leygardagur 26. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 206 - 26. oktober 2002
Nr. 206 - 26. oktober 2002
9
Árliga eydnuhjólið
hjá Miðvágs Bólt-
felag verður í bygd-
arskúlanum
sunnukvøldið
STUÐULSTILTAK
Áhugafelagið hjá Mið-
vágs
Bóltfelag
fer
sunnukvøldið at skipa
fyri árliga eydnuhjól-
inum í bygdarskúlanum
í Miðvági. Ágóðin av
tiltakinum fer til við-
líkahald av felagshúsin-
um og fótbóltsvøllinum,
sigur áhugafelagið í
tíðindaskrivi.
Landskendi trubadur-
urin úr Miðvági, Sámal
Ravnsfjall, fer at seta
hol á tiltakið, tá hann frá
klokkan 19.00 fer at
syngja og spæla í ein
hálvan tíma ella so.
Hvør veit, um ikki
onkur lokalur, sum eitt
nú Húsabrekku blues,
eisini verður at hoyra?
Og hvør veit um ikki
eisini hin um Sigmund,
sum endaði í pylsuni, og
tann legendariska trapp-
an hjá Lenu vera við?
Tað er tó ikki bara við
eydnuhjólið, fólk hava
høvi at seta pengar til og
summi at vinna okkurt
afturfyri. Eisini verða
lutaseðlar seldir, siga
tey í áhugafelagnum.
Vinningarnar har vera
millum annað 500 litrar
av olju, føroysk krov,
lundar,
sodavatn
og
annað, siga tey frá í
tíðindaskrivinum.
Eydnuhjólkið
hjá
Áhugafelagnum hjá MB
er vorðið eitt afturvend-
andi tiltak, sum í fleiri
ár hevur fingið góðan
stuðul frá bygdar-fólk-
inum, siga tey.
ej
Harmoniorkestrið
GHM og Rútmiska
kórið í Hoydølum
fara seinnapartin
sunnudagin at hava
konsert í Eysturskúl-
anum
KONSERT
Edvard Joensen
Klokkan 16 sunnudagin
verður konsert við fjøl-
broyttari skrá í auluni á
Eysturskúlanum.
Harmoniorkestrið GHM
og Rútmiska kórið í Hoy-
dølum hava kastað saman
til eina felags konsert fyri á
tann hátt at fáa skránna so
áhugaverda og fjølbroytta
sum gjørligt, verður sagt í
tíðindaskrivi.
Ymiskt
verður
eisini
gjørt í sjálvari konsert-
høllini fyri at hugna um hjá
áhoyrarunum. Høllin verð-
ur meira at líkna við eina
café enn ein kosertsal, tí
borð og stólar verða sett
upp, eins og ymiskt verður
at fáa upp í munnin, meðan
konsertin er. Bæði kaffi og
heimabakaðar køkur verða
boðin áhoyrarunum, stend-
ur í tíðindskrivinum.
Harmoniorkestrið GHM
fer at spæla ymsan tónleik.
Tað verður alt frá romant-
iskum og swing tónleiki til
kend lagatyssi hjá Abba,
Beatles og Disney.
Rútmiska kórið í Hoy-
dølum fer at syngja bæði
rútmiskan og klassiskan
kórsang.
Tað eru umleið 30 næm-
ingar í Hoydølum, sum
mannað Rútmiska kórið, og
kórleiðarar og venjarar eru
Hans Olivur Joensen og
Hans Larsen.
Tilgongd
Harmoniorkestrið GHM er
væl mannað, og nógv av
fólkinum er ungt fólk, sum
komið er upp í orkestrið
seinnu tíðina.
Tilsamans eru umleið 40
leikarar í orkestrinum, og
av teimum eru ikki færri
enn 25 musikskúlanæming-
ar, sum byrjaðu eftir summ-
arfrítíðina.
Í GHM fegnast tey sum
vera man um tilgongdina,
og minnast aftur á tíðina tá
tann legendariski bretin,
Hugh Watkins, í síni tíð
kom við eini aldu av
ungum fólki upp í GHM.
Tey fólkini verða í dag
roknað sum tann gamla
gardan
i
orkestrinum.
Samstundis vísir tilgongdin
nú, at rættiligt lív og
framgongd
er
í
musikskúlaundirvísingini,
sum er í støðugari menn-
ing, siga tey í GHM.
GHM er væl fyri, tá
hugsað verður um venjarar
og leiðarar. Ikki færri enn
trý fólk svinga stavinum, tá
vant verður. Oddur Hentze,
Kenneth Jones og Andrea
Heindriksdóttir. Sunnudag-
in
verður
tað Andrea
Heindriksdóttir, sum fer at
stjórna orkestrinum, verður
sagt í tíðindaskrivinum.
