leygardagur 26. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 206 - 26. oktober 2002
Nr. 206 - 26. oktober 2002
5
Sømdargáva til Ingrið
Ingrið Sondum fekk
hóskvøldið handaða
sømdargávu úr
Grunni Kristians á
Brekkumørk sum
viðurkenning fyri
gott og íði starv
føroyskum máli at
frama.
VIÐURKENNING
Edvard Joensen
Hóskvøldið var samkoma í
Norðurlandahúsinum, har
Føroya
Fróðskaparfelag
handaði Ingrið Sondum
sømdargávu
úr
Grunni
Kristians á Brekkumørk.
Føroya Fróðskaparfelag
sigur í grundgevingini fyri
at geva Ingrið Sondum
sømdargávuna,
sum
er
15.000,- krónur, millum
annað, at sum lærari og
skúlabókavørður
hevur
Ingrið
Sondum
tíðliga
ásannað, at skal lív vera
lagað føroyskum máli, er
alneyðugt við barnabókum,
ungdóms- og skúlabókum á
føroyskum.
Tað var ikki sjálvsagt fyri
bara 25 árum síðan, sigur
Føroya Fróðskaparfelag. Tá
vóru tað bara einstakar eld-
sálir, sum eftir lokið dags-
verk fingust við at skipa
fyri tílíkari bókaútgávu.
Ingrið var ein teirra, sum
talaði fyri at seta pening av
og yrkisforløg á stovn til
hetta endamál.
Hetta arbeiði hennara
hevur borið frukt, vísir
Fróðskaparfelagið
á
í
grundgving síni og nevnir
her Bókadeild Føroya Lær-
arfelags, ið ikki minst er
prógv um, at so er. Deildin
varð umskipað til yrkisfor-
lag í 1985, og Ingrið Sond-
um varð sett í leiðarastarv.
Í hesum stavi hevur hon
havt ómetaliga stóran týdn-
ing fyri føroyska barna-
bókaútgávu. Sum íbirtari
og slóðbrótari hevur hon
sett sær høg mál og stríðst
fyri teimum, til tey eru
rokkin.
Føroyskar
barnabøkur
vóru fáar, tá Ingrið tók við,
men hon setti sær sum mál,
at føroyskar bøkur skuldu
vera nátúrligt fyrstaval, tá
føroysk børn skuldu hava
bøkur.
Tá hon legði frá sær í
1995, kundi ásannast, at
mál hennara var rokkið, og
at Bókadeildin nú regluliga
gevur út dygdargóðar bøk-
ur til børn og ung.
– Hetta, sum fyri bara 20
árum síðan var ynski-
dreymur, er nú veruleiki,
sigur Føroya Fróðskapar-
felag í grundgeving síni.
So hvørt eitt mál var
rokkið, fór hon eftir tí
næsta. Fyrst var tað Barna-
bókaklubbin, sum varð
stovnaður, so til bar at
røkka børnum um alt
landið. Síðan var bóka-
klubbin UNG settur á
stovn. Og tá alt hetta var
komið í trygga legu, var
farið undir onnur stórverk
sum til dømis Føroya fyrstu
alfrøði, sum Bókadeildin
gav út saman við Føroya
Skúlabókagrunni.
Eisini í hesum førinum
var Ingrið Sondum tann, ið
trúði uppá, at tað bar til, og
fekk framt ætlanina, sigur
Føroya Fróðskaparfelag í
grundgeving síni fyri at lata
Ingrið Sondum sømdargáv-
una úr Grunni Kristians á
Brekkumørk.
Stovnsfæið í grunninum
er OSSIAN-heiðurslønin,
sum FVS-stovnurin í Ham-
burg lat Christiani Matras
og Føroya Fróðskaparfelag
í 1981. Eftir uppskoti hans-
ara, ið grunnurin ber navn
eftir, (t.e. Chr. Matras,
blðm.) hevur grunnurin til
endamáls at styðja virki
einstaklinga
føroyskum
máli at frama.
Ingrið Sondum fekk hóskvøldið handaða sømdargávu á samkomu í Norðurlandahúsinum
Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Í samband við at vit taka nýggja útsølubúð í nýtslu mikudagin, hin 30. oktober,
hava vit
Móttøku
í Havnardali (Akranesgøtu 10) týsdagin 29/10-2002, frá kl. 16.00 til 18.00.
Vit vóna at síggja fjøld av vinum og viðskiftafólki.
Føroya Bjór, avgreiðslan
við Velbastaðvegin
C
M
Y
K
5
4