leygardagur 3. august 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 3. august 1986
Tølini og innigyrdu økini vísa, hvar norska havrann-
sóknarskipið Michael Sars gjerdi stovnsmetingar av
rækjustovninum í 1984.
Barentshavet
V av Tiddly
Tiddly
Barentshavet
Barentshavet
V av Thor lverser
Rækjustovnurin i Barentshavinum og vid Svalbard. Ut-
rokningarnar byggja å data frå kanningum i Barents-
havinum í april/mai og í fiskiverjusonuni kring Sval-
bard i juli/august.
um årid — frå 15. april til
15. mai og frå 15. juli til
15. august.
Flestu leidir kendar
Per Øynes sigur, at teir
hava kortlagt so gott sum
øll pláss, har rækjur
kunnu veiðast í Barents-
havinum og við Svalbard,
so tá fiskimenn tosa um,
at teir hava funnið heilt
nýggjar leiðir, so heldur
hann tað vera skeivan
málburð.
— Ti hesum leiðum
hava vit verið á við okkara
havrannsóknarskipum.
At so norsk fiskiskip ikki
hava troytt allar hesar
leiðir í stóran mun, kemst
av, at tað hevur verið so
nógv til av rækjum við
norsku strondina, at tað
hevur verið óneyðugt at
fara meira víða um.
Hann sigur víðari, at ein
við at hyggja at einum
korti yvir havbotnin bein-
anvegin kann síggja, hvar
rækjurnar finnast, tí tær
liva bert á ávísum dýpi,
hverki á ov djúpum ella ov
grunnum vatni.
Eitt annað er so, at
negdirnar av rækjum á
hesum mongu leiðum
kunnu vera rættiliga
skiftandi. Hetta hevur so
ymsar orsekir. Tær venda
vit aftur til seinni í sam-
5
tíðindablaðið
Síða 9
Um ein mánað fáa vit at vita, hvussu til stendur við toskastovninum í Barentshavinum og við Svalbard í 1985.
røduni.
Per Øynes sigur um
kanningarnar, sum eru
gjørdar av rækjustovn-
inum fram til 1984, at teir
so gott sum alla staðni í
Barentshavinum og vid
Svalbard hava målt eina
øking av stovninum.
Hann leggur aftrat, at
hvussu staðan er í 1985,
tað vita vit ikki enn, men
helst í september mánað.
Teir hava gjert kann-
ingar í Barentshavinum
og við Svalbard fyrr í ár,
men vóru tá noyddir at
gevast í fyrra lagi orsakað
av ov nógvum ísi. Kann-
ingarnar, sum verða
gjørdar nú, eru tiskil
framhald av teimum
kanningunum.
Stovnurin tví-
faldaður frá 1975 til
84
Per Øynes upplýsir, at
rækjustovnurin í fjer var
nærum dupult so stórur
sum tann í 1975. Hetta
eru rættiliga neyvar kann-
ingar, tí teir kanna tey
somu økini hvert ár og
brúka sama kanningar-
hátt. Tað er tann sonevndi
»Swept Area Method«
kanningarhåtturin, sum
verður brúktur. Hetta er
ein kanningarháttur, sum
føroyski fiskifreðingurin
Kjartan Hoydal hevur
uppfunnið.
Tey ymsu rækjuøkini
verða býtt upp í fýrkantar
í ávísari stedd og verður
so trolað á åvisan hátt
igjøgnum hesar fyrkantar.
Hereftir verða so útrokn-
ingar og at enda metingar
gjørdar av rækjunum i
fyrst einum fyrkanti og
sidani å allari rækjuleid-
ini.
Síðani hesar kanningar
byrjaðu í Barentshavinum
í 1980 hevur tað verið ein
vekstur í rækjustovninum
í vekt uppá 15-20% um
árið.
Stersti veksturin hevur
verið við Hopen. Har
hevur ikki verið fiskað í
nógv ár og stovnurin er
rættiliga stórur.
Regluligar | kanningar
hava verið gjerdar í Sval-
bardsekinum síðani 1982,
og har hava fiskifreðingar
mált ein vekstur í rækju-
stovninum uppá 3% í
vekt, t.v.s. munandi
minni enn í Barentshav-
inum.
Nógv skal hepnast
fyri at fáa ein
góðan árgang
Og hver er so orsekin til
hetta, kunnu vit spyrja!
Per Øynes sigur, at til-
gongdin av rækjum í
Svalbardseki hevur verið
minni enn í Barents-
havinum. Óvanliga nógv
av kvennrækju er uppi í
veiðuni við Svalbard.
— Kortini hoyra vit
fiskimenn fegnar tosa um,
at teir fáa bara stórar
rækjur við Svalbard, men
hetta nýtist ikki at vera
ov gott uppá longri sikt.
Eg kann minna á, at í ár-
unum 1973 til 1976 vóru
næstan ongar rækjur við
Vest-Spitsbergen.
I 1976 og 77 kom so
rækjuyngulin aftur. Tað
kemst helst av broyttum
streymviðurskiftum.
Rækjularvirnar eru nevni-
liga pelagiskar í 3 mán-
aðir, áðrenn tær fella á
botn. Tær koma rekandi
við Golfstreyminum og
um hesin ikki rekkur
Vest-Spitsbergen kemur
heldur eingin rækjuyngul
higar.
Rækjuyngulin kann eis-
ini fella á botn á sera djúp-
um vatni og heilt hverva
ella kann hann koma á ov
grunt vatn, har tað er alt
ov kalt. Nógv skal tí
hepnast fyri at fáa ein
góðan árgang av rækjum í
hesum norðaru og keldu
umráðunum, sigur Per
Øynes.
Hyggja vit so nærri at
einstøkum av árgang-
unum, sigur Per Øynes
víðari, so síggja vit t. d. at
1977-árgangurin var sera
góður. Hetta gjerdi, at vit
fingu fyrst smáar rækjur í
1978 og 1979, men tær,
sum vórðu veiddar í 1983
og 84 vóru sera stórar.
Henda gongd er so steðg-
að í 1985. Hetta heldur
Qynes hevur nakað við
tað at gera, at vit fingu
ein stóran 1983-árgang,
sum síðani fyrst gevur
okkum smáar rækjur fyri
so seinni at geva okkum
sterri rækjur aftur.
Toskurin komin
fyri seg aftur!
— Vit spurdu Per Øynes,
um hann ikki er kløkkur
av at siggja. at rækju-
stovnurin skal verða
meira enn tvífaldaður
uppá 10 ár. Til tað sigur
NA X
hann, at hetta kemur ikki
óvart á seg, ti tann fisk-
urin, sum vanliga etur
rækjurnar, er horvin —
hann er uppfiskaður. Her
er m.a. talan um tosk.
— Men, leggur hann
aftrat, — nú koma so
stórir árgangir við toski,
so vit eru sera spentir at
vita, hvat hendir við
rækjunum.
Per Øynes sipar her til
tann vøksturin, sum
hevur verið i toska- og
hýsustovnunum í Bar-
entshavinum seinastu ár-
ini.
— Kann tað henda,
samstundis sum toska-
stovnurin mennist, at
rækjustovnurin so fer at
minka?
Framhald á síðu 10
i
+
2
i
4
í tij H
USE
(ii
LL
— Føroysk skip hava verid okkum til nogva nyttu, sigur
Per Øynes og peikar å Hinlopenvikina, har Høgifossur
fekk væl av rækjum. Norskt havrannsóknarskip trolaði
seinni á somu leið og fekk at vita frá feroyingum,
hvussu botnurin var.