Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 206 - 26. oktober 2002 Nr. 206 - 26. oktober 2002 11 Nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum eru einans valdir eftir fakligum førleika, og einki skeivt fór fram, tá øll nevndin 1.apríl í ár varð skift út. Tað var greiða niður- støðan hjá Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í vinnu- málum, tá hann fríggjadagin svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Torbjørn Jacobsen, løgtingsmanni NEVNDARVAL Jón Brian Hvidtfeldt Tað vakti miklan ans og ikki sørt av rumbli, tá øll nevndin í Framtaksgrunn- inum í vár varð skift út. Sambært viðtøkunum fyri grunnin velur landsstýris- maðurin í vinnumálum á hvørjum ári, tann 1.apríl, fýra av fimm nevndarlim- um í grunninum. Hesir fýra velja sjálvir fimta nevndar- limin, og nevndin skipar seg sjálv. Torbjørn Jacobsen setti í hesum sambandi Bjarna Djurholm ikki færri enn 13 spurningar um Framtaks- grunnin og nevndarvalið í vár. Tingmaðurin fyri Tjóð- veldisflokkin vildi millum annað hava at vita, eftir hvørjum metingarstøði nevndarlimirnir í Framtaks- grunninum verða valdir. Hann spurdi, hvør orsøkin var til, at undanfarna nevndin í grunninum ikki hevði hug at halda fram og um ósemja var millum nevndina og landsstýris- mannin, hvussu nógvar av nýggju nevndarlimunum landsstýrismaðurin valdi eftir tilráðing frá umsiting- ini og um umsitingin møguliga mælti frá at velja nakran teirra. Eisini vildi Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvørji mál nýggja nevndin kann røkka, sum fyrrverandi nevndin ikki megnaði at røkka. Torbjørn Jacobsen sigur í sínum viðmerkingum, at tað fyrr var ein ringur polit- iskur óvani, at flokkar í samgongu valdu sínar egnu í ymsar nevndir og ráð, ofta við eini flokspolitiskari ætlan. Tingmaðurin metir, at hetta lagið hevur tókst heldur frægari seinastu árini, men nú tykist aftur vend vera komin í, og sipar til nevndarvalið í Framtaks- grunninum í vár. Nevndin er óheft Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum sigur í sínum svari til Tor- bjørn Jacobsen, at nevndin bara verður vald eftir fak- ligum eginleikum, og nevndin virkar óheft av landsstýrismanninum. Bjarni Djurholm sigur, at tað tó einki er sum forðar landsstýrismanninum í vinnumálum at samskifta við nevndina og greiða henni frá vinnupolitiskum ætlanum og ynskjum um strukturbroytingar í vinn- uni. Hann nevnir í hesum sambandi, at í summar boð- aði landsstýrið Framtaks- grunninum frá, at einskilj- ing av almennu fyritøkun- um, m.a. Fiskavirking og Fiskasøluni, verður ikki framd fyrr enn ein virðis- brævamarknaður er farin at virka. Eisini er Framtaks- grunnurin kunnaður um politiska viljan um møgu- liga at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa seg inn í føroysku fiski- vinnuna. Nevndarvalið Bjarni Djurholm sigur, at áðrenn hann skuldi velja nevndina í Framtaksgrunn- inum av nýggjum 1. apríl, fekk hann at vita frá einum av nevndarlimunum, at við- komandi hevði ikki hug at halda fram. Harumframt var ein nevndarlimur búsit- andi uttanlanda, og tað metti hann vera óheppið. Bjarni Djurholm sigur, at hann ynskti, at hinir báðir limirnir, sum hann hevði valt í nevndina, skuldu halda fram, og tí var talan um at velja tveir nýggjar limir. Bjarni Djurholm boð- aði nevndarlimunum, sum eftir ætlan skuldu