Konsert í Eysturskúlanum
MB tiltak
sunnukvøldið
Miðvágs Kommuna
hevur keypt Salem frá
Brøðrasamkomuni.
Ætlanin er at brúka
húsið til ungdómshús
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Miðvági: Samkomuhúsið
Salem hjá Bøðrasamkom-
uni í Miðvági skal ætlandi
byggjast um og nýtast til
ungdómshús í bygdini.
Miðvágs Kommuna hev-
ur keypt Salem frá Brøðra-
samkomuni, og er ætlanin,
at húsið skal hýsa teimum
tiltøkum, sum fyrr hava
verið i Gamla skúla og iva-
leyst onkrum afturat, nú
plássið gerst nógv betri,
siga tey í Miðvági. Gamli
skúli í Miðvági hevur verið
nýttur til ymisk frítíðarítriv,
men er nú umbygdur og
verður nýttur til barna-
ansing burturav. Tí hevur
verið neyðugt at hýst øðr-
um tiltøkum so sum telv-
ing, skótum og øðrum aðra-
staðni.
At kommunan nú hevur
keypt Salem fer ivaleyst at
koma teimum, sum hava
við slíkt frítíðarvirksemi at
gera, væl við.
Eitt nú talvefelagnum,
sum hevur hildið til í Ar-
beiðsmannafelagshúsinum
í seinastuni. Har er virk-
semið so stórt, at plássið
hevur verið ov lítið, siga tey
í Miðvági.
Eisini hevur Undirhúsið
onkuntíð hildið til í Gamla
skúla, men er nú í MB
húsinum, har tað letur til at
tey trívast væl. Um Und-
irhúsið so eisini møguliga
fer at flyta i Salem, fer tíðin
at vísa, verður sagt.
Tað krevjast tó umfatandi
umvælingar, áðrenn Salem
kann brúkast til Ung-
dómshús, tí húsini eru ikki í
serliga góðum standi.
Takið
og
vindeyguni
skulu skiftast, eins og
neyðugt verður at bjálva
allan bygningin. Innan er
húsið ein stórur salur, og
ivaleyst verður neyðugt at
leggja loft í, soleiðis at
fleiri rúm fáast til tað
ymiska virksemið, sum
væntast kann í einum
ungdómshúsum, har ymisk
áhugamál húsast.
Parkeringsviðurskiftini
eru í lagi, siga tey í Mið-
vági. Eini seks - sjey
parkeringspláss hoyra bein-
leiðis til húsið. Umframt er
Miðvágs Kommuna sera
væl fyri við parkerings-
plássum fram við høvuðs-
vegnum gjøgnum bygdina.
Og eisini nær Salem eru
rættiliga nógv parkerings-
pláss.
Andrea Heindriksdóttir
stjórnaði ungu
tónleikarunum, tá GHM
vandi fyrr í vikuni
Mynd: Eirikur Suni Danielsen
Nýtt ungdómshús í Miðvági
Miðvágs Kommuna hevur
keypt Salem frá
Brøðrasamkomuni. Húsið
krevur stórar ábøtur
Mynd: Edvard Joensen
Týskvøldið kom ein
spildurnýggjur
bussur til Klaksvíkar.
Tað er Sp/f Askham
Bussar, sum hevur
keypt nýggja bussin
og nú hevur felagið so
fimm bussar. Tríggjar
í rutu og tveir eyka
BUSSKOYRING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Ein sera flottur
Volvo bussur hevur koyrt
millum Klaksvík og Viðar-
eiði síðani mikudagin.
– Bussurin kom upp niðri
frá mánadagin og til Klaks-
víkar
týsdagin,
greiðir
Hans Jon Askham frá.
Hann og pápin, Olivar Ask-
ham, umsita alla rutukoyr-
ing, sum er í Norðoyggjum.
– Tað er ein himmalvíður
munur á at koyra hendan og
so tann gamla, sum nú var
blivin 15 ár, sigur Hans Jon
og vísir á, at í tí nýggja
bussinum er alt elektroniskt
stýrt.
Hans Jon greiðir frá, at
tað mest er koyring við
skúlabørnum. Tey hava eis-
ini verið avbera spent til
tann nýggi bussurin fór at
koma. Bussurin var eitt
sindur seinkaður, so tey
gingu og spurdu so gott
sum hvønn dag, nær tann
hann fór at koma.
– Tey fara avbera væl við
bussinum, tað skulu tey
eiga. Men tað hevði eg eis-
ini væntað, so spent tey
hava verið, sigur bussførar-
in.
Fólk tosa onkuntíð um at
bussarnir
koyra
tómir
onkrar túrar. Men Hans Jon
heldur ikki, at tað kann
umgangast.
– Onkran túrin er bussur-
in tómur, men hvat skal ein
gera? Tað er bara so. Tað
ber ikki til ongan buss at
hava bara tí hann er tómur
onkrar túrar, heldur hann.
