Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Ja, tað kann henda. Men hetta er ein spurn- ingur, sum fiskifreðingar í ymsum londum eru ó- samdir um. T.d. halda sovjettiskir havgranskar- ar ikki, at toskurin er ser- liga óferur til at eta rækjur. Teir halda, at um rækjustovnurin minkar, so er sorsekin heldur hydrografisk. T.v.s. at tað er viðurskiftini í sjónum so sum hiti og streymur, sum ávirka steddina á rækjustovn- unum. Verja toska- og hýsuyngul Men hetta eru vit ikki samdir við russum í, sigur Per Øynes Vit halda tvertur- ímóti, at tað fyrst og fremst er toskurin, sum er orsekin til at rækjurnar fækka. Men sjálvandi kunnu hydrografisk við- urskifti eisini hava ávirk- an. Annars eru bæði norð- menn oæfussar fegnir um, at toskurin nú aftur mennist í Barentshav- inum. Teir gera alt sum til ber fyri at verja tann upp- vaksandi toskastovnin Norskir myndug- leikar vilja gera alt fyri at verja um henda toska stovn, sigur Per Øynes og tað i hesum sambandi eru settar sera reglur fyri, Visir á, at strangar hvussu nógvur toska- og hýsuyngul kann vera uppi í rækjuveiðini. Hesar reglur eru so strangar, at eru bert meira enn 3 stk av undirmátstoskayngli pr. 10 kilo av rækjum, so verður eitt ávíst eki stongt. Norðmenn hava tí eisini stongt ein hóp av smærri og sterri rækjuleiðum seinastu árini — fyri at verja toskastovnin. Hetta vóna teir kann fáa gongd á aftur toskastovnin í Bar- entshavinum. Rækjurnar »flyta« seg longur norður Men hetta hevur so eisini rakt norskar rækjumenn, tí teir eru útistongdir frá góðum rækjuleiðum, sum liggja stutt frá rækju- verksmiðjunum í landi. Ti hava norðmenn verið noyddir til at leita longur norður og eystur at fiska rækjur. Men her hevur tað so eisini vist seg at vera nógv til av rækju. Tað hevur so eisini víst seg, at tey góðu fiskimið- ini eru flutt longur og longur norður Hetta hevur helst nakað við hitan og streymin í sjónum at gera. Meðan mesta rækjan fyrr var á leiðunum 14 (sí kort), so var hon í 1984 á 16 og í ár er hon á 18. Per Qynes sigur. at eystan og norðan fyri Hopen liggur ein sera stór rækjuleið, sum teir meta at vera sera væl fyri júst nú. Tað er eisini hesa leið, sum norska havrannsóknar- skipið Michael Sars kann- Her fiska eisini foroysku skip ar í letuni nøkur av unum Fyri noråmenn merkir netta. at turarnir vera nógv longri og fyri teir, sum hava fiskað rækjur til virki á landi, kann hetta koma illa við. Ti tá má veiðan ikki vera eldri enn 5-6 dagar. Ti ger hetta, at neyðugt er at leggja um til at fiska við sterri skipum, sum helst eisini kunnu frysta veiðina umborð. Annars vísir Per Øynes á, at norðmenn hava ikki givið nýggj loyvi til rækjuskip og hetta verður helst heldur ikki gjørt i næstu framtíð, soleiðis sum tær sær út við rækju- stovninum. Gott samarbeiði við føroyingar Hvat viðvíkur feroyska rækjufiskiskapinum i Barentshavinum og vid Svalbard so sigur Øynes, at norskir fiskifrødingar hava sera gott samstarv vid feroyingar. — Tit hava verid sera fúsir til at samstarva og hava vit eisini fingið onkra hjálpandi hondina frá feroyskum skipum, sigur hann og sipar her til eina hending í Hinlopen- víkini norðalaga á Sval- bard. Har hevði Høgi- fossur fingið væl av rækj- um