trý varð Brandur, ið fekk somu tíð sum Óðin. Ríðari var Grækaris Joensen, meðan tað er Ormar Dalsgarð, ið er eigari. Fjórða og kappingin var tvíspor fyri 1. flokk og vann Rend við Hjalmari Petersen á baki. Eigari er Benny Tórsheim. Tíðin var 35,3 sekund. Nr. tvey varð Eisa hjá Anu Reinert. A baki sat Hans A. Hansen og tíðin var 35,4 sekund. Nr. trý var Ørvarodd hjá Páll Paturs- syni. Sverri Patursson reið í tíðini 36,2 sekund seinasta Úrslitið frá itrottar- veddingini i kappróðri á ólavseku nr i 495 sed ITROTTAVEDDING Sy Í FÓTBÓLTI 43 31. LEIKVIKA Vikuskiftid 3.-4. aug. 1985 > Í Dystur | - ar Lidini fer T — — | B68 -TB I de * | HB- Fram SO | | | TB : B68 3. deild 9 | Streymur - SÍ - F- > EB - B36 ÍTRÓTTUR Orsaka av plåsstrotid liggur nogv itrottartilfar eftir, og tað kemur so i blaðið leygardagin. M.a. , verður tá tilfar frá oyggjaleikunum á Isle of Man herfyri.