leygardagur 26. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 206 - 26. oktober 2002
Nr. 206 - 26. oktober 2002
7
Seinastu fimtan árini
eru gjørdar rættiliga
kollveltandi kvik-
silvurkanningar av
føroyskum børnum
og ungdómum. Í
hesum sambandi
hava 12 tannáringar
júst verið í USA, har
man við sera fram-
komnari útgerð hevur
kannað, hvussu kvik-
silvur ávirkar heilan
KANNING
Jan Müller
Herfyri vóru 12 føroyskir
unglingar, ið taka lut í eini
granskingarætlan,
sum
Deildin fyri Arbeiðs-og
Almannaheilsu m.a. ger
saman við læknaskúlanum
á Harvard, í USA til kann-
ingar. Har hava tey fram-
komna útgerð til mynda-
gerð av miðnervalagnum,
soleiðis at tað ber til at
síggja, hvussu heilin starv-
ar, meðan fólk loysa upp-
gávur. Spurningur er so um
tað ber til at ávísa við hes-
um tólum tað negativa
árinið, sum kviksilvur og
PCB hava á heilan. Um so
er at henda forkanningin
vísur nakað áhugavert er
ætlanin at kanna nógv
fleiri tannáringar, sum eru
partur av kviksilvurkann-
ingunum, sum byrjaðu í
1986 upplýsir Pál Weihe,
leiðari á deildini fyri
Arbeiðs-
og
Almanna-
heilsu.
Kanningarhátturin, sum
brúktur verður, verður
róptur FMRI "Functional
Magnetic Resonance Imag-
ing". Pál Weihe sigur , at
hesin kanningarháttur er so
dýrur, at vit ikki kunnu
kanna øll børnini í kvik-
silvurkanningunum.
Tey
hava í fyrstu syftu bert
fingið pening til 12 og
hava valt 6 børn við lut-
falsliga stórum útsetilsi fyri
kviksilvur og PCB í móð-
urlívi og 6 við lutfalsliga
lítlum at vera við í víðari
kanningunum.
Endamálið við kann-
ingini er at vita, um tað ber
til at síggja mun á, hvussu
heilin starvar hjá teimum,
sum hava verið úti fyri
nógvum kviksilvuri og
PCB mótvegis teimum,
sum hava verið úti fyri
minni.
Ein MRI skannari brúkar
eitt sterkt magnetfelt at
gera myndir av heilanum
við. Tað er sostatt ikki talan
um røntgengeisling ella
geislavirkna stráling ann-
ars. Eftir øllum tí man veit,
er henda kanning ikki
vandamikil.
Kanningarhátturin
var
hesin: Alt av metal, sum
kann ávirkast av eini magn-
et verður tikið av kropp-
inum. Persónurin leggur
seg á eina legu, sum síðani
verður rullað inn í eitt op í
skannaranum. Har verður
fyrst tikið ein vanlig MR-
skanningsmynd, og síðani
verður farið yvir at gera
funktións MRI. Tað merkir,
at barnið verður biðið um at
brúka heilan á ymsan hátt,
soleiðis at virkni í heilanum
verður fangað av skannar-
anum. Hetta virkni kann
verða t.d. at trumma við
einum fingri, at trýsta á ein
knøtt, tá ein ávísur bók-
stavur vísir seg, at nevna
navnið á einum tingi, sum
vísir seg á einum skermi og
at royna minnið í tølum,
sum verða lisin upp. Hvør
av hesum kanningum tekur
10-15 minuttir. Barnið skal
liggja í frið undir sjálvari
kanningini, men millum
kanningarnar ber til at tosa
og røra seg. Kanningin
tekur uml. 90 minuttir.
Fróði Debes, sálarfrøðingur
gav sálarfrøðiligu upp-
gávurnar, meðan serfrøð-
ingar á McLean, Brain
Imaging Center, stóðu fyri
skanningini.
Pál Weihe sigur, at nytt-
an, sum fæst burtur úr hesi
kanning, er fyrst og fremst
størri vitan um, hvussu og
hvar kviksilvur ávirkar
heilan. Tann einstaki fær
sum so onga nyttu burtur úr
kanningini annað enn at
vita, at heilin sær normalur
út.
Henda verkætlan er eitt
samstarv millum Deildina
fyri Arbeiðs-og almanna-
heilsu, Boston University
og Harvard sjúkrahúsið
McLean í Boston.
Fíggingin er fingin til
vega frá Det Lægeviden-
skabelige Forskningsråd í
Danmark.
Ferðin gekk við flogfari
úr Føroyum yvir Reykjavík
beinleiðis til Boston og
sama veg heimaftur viku
seinni. Ferða- og uppi-
haldsútreiðslur vóru goldn-
ar, men annars verður eing-
in samsýning latin. Sjálvt
um ferðin var stutt sóu
dreingirnir nógv áhugavert,
m.a. Museum of Science í
Boston, Boston Aquarium
og plássið har World Trade
Center einaferð stóð á
suðurendanum av Manhatt-
an.