inni við land, men botnurin var ringur. — Vit skuldu royna har eisini og bóðu Høgafoss siga okkum, hvussu botn- urin var. Teir vóru bein- anvegin tilreiðar at hjálpa okkum, leggur hann aftr- at. Uppá fyrispurning um tann fiskiskapur, sum foroyingar reka vid Sval- bard i vissan mun kann kallast fyri »pionerar- beidi« tá hugsað verður um, at hesi skipini av og á royna á »nyggjum« leið- um, sigur Per Øynes, at foroyingar hava uttan iva rækjumið, hetta er leiðir sum norðmenn hava vitað um fyrr. Orsekin til at norsk fiskiskip ikki hava roynt har, er so tann, at tey hava fingið nógv á eðrum leiðin nærri Noregi. Øynes leggur aftrat, at fiskifreðingar hava annars funnið stór men altíð verið fúsir at siga frá rækjuleiðunum. Rækjan kann ikki niðurfiskast heilt Vit spurdu Per Øynes, um tað ekta talið av rækju- skipum kann forkoma rækjustovninum við Sval- bard og í Barentshav- inum. Til tað sigur hann: — Tað beri eg ongan ótta fyri. Rækjan er rætti- liga serstøk á tann hátt, at ein skal fiska relativt nógv uppá troltíman fyri at henda veiða kann lena seg. Ti verða tað altid um- ráði við væl av rækju, hóast skip hava roynt har. Tá veiðan ikki lenar seg longur, rýma skipini hig- ani. — Men verður so øll smårækjn tikin eisini, so er tad sjålvandi ein annar spurningur, leggur hann aftrat. Rækjustovnurin er so- statt ikki ein stovnur eins og toska- og hýsustovn- urin, sum kann niður- fiskast heilt. Men er so talan um ein ella fleiri rækjustovnar við Svalbard og í Barents- havinum? Per Øynes: — Onkur fiskifrødingur er komin til, at talan er um triggjar ymiskar populatiónir av rækjum. Hesar eru ym- iskar, m. a. tå tað snýr seg um livfrødi teirra. Eitt nu sigur hann, at rækjurnar noråari hvørt år gyta bert annad Vit spurdu eisini Per Øynes, um tað kann henda, at vit brádliga standa á berum við ellum rækjuskipum uttan at rækur eru at fáa? — Tað kann henda, at so nógv skip troyta rækjuleiðirnar, at veiðan Ég; já Nr. 86 — 3. august 1985 et = * AKTIVTETURRG? HM vi Rækjuserfrødingurin Per Øynes her frammanfyri eitt kort yvir Barentshavid og Svalbard. tå als ikki verða lønandi meira. Hámarkið rokkið Merkir tað, at tú heldur tað vera í lagi, at talið á skipum verður avmarkað? Tað haldi eg er rætt, ti verða ov skip á einum eki, so verður ov lítið í part. nogv Hevdi tú sett pengar í eitt stórt og nútímans rækjuskip í dag, um tað skuldi fiskað bert í Bar- entshavinum og við Sval- bard? Eg hevði verið ógvu- liga varin, tí vit síggja, at nú kemur meira og meira av toski. Eg haldi ti, at vit hava rokkið hámarkið á rækjuveiðu á hesum leið- um, sigur Per Øynes at enda. jan a i inæstuvikuinæstuvikuinæstuvikuinæstuvikuinæstuvikut? Dag Møller er doktari innan fiska- aling. Hann er millum fremstu granskarar á hesum eki í Noregi. Sosialurin vitjadi í summar í »Akva- kulturafdelingen< á >Fiskeriforskn- ingsinstituttet< í Bergen, har vit tos- aðu við hann um steðuna hjá hesi nýggju vinnuni. Lesið í Sosialinum í næstu viku Norðmenn eru millum teir fremstu í heiminum, tá talan er um at gera royndir við alduorku. Nærhendis Bergen verða í hesum degum gjerdar tvær ymiskar royndir við alduorku- verkum. Sosialurin hevur vitjað á staðnum Lesið í Sosialinum í næstu viku.