Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 206 - 26. oktober 2002 Nr. 206 - 26. oktober 2002 3 C M Y K 3 2 Ein áhugaverdbók um málarafakið og um málarar MÁLARASØGUR Eirikur Lindenskov Nú um dagarnar kom út ein forkunnugbók um málara- fakið, skrivað av einum garvaðum málarameistara, Thomas Michael Smith. Bókin eitur »Málara- søgur«, og har eru nógvar søgur og myndir um eitt handverk, sum ikki er til longur í sínum áhugaverda upprunalíki. Í bókini eru søgur um tað rættuliga unga málarayrkið sum handverk í Føroyum. Um málarar, ið vita, hvussu yrkið var fyrr, og hvussu tað er nú. Um farnar mál- arar og teirra, í mongum førum, listahandverk. Tí soleiðis var málarayrkið háttað í gomlum døgum, tá ið málarar gingu í kitli og slipsi og æðramálaðu, marmoreraður, lakkeraðu og fullspartlaðu. Uppímillum eru søgur um teir gomlu málararnar, teirra frásagnir um aðrar málarar, ið vóru tiltiknir skemtarar. Hetta eru søgur um bílagt arbeiði á fjallatindi, í fjøru, á bygd og í bý, úti og heima. Bókin sigur frá málara- meistarum, ið sum lista- menn settu lit á kirkjur, hotell, skúlar, sjúkrahús, samkomuhús, stórar og smáar bygningar, gamlar og nýggjar, og valahús. Thomas Michael Smith veit sum vera man nógv um málarafakið. Eitt er, at hann er ein av okkara royndastu málarum, men hann er eisini av málaraætt – í fleiri ættarlið. Abbi hansara var Johan Smith í Vági, sum arbeiddi sum málari. Tá ið tað ikki var nóg mikið til lívsins uppihald at mála burturav, hevði hann málingahandil í Vági. Pápi Thomas Micha- el Smith var William Smith, sum bæði var mál- arameistari og listamálari. Saman við beiggja sínum, Napoleon, hevði William málaravirki. Ein áhugaverd bók um eitt áhugavert fak. Ein bók við siðsøguligum virði fyri mentan okkara. Tað er Hestprent, sum hevur umsitið prent- gerðina, og Thomas Micha- el Smith hevur givið bók- ina út á egnum forlag. Málarasøgur Gamal stól- pengaskáp hjá Telefonverkinum, sum Thomas Michael Smith so listarliga hevur áðrað Málarasøgur í bók Klokkan verður flutt í nátt So skal klokkan aftur flyt- ast, nú summartíðin fer úr gildi. Hesaferð skal hon flytast ein tíma aftur Klokkan trý í nátt skal klokkan flytast ein tíma aft- ur, so hon verður tvey. Sostatt er summar- tíðin í ár farin úr gildi, og vit eru aftur á okk- ara góðu, gomlu klokkutíð. Summartíðin verður brúkt sum eitt amboð til at spara orku. Sólin verður snýtt ein tíma um summarið, so fólk eru uppi longri tíð, meðan ljóst er. Soleiðis verður minni orka brúkt til eitt nú ljós og varma. Harvið verða eisini pengar at spara. Nógvar misskiljingar hava verið, tá klokkan skal flytast. Bæði aftur og fram. Fólk gloyma at flyta klokk- una og møta tíð til skeivar tíðir her og har. Onkur flytir skeivan veg, og so er aftur heilt galið. Mest er tað tó tey, sum hava náttarvakt onkustaðni, sum merkja summartíðina. Hugaligari er um várið, tá vaktin styttist ein tíma. Men hann verður so tikin aftur nú, klokkan verður flutt afur. ej