halda fram í nevndini, frá, at hann hevði ein ávísan persón í huganum til at gerast for- maður í nevndini. Tá teir báðir nevndarlimirnir fáa hetta at vita, gera teir at at siga seg úr nevndini fyri Framtaksgrunnin. Bjarni Djurholm sigur, at hetta kom óvart á seg, men at hann nú noyddist at velja allar fýra nevndarlimirnar av nýggjum. Bjarni Djur- holm nevnir í hesum sam- bandi, at hann hevur mett tað sum sína skyldu at tryggja sær, at minst ein av valdu limunum hevur egin- leikarnar at vera formaður í nevndini, og tí er hann komin við síni meting um, hvør hesin kann vera. Umsitingin í Vinnumála- stýrinum gjørdi sítt tilmæli, og av teimum fýra, sum landsstýrismaðurin síðan valdi, metti umsitingin allar at vera fakliga kvalifiserað- ar. Men í tveimum førum metti umsitingin, at talast kundi bæði fyri og ímóti, m.a. orsakað teirra luttøku í ymiskum vinnuligum við- urskiftum. Bjarni Djurholm valdi tó at halda fast um tey fýra, sum hann hevði valt. Hann metti, at teir veikleikar, sum umsitingin hevði víst á, ikki vóru av týdningi í mun til teirra sterku síður, m.a. fakligu førleikar og hollu vinnulívsroyndir. Almennur kandidatlisti Tá almennar nevndir skulu veljast, hevur landsstýris- maðurin í vinnumálum eitt yvirlit yvir persónar við vinnuligur kvalifikatiónum at nýta. Hesin »almenni kandidatlisti«, ella hug- skotslisti, verður ikki rokn- aður sum endaligur, men sum ein leiðbeinandi listi til landsstýrismannin. Hesin listi varð millum annað nýttur, tá Bjarni Djurholm skuldi velja teir fýra nevnd- arlimirnar í Framtaks- grunnin. Undanfarna nevnd ikki nøktandi Bjarni Djurholm sigur, tað valdaði ikki nøkur ósemja millum seg og nevndin í Framtaksgrunninum, sum sat áðrenn sitandi nevnd tók við í vár. Tvørturímóti hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við, at hann sum heild var væl nøgdur við avrikini hjá undanfarnu nevnd. Men hóast eingin ósemja var, so drógu undanfarna nevnd og landsstýrismaður- in ikki heilt somu línu í spurninginum um Fiska- virking og Fiskasøluna. Bjarni Djurholm sigur, at hann við jøvnum millum- bilum spurdi nevndina og formannin um, hvørjar ætl- anir tey høvdu við hesum fyritøkum, sum Framtaks- grunnurin eigur einsamall- ur. Bjarni Djurholm vísir á, at í ásetingunum fyri Fram- taksgrunnin stendur bein- leiðis, at »Fonden skal af- hænde foretagne investe- ringer, når disse har vist sig levedygtige og salgsbare«. Og harumframt stendur í strategiskjalinum fyri grunnin, at »Tá ið gjørdar íløgur vera burðardyggar, skulu hesar seljast og virð- isøking Framtaksgrunsins realiserast. Íløgurnar verða at selja til medeigara, aðrar fyritøkur, ella á einum komandi partabrævamark- naði.« Bjarni Djurholm sigur, at hann fleiri ferðir gjørdi nevndina varuga við, at tað kom lítið ítøkiligt undan kavi, sum livdi upp til áset- ingarnar í viðtøkunum, og at nevndin tí átti at hava í huga, at hóast talan ikki var um nøkur boð, so átti nevndin at geva sær far um, at landsstýrismaðurin hevði nakrar skyldur mótvegis løgtinginum. Tí landsstýris- maðurin skal til eina og hvørja tíð kunna svara fyri, hvussu viðtøkur grunsins verða fylgdar, og eisini vátta, at tær veruliga verða fylgdar. Tá Bjarni Djur- holm í vár skuldi velja fýra nevndarlimir av nýggjum, var sum nevnt ætlanin, at tveir teirra skuldu halda fram. Við hesum vildi