Føroyskir tannáringar kannaðir í USA
Teir tólv 16-áru gomlu ungdómarnar úr øllum landinum saman við ferðaleiðarunum. Dreingirnir eru Ottar í Hjøllum, Hans
Arni Bjarnason Thomsen, Páll Hansen, Kristian Johannesen, Terji Nón, Nikkil Heinesen, Debes Danielsen, Jóan Petur Joensen,
Jógvan Arnbjørn Vest, Leivur Reinert Djurhuus, Jón Klæmint Hofgaard, Høgni Dam. Ungi maðurin í stríputari troyggju í
fremstu røð er Hans Kárason Mikkelsen av Eiði, sum byrjaði at lesa á Harvard Universitetinum í heyst. Standmyndin aftanfyri
er av John Harvard, sum lat peningin til at seta á stovn hetta elsta universitetið í USA. Tað var í 1636
Mynd Pál Weihe
Løgmaður og lands-
stýrimenn hava
skyldu til at vera í
tinginum allar dagar,
meðan fíggjarlógin er
til viðgerðar. Hetta
átti so ikki at forðað
nøkrum at luttaka í
seyðahaldinum sigur
tingformaðurin, sum
ongar ætlanir hevur
um at flyta viðgerðina
av fíggjarlógini næsta
ár soleiðis sum løg-
maður skjey upp her-
fyri
FJALLTÍÐ OG
FÍGGJARLÓG
Jan Müller
Edmund Joensen, tingfor-
maður er ikki samdur við
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, tá hesin í samrøðu
við Sosialin herfyri segði,
at tað má vera hansara fulli
rættur at fara á fjall og
fletta, tá fíggjarlógin er til
viðgerðar. Løgmaður vildi
við tí vísa aftur nakað av tí
kritikki, sum var undir
viðgerðini av fíggjarlógini,
har tað varð spurt eftir hon-
um. Sjálvur var hann til
viðgerðina tann fyrsta dag-
in og helt seg tá hava greitt
nóg væl frá sínum. Hann
metti tað eisini vera av
týdningi at vera við til at
halda lív í okkara gerandis-
mentan og helt fyri, at ting-
formaðurin átti at flutt
viðgerðina av fíggjarlógini,
so hon ikki fall saman við
fjalltíðini og flettingini.
Tingformaðurin er dundr-
andi ósamdur við løgmann.
- Er hetta skemt ella álv-
ara.
Løgmaður
hevur
skyldu til bæði sjálvur at
vera til alla viðgerðina av
fíggjarlógini og at syrgja
fyri, at allir landsstýris-
menninir eisini eru har. Ein
tingviðgerð av fíggjarlóg-
ini, sum regulerar alt sam-
felagið, og har allir ting-
menn eru til steðar, tí hon
eisini viðger teirra egna
lokalsamfelag, átti at verið
raðfest hægri enn nakað
annað. Hon er jú ein
fyritreyt fyri allari framtíð
hjá føroyingum. At man
ikki kann seta tríggjar
dagar av í oktober til tað -
havi eg ikki orð fyri. Her
ruggar ikki rætt.
Tingformaðurin
sigur
víðari, at hetta skuldi ikki
forðað nøkrum í at fara á
fjall. Teir flestu føroyingar
luttaka eitt sindur í land-
brúki,
í
seyðahaldi,
í
rakstri, í flettingini ol. um
heystið, men fólk arbeiða
fyri tann skyld.
Edmund Joensen sigur, at
tingið hevur bara verið
saman í 17 dagar eftir ólav-
søku. Í hesum mánaðinum
hava verið fáir fundir. Tá
man so hevur bjóðað seg
fram at vera tingmaður veit
man, hvat man hevur
bjóðað seg til. Velur man so
at bjóða seg fram til at vera
landsstýrismaður ella løg-
maður, tá er í hansara verð
als einki at tosa um. Tá ber
als ikki til at vera burt-
urstaddur, tá fíggjarlógin
verður viðgjørd. Hann
vísir eisini á, at løgmaður
er tann einasti, sum er vald-
ur av tinginum. Hann hevur
tí eina heilt serstaka á-
byrgd.
Tá nevnt verður, at man
kann flyta viðgerðina spyr
tingformaðurin,
hvønn
hann skal flyta hana fyri?
- Tað eru 32 tingmenn og 9
landsstýrismenn. Hvørjum
skal eg flyta hana fyri?
Hvør er meira mentaður?
Teir ganga ikki á fjalli á
Viðareiði, í Miðvági, á
Oyrabakka, á Sandi og í
Suðri í senn. Henda við-
gerð tekur tríggjar dagar.
Eg veit ikki hvar eg skuldi
flutt viðgerðina. Vikuna
eftir er heystfrítíðin. Løg-
maður hevur so eisini verið
ein av teimum, sum hevur
lagt fíggjarlógina fyri ting-
ið, tá síðsta freist er komin.
Hon skal í allar nevndirnar.
Eg dugi ikki at síggja, at
løgtingsformaðurin
fær
gjørt nakað. Tað er ein
bundin uppgáva.
Hvussu verður næsta
ár?
- Hvør enn verður løgtings-
formaður tá ella løgmaður
fyri tað, trúgvi eg ikki hann
fær flutt viðgerðina. Ting-
formaðurin hevur skyldu
til at fáa hana til viðgerðar
skjótast tilber.
Løgtingsformaðurin dundrandi ósamdur við løgmann:
Mugu raðfesta fíggjarlóg hægri enn fletting
C
M
Y
K
7
6