Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 1985síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Guernsey 1987 og Føroyar 1989 Avgjørt er at oyggjaleikirnir halda fram og er stórur moguleiki fyri atteir verða í Foroyum, tá Itróttasam- band Foroya verður 50 ár. Ítróttaleikirnir millum oyggjar, ella Inter Island Games, sum teir verða nevndir, halda fram. Hetta varð avgjert á fundi í hevuðsstaðnum Douglas á Isle of man týsdagin 23. juli, tá umboð fyri tær fimtan oyggjarnar, ið luttóku í fyrstu »oyggjaolympiad- uni<, hittust. Samtyktin um at halda fram við oyggjaleikunum varð einmælt og varð, aftaná stutt tjak, samtykt at leikirnir skulu haldast annað hvert ár. Feroyar vóru á fund- inum umboðaðar av Sofus Johannesen og John Kjær. Nevnd vald Fundarluttakararnir sam- dust um, at ítróttasam- bandið fyri oyggjar — Is- lands Games Association, I.G.A. — skuldi fara til verka beinanvegin og varð ein nevnd vald. Í hesa nevnd komu Noel Cringle, Ísle of Man, Dick Ek- strøm, Aland, Alan Cross, Jersey, Owen le Vallee, Guernsey, og John Kjær fyri Feroyar. Beint aftaná stovnandi fundin helt nevndin sín fyrsta fund og samdist hon um at seta Geoffrey Corlett av Isle of Man sum skrivara. Corlett er hann, ið er hevuðsfyri- reikari av fyrstu oyggja- leikunum og er hann har- afturat stjóri fyri tí stóra ítróttatiltakinum á Isle of Man, ið nevnist <Year of Sport». »Year of Sport« merkir, at oyggin Man hevur ogn- að árið 1985 til ítróttina og er at kalla hvenn dag í ár- inum — frá 1. januar til 31. desember — onkur í- tróttahending á oynni. Hesar hendingar eru bæði smáar lokalar, men eisini stórar við millumtjóða lutteku. Síðani november 1983hevur Geoffrey Cor- lett arbeitt burturav við fyrireikingunum av »Year of Wport« —. lentur av ti almenna. Guernsen 1987 — Føroyar 1989 A stovnandi fundinum hjá I.G.A. varð avgjert, at næstu leikirnir verða á Guernsey í september 1987 og tá Feroyar hava Foroysku kvinnurnar vunnu silvur í flogbóltskappingini. boðað frá, at áhugi er fyri at skipa fyri leikunum í 1989 í samband við at Itrottasamband Føroya tå verður 50 år, er stórur meguleiki fyri at vit fáa leikirnar. Enn er tó einki avgjørt hesum viðvíki- andi, men ell fundarum- bodini, sum føroysku um- boðini bæði tosaðu við, sýndu stórn áhuga fyri at Feroyar skuldu fáa leik- irnar í 1989. Eisini nevndin i I.G.A. vidgjørdi spurningin um hvar leikirnir skuldu hald- ast i 1989 og tå føroyska umbodid greiddi hinum nevndarlimunum frå ymsu ítróttaumsteðunum í Feroyum, vórðu teir eisini samdir í, at Feroyar eiga at fáa leikirnar í 1989, men legdu teir dent á, at tað kann gerast trupult at fáa allar oyggjar at taka undir við hesum, um vit ikki hava skjótibreyt og eitt stað har tað ber til at iðka frælsa ítróttin í 1989, ti tað er júst í hesum báðum ítróttagreinum, at áhugin fyri luttøku hevur verið stórur. Skipaði seg Nevndin skipaði seg við Noel Cringle sum for- manni og Owen le Vallee sum næstformanni og samdist hon um at fara til verka beinanvegin. Or- sakað av at nevndarlimir- nir eru spjaddir um alt norðureuropa er avgjert at stersti parturin av nevnd- ararbeiðinum fer fram gjøgnum brævaskifti, telefonsamrødur og telex, men varð eisini avgjørt, at næsti regluligi nevndar- fundurin verður á Guerns- ey á páskum 1986, meðan triðji nevndarfundurin verður í Feroyum. Enn er tó ikki avgjørt nær fund- urin i Føroyum veråur. Nevndin samdist um, at tað verður tann oyggj — ella tað oyggjaland — ið hevði leikarnar seinast, ið eigur formanssessin, með- an tað eru næstu vertirnir, ið eiga næstformans- sessin, og samdist nevnd- in eisini um, at hon ikki leggur seg út í fyrireiking- arnar av sjálvari stevnuni, men í staðin m.a. vil gera fastar reglugerðir fyri hvussu nógvir luttakarar kunnu vera í hverjari ítróttargrein og meguliga broyta skránna, soleiðis at t.d. svimjingin verður í fleiri dagar í staðin fyri at allar kapp- ingarnar verða avgjerdar eftir einum degi o.s.fr. Eisini samdist nevndin um at taka upp eitt tjak um hverjar ítróttagreinir eiga at verða umboðaðar á leikunum, men í hevuðs- heitinum kann roknast við, at tað verður verts- tjóðin, ið avgerð, hverjar ítróttargreinir vera við. Eisini skal nevndin um- røda, um I.GA. skal víðkast tí frá norður- lendskari síði er áhugi fyri at fáa Grenland og Born- holm við í leikirnar eisini. Hetta er tó nakað, ið verður avgjert seinni, men longu nú er tað nærum heilt vist, at stevnan verður í Feroyum í 1989 go kunnu fyrireikingarnar tí byrja nú. So byrjar kappingin í 25 km kappkoyring. Í fremsta raði sæst Poul Henrik Poulsen.