landsstýrismaðurin tryggja sær kontinuitet í nevndini, og harumframt hevði hann álit á fakliga førleikanum hjá teimum. Sostatt metti hann tað vera nóg mikið, at tveir nevndarlimir, møgu- liga tríggir, um fimti limur- in ikki gjørdist tann sami, komu nýggir inn í nevnd- ina. Merkiliga nógv rumbul Bjarni Djurholm heldur, at tað er hugvekjandi, hvussu nógv uppmerksemi nevnd- arvalið í Framtaksgrunnin- um hevur fingið. Serliga tá havt verður í huga, at áður hava nevndarval, har umsit- ingin í flestu førum ikki havt serligan leiklut, ikki havt stórvegis áhuga. Bjarni Djurholm: Einki skeivt í sambandi við nevndarvalið í Framtaksgrunninum Formaður: Niels Winther Poulsen, advokatur Næstformaður: Dagmar Joensen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins Hini í nevndini, vald av landsstýrismanninum: Sjúrður Horsdal, vinnulívsráðgevi og stjóri í Zenit Eydna Justinussen, Fíggjar- og roknskaparleiðari á Føroya Lívstrygging Fimti limurin, valdur av nevndini: Árni M. Dam, vinnulívsmaður Hesi manna í dag nevndina í Framtaksgrunninum: – Einki skeivt fór fram, tá øll nevndin í Framtaks- grunninum í vár varð vald av nýggjum, og heldur eingin politisk ætlan liggur aftanfyri. Tað sigur Bjarni Djurholm, sum í løgtinginum fríggjadagin svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Torbirni Jacobsen, tingmanni Tveir barna-garðar reistir Fríggjadagin vórðu tveir barnagarðar reistir í Tórshavnar kommunu. Talan er um barnagarðar í Løgmannabreyt í Hoyvík og á Hamrinum á Argjum. Heðin Mortensen, virkandi borgarstjóri í Havn, sigur, at nýggju barnagarðarnir vilja geva pláss til 120 børn afturat. Eftir ætlan verða barnagarðarnir tiknir í nýtslu í apríl komandi ár. Samlaði kostnaðurin fyri barnagarðarnar er 21 milliónir kr. Tórshavnar býráð miðjar ímóti at gera ein enda á bíðilistanum, tá hetta valskeiðið er liðugt. Ætlanir eru um byggjan av fleiri ørðum barnagørðum í næstum. -HR Nýggju barnagarðarnir á Hamrinum á Argjum og við Løgmannabreyt eru nú reistir. Gátan um páskaløgin Í rættarmálinum millum fútan og Restoffs bryggjarí snýr høvuðsspurn- ingurin seg um, hvør ætlanin var við lýs- ingini, har skrivað stóð um “páskaløgur”. RÆTTARMÀL Heri á Rógvi Hvat merkir páskaløgur? Orðið stóð at lesa í lýsing frá Restoffs bryggjaríið í Dimmalætting hin 26. mars. Hendan lýsingin snúði seg um Restorffs bryggjarí, og innihaldið var ein tekstur, har orðið “páskaløg” kom fyri. Eisini var ein tekning á lýsingini av teimum báðum Òla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen. Á tann teknaða Óla Svenn stendur orðið øl. Tað er tann greiða fatanin hjá ákærumyndugleikanum, t.e. fútin, at hendan lýsingin er gjørd og hevur til endamáls at fremja søluna av rúsdrekka, t.e. drykkir við einum alkohol- innihaldið áljóðandi 4,6% ella 5,8%. Fútin segði í sínari proce- dure, at tað var eingin ivi um, at lýsingin snúði seg um rúsdrekka, og saman- hangurin vísti púra greitt, at Restoffs við lýsingini hevði til endamáls bevíst at fremja søluna av rúsdrekka. Verjin hjá P/F Restoffs, Halgir W. Poulsen, helt hin- vegin, at stjórarnir hjá Re- stoffs, Johan Mortensen og Òli Svenn Nolsøe, handl- aðu í góðari trúgv, tí teir vórðu ikki kunnaðir um, at hetta slagið av lýsingum ikki varð loyvt, tá ið hugsað varð um, at líknandi lýsing- ar eisini høvdu verið at sæð frammanundan. Løgur Hóast