Hans Jon sigur eisini, at
ein nýggjur bussur í Norð-
oyggjum er nakað serligt.
– Tað er ein størri hend-
ing er enn tað til dømis er í
Eysturoynni, heldur hann.
Hans Jon og Olivar yvir-
tóku
busskoyringina
í
Norðoyggjum fyrr í ár.
Ruturnar hjá Askham buss-
um eru tríggjar í tali. Leið
500, sum er millum Klaks-
vík og Viðareiði, leið 504
millum Klaksvík og Kunoy
og leið 506, sum er millum
Syðradal og Trøllanes á
Kalsoynni.
– Um vit høvdu egnan
buss at ráða yvir, so
hevði tað verið
munandi lættari hjá
okkum, um vit skulu
útferðir við okkara
búfólki, sigur Bjørg
Mohr, leiðari á Eirar-
garði. Hon heldur
eisini, at tørvurin á
flutningi av
brekaðum í høvuðs-
staðnum als ikki er
nøktandi
SERFLUTNINGUR
Solby A. Eliasen
Sum er noyðast tey á Eirar-
garði at ringja til Serflutn-
ingstænastuna
áðrenn
fríggjadag klokkan fýra,
um tey hava ætlanir um at
fara ein túr í vikuskiftinum.
Og Serflutningstænastan
koyrir ikki út um Havnina,
so tað er avmarkað, hvar
tey kunna fara. Herfyri
segði Páll á Reynatúgvu
við Sosialin, at tað eru nóg
mikið av pengum játtaðir til
at bíleggja buss frá Ser-
flutningstænastuni.
Men
Bjørg Mohr, leiðari á Eirar-
garði sigur, at um Eirar-
garður hevði egnan buss at
ráða yvir, so hevði tað lætt
munandi um hjá teimum.
– Tað er sanniliga ikki
altíð, at tað ber til hjá okk-
um
at
leggja
ætlanir
fríggjadag áðrenn klokkan
fýra um, at vit skulu fara
ein túr í vikuskiftinum. So
ein bussur, sum vit sjálvi
kunna ráða yvir hevði verið
nógv betur. Og eisini høvdu
vit tá kunnað farið onkra
ferð út um Havnina, greiðir
hon frá.
Hon er varin við at úttala
seg, men hon sigur, at tað
eru ikki nóg mikið av buss-
um til brekaði í Havnini í
dag. Fyri uttan Serflutn-
ingstænastuna, so er eisini
ein grønur bilur til taks,
sum verður kallaður handi-
captaxa, í høvuðsstaðnum,
men hann ger ikki stóran
mun, tá tað kemur til Eirar-
garð, sum hevur 15 búfólk.
– Tann taxabilurin tekur
bert ein ella tveir koyristól-
ar, so tað ber ikki til at fara
við honum, um øll skulu
við. So tað stutta av tí langa
er, at um vit ikki hava egn-
an buss at ráða yvir, so
noyðast vit at bíleggja buss
til ferð bert her í Havn inn-
an fríggjadag klokkan fýra,
um vit skulu samlaði av-
stað. Og tað er ikki nøkt-
andi, heldur Bjørg Mohr.
Og við verandi játtan eru
tey ikki før fyri at keypa ein
buss, so tí fóru tey í holt við
at savna pening inn til ein
buss sjálvi.
Bjørg Mohr sigur, at tað
gongur seint við innsavn-
ingini. Tey skulu hava
400.000 krónur, men enn
eru bert 140.000 krónur
komnar inn. Millum annað
hava tey heitt á kommun-
urnar kring landið um at
játta eina krónur fyri hvønn
íbúgva.
– Ymsir grunnar, feløg og
peningastovnar, sum vit
hava spurt, koma aftur við
noktandi svari, tí tey meta
hetta vera eina almenna
uppgávu, sigur Bjørg Mohr
og leggur aftur at, at tað er
tað helst eisini við tað, at
tey eru undir Serstovna-
deildini hjá Trivnaðarmála-
ráðnum.
Ei heldur ber til hjá teim-
um at nýta tær 140.000 til
útgjald og síðani skipa fyri
tiltøkum til at rinda av-
gjøldini við, tí Eirargarður
hevur ikki lov til at taka lán.
So Bjørg Mohr er ikki í iva
um, at ætlaði bussurin, sum
tey savna pening inn til,
liggur langt frammi í tíðini
Flutningur av brekaðum ikki nøktandi
Nýggjur bussur til ruturnar í Norðoyggjum
Hans Jon Askham koyrir nýggja bussin hjá Askham bussum
millum Klaksvík og Viðareiði
Tað er stórur tørvur fyri
bussum til flutning av
teimum brekaðu í Havn
C
M
Y
K
9
8