bæði ákæri og verji ferðaðust ógvuliga víða á rætarfundinum fríggjadag- in, tá ið málið kom fyri Jørgen Petersen í Føroya rætti, so snýr málið seg í tí stóra og heila um, hvat týdningurin av orðinum “páskaløg” merkir. Verjin vil vera við, at hetta kann merkja øll slag av drykkum, ið Restorffs bjóð- ar. Ákærin vil hinvegin vera við, at tað er greitt, at í lýs- ingini verður hugsað um øl. Tað er nevniliga ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka- drykkjum við hægri styrki enn ljós pilsnara styrki í føroyskum fjølmiðlum ella tíðarritum. Hetta stendur at lesa í rúsdrekkalógini, og tað er hendan lógin, sum nú sleppur at standa sína roynd. Er tað at lýsa við sterkum rúsdrekka á henda hátt? Visti bryggjaríið av, hvat tað gjørdi? Tað er týdningarmikið at hava í huga, at tað er bryggjaríið sjálvt, og ikki Johan og Óli Svenn, sum eru ákærdir í málinum. Sjálvur var Óli Svenn Nolsøe einasta vitnið í mál- inum. Hann greiddi frá, at teir hava vent gongdini hjá Restoffs. Hann vildi vera við, at Restorffs var mest- sum at rokna sum ókent fyri onnu enn havnafólk, áðrenn teir tóku við hin 1. januar 2002. Hann segði seg hava sæð lýsingina, áðrenn hon varð send til prentingar, og hann helt ikki, at talan var um nakað lógarbrot. Hann kendi seg vera skeivt endurgivnan, tá hann hevur skula sagt, at lýsingin varð gjørd fyri at provekera og fyri at royna lógina. Áhoyrarafjøldin, ið fyri tað nógva vóru umboð frá størru føroysku fjølmiðlun- um, fingu eina undirhald- andi løtu í rættinum fríggja- morgunin. Halgir W. Poulsen, verji, legði ógvuliga bragdliga fyri og legði stóran dent á føroyska dupultmoralin, og tað “fullkomiliga absurdu” lógina, talan er um í hesum førinum. Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta fær á dómaran. Bæði verji og ákæri góvu alt teir orkaðu við at vísa greinir úr føroyskum bløð- unum, sum teir mettu vísti støðuna á økinum í Før- oyum. Eisini varð nógv tosað um Rúsdrekkasølu landsins og hennara leiklut og “upp- lýsandi” tilfar. Somuleiðis snúði nógv prát seg eisini um útlendskar miðlar, sum frítt kunnu lýsa við rús- drekka í Føroyum. Bæði verji og ákæri royndu dúgiliga at vísa á siðvenju á økinum, sum ikki hevur verið so ofta á gátt hjá Føroya rætti, men vend kann koma í. Dómur sagdur fríggja- dagin Jørgen B. Petersen, dómari, fer fríggjadagin í komandi viku at siga dóm í málinum móti Restoffs bryggjarí. Dómurin verður sagdur kl. 12.00. Varafútin Finn Ougaard, sum eisini er ákæri í málin- um móti Restorffs, segði í rættinum fríggjadagin, at ákæri er reist um greinir í Dimmalætting við upp- skriftum, har nýtt verður øl hjá Føroya Bjór til at gera matin. Málið útsett Friggjadagin kom ákæran hjá fútanum móti Club 20 eisini fyri rættin. Vitni vórðu avhoyrd í málinum, men tað skal ein annar rættarfundur til, áðrenn málið endaliga klárt til dóm. Tveir løgreglumenn skulu avhoyrast í málinum, og teir vóru ikki til staðar í rættinum fríggjadagin, og tískil er nýggjur fundur avtalaður. Ákæran móti Club 20 snýr seg eisini um áseting- arnar í rúsdrekkalógini um lýsingar við rúsdrekka. Johan Mortensen og Óli Svenn Nolsøe krevja frídøming í Føroya rætti fyri ákæruna um lýsingar við rúsdrekka. Ákærin krevur eina bót á leið 10.000 kr. Dómur verður sagdur fríggjadagin. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 11 10